Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 7. MAI 1998 tíðindablaðið S0OSÅN) Norðurlandahúsið i Føroyum 15 år Heilsan til Norður- landahúsið san Norðurlandahúsið hevur nú virkað í Føroyum í 15 ár. Húsið hevur á framúrskarandi hátt megnað at livað upp til endamálið, at livga um føroyska mentan, at breiða kunnleikan um føroyska mentan út til onnur Norðanlond og at skapa mentanarligt sam- band og samstarv millum Norðanlond og Føroyar. Húsið hevur nú vunnið sær fast pláss í fóroyskum samfelags- og mentanarlívi sum ein tann mest týðandi mentanarstovnur. Tað virksemi, ið fer fram í húsinum, gagnar øllum Føroya fólki eins og tað gagnar gllum Norðanlondum. Norðurlandahúsið hevur givið føroyingum ein vakran og virðiligan karm um eitt fjølbroytt listarligt virksemi - tað verið seg av føroyskum eins væl og altjóða uppruna. Húsið hevur stuðlað og stimbrad føroyska list og føroysk mentanrligt virksemi og hevur við hesum eisini medvirkað til at økja um ansin og virðingina fyri list og mentan í Føroyum. Á sama hátt hevur húsið við virksemi sínum styrkt áhugan og virðingina í útheiminum fyri føroyskari list og føroyskari ment- an. Tað eru tí allar góðar grundir til at fegnast um húsið og alt tað, sum húsið stendur fyri. Norðurlandahúsið er meira enn eitt vakurt og prýðiligt hús við livandi og ríkum listarligum virksemi. Tað er eisini itøkiliga dómi um magnið og styrkina í nordurlendska mentanarfelags- skapinum og norðurlendska samstarvinum. Húsið skal sostatt ikki bert vera karmur um eitt ríkt mentanarlív, men tað skal eisini stóðugt minna okkum á, at vit hava skyldu at røkja og útbyggja tað norðurlendska samstarvið føroyingum og øllum norðurlendksum tjóðum til gagn og sóma. Vegna Føroya landsstyri skal eg við hesum orðum ynskja Norðurlandahúsinum og gllum, sum her starvast, hjartaliga til- lukku á fimtan ára degnum og ynskja alt gott fyri húsið og tað virksemi, ið har fer at vera framyvir. Edmund Edmund Joensen, løgmadur | Um vikuskiftið fyllir Norður- landahúsið 15 ár. Hátíðarhaldið verður stórfingið við nógvum kendum útlendskum og føroysk- um listafólkum og gestum. I samrødu við stjóran greiddi hann frá, at árið í ár er spariár hjá Húsinum, men á tíðinda- fundinum í vikuni, sló stjórin fast, at til hetta tiltakið verður ikki spart. Í staðin fyri at hava eina rúgvu av tiltøkum alt árið, hava vit valt at satsa upp á ngk- ur stór og góð tiltøk - m.a. hetta, sum vit so leggja alla orku í, søgdu stjórin og samskiparin í Norðulandahúsinum, Fróði Vest- ergaard. A fundinum gjørdi onkur eisini vart við, at hátíðarhaldið kom at fella saman við stevnur- nar hjá Kórsambandinum og Musikkskúlanum, sum vanliga eru um hetta mundið, men til tað svaraði stjórin, at tað var ilt at flyta ein fødingardag; tað er nú einaferð so, at tað friggjakvøldid júst eru 15 ár síðan húsið varð tíkið í nýtslu. Vit hava tó roynt at skipa tað sum best og hava verið í sambandi Týsdagin kom 15. plakatin hjá Norðurlanda- húsinum út. Kári Svensson hevur gjørt Norðurlandahúsið 15 ár við Musikkskúlan fyri langari tíð síðan, og har fingu vit lovað, at teir skuldu laga tiltakið so- leiðis, at luttakararnir skuldu fáa høvi til at koma til håtidarhaldid eisini. Havnarkórið fær eisini verið við, sjálvt um Kórstevnan samstundis. Tað frættist í blaðnum í gjár, at tíðindakvinnan Tórunn Ell- ingsgaard er givin á kendu sjón- varpsråsini MTV. Hesum møgu- leikanum hevur Norðurlanda- húsið loftað og Tórunn er biðin at koma til haldið at vera vertur saman við Peter Turtschaninoff, stjóranum í Húsinum. Tað verður tó ikki bara húsið sjálvt, sum verður karmur um tiltakið. Í Fámjin og Klaksvík verða eisini framførslur í sam- bandi við hátíðarhaldið Leygardagin koma norsku fólkatónleikararnir Jon Faukstad og Øystein Rudi Ovrum saman vid grønlendska trummudansara- num Anda Kuitse til Fåmjin - lesid um teir longuri inni i blad- num. Og Sunnudagin eru norð- menninir at hoyra í Klaksvík, har Hanus Johansen eisini verð- ur á palli. Sosialurin fer at fylgja við og siga frá tiltakinum sum heild aftaná. Við hesum ynskir Sosialurin Húsinum hjartaliga tillukku og takkar fyri ágóðan av árunum, sum eru farin.