Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — 9. MAI 1998 Veljarakanningin: Vilja hava eitt tíðindablaðið solidariskt samfelag Fóroyingar ynskja at samfelagið skal byggjast á eitt soli- dariskt grundarlag og ikki at - eitt nú pensjónirnar skulu skipast sum privatar tryggingar. Hetta vísir veljarakann- ingin hjá Sosialinum SVEINUR TRÓNDARSON Nú Fólkaflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin samráðast um hvønn politikk teir skulu føra í eini møguligari sam- gongu, so kunnu vit nyta høvid at vísa teimum á hvat veljararnir halda teir skulu gera Fólkaflokkurin hevur tos- nógv um eina fólka- trygging og tað varð lagt fram áðrenn valið, men fall burtur, tá løgmaður skrivaði út val í ótíð Men hvat siga føroyingar til m.a. henda spurning. Í samband við tað veljara- kanning, sum gjørd var und- an valinum, vórðu veljarar að nir spurdir, hvussu pensjón irnar skulu skipast í fram tíðini og svarið er púra greitt Nógv tann størsti parturin av teimum spurdu - nevni | heili 51,7 prosent svaraðu at pensjónirnar í framtíðini skulu skipast á solidariskum grundarlag Hinvegin segði ein 1ga knappur triðingur; tað svar ar til 27,2 prosent Vilja at pensjónirnar í fram tíðini skulu skipast privatar tryggingar Og tað má sigast verða at tey um gott at hava í huga hjá teim- um trimum flokkunum, sum nú sita kring samráðingar- borðið. Tað skal tó sigast, at uml. 21 prosent ikki hava tikið stóðu til henda spurning, men hóast tað so er enn greiður meiriluti fyri at pen- sjónirnar skulu skipast á sama hátt sum í dag. Almennu tænasturnar Eisini varð spurt hvørja stóðu veljararnir hava til hvussu tær almennu tænast- urnar skulu skipast í fram- tíðini. Her svaraði tridihvør, at tær almennu tænasturnar skulu halda fram sum hig- artil, 14 prosent svaraði at tær framhaldandi skulu verða almennar, men vit skulu lata brúkaragjald. 18 prosent av veljarunum svar- aðu, at tær skulu leigast privatum fyritøkum og 10 prosent søgdu, at tær skulu seljast privatum fyritøkum Til henda spurning svar aði fjórði hvor veljari, at hann ikki hevur tíkið stóðu til spurningin Tað vil siga, at 46 prosent vilja varðveita skipanina sum hon er, meðan 28 pro- sent vilja hava at privatar fyritøkur skulu yvirtaka part av almennu tænastunum Tad eru serliga veljararnir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkin og part- víst hjá Sjálvstýrisflokkin- um sum vilja hava meiri privatiseringar, meðan tað eru veljararnir hjá Javnað- arflokkinum og Tjóðveldis- flokkinum sum vilja hava at tær almennu tænasturnar skulu halda fram sum hig- artil Eisini vóru veljararnir spurdir hvørt teir hildu tað var rætt at stuðla vinnuni í arbeiðsloysisgkjum og her svaraður næstan 81 prosent, at tað er rætt at stuðla, með- an bert 12 prosent søgdu at tað var ikki rætt at stuðla Meira í týsdagsblaðnum Í týsdagsblaðnum fara vit at gera meira við júst hesar spurningar Vit fara at gera meira út greina tilfar um hvussu svarini býta seg á eitt nú aldursbólkar, útbúgvingar, flokkar og valdømir. Men meir um tað týs- dagin Innspæla tónleik til enska marknaðin Enska Sarah J. Forde er í hesum døgum í Føroyum og tekur upp løg hjá føroyska bólkinum Tested on Humans. Ætlanin er, at ein stakfløga við hesum løgum skal koma út á enska marknaðinum TERJ1 NIELSEN Fyrr i år var enski gentu- bólkurin, Spice Power, og vitjaði í Føroyum. Í hes- um sambandi gjørdust tey bæði, Dánjal Petur Mar- iusarson og Sarah J. Forde, væl, og tí var tað ein sjálvfylgja, at Dánjal sendi fløguna hjá Tested on Humans til Sarah í Onglandi. Sarah spældi fløguna fyri ”manageranum” hjá sær, og hann helt, at hetta var rætti tónleikurin til hana, um hon skuldi geva fløgu út sjálv. Hetta bleiv so avtalað við Tested on Humans, og tiskil kom Sarah til Før- oya fyri góðum tveimum vikum síðan og fór undir at syngja løgini inn av nyggjum Fyra løg å fløguni A stakfløguni hjå Sarah J. Forde verda fyra løg. Try av hesum løgum eig- ur Tested on Humans, harav tvey eru á nýggju fløguni hjá bólkinum. Øl! hesi try løgini hev- ur Sarah so sungið inn av nýggjum í Føroyum, og haraftrat eru tey eisini "peppað" eitt sindur upp Fjórða lagið verður inn- spælt í Onglandi, og tað er eisini har, at ætlanin er, at fløgan skal gevast út. Enn er ikki greitt, hvat Enska Sarah J. Forde fer at geva út flógu, m.a. vid løg um, sum føroyski bólkurin Tested on Humans hava gjørt fyri plátufelag skal geva fløguna út, men millum annað Sony hevur vist ætl- anini stóran áhuga. Ætlanir um víðari samarbeiði Um Sarah veruligani fer undir eina "solokarrieru", so er ætlanin, at Tested on Hu- mans framhaldandi skal smíða løg til hana Persónligi "managerin hjá henni hevur sagt, at tón leikurin hjá bólkinum er júst tann rætti til hana, og hann er í ferð við at selja Sarah í Onglandi Dámdi væl Kjelar Annars sigur Sarah við Sosialin, at hon sjálvan valdagin var niðri á Jayn- aðarcaféini og hoyrdi Kjølar spæla, og at hon dámdi teir sera væl Hon hevur eisini hoyrt Mark No Limits, og tað dámdi henni eisini framúr væl Sarah J. Forde setur í aftur, áðrenn h« kor andi viku fer til Eystu ríkis vid Spice Power Nú kunnu tygum fáa ein EKTADAN MERCEDES-BENZ * Serstakliga rúmligur — 5 ferðandi rísur úr kr. 172.000 MERCEDES-BENZ (Á) lvan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 - 110 Tórshavn TIf. 31 3666 - Fax 31 0866