leygardagur 9. mai 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 9. MAI 1998
tíðindablaðið STM
Hvat blað lesur tú helst?
Stóru blødini
stavn um stavn
— sigur kanningin, sum Sosialurin hevur gjørt. Og er hon
eftirfarandi, átti Oyggjatíðindi ikki at verið til, tí ógvuliga fá
siga seg lesa blaðið
TuriÐ KJØLBRO
I veljarakanningini, sum
Sosialurin gjørdi beint upp
undir val, vórðu fólk eisini
spurd um, hvørji blað tey
helst. Sum væntad
liggja tey bæði stóru blødini
stavn um stavn, meðan
Oyggjatíðindi liggja í botni
í undirtøku. Dimmalætting
og Sosialurin eiga slakan
helming av blaðmarknaði-
num í part, åvikavist 45,4
og 44,6 %, meðan Oyggja-
tíðindi eiga 4,1 % av markn-
aðinum. Greiður munur er
á blaðútgávuni hjá hesum
bløðum, tey stóru koma út
fimm ferðir um vikuna og á
Internetinum, meðan
Oyggjatíðindi koma út tvær
reisur um vikuna
Nógv fólk lesa bæði tey
størru blødini og tí var ringt
at fáa tey at velja annað
fram um, men tað var neyð-
ugt, skuldi kanningin geva
eina ábending, sigur John
Mortensen, lærari hjá mið-
námsflokkinum í Suðuroy,
sum gjørdi kanningina fyri
Sosialin.
Hyggja vit at flokstilknýti
síggja vit, at flestu lesararnir
hjá Sosialinum velja Javn-
aðarflokkin, 64,7 %. 28,2 %
av javnadarveljarum lesa
eisini Dimmalætting og 2,9
% Oyggjatidindi. Myndin
er just tann sama fyri sam-
bandsveljarar, trågvu lesar-
arnir hjå Dimmalætting eru
at finna millum sambands-
fólk, 64,8 %, meðan 37,1
% eisini lesa Sosialin og 4,2
% lesa Oyggjatíðindi.
Fólkafloksfólk lesa held-
ur Dimmalætting enn Sosi-
alin, somuleiðis veljarar hjá
Miðflokkinum og Kristiliga
Fólkaflokkinum, meðan
Sjálvstýrisveljarar og Tjóð-
veldisveljarar lesa heldur
Sosialin enn Dimmalætting.
Tey, sum hava valt Verka-
mannafylkingina velja nógv
heldur Sosialin enn Dimm-
alætting.
Oyggjatíðindi er óheft
politiskt og átrúnaðarligt,
men blaðstjórin á blaðnum,
Dan Klein, stillaði til løg-
tingsvalid herfyri upp fyri
Kristiliga Fólkaflokkin.
Kortini sigur eingin f kann-
ingini, sum hevur atkvøtt
fyri Kristiliga Fólkaflokki-
num, at tey lesa Oyggjatíð-
indi.
Við atliti til útbúgving
taka fólk við longri útbúgv-
lesa
ing Sosialin fram um
Dimmalætting, åvikavist
51% og 44 %, meðan bert
2,3 % við longri útbúgving
lesa Oyggjatíðindi. Stødan
er nøkulunda tann sama hjá
fólki við miðallongum út-
búgvingum, åvikavist 50,7
% og 44,2%, og har lesa
bert 1,5 % Oyggjatidindi.
Hinvegin taka lærlingar og
handverkarar Dimmalætt-
ing fram um Sosialin, åvik-
avist 49 % og 37 %, og har
eru 4 % til Oyggjatíðindi
Tey yngstu f kanningini, tey
hvørs seinasta lokna út
búgving er 7. flokkur, taka
Dimmalætting fram um
Sostalin, åvikavist 63,2%
og 25 %. 2,9% í hesum ald
ursbólki lesa Oyggjatíðindi.
Samanumtikið lesa dupult
so nógv fólk við teim lægstu
útbúgvingunum Dimma-
lætting sum Sosialin, fólk
við miðnámsútbúgving lesa
líka ofta í øllum trimum
bløðunum, og fólk har sein-
asta lokna útbúgving var
framhaldsskúlin taka
Oyggjatíðindi fram um tey
stóru.
Vanliga verður sagt, at
føroyingar lesa ógvuliga
nógv, sambært kanningini
eru tey bert 5,9 %, sum
einki lesa.
Uppløgini hjá blødu-
num eru stór, so tað bendir
eisini á, at fólk lesa nógv
avísir. Og hóast uppløgini
eru minkað seinnu árini, eru
tey framvegis stór í mun til
aðra staðni. Sambært við-
merkingunum frá teimum,
ið vóru við í kanningini,
ljóðaði tað sum um, at tey
lesa bæði tey stóru blødu-
num. Nøkur vildu kortini
hava onnur blød eisini at
velja ímillum, sigur John
Mortensen, lærari.
Starv
Viðvíkjandi starvi eru flestu
lesararnir hjá Sosialinum —
39% — at finna millum fólk
í almennaverkinum. Fólk í
almennum starvi eru eisini
teir ídnastu lesararnir hjá
Dimmalætting, 27,6%. Tøl-
ini fyri fólk í privatu vinn-
uni eru åvikavist 27,5 % og
26, 8% fyri Sosialin og
Dimmalætting, og er tann
størsti bólkurin hjá Oyggj-
atíðindum, heili 30,3 %. I
aldursbólkunum frá 25 ár
og upp til 53 ár flokkast
nógv fleiri fólk um Sosialin
enn Dimmalætting. Stødan
er tann øvugta, tå ið tað
ræður um teir eldru aldurs
bólkarnar. Til dømis lesa
nógv fleiri pensjónistar
Dimmalætting og Oyggja
tíðindi enn Sosialin.
