mikudagur 3. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 230 - 3. desember 2003
Nr. 230 - 3. desember 2003
7
Miðflokkurin hevur álit á løgmanni
Andstøðan bíðar
Anfinn Kallsberg nýt-
ist ikki at bera ótta
fyri, at Miðflokkurin
fer at taka undir við
einum misáliti á løg-
mann. Flokkurin sig-
ur tvørturímóti, at
Anfinn Kallsberg er
ein virðiligur løg-
maður
LØGMANSNOTATIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Anfinn Kallsberg í dag, er
ikki Anfinn Kallsberg fyri
25 árum síðan. Hetta er ein
av niðurstøðunum, sum
Miðflokkurin er komin til,
eftir at hava lisið bókina,
Skjót journalistin.
– Bókin um fortíðina hjá
løgmanni gevur mær einki
nýtt. Eg eri fullkomiliga
samdur við løgmanni, at
málið um fortíðina á Frost-
virkinum varð avgreitt, tá
sonevnda notatið varð und-
irskrivað. Hann gjørdi nak-
að galið tá, og málið varð
avsluttað við notatinum,
sum allir involveraðir part-
ar undirskrivaðu, sigur
Jenis av Rana.
Ongar avleiðingar
Løgtingsmaðurin hjá Mið-
flokkinum sigur, at flokk-
urin hevur tosað saman inn-
anhýsis um málið, og er
komin fram til, at bókin
eigur ikki at hava nakrar av-
leiðingar fyri løgmann.
Spurningurin um at taka
undir við einum møgulig-
um misáliti á løgmann,
kemur slettis ikki upp á tal,
sigur Jenis av Rana.
– Tann Anfinn, vit kenna
í dag, hava vit fult álit á. Vit
hava góðar royndir við hon-
um sum løgmanni, og eg
haldi at Føroyar hava ein
virðiligan løgmann, sigur
tingmaðurin hjá Miðflokk-
inumm.
Skilir ikki
Fólkaflokkin
Jenis av Rana sigur seg ikki
skilja, hví tingbólkurin hjá
Fólkaflokkinum skuldi leika
so nógv í fyri góðari viku
síðan, tí bókin kemur eftir
hansara tykki ikki fram við
serliga nógvum nýggjum
avdúkingum. – Er tað nakar
sum hevur ein trupulleika í
dag, so er tað tingbólkurin
hjá Fólkaflokkinum. Teir
skaptu
óneyðugu
stóra
øsing um málið, heldur
Jenis av Rana.
Jenis greiðir frá, at hann
fyri langari tíð, síðan hevur
spurt seg fyri um fortíðina
hjá løgmanni, og avdúking-
arnar
í
bókini,
Skjót
journalistin, eru ikki nakað,
sum hann ikki visti framm-
anundan.
Hjartasuff
Tingmaðurin hjá Miðflokk-
inum hevur eitt hjartasuff
vent ímóti báðum journal-
istunum, Grækarisi Magn-
ussen og Øssuri Winther-
eig. Hann heldur, at ein
týdningarmikil
smálutur
manglar í bókini. Hann
hevði kunnað hugsað sær,
at rithøvundarnar kundu
greitt nærmari frá, um An-
finn Kallsberg, sum bók-
haldari á Frostvirkinum,
flutti sær sjálvum pening
við persónligum vinningi
fyri eyga ella ikki.
– Í hesum tíðum, har vit
hava hoyrt nógv um Arctic
Viking og útgjald av vinn-
ingsbýti, hevði eg gott
tonkt mær at fingið at vita
um Anfinn rindaði sær
sjálvum pening. Eg vænti,
at
rithøvundarnir
hava
kannað spurningin og funn-
ið fram til, at so ikki var. Eg
haldi bara at teir kundu
nevnt tað í bókin. Tað er
bara eitt kritikkpunkt frá
mær um, at arbeiðið í hes-
um førum ikki er nóg gott
gjørt, sigur Jenis av Rana.
Bæði Sambandsflokk-
urin og Javnaðar-
flokkurin bíða eftir,
hvørja støðu sam-
gongufelagirnir hjá
Fólkaflokkinum fara
at taka til málið um
fortíðina hjá løg-
manni. Andstøðu-
flokkarnir skuldu
hava fund um málið,
áðrenn tingfundin í
gjár
LØGMANSNOTATIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Á middegi í gjár høvdu
bæði Javnaðarflokkinum
og
Sambandsflokkinum
fund um fortíðina hjá løg-
manni. Báðir flokkarnar
skuldu
umrøða,
hvørja
støðu flokkarnir skulu hava
í málinum, og hvørji átøk
skulu gerast. Andstøðan
hevði, stutt undan blaðið
fór til prentingar, ikki tosað
nærmari saman um eina
felags støðu í málinum.
