hósdagur 7. mai 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 85 — 7. MAI 1998
=
tíðindablaðið Sosa)
15
Norðurlandahúsið í Føroyum 15 ár
Norðurlandahúsið 15 ár
Fyri Ferðaráðið og ferðavinnuna
hevur tað verið og er framvegis
av stórum týdningi at hava eitt
mentunarhús sum Norðurlanda-
húsið. Umframt at hava flutning
til og úr Føroyum og gistingar-
møguleikar í huga, liggur ein
stór uppgåva í tí at vísa á serlig
stóð og útferðir, sum kunnu gera
tað til nakað serligt at koma til
Føroyar at ferðast. Norðurlanda-
húsið er vorðið ein av okkara
fremstu attraktiónum, tá hugsað
verður um eitt hús, sum hevur
eina spennandi søgu og eitt
pláss, har bæði gallakvøld, serlig
tiltók og kongressir kunnu fáa
innivist.
Ferðaráðið hevur havt gott
samstarv við starvsfólkið og
leiðsluna í Norðurlandahúsinum.
Vit fáa yvirlit yvir komandi
tiltók, sum vera nýtt bæði í fald-
arum okkara og eru at finna í
okkara kunning, har ferðafólk í
hópatalið leita sær inn um
summarið.
Ferðaráðið gevur ein yvirlits-
bókling út eina ferð um árið,
sum eitur Tours 98. Hesin lýsir
allir teir skipadu ferdamøguleik-
arnar og teir pakkaferðir, sum
eru. Katalogið verður sent út-
lendskum ferðasmiðum. Hetta
eru teir, sum selja ferðir til Før-
oya antin beinleiðis til ferða-
mannin ella til ferðaskrivstovur.
Ein vitjan í Norðurlandahúsinum
er altíð ein fastur partur av ein-
ari vitjan í Havn.
Norðurlandahúsið verður so-
leiðis nýtt í marknadarføringini
av ferðum til Føroya. Tað sæst
týðiliga, um tú hyggur í eitt nú
bóklinginum 'Tours', sum Ferð-
aráðið gevur út. Ein vitjan í
Norðurlandahúsinum er vorðin
eins vanlig og eitt nú ein vitjan í
Kirkjubø.
Husid og tiltøkini har eru vid
til at gera tad lættari hjå okkum
at fáa fólk at vitja okkum. Her
hugsi eg serliga um Jazz-,
Fólka- og Blues Festivalin og
tey tiltiknu Føroyakvøldini. Vit
harmast sjålvsagt um, at tey ikki
eru í húsinum í summar.
Ferðaráðið var vertur á einari
stórari ferðavinnuráðstevnu í
1995, har galladógurðin fyri
umleið 400 fólkum var í Norð-
urlandahúsinum. Tað var onki
minni enn stórsligið, og gestir
okkara vóru á einum máli um, at
betri karmar fáast neyvan. Til
Barbarufrumsýningina vísti
húsið seg aftur eina ferð at vera
ómetaliga vælegnað til slíkar
framførslur. Té vóru umleið 500
fólk í húsinum.
Nógvar eru tær ráðstevnur,
sum hava verið í húsinum, og
tað heilt givið, at ferðavinnan
eigur at nýta húsið til júst slík
endamál, tí gestirnir lata altíð
sera væl at húsinum og tiltøku-
num.
Ferðaráðið ynskir leiðslu og
starvsfólkum hjartaliga tillukku
við 15 ára degnum, og takka fyri
samstarvið.
Ferðaráð Føroya
Annika Joensen
Hava brúk fyri Shakespeare eins væl og Sibelius
Sosialurin hitti eisini Kristian
Blak, sum hevur spælt tónleik
bæði áðrenn húsið kom og
aftaná:
Sum heild vóru stórar væntanir
til Húsið, og eg royndi at vera
við til so nógvar fundir undan
byggingini sum gjørligt. Tá vóru
fleiri av feløgunum hjá tón-
leikarunum stovnað, so vit
møttu sum umboð, og eg må
siga tað eru komin nógv góð
upplivilsi við Norðurlandahúsi-
num, og tær norðurlendsku kon-
taktirnar, ið eru komnar hesi
árini, hava havt nógv at siga fyri
norðurlond.
Kristian sigur tað tó vera
týdningarmikið at leggja sær í
geyma, at ein verður ikki tón-
leikari av at spæla í Norður-
landahúsinum. Skráin má vera
fastløgd, tá tú kemur í Húsið.
Tað er altso ikki nakað >út-
viklingsstad«, og tí mugu »gras-
røturnar« grógva væl og paral-
lelt við Húsið.
Við Norðurlandahúsinum
Plakati Húsið
Hóast Tórshavnar Jazz-, Fólka- og
Bluesfestival ikki verður í Norðurlanda-
húsinum fyrr enn í oktober, varð tann
árliga jazzplakatin kortini avdúkað longu
týsdagin. Hetta er fyrstu ferð, at hon er
gjørd av einum føroyskum listamanni, og
plakatina fyri 1998 hevur Kåri Svensson
latið år huga og hondum. Kári segði seg
vera spentan upp á litirnar í plakatini, og
var so bráður, at hann beinanvegin fór at
droyma um næturnar, hvussu plakatin
skuldi síggja út, tá honum fall í lut at
gera hana.
Listamaðurin hevur arbeitt eitt sindur
við súluformatum, og hesaferð hevur
hann umsett súlurnar til collagur við
myndum av jazztónleikarum. Teir elstu
eru settir ovast við teimum heitu litunum,
meðan teir eldru - og harðaru sambært
Kára - eru blandaðir saman við teimum
keldu litunum í neðra. Kári sigur seg
vera glaðan fyri, at litirnir á plakatini eru
so væl varðveittir av upprunamálningi-
fingu vit sýningar, sum vóru
stórri, enn møguleikarnir í skúl-
ahøllunum loyvdu. Húsið er
nevniliga eisini eitt sjónleikar-
hús, og serliga minnist Kristian
aftur á >Eitt dukkuheim<, har
hann skemtandi leggur afturat,
at hann spældi ngkur sekund.
Men gjøgnum Húsið fekk hann
eisini samstarv i lag vid is-
lendskar instruktørar og var vid
til at gera eina ballett.
Hann nevnir eisini nyggjari
dømi sum Shakespeare, ið júst
hevur verið í Húsinum. Nordur-
landahúsið er ein stovnur, ið
hevur orku til at geva íblástur
uttanífrá, og eg meini, at tað er
av týdningi, at vit hava samband
við verðina rundan um okkum,
og at verðin rundan um okkum
er áhugað í at arbeiða saman við
okkum. Tí vit eru eitt serligt
land, sigur Kristian.
Hann sigur tað vera gott, at vit
eisini kunnu uppliva Brahms,
Shakespeare og Dario Fo í
Norðurlandahúsinum, og at tað
ikki bara verður tvíhildið um
num, og at ætlanin er, at hon skal siga
okkum eitt sindur um jazz. Men eg ætl-
aði ongantíð, at hon skuldi líkjast gðrum
jazzplakatum, sigur Kári Svensson.
Bæði stjórin í Norðurlandahúsinum,
Peter Turtschaninoff, og fyrireikarin av
festivalinum, Brandur Øssursson, eru væl
nøgdir við avrikið hjá tí føroyska lista-
manninum, ið samstundis er tann fimt-
anda plakatin í rødini.
Hesar plakatirnar eru við til at gera
Húsið og festivalin kend, sigur Brandur.
