Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0Sj2lurin Peter Turtschaninoff er fyrsti stjórin í Norðurlandahúsinum sum er limur í Grinda- mannafelagnum … koma gr IT Norðurlandahúsið i Føroyum 15 år Nr. 85 — 7. MAI 1998 = + dabod må alt annað bíða — Tað er ein sera spennandi tanki at byggja eitt land upp. Í Finnlandi kunnu tey saktans vera meg fyriuttan, men her havi eg kanska møguleika at gera gagn, sigur Peter Turtschaninoff m. a. í samrødu við Sosialin Sosialurin fekk eina longri samrødu við stjóran seinastu fýra árini Peter Turtschaninoff Vit spurdu hann fyrst, hvussu tað kom í lag, at hann kom til Før- Eg vitjaði her fyrstu ferð í sambandi við eina ráðstevnu fyri norðurlendsk fjølmidlafakfeløg Eg var tá stjóri í Nordfag og vit høvdu leingi kjakast um, hvert vit skuldu loyva Føroyum upp í samstarvið. Nógv hildu, at tað fór at gerast ov dýrt at innlima hetta lítla fjarskotna landið, men eg setti hart móti hørðum og og fekk hini at viðganga, at um man hevur eitt norðurlendskt samstarv, so má tað umfata øll norðurlond. Urslitid av hesi innliming var, at ein rådstevna fyri øll tey norðurlendsku fakfel- øgini var hildin i Føroyum, og eg fekk ein gamlan dreym at ganga út. Í eini tjúgu ár framm- anundan hevði eg havt áhuga í Føroyum og roynt at lisið tilfar, sum eg fekk hendur á, so eg gleddi meg nógv, tá eg endiliga fekk høvid at koma hendan- vegin. Karmurin um tiltakid var Norðurlandahúsið, og eg fall fyri ti beinanvegin. Tad var sum talaði tað til mín í tí løtu, eg trein um gátt. Eg hugsaði, at hetta var eitt fantastiskt stað at arbeiða í. Eg kom í prát við táverandi stjóran Jan Kløvstad, og hann segði mær, at hann var um at fara frá og at starvið skuldi lýsast leyst heilt skjótt. Eg fekk hann at lova at geva mær eitt prei og boðaði eisini føroysku limunum í nevndini frå, at eg gjarna vildi fåa bod, og sidan for eg heim at fyrireika eina umsókn Men nei Men starvið vísti seg at vera heilt ødrvisi, enn eg hevði i- myndað mær. Eg trúði, at eg skuldi brúka stórstu orkuna til at byggja upp skráir og fyriskipa tiltøk, meðan mesta av praktiska arbeiðinum varð gjørt av øðrum. Men eg mátti skjótt síggja í eyguni, at so var ikki. Húsið sjålvt kravdi stórar åbøtur og umvælingar, tí tað eftirhondini var niðurslitið í nógvar mátar. So býtið kom at verða so, at eg havi brúkt umleið 20% av ar- beiðsorkuni til at leggja og fyri- skipa skránna, meðan restina av tíðini er farin við at væla um húsini. Fígging Alt hetta kravdi sjálvandi eyka fígging, tí tað eru ikki settar meira enn 50.000 kr. av til um- vælingar á fíggjarætlanini, og so skuldi alt arbeiðið við at leita eftir pengum afturat. Gólvini vóru slitin. Ljós- og ljóðútgerðin er ótíðarhóskandi. Onki goymslurúm var í húsinum o. s. fr. Men harafturat var eisini neyðugt at nútímansgera og broyta sovorðið sum telduútgerð - sum var út av lagi, roknskap og bókhald og arbeidsumhvørv- ið hjá starvsfólkunum. Organisa- sjónsbygnaðin máttu vit eisini gera nakað við, og vit máttu útbúgva og skipa starvsfólkini eftir ábyrgd og arbeidsuppgåv- um á ein meira skynsaman hátt. Frammanundan var húsið skipað sum ein púra fløt organisasjón, har stjórin hevði ábyrgd og á- virkan á alt, soleiðis at hvør skrúva skuldi keypast ígjógnum meg, og tað mátti sjálvandi broytast. Eg útnevndi tveir und- irstjórar - ein fyri skrivstovuar- beiði og fyriseting og ein tekn- iskan, sum fingu avgerðarætt, so arbeiðsgongdin bleiv nógv smidligari. Fyrireikað fígging Fortreytin fyri at fáa fígging í dag er í stóran mun, um man hevur greið og skillig tøl at vísa á, og tí mátti eg fara undir at seta tøl á alt og fáa eina fíggjar- ætlan, sum umfataði hvort nikk og prikk. Eg havi saman við landsbygginfelagnum gjørt eina viðlíkahaldsfíggjarætlan fram til ár 2010, har allar umvælingar og endurnýggingar framyvir eru skipaðar. So kunnu vit altíð taka ætlanina fram og vísa á, at alt er væl umhugsað og planlagt leingi. Við einum sovorðnum greiðum skjali er lættari at fáa sponsorar at skilja tørvin og játta fígging. Ráðharraráðið letur til dømis nærum eina milljón eyka um árið sum beinleiðis avleiðing av hesum skjalinum. Fylgjan hevur eisini verið, at Norður- landahúsið í mun til sína stødd og arbeidsøki hevur fingið væl meira pening játtaðan enn aðrar norðurlendskar mentanarstovur. Sannroyndin í dag er, at tað gerst alsamt meira torført at fáa stuðul til norðurlendskt sam- starv. Svøriki hevur til dømis meldað heilt pass, aftaná at tað fór upp í ES. Nógvir munnar Krøvini til ein stovn sum okkara eru alsamt strangari, samstundis sum vit fáa minni og minni at arbeiða við fíggjarliga. Einasti vegurin fram er at vera effektiv- ur, so tú hevur úrslit at vísa á, tá tú fert at biðja um stuðul. Í dag verða pengarnir býttir heilt ødr- vísi. Baltikum verður flokkað upp í Norðurlond, og har endar ein fittur partur av miðlunum. Eg síggi tað tó ikki sum forðing- ar, men heldur sum møguleikar. Vit hildu baltiska viku og sent fólk av stað til Baltikum og hetta var gott at visa á í Norður- landaráðnum. Og i ES fer jú ein rúgva av pengum til mentan og millumtjóðasamstarv, so um tú dugir væl og ert effektivur, er hetta bara møguleikar afturat teimum, sum longu finnast. Eisini haldi eg, at vit kundu roynt at funnið nýtt mentanar- samstarv t.d. í Skotlandi og Íslandi, sum liggja okkum 3