Í bíðistøðu
Bæði formaðurin í Sam-
bandsflokkinum, Lisbeth
L. Petersen og í Javnaðar-
flokkinum, Jóannes Eides-
gaard, siga, at sum støðan
er í løtuni, so er andstøðan
í bíðistøðu. Báðir and-
støðuleiðararnir eru á ein-
um máli um, at spurningur-
in um hvørjar politiskar
avleiðingar fortíðin hjá løg-
manni eigur at fáa, liggur í
løtuni hjá samgonguni.
– Fyrst má løgmaður
koma til eina niðurstøðu,
sum hann eftir øllum at
døma hevur gjørt. Síðan er
tað flokkurin hjá løgmanni,
og í triðja føri eru tað sam-
gongufelagirnir hjá løg-
manni, ið mugu gera av, um
nakað skal gerast í málin-
um. Nústaðni tá, stendur
andstøðan fyri tørni, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Andstøðuflokkarnir hava
ikki umrøtt møguleikan
fyri einum misáliti enn, og
ein felags støða verður ikki
tikin í málinum fyrr, enn
tað gerst greitt, hvat sam-
gonguflokkarnar ætla at
gera við málið
Spentur
Í samband við málið um
Jørgen Niclasen, valdi and-
støðan at seta eitt misálit
fram. Við
misálitunum
trýsti andstøðan serliga
Tjóðveldisflokkin at taka
støðu í málinum, og úrslitið
varð, at Tjóðveldisflokkur-
in tók undir misálitinum
við andstøðuni.
Kunnu vit vænta okkum
eina endurtøku?
Tað dugi eg ikki at siga, tí
vit hava framvegis ikki
tosað við Sambandsflokk-
in, so tað er ilt at meta um í
núverandi støðu, sigur Jó-
annes Eidesgaard
Persónliga sigur hann seg
verða ómetaligan spentan,
hvørja støðu Tjóðveldis-
flokkurin fer at taka í mál-
inum. – Málið er ein saman-
blanding av makt og morali,
og tað verður spennandi at
síggja hvørja síðu, Tjóð-
veldisflokkurin fer at taka.
Hvat væntar tú? Satt at siga,
so veit ikki, hvat Tjóðveldis-
flokkurin kemur fram til,
sigur formaðurin í Javnaðar-
flokkurin.
Skaðað umdømið
Forkvinnan í Sambands-
flokkinum, Lisbeth L. Pet-
ersen, dregur somu línu
sum formaðurin í Javnaðar-
flokkinum.
Sambands-
flokkurin skuldi umrøða
avdúkingarnar í bókini,
Skjót journalistin, á innan-
hýsis fundi í gjár, har flokk-
urin skuldi finna fram til
eina felags støðu til málið.
– Persónliga haldi eg, at
tað er óforsvarligt at hava
ein løgmann sitandi við
hasari fortíðini. Stóri trup-
ulleikin liggur nú hjá
Fólkaflokkinum og sam-
gonguni. Velur samgongan
einki at gera, so má and-
støðan
umhugsað
sína
støðu, greiðir Lisbeth L.
Petersen frá.
Hon heldur at málið um
fortíðina hjá løgmanni ger
alt annað enn at pynta um
umdømið hjá føroyingum
uttanlands, og málið er enn
ein stór riva í umdømið hjá
føroyingum.
Anfinn Kallsberg nýtist als
ikki at bera ótta fyri, at
Miðflokkurin fer at reisa
misálit á hann. Jenis av Rana
sigur, at Miðflokkurin fram-
vegis hevur fult álit á løg-
manni, sum er ein virðiligur
løgmaður fyri Føroya land
Mynd: Savnsmynd
Báðir andstøðuflokkarnar skuldu hava fund um fortíðina hjá løgmanni í gjár. Bæði forkvinnan
í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen og formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes
Eidesgaard, eru á einum máli um, at bólturin liggur í løtuni hjá samgonguni, og hon má finna
út av, hvussu farast skal fram í málinum, áðrenn andstøðan kemur upp í leikin
Mynd: savnsmynd
Grannskoðarar fjala brotsverk
Fólkaflokkurin kennir seg tryggan
Sjálvt um eitt grann-
skoðaravirkið kemur
fram á eitt brotsverk,
so hevur tað ikki
skyldu at boða mynd-
ugleikunum frá. Er
talan um eitt størri
fíggjarligt brostverk,
so eigur leiðslan at
melda. Tað átti helst
at hent í dømum sum
tí, tá ið Anfinn Kalls-
berg var bókhaldari á
Frostvirkinum í
Norðdepli, heldur
Niels Ebbe Andersen,
fakstjóri hjá FSR,
statsautoriseraðum
grannskoðarum í
Danmark
LØGMANSNOTATIÐ
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tagnarskyldan er heilag.