Tey 819 fólkini, sum
vórðu við í kanningini hjá
Sosialinum, vórðu eisini
spurd um, hvat tey hildu um
blýðini. Um Sosialin varð
sagt, at nógvar, góðar
myndir eru í, at støddin er
snøgg, at nógvar áhuga-
verdar greinir eru í, og at
ítróttin og lýsingarnar drag-
a. Um kappingarneytan
Dimmalætting varð sagt, at
tað er gott at hava eitt blað í
litum, at tey keypa blaðið,
tí ískoytini eru í og tí sniðið
er familjuvinarligt, tað vil
siga, at fleiri kunnu lesa
blaðið í senn.
Kanningin vísir, at konu-
fólk sum heild lesa meiri
enn mannfólk og at tey taka
Sostalin fram um Dimma-
lætting, åvikavist 48% og
45%. Hinvegin lesa ógvu-
liga fáar kvinnur Oyggjatíð-
indi, bert 1,5 % í mun til
7,3 % mannfólk.
Tora ikki
Sambært sera lítlu undir-
tøkuni Oyggjatíðindi fáa í
kanningini kann tað tykjast
løgid, at blaðið yvirhøvur er
til.
— Mín fatan er, at fólk ikki
tora at viðganga, at tey lesa
Oyggjatíðindi, og tað tora
tey heldur ikki í eini kann-
ing. Fólk keypa Sosialin
ella Dimmalætting og
leggja Oyggjatíðindi inn í,
tí eingin skal vita, at tey lesa
blaðið. Hví tey ikki tora at
viðganga, at tey lesa blaðið,
veit eg ikki, kanska er tað
ov ónærisligt. Sambært has-
um tølunum átti blaðið ikki
A hesi myndini vantar 14. September,
størsta bitan av politisku upplýsingarpengunum, er eingin ætlan um at
eitt tíðindablað aftur. Mynd: Jens
at verið til, men eg skal
heilsa og siga, at eg livi væl
Eg havi goldið ikki minni
eina millión krónur í bótum,
sigur Dan Klein, blaðstjóri
á Oyggjatíðindum í við-
merking.
Upplagið hjá Oyggjatíð-
indum, sum hevur 21 ár á
baki, liggur um 2-3000
blød.
Politisk upplysing
Spurningurin er so, um
Dagblaðið og 14. Septemb-
er, og kanska eisini útiseta-
blaðið Føringurin, fara at
klára at hála seg inn á tey
stóru blødini. Nú Fólka-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin eru størstu flokkar
á tingi, fáa Dagblaðið og 14
September størsta bitan av
teimum 2,5 milliónunum,
sum verða veittir flokku-
num til politiska upplýsing-
ar um árið. 14. September
hevur ligid stillur leingi,
Gott er at sleppa
burtur eina lotu
- Smyril Line
ger tað moguligt
Kr. Vang
men gjørdi vart við seg
beint undan Fólkatingsval
inum, síðani eru 4 blød
komin út. Hvat hendir nú
er ikki vist
— Ætlanin er, at blaðið
skal koma út 14. hvgnn dag
Vit hava roynt leingi at fáa
blaðið út aftur, og arbeiddu
við eini aðrari ætlan, sum
ikki bleiv til nakað. Men nú
vit eru komin í gongd aftur,
er ætlanin at halda fram. Vit
eru tvey fólk knýtt at blað-
num hálva tíð, men skal
blaðið halda fram í øðrum
líki, mugu fleiri fólk til
Blaðið verður helst ikki til
eitt tíðindablað aftur, Sosi-
alurin og Dimmalætting eru
tidindablød, so hví gera eitt
triðja. Marknaðurin er mett-
aður við tíðindum, sigur
Arni Jacobsen, sum hevur
ábyrgdina av blaðnum
Enn er ikki avgjørt,
hvussu framtíðin hjá blað-
num hjá hinum stóra flokk
flokkurin, sum eigur blaðið, nú fær
gera blaðið fn
inum
verður
" 1
ið silt leingi
Fólkafl
Tað hevur eisini lig
men kom eir
og 14. September und
kavi aftur áðrenn fi
tingsvalid
Okkara vón er, at Dag
blaðið kann halda fram
tann mun tað ger nú, tað vil
siga eina ferð um vikuna
Vit hava roynt tað fyrr, men
seinast gekk tað í hálvt ann-
að ár. Tá var tað í stórri mun
enn í dag. Sum er, er bara
eitt fólk knýtt at blaðnum
Nú vit hava fingið átta ting-
limir, fáa vit 45.000 krónur
um mánaðin í politiskari
upplýsing og tað munar
væl. Vit fara at seta okkum
niður í næstum at tosa um,
hvussu verður í framtíðini
men eg rokni ikki við, at vit
eru lør fyri at gera eitt stórri
blað enn tað er í løtuni, sigur
Leif Niclasen úr landsneynd
Fólkafloksins
KKINUM
TI
LOIK: