mikudagur 3. desember 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 230 - 3. desember 2003
Nr. 230 - 3. desember 2003
5
Royna at lokka almenna umsiting suður á Tvøroyri
Húski við børnum á Tvøroyri fáa ein lætta
Tvøroyrar Kommuna
fer helst at flyta um-
sitingina og sam-
stundis er ætlanin at
bjóða stóra bygningin
hjá kommununi fram
til almenna umsiting
KOMMUNUMÁL
ÁkiBertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð
fer nú at royna at lokka al-
menna umsiting suður á
Tvøroyri.
Í tí sambandinum er
ætlanin at bjóða ráðhúsið
mitt á Tvøroyri fram til
almenna umsiting.
Nú kommunan hevur lagt
fíggjarætlanina fyri næsta
ár, hevur hon sett 500.000
krónur av til at gera bygn-
ingin ístand, sum kommun-
an eigur inni á Hvítanesi.
Tað er bygningurin, sum
heilsølan hjá Poul Hansen
helt til í.
Talan er um eini søgulig
hús, har nógv virksemi hev-
ur verið í gomlum døgum.
Hartil liggur húsið sera væl
fyri, niðri við sjóvarmálan,
við bátabrúgv niðanfyri,
stórum fiskaplássi rundan-
um og góðum møguleikum
at gera parkeringsplásss.
Kommunan eigur húsini
og fyri at tey ikki skulu for-
farast, ætlar kommunan nú
at gera álvara av at gera tey
ístand.
Kommunan hevur bjóðað
landinum, húsini til nýggj-
an heilsuskúla, men Kristin
Michelsen,
borgarstjóri,
sigur, at eftir teimum
ábendingum, kommunan
hevur fingið frá landsum-
sitingini, er ikki áhugi fyri
at gera skúlan har.
– So skjótt vit hava fing-
ið tað endaliga staðfest at
landið ikki tekur av, fara vit
at kanna aðrar møguleikar
at fáa nyttu burturúr húsun-
um, sigur borgarstjórin.
Enn er ikki endaliga gjørt
av, hvat húsið skal brúkast
til.
– Men tað er nógv, sum
talar fyri, at kommunan
flytir sína umsiting inn har
og at hetta sostatt verður
nýggja ráðhúsið á Tvøroyri.
Men Kristin Michelsen sig-
ur, at húsini eru so mikið
stór, at har kann nógv ann-
að verða afturat umsitingini
hjá kommununi.
Fyrr hevur verið nevnt at
hava ymiskt frítíðarvirk-
semi í húsinum.
Bjóða seg fram
Spurningurin er so, hvat
húsini, sum kommunan nú
húsast í, skal brúkast til.
Tvøroyrar
Kommuna
heypti hendan bygningin
frá Føroya Banka fyri ikki
so langari tíð síðani.
Kristin Michelsen sigur,
at húsini kunnu so altíð
seljast.
Men í ryrstu syftu er tað
ikki ætlanin.
Kristin Michelsen sigur,
at ætlanin er at bjóða húsini
fram til almenna umsiting í
eini roynd at lokka almenna
umsiting út um landið at
vera.
Hann sigur, at eitt, sum
býráðið hevur hugsað um at
bjóða húsið fram til, er til
tað yvirskipaðu umsiting-
ina ið krevst, nú barnafor-
sorgin skal flytast undir
kommunurnar at umsita.
– Í tí sambandi skal ein
nýggj umsiting skipast og
vit ætla okkum at bjóða
henni hesi nýmótans skriv-
stovuhøli, sum eisini eru í
góðum standi, at vera í.
– So er í hvussu so er
møguleikin at flyta umsit-
ing út um landið, heldur
enn at troðka alt saman í
Havn, sigur borgarstjórin á
Tvøroyri.
Fáa staðni hava fólk
verið so hart skattað
sum á Tvøroyri, men
næsta ár verður tað
eitt sindur lættari hjá
teimum húskum, sum
hava børn
SKATTATRÝST
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyri: Fáa staðni hava
fólk verið so hart skattað
sum á Tvøroyri. Men tað
hevur sjálvsagt ikki verið
til stuttleika. Kommunan
hevur verið tann mest
skuldarbundna í landinum
uppá seg og tað hevur hevnt
seg aftur í kommunuskatt-
inum.
Í nógv ár hevur komm-
unuskatturin verið so høg-
ur, sum hann kann eftir lóg-
ini, nevniliga 23%.
Men síðani er hann lækk-
aður niður í 22,5%
Og aftur næsta ár fer tað
at vera eitt sindur lættari
hjá teimum húskum, sum
hava børn.
Nú Tvøroyrar Býráð hev-
ur lagt fíggjarætlanina fyri
næsta ár, hevur Býráðið
samtykt at hækka barnafrá-
dráttin 1.000 krónur um
árið.
Barnafrádrátturin hevur
verið 3.000 krónur fyri
hvørt barnið, men næsta ár
verður hann sostatt 4.000
krónur.
Harumframt hevur landið
lækkað landsskattin 0,9% í
sambandi við, at barnafor-
sorgin skal leggjast undir
kommurnar at umsita. Tær
kommunur,
sum
vildu,
kundi sostatt hækka komm-
unuskattin í mesta lagi
0,9% fyri at fáa útreiðslur-
nar til barnaforsorgina inn
aftur.
Men hetta hevur Tvør-
oyrar Kommuna ikki lagt
upp fyri.
Fyribils verður komm-
unuskatturin ikki hækkaður
við tí fyri eyga at kommun-
an skal átaka sær barna-
forsorgina.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri, sigur, at tað fer
kommunan at venda aftur
til seinni, verður tað neyð-
ugt.
Seyður, vatn og tey
eldru
Annars
fer
Tvøroyrar
kommuna næsta ár at brúka
eina millión krónur uppá at
vetrarfriða ein part av býn-
um fyri seyð um veturin.
Nógv illneitast inn á
seyðin, sum gongur um
geilar og tún allan veturin,
men nú er so ætlanin at fáa
seyðin burturúr úr býnum.
Borgarstjórin veit ikki,
hvussu langt hendan milli-
ónin røkkur, men ætlanin er
so at byrja mitt á Tvøroyri.
Samráðingar skulu nú vera
við hagarnar um málið, tí
seyðurin hevur rætt til bit
oman í mølina um veturin
og verður tað tikið frá høg-
unum, hava teir rætt til
endurgjald.
Somuleiðis ætlar Tvør-
oyrar Kommuna at halda
fram við vatnleiðingini inn í
dalin í Trongisvági. Næsta
ár er 800.000 krónur settar
av til endamálið og tá ið tað
er gjørt, restar ein kilometur
í at vatnveitingin er liðug.
Ætlanin er so at gera eina
byrging og eina vatn-
goymslu inni í dalinum,
heilt inni við tunnilin til
Hvalbiar.
Hetta er fyri at tryggja
nóg mikið av reinum vatni,
ikki minst er brúk fyri
nógvum, reinum vatni,
skuldi okkurt oljuvirksemi
tikið seg upp á Drelnesi.
Somuleiðis hevur komm-
unan sett eina lítla millión
av til at byggja havnalagið
út fyri.
Tvøroyrar býráð hevur
eisini sett 1,3 millión av til
eldrasambýli, men um eini
hús verða keypt, ella um
tað verður bygt nýtt, veit
borgarstjórin ikki enn.
Hesi húsini inni á Hvítanesi liggja serliga væl fyri og hetta verður helst nýggja Ráðhúsið á
Tvøroyri. Tvøroyrar Kommuna fer nú at gera húsið ístand og helst fer umsitingini hjá
kommununi at flyta inn í tey
Hendan nýmótans skrivstovubygningin mitt á Tvøroyri, ætlar
Tvøroyrar Býráð nú at bjóða fram til almenna umsiting.
Hugsað verður m.a. um ta yvirskipaðu umsitingina, sum skal
gerast, nú barnaforsorgin verður løgd undir kommunurnar at
umsita
Á Tvøroyri verður eitt sindur lættari at búgva næsta ár hjá teimum, sum hava børn
Hóast kallimerkið er
samleikin hjá skip-
inum, hevur Jógvan S
ikki sama kalli-
merkið, sum hann
hevði, áðrenn hann
var seldur norskum
felag. Talan er tí um
nýtt skip, sigur Skipa-
skrásetingin. Men tað
heldur Skipaeftirlitið
ikki
SAMLEIKI
Edvard Joensen
Jogvan S skifti kallimerki,
tá hann varð skrásettur av
nýggjum í føroyska skipa-
flotanum. Tí skuldi hann
eisini gingið undir somu
treytir sum eitt heilt nýtt
ella influtt skip, sigur
Skipaskrásetingin.
Men
Skipaeftirlitið heldur ikki,
at tað er neyðugt sambært
altjóða mannagongdum.
Ymsir myndugleikar eru
ósamdir á máli, hvørt tað er
loyvt einum skipi at skifta
kallimerki, uttan at skipið
skal viðgerast sum eitt heilt
nýtt skip.
Kallimerkið hjá einum
skipi er at meta javnt við
persónstalið hjá einum
fólki. Tað er sjálvur sam-
leikin hjá skipinum.
So greitt verður tað sett
upp, tá greinast skal, hvat
kallimerkið hjá einum skipi
hevur at týða.
Tá nógv umtalaða skipið,
Jógvan S, í síni tíð varð
strikað úr føroyska skipa-
flotanum, varð tað undir
navninum Ågot 1 og við
kallimerkinum XPZD, Men
tá sama skip nakað seinni
aftur kom í flotan, var tað
við kallimerkinum XPSM.
Tað samsvarar ikki við
uppáhaldið um, at talan er
um sama skip, siga fólk,
sum skil hava á slíkum. Tí
kallimerkið er tað sama
sum eitt persónstal ella eitt
skrokknummar, sum bara
hetta eina skipið hevur,
verður sagt.
