mikudagur 3. desember 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 230 - 3. desember 2003
Nr. 230 - 3. desember 2003
11
Nú um dagarnar kom út bók, sum hevur fingið sjáld-
samar dimentiónir í Føroyum. Ja eftir tí sum skilst, er
tað ikki hent áður, at ein nýggj bók hevur fingið so
nógva umtalu, og at gravgangurin eftir nýgjari før-
oyskari bók hevur verið so stórur millum manna. Og tað
er kanska heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um
innihaldið. Um at tveir journalistar hava gravað fram tað
teir siga eru prógv um, at Føroya løgmaður, tá hann var
bókhaldari fyri meira enn 20 árum síðani, rættaði í
tølunum í bókhaldinum fyri virki í Norðoyggjum. Hetta
er eitt mál, sum fleiri ferðir áður hevur volt høvuðbrýggj
og tað verri er, eina samgongukreppu. Løgmaður sigur
nú, at skuldsetingarnar móti sær, hava einki at siga, tí
málið er úti av verðini. Semja varð gjørd um, hvussu
hetta málið skuldi handfarast og endi fáast á tí.
Teir báðir rithøvundarnir vilja við síni bók siga lesar-
unum tvs. Føroya fólki frá, at alt langt frá fór rætt fram
í málinum á sinni. Teir siga seg eisini hava fingið nýggj
prógv á borðið, sum eru so avdúkandi, at tey eiga at fáa
avleiðingar fyri løgmann.
Tað nýggja, sum er komið fram í bókini, og sum vit øll
so ella so mugu taka til viðgerð ella til støðutakan, er
tað, sum stendur um, at Anfinnur Kallsberg skal sjálvur
hava rættað í tølunum, tá hann varð bókhaldari. Eitt er
tað, at tú lænir av kassanum og leggur ein seðil í og
sigur, at tú hevur lænt av kassanum, men um ein regu-
lert fer inn og rættar - "forfalskar" - nøkur dokument,
sum er boðskapurin í bókini, tað er nýtt í okkara verð.
Hetta er ein sera grov ákæra, og er ein kardinalsynd hjá
einum bókhaldara, um tað er sætt, at tað er rættað í
tølunum. Tað verður sagt, at formansskapurin í tinginum
tók hetta málið fram í 93, men spurningurin er, um hann
hevur vitað, at tað vóru so graverandi umstøður gald-
andi tá, sum rithøvundarnir nú leggja upp til í bókini
"Skjót Journalistin".
Hvat skal nú henda spyrja øll. Bókin er sambart útvarp-
inum longu vorðin ein bestseljari og sohvørt fólk hava
lisið hana kann verða spurt, hvat nú! Vilja fólk tvs.
veljararnir og her ikki minst veljararnir hjá samgonguni
og teirra umboð á tingi hava, at hetta skal fáa avleiðingar
fyri løgmann?
Sagt verður at málið er fyrnað, men vit mugu ikki
gloyma, at eitt mál fyrnar ongantíð moralskt. Kanst tú
hava persón sitandi í løgmansembætinum, sum í síni
fortíð hevur framt dokumentfalsan – um so er, at tað,
sum verður lagt upp til í bókini, er sætt. Vit spyrja. Hvat
siga t.d. tey 53% í Tjóðveldisflokkinum, sum hava sagt
Anfinn Kallsberg vera besta boð uppá løgmann.
Moralurin vil sjálvandi vera tann, at hevur veljarin einki
ímóti, at hetta er hent, sum verður avdúkað í bókini, so
kann einki gerast við málið. Tá er tað demokratiið, sum
velur. Hetta er ikki ein juridiskur spurningur longur, tí
málið er fyrnað. Nú er tað ein spurningur um moral og
politikk, um hvønn vit vilja hava at standa á odda fyri
landinum – um hvat hald er í skuldsetingunum, hvussu
og um hesar skulu viðgerast aftur og um tær skulu hava
avleiðingar við sær.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Bókin og løgmaður
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
John S. Myllhamar
"... alt tað, sum tit biðja um
í bønini við trúgv, tað skulu
tit fáa..." Punktum. "Verið
altíð glaðir!" Punktum.
Á, den romantikkur at
vera
bíbliuvers-kristin.
