mikudagur 3. desember 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 230 - 3. desember 2003
Nr. 230 - 3. desember 2003
3
Aftur í november,
triðja mánað á rað, er
ferðafólkatalið um
flogvøllin í Vágum
nakað minni enn
sama mánaða í fjør
FLOGFERÐSLA
Í november í ár fóru og
komu 8.936 ferðafólk um
floghavnina. Hetta er ein
afturgongd uppá 3,6% í
mun til november í fjør, tá
9.269 fóru og komu um
floghavnina. Í november
hevur afturgongdin verið á
øllum leiðum uttan Bret-
landsleiðini – tvs. leiðin til
og úr Aberdeen. Her hevur
framgongdin verið 59,3%.
Stóri vøksturin í ferða-
fólkatalinum fyrr í ár ger
tó, at samlaða ferðafólka-
talið higartil í ár er størri
enn sama tíðarskeið í fjør.
Frá januar til november eru
íalt 153.073 farin og komin
um floghavnina. Hetta er
3,8%
fleiri
enn
sama
tíðarskeið í fjør, tá talið var
147.499.
Fráferðirnar og komurnar
hava somuleiðis verið færri
í november í ár í mun til í
fjør. Íalt eru 396 flogfør
komin og farin í mun til
424 flogfør sama tíðarskeið
í fjør. Hettar svarar til eina
afturgongd uppá 6,6%. Í
tíðarskeiðnum januar til
november á ár eru tilsam-
ans 4.884 flogfør komin og
farin í mun til 4.900 sama
tíðarskeið í fjør. Hetta er
ein lítil afturgongd uppá
0,3%.
Flutningur av luftgóðsi er
í november í ár øktur við
25,1% frá 28,3 tonsum til
35,4 tons. Fyrstu 10 mán-
aðarnar í ár var mongdin av
luftgóðsi økt við 6,6% frá
323,1 tonsum til 344,3
tons. Luftposturin er fram-
vegis nakað minni í ár.
Fyrstu 10 mánaðarnar er
luftposturin minkaður við
4,1% til 547,5 tons.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum sum sýndu samkenslu tá
okkara kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi
Samuel Bringsberg
vanliga nevndur Sam
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til Hans Eiler prest fyri góð
og lívgandi orð.
Tøkk til starvsfólki á Sambýlinumí Bøgøtu
og starvsfólki á Deild M sum vóru um hann
ta tíðina hann var har.
Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar
og tykkum sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk til øll somul sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Torbjørn, Eivinn og Anita v/ familju
Færri ferðafólk triðja mánað á rað
BLAÐÚTBERING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tey, ið halda bløðini
Sosialin og Dimmalætt-
ing, kendu aftur í gjár
sviðan av seinkaðari
blaðútbering í høvuðs-
staðarøkinum.
Leygardagsblaðið, ið
átti at verið borið út
fríggjakvøldið, kom ikki
vegin fram fyrr enn
leygardagin
vegna
prenttrupulleikar
á
Prentmiðstøðini. Hetta
brekið varð tó rætta um
vikuskiftið, og vórðu
bløðini tí prentað sum
vant mánadagin.
Men har ein skriðan er
lopin er onnur væntandi.
Tað kundu tey á Dimma-
lætting sannna, tí tá
Dimmalætting
varð
gjørd klár til prentingar
mánadagin, gekk foto-
setarin fyri. Filmarnir
hjá Dimmalætting máttu
tí gerast á Sosialinum,
og førdi hetta við sær, at
prentingin av Dimmu
varð seinkað. Hetta førdi
aftur við sær, at haldarar
í høvuðsstaðarumráð-
num ikki fingu bløðini
til tíðina í gjárkvøldið.
–
Blaðboðini
hjá
Prentmiðstøðini
bera
bæði
Sosialin
og
Dimmalætting út sam-
stundis, og tá annað
blaðið
hevur
slíkar
trupulleikar, so bíða vit
vanliga at fara út, til
bæði bløðini eru klár,
sigur Hallstein Sigurðs-
son, sum hevur blaðút-
beringina hjá Prent-
miðstøðini um hendi.
Seinkað blað-
útbering
Hesa vikuna bjóðar
SMS øllum børnum
at baka smákøkur við
hugnaliga jólabýin á
Torginum
JÓL
Tíðindaskriv
Aftur hesa vikuna skipar
SMS fyri stórum og for-
vitnisligum barnatiltakið á
Torginum. Hesaferð bjóða
tey børnunum at baka smá-
køkur saman við nissu-
mammuni og hjálparfólk-
um hennara í fittu jóla-
húsunum, sum standa við
hugnaliga
jólabýin
á
Torginum.
Á Torginum verða tvey
jólahús og eisini verða sett
upp borð, har børnini
kunnu leggja deiggið í
formar. Tá ið hetta er gjørt,
verða
formarnir
latnir
nissumammuni ella einum
av hjálparfólkum hennara,
sum síðani baka køkurnar.
Børnini kunnu so taka
køkurnar við sær heim, ella
kanska eta tær í SMS. Hós-
og fríggjamorgunin millum
kl. 10.00-12.00 bjóða vit
børnum úr vøggustovum og
barnagørðum á gólvið at
baka. Tá ið tey eru liðug at
baka, bjóðar MBM ein
pakka av skúlamjólk, sum
kann drekkast afturvið mat-
pakkanum.
Annars ber eisini til hjá
børnum at baka hósdagin
millum kl. 15.00-17.30 og
leygardagin millum kl.
11.00-14.00. Tiltakið er
ókeypis.
Fríggjadagin millum kl.
15.00-19.00 bjóðar nissu-
mamman ókeypis heitar
aflur til øll vitjandi.
Baka saman við nissumammuni
Nýggja tíðindaskrivið
hjá áhugafelagnum
Føroya Ellisakfør,
Hjólið, fyri november
2003 er útkomið.
Blaðið er at fáa á
Shell-støðunum kring
landið
TÍÐINDASKRIV
»Hjólið«
er
navnið
á
nýggja
tíðindaskrivinum
hjá áhugafelagnum Føroya
Ellisakfør.
Blaðið kom fyrstu ferð út
um ólavsøkumundið sum
ein avís í tabloid stødd
(A3). Hjólið avloysti blað-
ið »Tíðindaskrivið Føroya
Ellisakfør«, sum var í A5
stødd og kom regluliga út
til limir felagsins síðan
1992 og seinni eisini í
leysasølu.
Føroya Ellisakfør hava
gjørt avtalu við Føroya
Shell um, at »Hólið« verð-
ur selt á Shell-støðunum
kring landið.
Í blaðnum eru áhuga-
verdar greinar um t.d. ein
túr við føroyskum ellisak-
førum í Hetlandi, eina
áhugaverda vitjan í Auto-
stadt í týska býnum Wolfs-
burg, um gamla vatnbrunn-
in við Gráastein í Havn,
sum limir í Føroya Ellis-
akførum eru í ferð við at
seta í stand til bilasavn,
minningarorð um kendar
persónar í bilvinnugreinini,
annar partur av bilasøguni í
Vágum, sum krimirithøv-
undurin, Einar Petersen,
sáli, hevur skrivað, gamlar
myndir í samband við at
Vauxhall bilar hava verið
gjørdir í 100 ár.
Hjólið kostar 20 krónur
at keypa á Shell-støðunum.
Hjólið á Shell-støðunum
Granskarin Bent
Jensen, sum ger frá-
greiðingina um við-
urskiftini millum
Føroyar og Sovjet-
samveldi er í andgletti
KANNING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Granskarin, sum hevur
granskað viðurskiftini mill-
um Føroyar og Sovjetsam-
veldið undir kalds krígnum,
er enn einaferð í andgletti.
Danska stjórnin hevur
játtað honum fýra milliónir
krónur til gransking av
innanlendis viðurskiftunum
í Danmark undir kalda
krígnum. Peningurin er
játtaður persónliga til Bent
Jensen, sum er professari
við
lærda
háskúlan
í
Odense.
Danski
fólkaflokkurin
gekk á odda í samráðingun-
um um donsku fíggjarlóg-
ina, at pengar skulu seta av
til Bent Jensen.
Givið úrslit
Atfinningarnar eru millum
annað, at talan er um bí-
lagda gransking, tí Bent
Jensen ikki fýrir fyri at
nevna seg antikommunist.
At úrslitið av kanningini er
givið upp á forhond.
Bent Jensen sjálvur ræð-
ist ikki fyri at svara aftur.
Í
eini
samrøðu
við
danska blaðið Politiken
sigur hann:
- Nei tað er eingin, sum
kann bíleggja meg til nakað
sum helst. Fyri meg er hetta
rein søgugransking.