P-talið
Kallinummarið verður latið
skipinum og skrásett alt
eftir, í hvørjum landi skipið
hoyrir til, sigur Petur Hans
Dahl, varaskúlastjóri á Før-
oya Sjómansskúla.
Kallimerkið verður høgt í
lúkukarmin og fylgir so við
skipinum. Tað er tað sama
sum p-talið hjá skipinum,
sigur hann.
Er talan um, at skip skift-
ir kallimerki, er samstundis
talan um, at vit hava við eitt
nýtt skip at gera, sigur
Petur Hans Dahl. Tá er tað
heilt annar identitetur, vit
tosa um.
Men hann vísir á, at tað
er ikki bara kallimerkið,
sum í dag verður brúkt at
eyðmerkja eitt ávíst skip
við.
Síðan 1. februar í fjør
hava øll skip eisini eitt so-
nevnt MMSI nummar, sum
skásett verður eitt nú við
neyðarkall. Hjá føroyskum
skipum byrjar hetta níggju-
siffraða nummarið altíð við
231.
Eins og Petur Hans Dahl,
varaskúlastjóri á Føroya
Sjómansskúla, er Heðin D.
Poulsen, stjóri á Føroya
Skipaskráseting,
heldur
ikki í iva um, at tá eitt skip
hevur skift kallimerki, er
talan um eitt nýtt skip, sum
skal lúka allar tæt treytir,
lagdar verða á eitt nýbygt
ella eitt innflutt skip.
Um tað serstaka málið
við Jógvani S. sigur hann,
at skipið undir navninum
Ågot 1 varð strikað úr før-
oysku skrásetingini. Og tað
stendur heilt greitt í lógini
um skráseting av skipum, at
kemur skip inn í føroyska
flotan, skal tað ganga undir
somu reglur sum skip, ið
fyrstu ferð verða skrásett.
Jógvan S hevur annað kalli-
merki, enn Ågot 1 hevði, og
tí skal skipið ganga undir
somu trygdarkrøv og treytir
annars, sum eitt nýtt ella
innflutt skip, hóast tað ikki
hevur verið skrásett í øðr-
um landi.
– Skipið hevur verið
burtur úr okkara skráseting,
og kemur aftur við ørðum
samleika. Tí má tað undir
somu krøv sum øll onnur
skip í slíkari støðu, sigur
hann.
Ósamdur
Men leiðarin á Skipaeftir-
litinum, Óli hans Hammer
Olsen, er ikki samdur við
teir báðar. Hann sigur, at
Jógvan S er sama skip sum
Ågot 1, og at skipið hevur
siglingarloyvi heilt fram til
20. mars 2006 og tí ikki
hevur fyri neyðini at ganga
undir nøkur serliga strong
krøv sum nýtt ella innflutt
skip.
At skipið hevur skift
kallimerki, hevur ongan
praktiskan týdning, sigur
hann og vísir á, at onnur
skip, sum eitt nú fara undir
FAS skipanina, eisini skifta
kallimerki. Tað er bara ein
tekniskur spurningur. Bara
pappír, sum hann tekur til.
Spurdur eftir lógarheim-
ildini til at taka slíka av-
gerð, sigur hann, at talan er
um eina avgerð, hann sum
leiðari á Skipaeftirlitinum
hevur tikið, grundaða á al-
tjóða arbeiðshátt, sum fyri-
skrivaður er í relgugerðum
og ikki í serstakari, nation-
alari lóg.
– Tað var als ikki
JógvanS, sum fekk góð-
kenning frá Skipaeftirlitin-
um at koma aftur í flotan,
vísir Óla Hans Hammer
Olsen á. Tað varð gjørt, tá
eitt heilt annað felag, sum
tó ikki keypti skipið, bað
um eitt slíkt til Ågot 1, sum
tá lá á klaksvík. Seinni er
skipið so aftur skrásett
undir navninum Jógvan S
og við øðrum kallimerki
enn Ågot 1 hevði.
Men ógreiða er kortini
um, hvørt Jógvan S yvir-
høvur hevur loyvi at sigla.
Tí sambært Skipaskráset-
ingini er talan um heilt ann-
að skip, løgfrøðiliga sæð,
enn Jógvan S, ið hevur
fingið siglingarloyvi fram
til 20. mars 2006.
Tað siglingarloyvið er út-
skrivað til Ågot 1 við kalli-
merkinum XPCD (sum tó
ivaleyst er ein slagvilla, ið
skal vera XPZD, blðm.) og
ikki til Jógvan S, sum hevur
kallimerkið XPSM.
Og tað eru so tvey ymisk
skip, heldur skrásetingin
fast við.
Jógvan S broytti kallimerki
Jógvan S hevur kallimerkið XPSM málað á síðuna. Ågot 1 hevði kallimerkið XPZD
Mynd: Edvard Joensen
Siglingarloyvið, sum Skipaeftirlitið hevur givið, er stílað til heilt
annað skip enn Jógvan S - XPSM
C
M
Y
K
5
4