Men týðiliga skínur gjøg-
num hesa boðan, hvussu
grunn hon er, at vit skulu
taka
bókstaviliga
allar
reglurnar í Bíbliuni, sum
okkum dáma, og, sum
hóska til okkara ynski. Bið,
og tú fært alt, "alt" skal
veruliga skiljast sum alt:
Hvít skínandi jetflogfar
verður tær veitt,
fýra-stjørnu hotel, úr himli
tær tveitt,
grøðing fyri allar sóttir,
vælferð, succes og
mjúkastu mottur.
Guð gongur øllum ynskjum
á møti. Hvør tørvur verður
nøktaður, bara vit eru
borðfull av trúgv. Tú fært
alt, sum tú biður um, eins
og barni, sum fær alt eftir-
læti.
Einastaðni stendur, at
mangir svikakristusar skulu
stíga fram. Altso, eita teir
kristusar - ?
Verið altíð glaðir! Punk-
tum. Tvingi tykkum til altíð
at síggja glaðir út! Beri
forlorna
tannpastasmíli,
líkamikið hvat er áfatt!
Flenni, og síggi glaðir út
undir jarðarferð, tá ið hini
gráta og syrgja! Syrgið ikki
við teimum! Tvingi tey við
orðum Paulusar: Verið altíð
glaðir! Ver glaður tá ið tú
missir tíni kæru! Ver glaður
tá ið børn tíni fremja brots-
gerðir! Ver glaður tá í tú
gerst sjúkur! Ver altíð glað-
ur, tí tað stendur í einum
bíbliuversi!
Verið
ikki
realistisk! Granski ikki
djúpari í skriftini hvat veru-
liga verður meint við, tí tá
kunnu tit oyðileggja ro-
mantikkin!
Á, det grunnskygni.
Eitt typiskt dømi ikki
bara fyri at koma uttan um
veruleikan og dýpdina,
men hvussu grunt guðs-
dyrkanin stingur hjá nøkr-
um menniskjum, er lesi-
hátturin Jón Ellendersen
brúkar, tá ið hann í
Dimmalætting viðvíkjandi
eini prædiku hjá Emil
Olsen, heldur enn at lesa
hvat prestur segði, og í
hvørjum høpi tað var sagt,
fokusserar uppá endurgev-
ingar av journalistum, og
síðani fer heilt útav sporin-
um.
Freistarin var sniðfund-
igur. Hann vísti eisini á
Guðs lyftir, hann endurgav
bíbliuvers, tá ið hann bað
Jesus stoyta seg oman úr
torninum á halgidóminum,
enntá siteraði hann brot úr
vakra og lyftiríka sálmi 91
hjá Dávidi: "Einglum sín-
um man hann geva boð um
teg, og á hondum munnu
teir bera teg at tú ikki
meiðir fót tín á nøkrum
steini!" Men freistarin er
lygnarin, eisini tá ið hann
endurgevur brot úr sann-
leikanum.
Jú, tað eru sannleikar í
lygnini, men tað er eingin
lygn í sannleikanum.
Helgi Abrahamsen
Høvuðsendamálið
við
løgtingsfíggjarlógini er at
avgera, hvussu almennir
pengar skulu brúkast. Í
fíggjarlógini eiga at standa
allar tær útreiðslur, sum
roknað verður við, at lands-
kassin fær í árinum, sum
fíggjarlógin er galdandi
fyri, men av tí at óvæntaðar
rokningar eisini kunnu
koma sum árið líður, stend-
ur møguleikin eisini opin
fyri
eykajáttanarlógum.
Hesar skulu gera tað møgu-
ligt at gjalda rokningar,
sum eingin visti nakað um,
tá fíggjarlógin varð sam-
tykt.
Til september 2001 vóru
allar
eykajáttanarlógir,
roknaðar í bruttovirði. Tað
vil siga, at tingmenn fingu
bara at vita, hvussu nógv
útreiðslurnar vóru broyttar,
meðan broytingar á inn-
tøkusíðuni vóru ikki taldar
við.
Frá brutto til netto
Men við eykajáttanarlógini
fyri september 2001 kom
broyting í. Nú vóru inntøk-
urnar eisini tiknar við í
roknistykkið, og tí fóru
tingmenn at tosa um eyka-
játtanarlógir sum í besta
føri kundu hava avlop.
Í roynd og veru hevði
hetta einki við veruleikan
at gera, tí tað eru bara út-
reiðslurnar, sum Løgtingið
kann gera nakað við. Inn-
tøkurnar eru sum tær eru,
líkamikið um uppskotið til
eykajáttanarlóg
verður
samtykt ella felt.
