Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ef Nr. 85 — 7. MAI 1998 pe tíðindablaðið SO8/Zlrin 19 Norðurlandahúsið í Føroyum 15 ár nærmast - ella kanska í Kanada, hví ikki? Fleiri pengar Í mínari tíð hava vit fingið hækkað fíggjarætlanin úr 8,6 milljónum upp í 10. Hetta kemst av hørdum arbeiði. Tað keðiliga er so, at vit í veruleikanum áttu at fingið enn meira, um vit sam- anbera við árini frammanundan. Játtanin hevur verið tær somu 8,6 milljónirnar í nógv ár, og talið hevur ikki verið prístalsvið- gjørt, so í veruleikanum fáa vit kanska ikki meira fyri ta 1,4 milljónina, vit hava stríðst fyri at fingið afturat. Um gongdin heldur fram, so endar tað við, at vit ikki hava ráð til annað enn at hava húsið koyrandi, men uttan tiltøk. Hetta er ræðuligt, og stød- an sum hon er nú, har eg má brúka stóra orku og tíð til at renna runt og bidda um pengar, er eisini ótolandi Hevdi tú eina greiða arbeiðs- uppgávu, tá tú vart settur? Nei. Hana mátti eg finna út av sjálvur. Jan Kløvstad setti meg eitt sindur inn í starvið, men tað vóru ringar stundir og tað var farið ógvuliga skjótt igjøgnum alt. Eg gjørdi so tað í staðin, at eg førdi persónligar samrødur við øll starvsfólkini hvør sær, og brúkti tær til at skapa mær eina mynd av raksturinum og tørvi- num í húsinum. Eg havi ein beinleiðis kunn- leika til ta skapandi listina við tað, at eg eri tann einasti stjórin sum havi livað av at verið á palli, sum sjón- og filmsleikari. Eg kenni umstødurnar og krøv- ini, og tad haldi eg, at eg havi kunnað brúkt í hesum starvi- num. Vandin við einum slíkum húsi er altíð, at tað endar sum eitt listasavn, sum bara hevur framsýningar hangandi og hygg- ur at, meðan okkurt verður framført. Tað er av týdningi, at man fer inn og er við, og brúkar allar møguleikarnar í húsinum. Norðurlendska blaðið OZON er eitt gott dómi. Eitt sovorðið hús skal altíð hava fingurin á pulsi- num fyri at vita, hvat fyriferst í samfelagnum, men eisini fyri at vita, hvat fer fram í heiminum uttan um okkum og brúka hesa vitan til at senda impulsir út í samfelagið. Sparitiltøk Eg arvadi eitt hås vid einum undirskoti upp å eina hålva mill- jón, so eg var noyddur at av- marka tiltøkini ta fyrstu tíðin, inntil tað var vunnið innaftur. Hetta var orsøkin til, at fyrsta árið við mær sum stjóra kanska var eitt sindur linligt við tiltøk- um, men aftaná fyrstu fýra mán- aðirnar komu vit nøkulunda upp undan aftur. Men úrslitið er so eisini, at vit eru um at fáa umvælt og fríðkað øll húsini. Vit hava havt umfat- andi høvudsreingerd og vaskað tað úr enda í annan. Vit hava bygt 3 nýggjar skrivstovur. Vit hava endurnýggjað alla ljóðút- gerðina. Umvælt gólvini. Í næst- um fara vit so undir at mála øll húsini. Norðurlendsk kunningar- tænasta er sett í verk, og Húsið hevur alla ta tøknina, sum í løtuni verður nýtt til samskifti. I fjør var metár. Tá høvdu vit 406 tiltók og 54.000 vitjanir í húsinum, men av tí at vit ikki kunnu telja øll, sum koma á gátt, so kunnu vit saktans leggja eini 20.000 afturat, sum bara koma inn at hyggja, uttan at keypa atgongumerki til nakað tiltak. fløgupolitikkur Eitt aðalmál hjá Nordurlanda- ráðnum er at stuðla børnum og