Hon gongur so langt, at hon
eisini gongur út upp á káva
útyvir økonomiskan krim-
inalitet, um tað er neyðugt.
Tað vísir málið um for-
tíðina hjá Anfinni Kalls-
berg, tá ið hann var bók-
haldari á Frostvirkinum í
Norðdepli.
Anfinn Kallsberg var
eftir øllum at døma fangað-
ur í skjalafalsan, vísir bókin
»Skjót journalistin«, sum
kom út mánadagin. Hann
hækkaði virðið á goymsl-
uni við at broyta tøl á
goymslulistanum, og gjørdi
síðan flytingar til feløg,
sum hann var reiðari fyri.
Upphæddin var 912.000
krónur árini frá 1977-81,
vístu
kanningar,
sum
grannskoðaravirkið
Carl
Vilhelm Weihe stóð fyri.
Kortini slapp Anfinn
Kallsberg, sum tá var vorð-
in landsstýrismaður, undan
at fara í geglið, tí ein semja
varð gjørd. Hon bygdi á eitt
notat, sum grannskoðara-
virkið hevði latið gjørt.
Úr saksinum
Grannskoðarar
staðfesta
varliga í skjalinum, at »feil-
ir hava verið í roknskapin-
um 1977-81«. Semjan ber í
sær, at Anfinn Kallsberg
skal gjalda tær 912.000
krónurnar aftur til Frost-
virkið. Afturfyri verður
bókhaldarin ikki meldaður,
stendur í bókini »Skjót
journalistin«.
Sostatt var tað við hjálp
frá Grannskoðaravirkinum,
at Anfinn Kallsberg slapp
úr saksinum. Claus Ras-
mussen, stjóri á Rasmus-
sen&Weihe, sum grann-
skoðaravirkið
nú
eitur,
hevur onga viðmerking til
málið. Hann sigur bara, at
tagnarskyldan hjá grann-
skoðaraum gongur langt.
Rættiliga langt. Og tað er
eisini orsøkin, at hann einki
vil siga um málið, tí so
kann tað vera tulkað soleið-
is, at hann brýtir tagnar-
skylduna.
Stendur til nevndina
Fakstjórin í felagnum hjá
statsautoriseraðum grann-
skoðarum í Danmark, Niels
Ebbe Andersen, sigur eis-
ini, at grannskoðarar hava
tagnarskyldu.
– Grannskoðarar hava
ikki fráboðanarskyldu. Og
als ikki fyri 20 árum síðan.
Nýggjar reglur eru komnar
í gildi í Danmark, sum
áseta, at grannnskoðarin
skal gera nakað. Hatta mál-
ið ljóðar sum vanligt tjóv-
arí. Tað áliggur granskoðar-
anum at boða nevndini frá
brotsgerðini, og so er tað
upp til hennara, um tað skal
meldast, sigur Niels Ebbe
Andersen.
Virki vilja sjáldan koma
undir sjóneykuna hjá press-
uni. Tað kann geva vánaligt
umdømi, og tí vil nevndin
gera alt fyri at klára málið
innanhýsis, greiður Niels
Ebbe Andersen frá. Hann
heldur kortini fyri, at eitt
mark eigur at vera.
– Tá talan er um munandi
upphæddir, so eigur nevnd-
arformaðurin kortini at
melda málið. Ein millión
fyri 20 árum síðan er ein
stór upphædd, og tí átti
nevndin helst at havt meld-
að, sigur Niels Ebbe Ander-
sen.
Niels Pauli Danielsen var
nevndarformaður,
tá
ið
málið fór fram. Umframt
hann hava Carl Vilhelm
Weihe,
statsgóðkendur
grannskoðari, Árni Absa-
lonsen, grannskoðari, Absa-
lon í Buð, nevndarlimur, og
Anfinn Kallsberg sjálvur
undirskrivað notatið.
Á stakroyndir
Anfinn
Kallsberg
var
vorðin landsstýrismaður, tá
ið semjan varð undirskriv-
að, og tað kann vera ein or-
søk, at hann kláraði frísak.
