leygardagur 9. mai 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið Sosialurin
Nr. 86 — 9. MAI 1998
Útspekuleraður stuldur kostar alarum ein hóp av peningi:
Pirat - fiskarar seta gørn í
aliringum fyri at stjala laks
Alarar ymsa-
stadni i landinum
hava mangan
undrast å, hvussu
tad kann bera til,
at so nógvur
laksur hvørvur ur
aliringunum.
Men nú hevur
Mortan Johanne-
sen funnið eina
forkláring. Og
tað er ein for-
kláring, sum ong-
x
in hevði droymt
um
AK Br R i SEN
y a tað KKUrt
ta SKUIdi vera
hevði eg ikki
n Johannesen, alari
á Føroya Havsølu í Kald-
bak heldur seg nú hava loyst
ema gátu, sum alarar hava
spekulerað seg svakar uppá
nú í longri tíð
Mortan Johannesen sigur,
at alarar í longri tíð hava
undrað seg stórliga á,
hvussu tað kann bera til, at
so nógvur laksur hvørvur úr
aliningunum
--Hverja ferð alarar hava
hitst, hevur eitt stórt sam-
rgðuevnið verið hetta sama,
at tað hvørvur so nógvur
laksur úr ringunum
--Alarar hava ikki kunnað
forstaðið, hvussu tað ber til
at tað er so stórt svinn í
aliringunum
Mortan Johannesen sigur,
at alarar fylgja gjøllla við,
hvussu nógvur fiskur doyr
í aliringunum
— Vit hava ein deyðfiska-
posa i hvørjum aliringi. Tad
er ein glåpur, sum liggur å
botninum i aliringinum og
sum allur laksur, sum doyr,
so dettur i
— Hesin deyðfiskaposin
verður drigin og tømdur
hvønn dag, viðhvert tvær
ferðir
— Tann deyði fiskurin
verður so taldur og skriv-
aður upp, sum svinn
— Men so hendir tað, sum
hevur volt alarunum, so
stórt hevuðbrýgg
— Táið laksurin í ringinum
so skal takast, vísir tað seg
at svinnið er so nógv størr,
enn tað átti at verið eftir
talinum á tí deyða fiskinum,
sum er taldur upp úr deyð-
fiskaposanum
Hetta er garnið, sum pirat-fiskarar ikki fingu við sær aftur úr einum aliringi hjá Mortani Johannesen. Deyður fiskur
hongur í gørnunum. Mortan sigur, at hetta er prógv um, at pirat-fiskarar eru so framførir, at teir snikja seg at seta gørn
I aliringunum um næturnar.
Ein gåta
Mortan Johannesen sigur, at
hetta hevur verid ein gåtå,
sum alarar hava spekulerad
seg svakar uppå.
—Ongin hevur skilt hetta,
tí ongin hevur dugað at for-
klára, hvat er blivið av tí
deyða fiskinum, sum
manglar í deyðfiskafiska-
posanum fyri at fáa svinnið
at passa
— Onkur hevur skotið út í
tað bláu luft og hevur roynt
at forklára tað merkiliga
svinnið við, at tað er æða,
sum kavar undir botnin á
aliringunum og tekur fisk úr
deyðfiskaposanum.
Nú eru so prógv fingin
fyri, at forkláringin er ein
heilt onnur.
Funnið eitt svar
Men nú heldur Mortan Jo-
hannesen seg hava funnið
eitt svar uppá hetta loynd-
armálið.
— Nú ein morgunin, vit
fóru út at geva laksinum,
hálaðu vit sum vant deyð-
fiskanótina upp fyri at vita,
um deyður fiskur var í og
fyri at tóma hana.
--Og eg má viðganga, at
vit gjørdust sera kløkkur,
táið vit sóu, at eitt sindur av
einum garni hekk uppif lín-
uni í deyðfiskanótini.
Hann sigur at tað hekk
Lesarabrøv
eisini deydur laksur uppi i
garninum.
— Nú havi eg funnið, í
huvssu so er eitt svar uppá,
hvussu tað ber til, at so
nógvur laksur hvørvur úr
ringunum.
— Ti garnid kann ikki
merkja annað, enn, at tað
eru pirat-fiskarar, sum
sníkja seg um næturnar at
seta gørn í aliringunum fyri
at stjala laks.
Hann sigur, at hetta er so
langt úti av allari leið, at
hetta er ein tanki, sum ongin
alari hevur hugsað.
— Men garnid er prógv
um, at so er, tí ongin onnur
forklåring kann verða uppá,
at garnið var í ringinum.
Mortan Johannesen sigur,
at helst hava pirat-fiskarar-
nir verið so „óhepnir“, at
garnið er blivið fast, táið teir
hesa nåttina høvdu verið á
ránsferð í aliringunum hjá
Havsøluni.
--So er fjåltur komin á teir
og hava teir sett á, fyri at
sleppa til rýmingar sum
skjótast. og so er garnið
skrædnað.
Sníkja seg
Alarin í Kaldbak sigur, at
eftir prátinum í alaraum-
hvørvinum hesa seinastu
tíðina at dóma, er talan um
rættiliga umfatandi pirat-
fiskarí ymsastaðni í land-
inum.
— Men tað er vónleyst at
seta tøl á fyri, hvat tað í
veruleikanum kostar alaru-
num í pengum, leggur hann
afturat.