ungum, og tað havi eg av álvara tikið til eftirtektar. Eg haldi, at tað liggur ein sosial uppgáva í hesum. Barnaleikir, barnadagur- in nú sunnudagin, Prix Føroyar, Rock Nátt, ungdómsdansibólkur til Grønlands, OZON, Skeyk, øll eru tiltøk, sum eru komin i min- ari tid. Eg havi eisini lagt meg eftir at uppfylla ynskid um, at fáa virksemið út um alt landið. Og harafturat at fáa fólk úr øll- um landinum og gllum áhuga- bólkum inn í húsið. Í dag er húsið fyri øll og vitjað av øllum - ikki bara einari mentanarelitu. Vansin við at skipa fyri tiltøk- um úti um landið er, at tað er ótrúliga dýrt. Tað rætta var sjálvandi, at sjálvt smáoyggjar- nar og útjaðaragkini sluppu upp í part, men er næstan Ogjørligt. Beint nú arbeiða vit við at fáa ein útgerðarbil, sum hevur alla útgerð, so man kundi havt fram- førslur sjålvt um føstu umstød- urnar á staðnum ikki eru góðar. Utgerdin er ongantíð nóg góð á bygd til at senda yrkislistafólk út, men við einum sovorðnum fullútgjørdum bili, kundi tað verið gjørligt. Mær dámar illa at biðja um fígging í Føroyum, tí fløgupeningurin her skal helst brúkast til annað enn at fíggja tiltók hjá Norðurlandahúsinum. Men til dømis til hendan bilin havi eg verið úti og spurt meg fyri, tí gagnið hjá føroyska sam- felagnum úr hesum er eyðsædd- ur. Føroyskt hús Húsið er av alstórum týdningi fyri føroyingar, tí tað er tað einasta staðið, har tað ber til at framføra professionelt. Onki annað stad í landinum er á stødi við hetta húsið. Harafturat taka vit jú eina uppgávu á okkum, sum í veruleikanum átti at verða gjørd av føroyska samfelagnum. Man kann jå imynda sær, at føroyskt mentanarliv ikki fekk hesar karmar at arbeida undir og studulin frå okkum. Lukkutíð hava vit sum einasta mentanar- stovan í Norðurlondum tann eykasetningin í endamálsorðing- ini, at vit eisini skulu stuðla mentanarlívinum í Føroyum yvirhøvur. Vit senda hvort ár listafólk út í hini londini. Tað hava verið skipað fyri føroyskum framsýn- ingum og framførslum í hinum londunum, og hetta er eitt gott høvi hjá listafólkunum at sleppa út at spæla fyri ødrum. Vit seta eisini krøv Tað er eitt sindur strævið við- hvørt, tá ið tey upptraðkandi ikki eru klár til professionalism- una, sum Norðulandahúsið ar- beiðir eftir. Onkur kemur inn og sigur akkurát, hvussu tey vilja hava ljóð og ljós, og so er tað gjørt eftir einari løtu, meðan onnur ikki hava nakra ætlan ella sett seg inn í, hvørjar møgu- leikar, tey hava. Tað er alt ov krevjandi og dýrt, so tí hava vit gjørt bart og sagt, at øll fáa fýra tímar í part, og so mugu tey gjalda fyri restina sjálvi. Tað er kanska eitt sindur hørd bod at NASA p SÅ Eitt av tiltøkunum, sum komin eru i stjóratíðini hjá Peturi, er ungdómsblaðið Ozon, sum Laufey Haraldson stendur fyri fáa vidhvørt, men tá vit hava so lítið av pengum at geva av, so mugu hesir brúkast skilagott og ikki til óneyðugar útreiðslur sum hesar. Hvussu er sambandið við fjølmidlarnar? Eftir umstødunum er tað ikki so galið. Eg skilji væl, hvussu tað er ringt at uppfylla krøvini hjá mentanarlívinum, tá man hugsar um umstødurnar og arbeiðsorku- na hjå føroysku fjølmidlunum, so eg vil ikki finnast at. Teir hava altid verid