Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 230 - 3. desember 2003 Nr. 230 - 3. desember 2003 13 Útvarp Føroya trong- ir til at endurskoða sendiskránna. Stovn- urin sendir nógvan góðan tónleik, undir- hald og prát í ymsum útgávum og nógv tíð- indi. Men okkara elsti loftmiðil má eisini geva lurtarunum betri innlit í samfe- lagið, heimin og lív- sins mongu spenn- andi spurningar. Hann má upplýsa og ikki bara undirhalda. Hetta krevur, at stovnurin gevur kreativitetinum og journalistisku førleik- unum rásarúm og miðvíst fer at menna nýggjar innihalds- ríkar sendingar KRONIKK Uni Arge, journalistur Í sendingini Vespuni fríggjakvøldið 7. november hevði eg eitt innlegg um upplýsingarstøðið í før- oyskum fjølmiðlum. Mín pástandur var, at vit fáa ov lítið at vita frá fjølmiðlun- um. Tað mesta, sum sent verður, serliga í útvørpun- um, er tónleikur, prát og undirhald. Ein stórur partur av restini er skjótt gloymd dagsaktuell tíðindapettir um politiskar og umsit- ingarligar bardagar. Eg eftirlýsti í mínum inn- leggi innihald og tilvitandi journalistikk, sum perspek- tiverar, útgreinar og greiðir frá. Í hesum sambandi vísti eg á fleiri senditættir, sum kundu verið á skránni í almenna útvarpinum ella kanska eini heilt nýggjari upplýsingarrás. Eg nevndi hesar senditættirnar í stutt- um yvirskriftum. Í hesi greinini ætlaði eg at útdýpa mínar tankar. Kringvarpslógin sigur, at ÚF skal útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýs- ing, mentan - og undirhald. Men fyri mær at síggja ger ÚF lítið við at skapa nýggj- ar upplýsandi og mentanar- ligar sendingar. Journal- istisku medarbeiðararnir gera mestsum bara tíðindi. Hetta sæst aftur í skránni, tí av teimum 110 tímunum, sum ÚF sendir um vikuna, eru 80-85 tímar tónleikur, hugnaprát og endursend- ingar. Tað er nógv fyri ein miðil, sum skal vera dygg- ur upplýsingarmiðil. Eftir mínum tykki er tað óheppið fyri tað upplýsandi demokratiska orðaskiftið, at hugnatilfarið skal fylla so nógv, sum tað ger. Tann áhaldandi journalistiska endurnýggingin er ikki til. Tann innlitsskapandi sam- røðan er tagnað. Vanligt vit og skil og avkláring um, hvat er tómur retorikkur, og hvat er veruleiki í eitt nú politikki, fær onga veruliga rúmd. Hví? Tí ÚF letur nærvørpini taka seg av fótum? Í eini roynd at styðja upp undir innihaldsliga upp- finnsemið loyvi eg mær her at leggja fram 15 uppskot um senditættir, sum kon- sept kundu verið gjørd burturúr, og sum ÚF so líðandi kundi farið og ríkað lurtararnar við. Senditætt- irnir hava fingið heiti. Teksturin undir heitunum sigur, hvat teir kundu snúð seg um, hví teir kundu verið áhugaverdir osfr. Uppskotini eru hesi: 1. Búskapur og pengar Støðan í búskapinum og fíggjarligir spurningar eru allatíðina viðkomandi. Í sendingini kundi búskapar- støðan í landinum og heim- inum verið viðgjørd. Nógv taltilfar um búskap er til taks, síðan fíggjaramboðini hjá tí almenna gjørdust framkomin, og ástøðiligu hugsanirnar um evnið eru ymiskar. Ávirkanir av bú- skapargongdini kunnu verða lýstar, eitt nú keypi- orka, bústaðarmøguleikar, byggivirksemi, íløguhugur og tílíkt. Eisini landsgrann- skoðanin kundi fingið gjølliga umrøðu. 2. Lærdómur í nýggjari øld Unga ættarliðið er samfe- lagsins framtíð, og undir- vísingin hevur tí stóran týdning fyri samfelagið. Hvørjar tankar gera skúlar sær um tørvin hjá næm- ingunum, og hvat krevja næmingarnir av skúlunum? Hvussu er pedagogikkurin í dag samanborið við fyrr? Eru næmingarnir betri og upplýstari? Broytir tøkni- liga menningin undirvís- ingina? Sendingin kundi viðgjørt fólkaskúlan, mið- námsskúlar og hægri út- búgvingar. Eisini tekniskar útbúgvingar skuldu havt innivist. 3. Miðlameldurin Eitt programm um miðlar í øldini, sum verður rópt kunningarøldin, man vera upplagt. Miðlarnir eru okk- ara størsta frítíðarítrív, um so talan er um sjónvarp, útvarp, bløð, internet ella film av ymsum slag. Hvussu ávirka fjølmiðlar- nir okkum? Hvussu brúka vit teir? Nú kunningin við tøkniligum framstigum er so nógv økt, eru vit betri upplýst ella meiri ørkyml- að? Ein sovorðin sending kann eisini viðgera miðla- vanar, umstøður hjá miðl- um, reklamu, telefoni og kunningartøkni. 4. Millum dalar og fjøll Náttúrupplivingar og ar- beiði í náttúruni sigast at stimbra sálina. Útvarps- sendingar um evnið hava fyrr ríkað nógv fólk, og onkur sending er viðhvørt, sum umrøður virksemi í náttúruni. Millum dalar og fjøll í Føroyum fer so mangt áhugavert fram, sum fólk kenna aftur ella vilja hoyra um, at tilfar ivaleyst er til eina náttúrusending alt árið. Hugvekjandi re- portasjur frá ferðum ymsa- staðni kring oyggjarnar til gongu, á hestabaki ella í báti kundu verið gjørdar í hesum senditátti. 5. Hav og fiskur Meginútvarpið í einum landi, sum livir av fiski, má hava ein fiskivinnutátt, har alt tilfarið um fisk, sum vanliga longir óneyðuga nógv um tíðindasendingar- nar, fær innivist og verður gjølla viðgjørt. Í sendingini kunnu spurningar um stuð- ul til fiskivinnuna, skipanin við fiskidøgum, endur- nýgging av skipaflotanum, útróður, støðan í alivinnuni og rækjuvinnuni, umstøð- urnar hjá sølufyritøkum og marknaðarviðurskifti verða viðgjørd. 6. Søguliga sjónarhornið Søguligar framløgur av ymsum samanhangum eru neyðugar, tí søgan er støðið undir tí, sum hendir nú. Til dømis kundu journalistar gjørt sendingar um, hví ófriður altíð er í Miðeystri, hvussu USA gjørdist stór- veldi, hvussu fiskivinnu- samfelagið Føroyar kom á føtur, hvussu Irak gjørdist einaveldi, hvussu norð- búgvar funnu Amerika osfr. Rúgvan av heimligum og útlendskum søguligum evnum er ótømandi. Sam- røður við søgufrøðingar eru hóskandi í hesi sending. Eisini skrivaðar frásagnir. 7. Siðir og samtíð Atferð, uppfatanir og moralur broytast, sum tíðirnar broytast, og tað, sum var rætt fyrr, er kanska skeivt í dag. Fólkalívsfrøð- in granskar í hesum viður- skiftum, og tá fólkalívs- frøðingar hendingaferð greiða frá siðum fyrr og nú í samrøðum í ÚF, vekir tað stóran áhuga millum fólk. Hvussu broytist liviháttur okkara í nýggju tíðini? Hvørji eru okkara mest avgerandi lívsvirðir? Aftrat serfrøðingum kunnu ung og eldri siga sína hugsan um broytingar í tíðini. 8. Heimskortið Summar gamlar útvarps- sendingar verða seint gloymdar. Ein er sendingin, har Hans Holm plagdi at greiða Sonna Smith frá heimsins londum og fólka- sløgum. Kunnleiki um heimin og onnur fólk skapar tilvitan um tað, sum rørist uttan fyri eingjar- garðarnar. Ein sovorðin sending er tí ivaleyst altíð viðkomandi. Ein máti at geva sendingini natúrligt framhald kann vera at fáa fólk, ið hava búð uttan- lands, ella fakfólk at greiða frá einum ávísum landi og tess mentan hvørja ferð. 9. Heilsa og trivnaður Heilsustøðan hjá fólki á- virkar, hvussu nógvan pening landið brúkar uppá at viðgera sjúkur. Verri heilsustøðan er, meiri um- fatandi gerast trupulleik- arnir. Upplýsing um góðan livihátt, kost og rørslu virkar fyribyrgjandi, siga tey kønu, men lítið hoyrist til hesa upplýsing í ÚF. Ein sending við tílíkum inni- haldi skuldi eisini viðgjørt arbeiðsumhvørvi, strongd, sálarfrøði og svarað ymsum ivamálum um heilsu. Ser- frøðingar finnast nógvir at styðja seg til hjá jour- nalistunum. 