Hann sigur, at tað er eyð-
sæð, at talan er um pirat-
fiskarar, sum hava bát, sum
teir sníkja sníkja seg framat
aliringunum við um næt-
urnar við sløktum ljósum.
Men hann hevur ikki ill-
gruna til nakran ávísan.
— Tað sigla bátar alla tíð-
ina á Kaldbaksfjørdi. Men
eg vænti nú ikki, at tað eru
teir bátarnir, vit síggja, sum
koma higar á ránsferð.
Heldur eru tað teir, vit ikki
síggja.
Kann vera heilsuskað-
iligt
Mortan Johannesen sigur, at
hetta kemur líka óvæntað á
hann, sum eitt snarljós
hevði komið av klárum
himli, tí at nakar kundi vera
so framligur, hevði hann
ikki droymt um.
Men hann åvarar sam-
stundis um, at tad er ikki
heilt vandeleyst at stjala
laks.
— Tí hóast tað er sjåld-
samt, so kemur tad fyri, at
laksur verdur vidgjørdur vid
ymsum heilivågi, og tå er
hann i karantenu, ti hann er
ikki egnaður til mannafødi
eina tíð eftir viðgerð við
heilivági. Karantenan er
sum oftast ímillum ein og
tríggjar mánaðir, alt eftir,
hvgr viðgerðin er
— Og vil heilt illa til, kann
tað verða beinleiðis heilsu-
skaðilgt at eta laks, beint
aftaná, at hann er vidgjørdur
við heilivági, sigur Mortan
Johannesen.
Náttarvakt
Hann sigur, at henda upp-
dagingin má uttan iva føra
við sær, at alarar mugu gera
sær meiri ómak við at halda
vakt um næturnar.
— Tað hevur annars ikki
verið vanligt at sita nátt-
arvakt uppiyvir aliringun-
um, í hvussu so er ikki í
Kaldbak.
Hann fer nú at melda til-
burðin til løgregluna og at
geva teimum garnstumpar-
nar, hann fann í ringinum.
— Talan er eitt nylongarn,
men tað er onki sum helst
frámerki á tí, so hann roknar
við, at tað verður trupult hjá
løgregluni at finna eigaran.
UU
Tey ungu og rúsdrekka
Í Fimmaranum næstseinasta
mikudag var evnið >Nær skulu
foreldur geva børnunum hjá
sær rúsdrekka, tá tey vóru 13,
14, 15 ella 16 ella als ikki«
Eg legði serliga merki til, hvat
hasin fuglfirðingurin segði. Eg
havi aldri hoyrt so galið, at ein
skuldi læra børnini at drekka
so tidliga sum gjørligt, tá tey
vóru eimi 14 ár. Mær vitandi er
tað ikki nakað ein annar kann
læra teg, men sum tú sjálvur
ert noyddur at finna útav, um
tú altso ætlar tær at royna tað
Ongantíð betur, um tú íkki
roynir tað, tí alkoho! er rótin
til allan fanansskap, elendig-
heit, skilsmissur, slagsmál, inn-
brot, ótrúskap, fullamanna-
koyring og í ringasta føri dráp
Og so vil ein, at børnini skulu
leiðast inn á henda veg, við at
læra tey at dreka, meðan tey
eru í ringasta aldri og alt broyt-
ist í teimum. Til politikarar
skúlar og foreldur: tað má upp-
lýsast nógv meira um vandan,
ið stendst av at drekka alkohol,
ikki tá tey eru vorðin 14 ella
15 og kanska longu hava fingið
smakk fyri alkoholi, men
kanska longu tá tey eru eini 10,
so at tey hava eina hóming av,
hvat tað kann føra við sær at
drekka.
Tey søgdu eisini í sending-
ini: >Hvat er eitt natúrligt for-
hold til rúsdrekka?<. Tey flestu
søgd, at tá ein nýtir tað til ávís-
ar tíðir, eg haldi, at tað var
ógvuliga illa svarað, tí eg meini,
at fyrr, áðrenn rúsdrekkalógin
kom, høvdu vit nógvar av teim
um sokallaðu kvartalsdrank-
arunum. Teir drukku eisini til
ávísar tíðir. Halda tit, at familj-
an, børnini og systkini hildu
tað vera eitt natúrligt forhold
til rúsdrekka at ganga skít í 14
dagar?
Hatta var kanska eitt heldur
ógvusligt dómi, men at drekka
til ávísar tíðir nyttar ikki nógv,
um ein ikki dugir at stýra
mongdini, og tað eru tíverri
„heilt nógv av teimum 14, 15,
16, 17, 18 osfr. ára gomlu, ið
ikki duga, tað veit eg, tí eg eri
ein av teimum, sum byrjaði, tá
eg var 14 ár við at drekka til
ávísar tíðir. Tær ávísu tíðirnar
eru bara blivnar til 2-3 ferðir
um vikuna hesi seinastu 10 ár-
ini, og mongdin er trífaldað
síðan eg byrjaði, og eg kenni
nógv tílík dømi. So mítt ráð er
meiri upplýsing um vandar,
høli til ung at hava tað hugna-
ligt í uttan rúsdrekka og gomlu
rúsdrekkalógina í gildi aftur, tí
tå var nógv torførari hjá ung-
dóminum at fáa hendur á rús-
drekka enn tað er í dag
Torkil Akraberg Hansen