positivir, sjålvt um góðskan á umrødu og um- mælum ofta er ov vånaligur. Alt ov ofta hendir tad eisini, at tiltøk als onga umrødu fåa. Eg haldi, at tad finst ein sterkur hugur hjå føroysku fjølmidlunum at gera munagott arbeiði, og útbúgving- arnar hjá fjølmidlaf6lkunum gerast alsamt betri, so tað er bara gott. Heldur tú at húsið hevur ment seg hesi 15 árini? Tað er ilt at siga, tí samfelagið broytist. Eg haldi sjálvur, at vit eru blivin betri. Tað er kanska eitt sindur ringt at koma hertil uttanífrá og skula reka eitt ment- anarhús undir føroyskum fyri- treytum. Tað sum umræður, haldi eg, er at man hevur hjartað við og roynir av øllum alvi at skilja føroyska mentanina og samfelagið. Sjálvur eri eg vorðin so góður við hetta landið og fólkið, at eg eri bangin fyri, at í framtíðini kemur onkur í mín sess, sum ikki gevur øllum hes- um gætur, og ikki tekur sína uppgåvu í álvara. Føroyska sam- felagið er ikki teknokratiskt, og føroyingar hava ongan hug til at fáa bjórað okkurt smart og flott fremmant, sum als ikki hoyrir heima her. Í byrjanini arbeiddu kanska fýra fólk í húsinum. Ein stjóri, ein húsavgrður, eitt skrivstovu- fólk og ein í kaffistovuni. Man hevði als ikki hugsað sær, at virksemið fór at verða víðkað so nógv. Í løtuni hava vit enntá hart brúk fyri einum ljósmanni og einum ljóðmanni, sum arbeiða her fast; tað er langt frá nóg gott, sum er, tí vit mugu altíð laga okkum eftir viðurskiftum uttanífrá. Eitt starvsfólk til marknadarføring og PR hevði eisini komið væl við. Tað hevur verið ein drúgv og torfør tillag- ingartíð. Lættari framyvir Eg havi gjørt eina rúgvu av smáum umvælingum og broyt- ingum, sum kanska ikki eru so løtt at fáa eyga á, men sum eg vóni fara at gera arbeið:ð hjá komandi stjórum lættari. Ein av mínum seinastu hugskotum, sum ikki kemur at verða framført í míni tíð er ein súmfoni, sum Norðurlandahúsið hevur bílagt frá Sunleivi Rasmussen. Við hesum skriva vit føroyska tón Mynd: Jens Kristian Vang leika- og mentanarsøgu, so tað kundi eg ótrúliga væl hugsað mær at verið við til. Eg kann tó vissa øllum um, at eg fari at koma aftur til framførsluna Tað verður ein sygiligur dagur fyri meg, tá eg gevist. Tað bíðar ein spennandi og ødrvisi tíð við kunningarsamfelagnum, og eg havi roynt at fyrireika stovnin sum best til alt hetta, men nógv fer at koma afturat. Tøknin fer helst at mynda listina í stóran mun Gevist ikki so Ég eri eitt sindur keddur um at fara nú. Nú eri eg akkurát av álvara komin inn í samfelagið og fingið vinir, og so verði eg tveittur út. Tað er rættiliga hart Eg komi aftur til eitt land, sum er heilt ødrvisi. Finnland er farið inn í ES og er ikki til at kenna aftur. Eg kundi hugsað mær at búð her restina av lívinum Kanska kann eg finna mær eitt pláss sum ráðgevi av onkrum slag ella kanska sum vinnurek- andi, eg veit ikki. Tað er ein sera spennandi tanki at byggja eitt land upp. Í Finnlandi kunnu tey saktans vera meg fyriuttan. men her havi eg kanska møgulcika at gera gagn. Og so er tað sj: andi grind og spik! Eg eri fyrsti stjórin, sum hevur verið I Grindamannafelagnum, og boðini koma, so mugu nor lendskt mentanarsamstars avtalur bíða eina løtu 1 siss