Vanliga verða minst hálvttriðhundrað
plakatir sendar í »umfar« til konserva-
tortum, norðurlendskar skrivstovur, mus-
ikkhús og aðrar stovnar í hinum norður-
londunum. Brandur, id júst hevur verið í
Svøriki, segði seg vita, at har hevði ein
skrivstova tikið plakatirnar við sær, tá
hon flutti í nýggj høli, og at ein annars
ofta sær plakatirnar aftur, tá ein ferðast í
norðurløndum. Sostatt man góðskan vera
nøkurlunda í lagi, halda teir.
norðurlendska mentan, so at bert
Grieg, Sibelius og Nielsen
sleppa framat. Hetta má ikki
henda í nøkrum landi, ti so eru
vit naiv, sigur Kristian. Men
hann sigur seg væl skilja krøv-
ini, tá pengarnir skulu býtast.
Ofta hevur verið tosað um at
hava barnatiltøk hvønn morgun í
Húsinum. Eftir mínari meting er
tann besta iløgan, vit kunnu
gera, góðskusjónleikir, -tónleik-
ur og -mentan fyri børn, sigur
Kristian Blak. So verður tað
teirra vani at síggja nakað, so
læra tey at bera seg at sum eitt
publikum, har tey taka ímóti
uttan at práta samstundis. Læra,
at mentan ikki er nakað, ein
kann sløkkja fyri við at trýsta á
ein knøtt, og sipar her til, at
Norðurlandahúsið og Sjónvarpið
komu um næstan somu tíð og
sostatt virka parallelt.
Men næstan samstundis sum
Norðurlandahúsið kom, bleiv
Perlan nidurtikin, og Jazzfelagið
hevði eins nógv tiltøk um árið
sum Norðurlandahúsið. Hetta
Í
p
|
|
|
|
l
var ikki ófyrireikað, tað var
skrásett, blað varð sent út, og
luttakarar komu úr Finnlandi,
nógvir úr Svgríki, Norra, Dan-
mark og Íslandi. Vit vóru heilt
tilvitaðir um at skaffa norður-
lendskar vitjanir, og av og á
rindaðu vit allan kostnaðin, tvs.
at publikum rindaði við teirra
atgongumerkjum. Kristian sigur,
at tey í árunum ”76 til "83 høvdu
eitt munandu aktivari jazzlív,
enn tað nakrantíð hevur verið
aftan á, inklusiv jazzfestival. Tí
vil ein tosa um eitt samfelag við
mentunarinnihaldi, so kann ein
ikki bara hava jólaaftan, men
eisini ein gerandisdag. Ikki tí, eg
skipi eisini fyri einum klassisk-
um festivali, men um tað var tað
einasta, sum hendi av klassisk-
um tónleiki, kundu vit ikki sagt,
at Føroyar eiga klassiska kom-
positión ella tónleikarar, sigur
Kristian.
Jú, jazzur var áðrenn Norður-
landahúsið kom. Tað eru
Bronglplåturnar, Vedurløg,
triggjar LP'ir vid nordurlendsk-
um tilfari og aðrar dokumenta-
tion fyri. Hetta er altso ikki
meint negativt um hvørki Húsið
ella tann årliga festivalin, men
tad sum eg meini er, at av ti, at
hetta hendi samstundis, eri eg
bangin fyri, at nakrar av grundu-
num til, at Jazzfelagid ikki fekk
bjóðað eitt annað høli, vóru, at
at politikararnir hildu, at tá vit
høvdu Norðurlandahúsið, so var
tað nóg mikið. Tað søgdu teir
ikki, men tað var líkasum ikki
nógvur futtur í hjá teimum at
veita Jazzfelagnum høli, sigur
Kristian Blak.
Hann heldur eisini, at Norður-
landahúsið ofta kundi sent
smærri bólkar út, enn tað ger, tí
so høvdu fleiri fingið ágóðan.
Kristian minnist á nógv góð
upplivilsi í Norðurlandahúsi-
num, men undirstrikar týdningin
í tí, at tað paralella og útviklandi
tónleikalívið hevur tað gott,
samstundis sum konsertstaðið
Norðurlandahúsið eisini hevur
tað gott.