Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið Nr. 85 — 7. MAI 1998 Norðurlandahúsið í Føroyum 15 ár Úr turkihúsi í Norðurlandahúsið | Norðurlandahúsið læt dyrnar upp fyri almenninginum tann 8. maí 1983 og fyllir sostatt 15 ár dýra biðidag. Men áðrenn Húsið varð vígt og kundi takast í nýtslu, var eitt stórt arbeiði gjørt - bæði til tess at fyrireika byggingina og at sannføra fólk um gagnið av hesum húsi. OC Sosialurin hevur hitt Dånjal Paula Danielsen á Velbastað, ið var landsstýrismaður í seinnu helvt av sjeytiárunum, tá ætlanin um norð- urlendskt mentunarhús rættiliga tók dik á seg Dáanjal Pau rte at Er endur Patursson, sum var um- boðsmaður í Norðurlandaráð- num fyri Løgtingid, legði upp- 1971 í ráðnum um at eitt sjónleikarhús í Før g síðani bleiv ein norð- f urlendsk nevnd sett at viðgera hetta uppskotið. Hetta vrakaði hon tó og segði tað ikki vera na hjá henni, at byggja urlendskt leikhús í Før- tað ein svenskur »e førovavinur Hann vildi ikki sleppa hesum tankanum, men skeyt upp at byggja ett ístaðin mentunarhús t hús, ið eisini skuldi rúma ødrum enn sjón- leiki. Uppskotið varð altso ikki heilt slept, og ein nevnd helt fram við arbeiðinum So skuldi spyrjast í Føroyum Einir tiggju føroyskir mentunar- stovnar fingu skriv um ætlanina, og hesir fingu høvi at siga, hvat teir hildu um hana. Men sum so ofta hjá føroyingum var reakti- »nin nærmast negativ hjá teim- um allarflestu, onkur helt kanska, at vit fóru at blíva etin upp av eðrum. Hetta varð altso latið úr hondum, áðrenn eg kom í Landsstýrið í 1975, heldur Dánjal Pauli fram Men bert einar fýra dagar aftan á kom stjórin fyri kultur- sekretariatið í Keypmannahavn til Føroya, ein finni, sum eisini var stjóri fyri kulturudvalget hjá Norðurlandaráðnum, sum somu- leiðis virkar í Keypmannahavn Reaktiónin higani úr Føroyum var kortini ikki totalt avvísandi - summi vóru hålvpositiv - men sum heild var måttøkan sera lunkað. Ikki minst frá sjónleikar- um E.sini á tí politiska leikpalli- num, hoyrdust illvilji og ofta ironisk argument - onkur skeyt upp at byggja Húsið í Fugloy - tí leiri mettu eitt norðurlendsl mentunarhús Før INT RIÐ 3 YA pura óneyðugt Oydimørk si H í Kj a Inu samtykt, at hon vildi lata eitt byggibúgvið grundstykki. Staðið var har, húsið liggur í dag. Hetta var tá úti í eini oyðimerk. Ring- vegurin var projekteraður, men tá var hetta úti í haganum við ongum bygningum nærindis Dánjal Pauli greiðir víðari frá at tað var keðiligt veður hendan dagin - vátaslettingur - hann fór niðan hagar við hesum finn- anum. Tað var ikki so hugaligt við vátakava uppi í haganum, men so høvdu vit fundir við hann, og vóru samdir um í Landsstýrinum at mæla til at byggja eitt hús So varð tosað um fígging Húsið í Íslandi er bygt fyri 99% av norðurlendskum miðlum, meðan íslendingar bert hava goldið 1%. Til hetta segði hann, at hetta kundi tað ikki vera talan um, tí teir roknaðu við, at norð- urlendskt virksemi í einum slík- um húsi í Føroyum vildi vera í mesta lagi hundrað dagar um árið, tvs. at næstan tríggir fjórð- ingar vildu verða føroyskur aktivitetur, og tí máttu føroy- ingar luttaka á ein heilt annan máta, enn íslendingar gjørdu. Vit søgdu so í Landstýrinum, at kommunan hevði latið grund- stykki, og Landstýrið vildi gera fundamenteringina av húsunum. Føroyingar skuldu so eisini gjalda átta prosent av rakstrar- útreiðslunum. Hesum uppskoti- num fór hann avstað aftur við. Vann frama Í januar 1976 var norðurlendsk- ur ráðharrafundur í Kungálv í Svøriki. Har møttu so Demmus Hentze og eg sum tann føroyski parturin í ráðharraráðnum. Niels Matthiasen var danskur mentamálaráðharri tá, og vit báðir sótu undir liðini á hvgrjum ødrum á tí fundinum, minnist fyrrverandi landsstýrismaðurin á Velbastað. Hetta málið var so á skránni, og eg royndi at við- mæla sum frægast og argument- era fyri, at vit skuldu byggja húsið, sigur Dánjal Pauli. Niels Matthiasen tók beinan- vegin undir við hesum, sum var tað ein sjålvfylgja. Eingin ís- lendskur ráðharri var hjástaddur, bara ein departementchefur, og sk eisini undir. Norðmað norðmaðurin stóð eftir í minniluta, og illa bar til hjá honum at mótmæla, tá Niels var so entusiastiskur, og hinir vóru linliga positivir, sum Dánjal Pauli málber seg Fylgjan var so tann, at tað var viðtikið á fundinum principielt, at vit skuldu fara undir at byggja húsið So-varð arbeitt víðari við pro- jektinum, og ein stýrisbólkur skuldi setast, har eg bleiv valdur at umboða Føroyar. Hesin legði so ein fíggjar- karm, og ein arkitektakapping bleiv útskrivað. Millum limirnar var onkur næmingur hjá tí víða- gitna finska arkitektinum, Aalto, og aðrir topparkitektar, umframt okkum »sivilu«. Eini 140 uppskot komu inn Tey vóru ógvuliga ymisk, og føroyingar sendu eisini inn. Men vit í nevndarbólkinum løgdu høvudsdentin á, at onkrar høv- uðslinjur máttu vera í. Sjónleik- arlinjan var jú slept av Ráð- harraráðnum, so semja var í hesi vælsignaðu nevnd um, at ein konsertsalur skuldi vera tað sentrala rúmið í húsinum, um- framt at hann eisini skuldi kunna brúkast til onnur endamál, sigur Dánjal Pauli. Sum kunnugt bleiv tað upp- skotið hjá tí norska arkitekti- num, Ola Steen, ið varð valt. Gott fólk Spakin bleiv so settur í jørd- ina, og góð tvey ár eftir, tann 8. mai 1983, varð húsið vígt. Tá virksemið so byrjaði, bleiv hetta stýrið víðkað, og m.a. kom tann sami norðmaðurin, ið hevði verið so negativur, í stýrið, og nú bleiv hann so øgiliga entusi- astiskur. Eisini íslendingar fingu eitt umboð afturat í stýrið. Teir høvdu annars valt fyrrverandi forsetan og viðurkenda vísinda- mannin, Kristján Eldjárn, til stýrislim, og eg plagi mangan at siga, at eg trúgvi ikki, at eitt einasta norðurlendskt ráð av nøkrum slag hevði persónar á so høgum stødi, sum Norðurlanda- húsið hevði. Á tann hátt var Húsið óvanliga væl fyri, heldur Dánjal Pauli Danielsen fyri So kann ein spyrja, hvussu Húsið og úrslit tess hava hiln ast? Har má hvør einstakur svara fyri seg, men eg kann siga, at Húsið avgjørt hevur livad upp til mínar væntanir. Eingin ivi um tað, sigur Dánjal Pauli. Ein kann tíð kjakast un Dánjal Pauli Danielsen í Búðini á Velbastað var limur í stýrinum