10. Føroyingar og ferðing Ferðslutættir hava onkuntíð verið sendir, sum hava verið áhugaverdir og upp- lýsandi. Teir eru eisini altíð viðkomandi, verður hugsað um, hvussu stórir skaðar viðhvørt standast av van- lukkum í ferðsluni. Ferðslutættir fyrr hava mest snúð seg um bilferðslu. Men hesin kundi verið víðkaður til onkuntíð eisini at umfatað bátaferðslu, skipaferðslu og flogferðslu. Stutt og greitt ein sending, ið snarar rundan um flutn- ing. Ferðafrásagnir kunnu krydda sendingina. 11. Máltátturin Sendingar um mál eru turrisligar, halda summi, meðan onnur fáa ikki nóg mikið av at hoyra nýtt um málið. Málið er partur av okkum og skapar okkum í stóran mun, og evnið er tí altíð viðkomandi. Nýggjar orðabøkur, sum ikki eru so málreinsandi sum tær gomlu, eru komnar á marknaðin seinnu árini, og upplagt er tí at skipa fyri orðaskiftum í sendingini, ið kunnu vísa, hvagar málið fer. Fremmand mál, mál- søga og málið sum sam- skiftisamboð í telduøldini eru uppløgd evni at um- røða. 12. Stýrt og stjórnað Hóast meiningarnar eru ymiskar, skerst neyvan burtur, at vit liva í eini rembingartíð stjórnarliga. Heimastýrislógin er ikki longur nøktandi, siga allir flokkar, og hon skal ætlandi dagførast, so hon gerst rúmari. Vit fáa kanska eina evstulóg. Danska grundlóg- in skal broytast. ES verður støðugt útvíðkað. Yvir- skipað stjórnmál sum hesi kundu verið viðgjørd her. Samspælið millum land og kommunur, avgerðir hjá umboðsmanninum og um- siting av ymsum slag kundu eisini verið viðgjørd. 13. Høvundar hittast Her kundu rithøvundar saman við journalisti sum verti hitst at skift orð um føroyskar bøkur og heims- bókmentir. Hvørjar vóru týdningarmestu føroysku bøkurnar í farnu øld og hví? Hvørji eru størstu verkini í heimsbókmentun- um og hví? Høvundar hava neyðuga innlitið í hesar spurningar til at geva lurt- arunum neyðuga innlitið. Upplestur, frásagnir um tað nýggjasta ella kanska elsta úr bókmentaheiminum og ummæli eru sjálvsøgd í hesi sending. 14. Brúkarin Fyri einum ári síðan sendi ÚF fýra brúkarasendingar. Tær gjørdu stóra lukku, tí tær vóru væl gjørdar og viðkomandi. Brúkaratilfar er tilfar fyri øll, tí øll eru onkursvegna brúkarar. Ivaleyst er neyðugt at kanna prísir og góðsku á vørum og tænastum, so nógv hevur keypsmentanin tikið seg fram, og so ágang- andi kunnu lýsingarher- ferðirnar mangan vera. Brúkarar og handilsfólk skuldu sjálvandi komið til orðanna í sendingini. 15. Sosiala støðan Sosialráðgevarar uppliva mangt og hvat, sum sjáldan kemur undan kavi alment, men sum er líka sjálvsagd- ur partur av samfelagnum sum bráðvakra framsíðan. Hvørji eru illa stødd í samfelagnum, og hvørjir eru teirra trupulleikar? Hví er so trupult at veita øllum eitt mannsømiligt lív, og hvat kann gerast betri fyri tey, sum illa fáa gerandis- dagin at hanga saman? Hvat við lógarverkinum og rættindum hjá illa stødd- um? Hesum spurningum kann sosialtátturin svara. Tað sigur seg sjálvt, at allir hesir senditættirnir kunnu ikki setast á skránna í senn. Tað hevði kravt alt ov nógva orku. Men bara 2- 3 sovorðnir fastir tættir høvdu gjørt góðan mun og hækkað upplýsingarvirðið munandi. Av tí, at "Tilvera" finst frammanundan, havi eg ikki nevnt nakra sending við eksistensiellum inni- haldi. Men ein táttur sum "Tilvera"er sjálvsagdur. Í yvirlitinum havi eg heldur ikki nevnt, at jour- nalistar sjálvandi kunnu gera staksendingar um ávís viðkomandi evni. Stak- sendingarnar