NATO kanning
Eftir at kanningar av viður-
skiftunum millum NATO
og Føroyar vóru gjørdar og
almannakunngjørdar, var
avgjørt eisini at kanna
viðurskiftini millum Sov-
jetsamveldið og Føroyar.
Sámal Tróndur Finsson
og Jákup Thorsteinsson
skrivar
kanningar
um
NATO og kalda kríggið.
Fyrsti partur kom út í
sonevndu
svørtu
bók.
Seinni var eitt ískoyti gjørt.
Anfinn Kallsberg løg-
maður boðaði í mars 2001 í
Løgtinginum frá, at Bent
Jensen skuldi gera Sovjet-
kanningina. Og í hesum
døgum situr Bent Jensen í
Italia og skrivar seinastu
orðini í kanningini av sam-
bandinum millum Føroyar
og Sovejtsamveldið.
Sambandið við Sovjet
Í kanningini, sum Bent Jen-
sen skal gera um innan-
lendis viðurskiftinki í Dan-
mark undir kalda krígnum,
væntar hann, at hann eisini
kannar persónlig sambond,
sum hava verið millum fólk
í Danmark og Sovjetsam-
veldinum.
Ein av kanningarsetning-
in frá landsstýrinum er "At
lýsa, í hvønn mun føroy-
ingar, føroysk feløg og før-
oyskir myndugleikar lut-
tóku tilvitað og/ella ótil-
vitað sum umboðsmenn,
njósnarar ella loyniumboð
hjá Sovjetsamveldinum og
tess sameindu."
Í frágreiðingini hjá løg-
manni um uttanríkisviður-
skifti verður lýst, hvørjar
vónir landsstýrið hevur til
kanningina hjá Bent Jensen
-
Skjalarannsóknir
í
Russlandi eru torførar at
fremja í verki vegna tess, at
russiskir
myndugleikar
einans loyva søgugransk-
arum at skriva skjøl á
søvnum teirra av við hond.
Sostatt er ikki loyvt at taka
avrit av skjølum. Bent Jen-
sen, professari, er leiðari á
slavisku deildini við Lærda
Háskúlan í Odense og er
kønur í russiskum máli og
politiskum viðurskiftum í
Russlandi.
Harumframt
hevur hann drúgvar royndir
av
skjalarannsóknum
í
Russlandi.
Granskari í andgletti
Fakta
Hernaðarkanningin eystanfyri
Kanningarsetnurin, sum var latin Bent Jensen,
professara:
1. At lýsa trygdarpolitisku støðu Føroya í kalda
krígnum, sum Sovjetsamveldið og tess
sameindu (Varsjavasamgongan) mettu hana.
2. At lýsa hernaðarligt virksemi hjá Sovjetsam-
veldinum og tess sameindu á landi í Føroyum, á
føroyskum havleiðum og í føroyskum loftrúmi.
3. At lýsa, í hvønn mun Sovjetsamveldið og tess
sameindu høvdu eina serstaka hernaðarliga
ætlan (strategi) mótvegis Føroyum, eins og tey
eyðvitað høvdu mótvegis Danmark.
4. At lýsa fregnarvirksemið hjá
Sovjetsamveldinum og tess sameindu í
Føroyum umframt uttanlands Føroyum
viðvíkjandi.
5. At lýsa, í hvønn mun føroyingar, føroysk feløg
og føroyskir myndugleikar luttóku tilvitað og/
ella ótilvitað sum umboðsmenn, njósnarar ella
loyniumboð hjá Sovjetsamveldinum og tess
sameindu.
6. At savna saman viðkomandi skjalatilfar í skjala-
søvnum hjá Sovjetsamveldinum og, um umstøð-
urnar tala fyri tí, eisini í Eysturtýsklandi og á
NATO høvuðsstøðini í Brússel til tess at greiða
tann yvirskipaða setningin.
Fólk í føroysku friðarrøsluni mótmæla vitjan av amerikanskum herskipi í Havn. Høvdu tey tætt
tilknýti til Sovjetsamveldi, skal nýggja kanningin vísa
Bent Jensen, professari,
sum ger kanning av
viðurskiftunum millum
Føroyar og Sovjet undir
kalda krígnum, skal nú
gera kanning av
innanlendis
viðurskiftunum í
Danmark
C
M
Y
K
3
2