fyri Norðurlandahúsið tey fyrstu mongu árini gjørt, men tosa vit um tydningin fyri føroyskt mentunarlív, hevur Húsið eftir mínari meting havt grundleggjandi týdning, ótrúlig- an tydning. Tí fyri tað fyrsta hava vit tvey elementer ting, nevniliga ein stóran sal, sum man legði upp til skuldi verið ein modernaður musikksalur. Tað hevði jú tvær fylgjur við sær: Onnur var tann, at nú vóru fyritreytir fyri at bjóða einum og hvørjum uttani- frá hølir, sum vóru ideel. Menn, sum hava skil fyri akustikki og tílíkum, hava sagt, at hesin er ein tann besti salur, sum finst í norðurlondum at rúma tónleiki. Dánjal Pauli nevnir síðani føroysku tónleikararnar, bæði teir útinnanandi og skapandi, sum hava havt høvi til bæði at verið har og eisini fingið fíggjar- ligar karmar at virka í - ikki bara í Húsinum, men eisini í gðrum norðurlondum. Tí ein partur av virkseminum hjá Norðurlanda- húsinum var jú, at man skuldi presentera Føroyar uttanlanda. Um målningalistina sigur Dånjal Pauli, at Listaskålin var soleiðis fyri, at hann var so lítil, at í nógv år var tann árliga Olav- søkuframsyningin í Norður- landahúsinum, har heilt onnur viðurskifti vóru, enn føroysk listafólk vóru von við framman- undan. Har var rúmsátt. Haraft- urat fingu føroyskir málarar serframsýningar í Norðurlanda- húsinum, og Húsið hevur eisini skipað fyri nógvum framsýning- um uttanlanda, sum Húsið hevur fíggjað Tað er ilt at meta nágreiniliga um hvgnn týdning Húsið hevur havt at týða fyri bókmentirnar, ri tónleik og málningalist að havt ómetaligan týdn dur Dánjal Pauli. Ikki ur P í ig | t yri Gtinnandi listafólk men Hóast Húsið ikki bert er bygt til sjónleik, so er tað betri bygn- ingur til hesa listagrein enn nakar annar føroyskur bygn- ingur. Vit hava jú fingið stórar leikir uttanífrá, stórar uppseting- arnar hava verið í Norðurlanda- húsinum, og her minnist Dánjal Pauli úr rúgvuni m.a. aftur á »Skeyk« í fjør, »Antigone« og »Eitt dukkuheim« eftir Ibsen í 1984, ið bæði varð spældur á føroyskum og islendskum. Føroyingar fåa stutt sagt roynt seg upp å ein heilt annan måta og fåa eisini sceniskar møgu- leikar, sum ikki áður hava verið til staðar. Harafturat hevur Húsið verið karmur um altjóða rådstevnu- virksemi av ymsum slag. Dånjal Pauli sigur, at umstød- urnar í Norðurlandahúsinum kollveltu møguleikarnar hjá øllum mentunarlívi í Føroyum, og at vit als ikki hava mist okk- um burtur í gllum hesum, sum onkur vildi vera við í fyrstuni. Tverturímóti, heldur hann. Sum dømi um hesar broyttu umstødur minnist Dånjal Pauli aftur á, at ofta vórðu føroyskar og útlendskar konsertir hildnar í skúlaaulum, og einaferð fyrst í sekstiárunum, tá danska Radio- symfoniorkestrið vitjaði her, varð spælt í turkihúsinum á Skála. Sum heild heldur Dánjal Pauli, at tað hevur verið góður kontinuitetur í húsinum, og at enda kann hann ikki lata vera við at nevna Húsið sjålvt sum unikt arkitektoniskt verk. Hann heldur Húsið vera minst líka hugnaligt at koma inn í, tá einki fólk er í tí, og kallar hetta norð- urlendska mentunarhúsið í Før oyum eitt listaverk í sær sjálv- um