Búskaparliga vóru tíðir-
nar góðar í 2001, og inn-
tøkurnar hjá landskassan-
um øktust dag frá degi. Tá
so talt varð saman, hvussu
nógv
eykajáttanirnar
gjøgnum árið høvdu kostað
landskassanum, vóru øktu
inntøkurnar trektar frá øktu
útreiðslunum, og tí var
úrslitið á pappírinum "ikki
so heilt gali".
Frá netto til brutto
Men nú er aftur farið at
ganga tann skeiva vegin við
føroyska búskapinum. Í
eykajáttanarlógini fyri sep-
tember 2003 vórðu mettu
inntøkurnar
lækkaðar
104,7 mió. krónur. Og hvat
ger landsstýrið so ? - Jú
svarið fingu við í tíðinda-
sendingini hjá Útvarpinum
týskvøldið 25. november.
Har varð sagt, at eyka-
játtanarlógin fyri novemb-
er, við sínum 50 mió. krón-
um verður størsta eykajátt-
anarlógin í ár! - Og hvussu
kann hon tað, tá lógin fyri
september kostaði yvir 100
mió. krónur í mistum inn-
tøkum ? Jú Útvarpið segði
soleiðis: "Anfinn Kallsberg
sigur, at meirútreiðslurnar
samanlagt í ár verða 70
mió. krónur hægri enn
fíggjarlógin fyri 2003 vísti,
tá hon varð samtykt."
- Ja sjálvandi ! Nú minka
inntøkurnar hjá landskass-
anum, og tí er landsstýrið
aftur farið at servera brutto-
tøl. Og soleiðis verður tað
helst
til
inntøkurnar
einaferð í framtíðini aftur
fara at hækka.
Eingin verður ríkur
Við at brúka nottotøl í
uppgangstíðum og brutto-
tøl í versnandi tíðum, verð-
ur úrslitið á pappírinum
altíð "hampuliga gott", og
soleiðis ber til at fáa Føroya
fólk at trúgva, at fíggjar-
stýringin í landinum er
"ikki so heilt galin". Men
neyvan verður nakar føroy-
ingur ríkur av hesum.
Romantisk guðsdyrkan við bíbliuversum
Eingin verður ríkur av tølum
Hans J. Hermansen
Á løgtingsins fíggjarlóg
verður peningur settur av
til politiska upplýsing.
Serligar reglur eru fyri,
hvussu hesin peningur
kann nýtast. Peningurin
verður býttur millum
løgtingsumboðini í ser-
ligum
lutfalli
eftir,
hvussu politisku flokkar-
nir eru umboðaðir á
tingi. Seinastu tingsetuna
varð hetta broytt nakað,
men kortini fara stóru
flokkarnir við bróður-
partinum.
Hetta er í grundini vert
at hugsa eitt sindur um.
Tað er nógv tyngri hjá
einum lítlum flokki at
gera vart við seg og síni
sjónarmið enn hjá einum
størri flokki við fleiri
løgtingsumboðum, sum
kunnu býta uppgávurnar
millum sín. Einsamalla
umboðið á løgtingi í tí
lítla flokkinum noyðist at
renna seg upp í skúm fyri
bara at megna ein lítlan
part av tí, sum hinir
megna.
Spurningurin er í hes-
um føri, um almenni pen-
ingurin fer til politiska
upplýsing. Nei, her er
talan um partapolitiska
upplýsing. Hvør flokkur
talar sína søk við al-
mennum peningi. Tað
hevði verið ein løgin
sjón, um Eidesgaard fór
at greiða frá Breckmann
og hansara politikki, ella
Lisbeth L. Petersen heitti
á fólk um at styðja
Høgna Hoydal. Og Kári
Post hevði neyvan runnið
við brøvum, so at tungan
hekk úti, fyri at hjálpa
Jenisi til nakrar atkvøður.
Skal hetta vera politisk
upplýsing við lít, átti alt
at verið savnað á einum
staði, so at borgarin fekk
høvi til at seta seg inn í
stevnur flokkanna og
støður teirra til ymisk
mál. Peningurin til polit-
iska upplýsing byggir
ikki á grundsjónarmiðið
um fólkaræði.
VIÐMERKINGAR
Jógvan við Keldu
Norðurlandaráðslimur og
limur í stýrinum fyri
Norðurlendska
Mentanargrunnin
At vit eru føroyingar, er
ikki nógmikið til at fáa
okkara gylta umboðsstovn
og okkara sanna mentanar-
liga flaggskip uttanlands at
eydnast.
Nú
fyrsta
euforiska
bylgjan hevur lagt seg eftir
upplatingina av Norður-
bryggjuni, verður spurn-
ingurin, hvussu væl og
effektivt – bæði í vinnu og
mentan - vit kunnu brúka
henda frálíka karm mitt í
øllum meldrinum í stór-
býinum Keypmannahavn,
har fólk í uttanumøkinum
eisini savnast.
Hetta kendist sum stór-
fingin løta, har útnorður-
londini saman við Dan-
mark høvdu tikið lógvatak,
har almennir kassar og
vinnurekandi
samfelt
stovnsettu ein útnorður-
mið-depil. – Eisini er
tungtvigandi, at Ísland er
við í átakinum.
Fyri smáum 60 árum
síðani vóru øll útnorður-
londini donsk, har Føroyar
og Grønland enntá vóru
donsk amt.
Komandi ár hevur Ísland
verið sjálvstøðugt ríki í 60
ár, og sigast má, at teir eru
ein gylt fyrimynd fyri okk-
um føroyingar.
At lata dygdarvørur
Vit eiga at leggja okkum í
geyma, at tá góðskumet-
ingar verða gjørdar innan
listina, vinnuna og í sam-
band við fólksliga inni-
haldið, eru vit ikki at meta
øðrvísið enn fólk aðra-
staðni.
Tá vit koma út í heim og
ætlað nakað, verða vit ikki
spurd um vit eru føroy-
ingar, men um vit duga tað,
vit takast við.
Rúni Brattaberg, Ernst
Sondum og Páll Sólstein,
eru ikki komnir inn í tón-
listahitan, tí hesir eru før-
oyingar, men av eini orsøk,
nevniliga, at teir duga, tað
teir takast við.
Todi er ikki komin so væl
fyri, tí hann er føroyingur.
Bert ein orsøk er fyri, at
hann kann brúkast á FCK,
er at hann hevur verið førur
fyri at skorað mál.
Mong onnur dømi kundu
verið tikin, eitt nú í
skaldskapi, í málningalist
o.ø.
Ikki hvør - men hvat
Tá eitt nú danir hava máln-
ingaframsýningar í útlond-
um, eru teir ikki "inte-
ressantir", tí teir eru danir.
Kennarar av listini spyrja
bert, um hetta er nakað tey
hava áhuga í.
Tá eg í fjør var yviri í ST
í New York, kom ein ameri-
kansk kvinna og greiddi
mær frá, at hon hevði ein
málning av Bárði Jákups-
syni hangandi. Ein av
hennara vinkonum, hevði
lagt ávíst trýst á hana, fyri
at fáa hana at selja sær
málningin.
Eg
spurdi,
hvussu tað bar til. Hon
svaraði sjálvandi: "Hon var
so hugtikin av málning-
unum". Hon tosaði ikki um,
hvussu hugtikin hon var av
Bárði, ella av at hann var
føroyingur.
Tá nú vanligi gerandis-
dagurin kemur hjá okkara
frálíka framsýningar- og
umboðsstovni – hesum
sanna mentanarliga flagg-
skipi - ræður um, at breidd-
in í umboðanini verður har,
men so sanniliga eisini, at
tær verkætlanir í verða har,
eru væl fyriskipaðar, og
liggja á ávísum støði
listarliga. – Her hugsi eg
serliga, tá talan er um at
geva okkara listarfólki og
mentanarátøkum
møgu-
leikar í Danmark og longur
úti í heimi. – Her eiga vit
kanska eisini at taka okkara
"hoyringarbreidd" til við-
gerðar.
Norðurbryggjan eitt
kærkomið amboð
Verður
Norðurbryggjan
brúkt á rættan hátt, verður
karmurin
nýttur
undir
ábyrgd og átøkini væl fyri-
skipað "har avgjørt eingir
lepar hanga við", eru
møguleikarnir óendaliga
stórir bæði hjá vinnu og
mentan. Ein góð byrjan
verður treytin fyri eini
sunnari menning. Amboðið
– eitt kærkomið amboð - er
har.
Eg fari at ynskja, bæði
teimum sum til dagliga
virka á Norðurbryggjuni og
teimum átøkum í verða í
framtíðini, góðan byr. –
Hjartaliga tillukku.
Nita Næs
Bæði í úrvarpinum, í sjón-
varpinum og í bløðunum
hoyra vit um eldraøkið,
sum skal leggjast út til
kommunurnar at umsita.
Eg vil við hesum stutta
skrivi,
spyrja
tykkum
báðar, hví so er?
