mikudagur 3. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 230 - 3. desember 2003
Nr. 230 - 3. desember 2003
9
Hervør Christensen,
sum er ættað av Skipa-
nesi og Annelisa Højs-
holt, fødd Simonsen,
ættað av Høgabóli í
Saltangará, komu úr
ávikavist Brasiliu og
Fjóni at verða saman
við konfirmantunum,
sum vórðu fermdir í
Skála kirkju fyri 40
árum síðan
MERKISDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
20. oktober 1963 var kon-
firmatión í Skála kirkju.
Prestur var Poul Jacobsen,
sum var prestur á Nesi í
fleiri ár. 44 ungdómar vórðu
fermdir hendan dagin.
26. oktober í ár hittust 27
av hesum fólkum aftur til
hugna og samveru, men
hesaferð vóru tey so 40 ár
og seks dagar eldri enn í
1963, tá ið lívið og fram-
tíðin lá opin fyri teimum.
Dagurin byrjaði við, at
nú tilkomnu konfirmantar-
nir leitaðu aftur á "gamlar
gøtur". Tey fóru í Skála
kirkju til gudstænastu og
altargongd,
har
Jógvan
Fríðriksson, prestur, præd-
ikaði. Jógvan, sum av sonn-
um hevur orðið í sínari
makt, helt eina frálíka
prædiku, og meira enn ta
einu ferðina hoyrdist látur í
kirkjuni hendan dagin!
Eftir gudstænastuna, tók
Judith Johannesen, fotograf-
ur, myndir av "konfir-
mantunum" í Skála kirkju.
Tað var eisini Judith, sum
tók myndina fyri 40 árum
síðan, men tað var so við
einum øðrum myndatóli enn
tí, hon nýtti hendan dagin.
Eftir at myndatøkan var
liðug, bar leiðin yvir á
Toftir, har Werner Olsen
skipaði fyri frálíkum døg-
urða á Svangaskarði.
Eina stilla stund mintust
tey felagarnar, sum farin
eru hesi 40 árini; tey eru
Sverri Danielsen av Nesi,
Palma Hansen og Jákup
Lamhauge, bæði av Toftum.
Janus Jensen, sum hevur
verið lærari í mong ár, var
millum
konfirmantarnar
fyri 40 árum síðan. Hann
hevði gjørt eitt sanghefti,
sum sungið varð úr undir
døgurðanum. Við døgurða-
borðið mintust tey aftur á
farnar dagar, bæði í gaman
og álvara.
Av
Svangaskarði
bar
leiðin út í gamla presta-
garðin á Nesi, har konfir-
mantarnir í sínari tíð gingu
til prest. Á vegnum út hag-
ar, steðgaðu tey í kirkju-
garðinum á Nesi, har bóm-
ur vórðu lagdar á grøvina
hjá
Jákupi
Lamhauge.
Sverri er grivin í Danmark
og Palma í Tórshavn.
Gamli prestagarðurin á
Nesi er nú vorðin fornminn-
issavn í Nes kommunu, og
hendan dagin tók Regin
Debes hjartaliga ímóti.
Í prestagarðinum fingu
tey kaffi og køkur, og nógv
varð prátað og sungið hesa
hugnaligu løtu.
Tíðin rann skjótt hendan
dagin, og klokkan var út við
20, áðrenn hvør fór til sítt.
Tey, sum skipaðu fyri, at
konfirmantarnir fyri 40
árum síðan nú kundu hittast
aftur, takka øllum sum
vildu vera við hendan dagin
og gjørdu dagin so hugna-
ligan og minnisríkan.
Tey takka eisini Jógvani
Fríðriksson, presti, fyri góð
og gevandi orð í kirkjuni,
Judith
Johannesen
fyri
myndatøku, Werner Olsen
fyri frálíkan døgurða og
Regini Debes fyri gesta-
blídni.
Leggjast kann aftrat, at
Hervør Christensen, sum er
ættað av Skipanesi og Anne-
lisa Højsholt, fødd Simon-
sen, ættað av Høgabóli í
Saltangará, komu úr ávika-
vist Brasiliu og Fjóni at vera
við hendan minnisríka dag.
Hervør, sum hevur búð
eini 27 ár í Brasiliu, er
sjúkrasystir. Annelisa, sum
býr á Fjóni, er pedagogur.
Konfirmantar hittust aftur eftir 40 ár
Hesi vórðu savnaði aftur eftir 40 ár. Tey vórðu fermd í Skála kirkju, 20. oktober 1963. Henda myndin er tikin, 26. oktober 2003. Tey eru, aftasta rað f.v: Jónfríður
Petersen, Ingolf Lamhauge, Hervør Christensen, Leivur Højgaard og Tummas M. Jacobsen. Næstaftasta rað, f.v.: Sigrun Petersen, Eyðbjørg Jacobsen, Marita
Joensen, Marita Lamhauge, Eydna Hjalt, Jonny Dalsgarð, Hans Olav Hansen og Janus Jensen. Næstfremsta rað, f.v: Jóngerð Lamhauge, Hannelin Petersen,
Jónhild West, Edith Lamhauge, Sigrun Magnussen, Lydia Justesen, Eydna Poulsen, Jórun Poulsen, Annelisa Højsholt og Elin Jacobsen. Fremsta rað, f.v: Kára
Djurhuus, Asta Iversen og Marna Knudsen. Palli Højgaard, sum eisini var við, vantar á myndini.