Tað er ein politiskur spurn-
ingur, sum Niels Ebbe And-
ersen ikki vil meta um.
Hinvegin kann eisini
vera, at grannskoðaravirkið
vildi sleppa undan, at tað
kom fram, at grannskoðarin
ikki hevði varnast, at
goymslan var fiktiva stór.
Tað vil Claus Rasmussen,
stjóri á Rasmussen&Weihe,
als einki viðmerkja til.
Niels Ebbe Andersen sig-
ur, at tað sjálvandi er
skyldan hjá grannskoðaran-
um at hava eftirlit við, um
goymslutølini samsvara við
veruleikan, men hann legg-
ur dent á, at tað sjáldan
byggir á 100% uppteljing.
Talan er um stakroyndir, ið
verða tiknar, og tí kann
grannskoðaravirkið neyvan
lastast.
Fólkaflokkurin óttast
einki misálit. Tjóð-
veldisflokkurin fer
neyvan at avreiða
landsins leiðslu til
Sambandsflokkin, nú
listar av yvirtøkum
liggja á borðinum,
sigur Óli Breckmann,
formaður í tingbólk-
inum hjá Fólkaflokk-
inum
MISÁLIT
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Tað er »business as usual«
hjá Fólkaflokkinum, eftir at
bókin »Skjót journalistin«
kom út mánadagin. Tað vil
formaðurin í tingbólkinum
Óli Breckmann í øllum
førum vera við.
Bókin leggur formann
floksins, Anfinn Kallsberg
løgmann, undir skjalafalsan
og sum bókhaldari á Frost-
virkinum
hava
flutt
912.000 krónur til sítt egna
virki, sum virkið onki átti í.
– Eg havi ikki lisið
bókina og ætli mær heldur
ikki at lesa hana. Eg veit
nøkunlunda, hvat hon um-
talar, og tað er farið. Fólka-
flokkurin ger heldur ikki
meira við málið. Æru-
meiðing er eitt persónligt
mál. Tað veldst um, hvussu
hátíðarligt tú tekur tað, tá tú
verður
viðgjørdur
persónliga. Vit hava einki at
gera við eitt ærumeiðingar-
mál, hóast tað kanska er til-
far til tað í bókini, sigur Óli
Breckmann.
Løgmaður hevur longu
fleiri ferðir sagt, at hann
ongar ætlanir hevur um at
leggja frá sær, og Óli
Breckmann ger eisini púra
greitt, at teir onga orsøk
síggja til at skriva út nýval.
– Fólkaflokkurin hevur
høg mál og vit ganga út frá,
at okkara samstarvsflokkar
fara at taka politisku upp-
gávuna líka álvarsliga, sig-
ur Óli Breckmann við
greiðari tilvísing til Tjóð-
veldisflokkin.
Spurningurin er, hvat
Tjóðveldisflokkurin
ger
næstu dagarnar. Ger hann
einki er hugsandi, at and-
støðan leggur fram misálit
á løgmann. Tað hevur Jó-
annes Eidesgaard úr Javn-
aðarflokkinum sagt seg
hava hug til. Skal tað vinna
frama, mugu 17 tingmenn
atkvøða fyri, og tá vera øll
eygu vend ímóti Tjóðveld-
isflokkinum.
– Eg óttist einki misálit.
Sjálvstýrishugurin má viga
nokk so tungt. Vit hava sitið
í hálvt annað ár í hesi sam-
gonguni. Tjóðveldisflokk-
urin hevur akkurát lagt ein
lista fram av málum, sum
skulu yvirtakast, so hann
fer neyvan at avreiða lands-
ins leiðslu í hendurnar á
Sambandsflokkinum.
So
kunnu tey halda seg vera so
rein og sæl, sum tey vilja,
sigur Óli Breckmann arg-
andi.
Tjóðveldisflokkurin sat á
fundi allan fyrrapartin týs-
dagin, og tí bar okkum ikki
til at fáa uppspurt, hvørja
støðu flokkurin hevur, nú
fólk hava lisið bókina.
Regluligi landsstýrisfund-
urin, sum er í Tinganesi
hvønn týsdag, var eisini av-
lýstur, so tað er eingin ivi
um, at endurfødda málið um
fortíð løgmans verður mett
álvarsligt í samgonguni.
Úr bókini »Skjót
journalistin«. Notatið, sum
bjargaði Anfinn Kallsberg
undan geglinum, var orðað á
undirskrivað á skrivstovuni
hjá grannskoðaravirkinum
Carl Vilhelm Weihe.
C
M
Y
K
7
6