Kunnu tit geva okkum
borgarum eina góða grund-
geving fyri, hví eldraøkið
skal út á kommunurnar?
Hví hetta landsmál skal
útflýggjast? Verður tað
betri fyri okkum borgarar?
Ella, er tað bíligari fyri
landið? Ella, er tað tí lands-
kassin manglar tær 300
milliónirnar, sum blokkurin
varð skerdur, og tí ikki
hevur ráð til vælferðar-
samfelagið longur? Ella
skal skerdi blokkurin spar-
ast innaftur á eldraøkinum?
Vit boragara mangla eina
gjølla
grundgeving
frá
tykkum.
Vit tíma ikki longur at
hoyra um tungu almennu
økini, sum eina hóttan úr
Tinganesi.Tíma ikki longur
at hoyra um møguligar
kommunusamanleggingar,
tí kommunirnar eru ov
smáar til umstingarligu
byrðuna, sum tær møguliga
skulu hava.
Hvar eru hugsjónirnar
vórðnar av?
Hví leggja eldraøkið út?
Gott hevði verið, at
fingið eitt gjølla svar!
Tað verður tosað ov nógv
um støddina av møguligu
kommununu, og ov lítið um
politisku hugsjónina, hví
almenn væl umsitin øki,
skulu tú á kommunirnar!
Tað er tí ein skeiv og
ræðandi gongd!
Peter O.K. Olofson
Det er synd, når man ikke
kan høre, hvad der bliver
sagt, især hvis man som
journalist skal gengive
andres synspunkter. Nogle
gange spørger man sig selv:
Er det fordi, man ikke vil
høre? I bedste fald har den
gode journalist bevidst
valgt at lade sin egen hold-
ning skinne igennem i ud-
vælgelsen og fremstillingen
af andres holdning. Det var
så journalistens holdning,
men var det hans opgave at
formidle den? Til oplysn-
ing kan jeg fortælle, at
hovedsynspunktet i mit
oplæg var, at vi skulle leve
og lovgive efter den i
skaberværket givne identi-
tet og bestemmelse som
mand og kvinde. Videre
pegede jeg på, at hvis man
ophæver denne identitet og
bestemmelse som mand og
kvinde som norm for, hvor-
dan vi skal leve og hvordan
vi skal lovgive i vores
samfund, og i stedet lægger
menneskers drift og lyst til
grund, så er der åbnet for et
utal af muligheder. Åbner
vi ikke for alle disse mulig-
heder, så er det, at vi må
spørge os selv, hvad der
giver os magt og myndi-
ghed til at sige nej til det
ene og ja til det andet. Hvad
begrunder, at man f.eks.
siger ja til homoseksuelt
samliv, men nej til pædofile
forhold (som der også
findes
foreninger
for),
bilifile forhold (som der
også findes foreninger for)
eller flerkoneri (som f.eks.
en del muslimer ønsker, og
måske andre), osv.. Det var
sammenligningspunktet i
mit oplæg, og det står jeg
naturligvis ved. Er der
sammenhæng i vores argu-
mentation og etisk konse-
kvens eller ender vi blot i
ren vilkårlighed ud fra
smag og behag? Det var
spørgsmålet. At det også,
som det kom frem på
mødet, var sådan, at man i
kampen for at få legitimer-
et et anderledes seksualliv, i
Danmark havde en for-
ening for bøsser og les-
biske, der indtil 1985 ind-
kluderede pædofile (de
blev da udskilt til en
selvstændig
forening),
burde journalisten måske
også have fortalt. Og at
undertegnede
også
of-
fentligt sagde, at jeg tog for
givet, at de repræsentanter
for den nye forening for
homoseksuelle, som var til
stede, var enige med mig i
at sige nej til pædofile for-
hold (og ingen modsagde
dette), lader det til, at
journalisten under ingen
omstændigheder ville høre.
Var det et sagligt informa-
tivt referat, der skulle gives,
eller hvad ? Bedre held,
næste gang. Ønsker nogen
kopi af mit oplæg, kan de
blot maile til
olofson@post.olivant.fo, så
skal jeg sende det. Har jeg
helt misforstået journal-
isten ærinde, så må han
naturligvis have mig und-
skyldt på forhånd...
Politisk upplýsing
Nú er at brúka Norðurbryggjuna rætt
og undir ábyrgd
Spurninur til Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg
Kommentar til journalist Ingi Rasmussen - Olivant.fo 1/12-2003
"Samkomur og samkynd"
C
M
Y
K
11
10