Her síggja vit teir 44 konfirmantarnar, sum vórðu fermdir í Skála kirkju, 20. oktober 1963 - ella fyri 40 árum síðan. Judith Johannesen, fotografur á Toftum,
hevur tikið báðar myndirnar
Offshore Faroes sett:
Mugu vita hvar leiðin gongur
Eyðun Elttør, lands-
stýrismaður setti
oljuráðstevnuna Off-
shore Faroes 03 í
Norðurlandahúsinum
í gjár. Hann helt fyri,
at tað er gott at vit
eina ferð um árið gera
status um, hvat er
komið burtur úr og
hvar leiðin gongur
RÁÐSTEVNA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hóast oljuleitingin við Før-
oyar er í einum aldudalu í
løtuni og í eini bíðistøðu, so
vár kortini fitt av fólki
komið til 3. Oljuráðstevn-
una í Norðurlandahúsinum,
sum Oljuvinnufelagið skip-
ar fyri. Tað var Eyðun Elt-
tør, landsstýrismaður í olju-
málum, sum setti ráðstevn-
una og beyð føroyingum og
útlendingum
vælkomin.
Hann fegnaðist um, at ráð-
stevnan varð vorðin ein
fastur táttur á hvørjum árið
og vónaði, at hon var kom-
in fyri at vera. Hann helt
tað vera neyðugt at steðga á
við eitt slíkt høvi og hyggja
at, hvat er komið burtur úr,
hvar vit standa í løtuni og
hvar leiðin gongur, hvat vit
ætla.
Herálvur Joensen, aðal-
stjóri í oljumálaráðnum
greiddi síðani frá komandi
útbjóðing. Um umleið tvær
viku verður greitt, hvørji
feløg hava nominerað teig-
ar á landgrunninum. Sum
skilst eru fleiri av størri
oljufeløgunum sinnað til at
vera við í eini komandi
útbjóðing. Tað áhugaverda
verður so eisini at frætta,
hvørji "smærri" oljufeløg
kundu hugsað sær at verið
partnarar hjá størri oljufel-
øgum, sum kunnu hugsa
sær at vera fyristøðufeløg,
operatørar í eini nýggjari
rundu. Hugsandi er at eitt
felag sum ChevronTexaco,
sum var við í fyrstu útbjóð-
ing men ikki fekk leitiloyvi,
verður við aftur og fer at
bjóða uppá teigar norðan-
fyri tætt upp at markinum.
Sama felag hevur teigar í
bretskum øki fyri norðan
og eisini tætt upp at mark-
inum.
Craig MC Kenzie frá BP
greiddi síðani frá arbeið-
inum í Norðsjónum. Um
føroyska landgrunnin segði
hann m.a. at alt tað før-
oyska økið er sera kom-
plext og tað krevur tí
drúgvar kanningar at finna
rætta staðið at bora á. Hann
helt fyri, at BP vildi fyri-
reika seg væl, áðrenn tað
fór undir aftur at bora við
Føroyar, tí felagið ynskti
ikki at bara á skeivum stað
enn einaferð. Eftir tað
greiddi Wilhelm Petersen
stjóri í Atlants Kolvetni frá
arbeiðinum og ætlanunum
hjá felagnum í bretskum
øki serliga. Hann legði dent
á at felagið umframt at vera
við í oljuleiting eisini vildi
vera eitt framleiðandi felag
í bretskum øki.
Seinasti fyrilestrarhaldar-
in fyrrapartin í gj ár var
Jeremy
Cresswell
frá
skotska blaðnum Press and
Journal. Hann helt fyri, at
tað er sera óheppið fyri At-
lantsmótið, at oljufeløgini
ikki leggja fram allar upp-
lýsingar um sítt arbeiði.
Hann helt, at alt ov nógv
verður "dult" fyri almenn-
inginum og at tað skaddi
oljutilgongdina.
Seinnapartin í gjár skuldi
ma. Sigurd í Jákupsstovu,
stjóri á Jarðfrøðissavninum
tosa um basaltavbjóðingar
eins og Gareth Allinson frá
Statoil.
Eyðun Elttør setti
oljuráðstevnuna
Mynd: Jens Kristian Vang
Fitt av fólki hevði leitað sær í
Norðurlandahúsið í gjár til
oljuráðstevnu
Mynd: Jens Kristian Vang
Herálvur Joensen umrøddi 2. Útbjóðing
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8