kunnu vera vanligar journalistiskar dokumentarsendingar um evni, ið krevja neyva við- gerð. Hetta kunnu vera uppsøkjandi, útgreinandi ella bara frágreiðandi send- ingar, sum vit kenna frá út- lendskum fjølmiðlum. Ein upplýsingarmiðil sum almenna útvarpið skal í størst møguligan mun endurspegla samfelagið og tíðina nú, tá og komandi. Hann er tí ikki bara ein sendari, sum skal forsøta okkum høvd og hjarta við túnatosi og tónleiki. Hann hevur samfelagsliga á- byrgd. Hann skal í demo- kratiskum ørindum skapa tilvitan um tað, sum fyri- ferst í samfelagnum og menniskjunum heima og úti, og hann skal gera tað á dygdargóðan og spennandi hátt. Fimtan nýggjar sendingar til almenna útvarpið NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 3. desember. Sveinur. Teir vita einki halgimenni við hesum navni. Norrønt navn sum merkir ungur maður. Hósdagin 27. november fylti Sverri Biskupstø, byggifrøðingur, í Havn, 67 ár, og var hetta samstundis hansara seinasti starvsdag- ur hjá Føroya Tele eftir 32 ár á stovninum. Sverri er klaksvíkingur, foreldrini vóru Rachel, f. Hansen, og Óli Hans Bis- kupstø, byggimeistari í Klaksvík. Sum ungur fór hann til skips og sigldi við fiski- skipum og trolarum. Eisini var hann í Grønlandi. Síðst í 50-unum fór Sverri til Danmarkar, har hann lærdi til byggifrøðing. Hann arbeiddi eisini eina tíð hjá stóru donsku entre- prenørfyritøkuni, Nybygg. Hann kom heim aftur til Føroya í 1966 at arbeiða hjá byggifelagnum Danberg & Joensen. Senni arbeiddi hann sum sjálvstøðugur ar- beiðstakari til hann 1. juni 1971, fekk starv hjá Tele- fonverkinum í sambandi við automatisering av tele- fonunum. Hann bleiv sett- ur sum byggileiðari av tele- fonstøðum og mastrum kring alt landið. Fyrsta uppgávan var at seta upp eina støð á Støðlafjalli. Hetta arbeiði hevur Sverri røkt, til hann sein- asta hósdag fylti 67 ár og fór frá fyri aldur. Hann hev- ur verið við í eini ómetaliga stórari menning av telefon- netinum í Føroyum. Sverri er giftur við Beintu, f. Joensen, úr Klaksvík, tey hava búð í Havn síðan 1966 og eiga fýra børn, Marjun, sum býr í Kvívík, Rakul, sum býr í Havn, Jógvan, sum í løtuni er undir útbúgving í Kina og Óluvu, sum býr í Dan- mark. Beinta og Sverri eiga 9 ommu- og abbabørn. Sverri Biskupstø: Seinasta starvsdag hjá Føroya Tele Tíðindaskriv Møðgurnar Rutt og Ester Hansen hava sera spenn- andi framsýning í Ribarhús í Fuglafirði frá 4. - 10. desember. Rutt er 47 ára gomul, heimaarbeiðandi, og eigur 5 børn. Hon hevur havt seyming sum ítriv. Sum nakað nýtt roynir hon seg við barnaklæðum úr bleytari føroyskari ull. Umframt sera vakrar kjólar vera húgvur og jakkar bæði til gentur og dreingir at síggja. Ester er 21 ára gomul og hevur málað í nøkur ár. Hon hevur sýnt fram á Varmakeldu áður. Nú er hon farin at royna seg við abstraktari list. Málning- arnir, ið eru sera ymiskir í stødd, eru ljósir og tó við ymiskum skuggum. Uppi á loftinum verða náttúru- málningar at síggja, sum Ester eisini hevur gjørt. Framsýningin letur upp 4. desember. Fernisering verður, har pápi Rutt, Finn- ur Hansen, ið júst hevur givið fløguna »Undurfulla Land« út, verður við. Eisini verða Mirjam, Vanja, Laila og Barbara at hoyra. Fram- sýningin er opin frá kl. 15- 18. Móðir og dóttir í Ribarhúsi 2. og 3. desember kunnu tvíburðarnir, Peter Jacob Haraldsen í Miðvági og Hannemia Joensen í Klaks- vík, halda 80 ára føðingar- dag. Foreldur teirra vóru Kar- in f. Petersen úr Hesti og Heini Haraldsen í Miðvági. Petur Jakku hevur alla sína tíð búð í Miðvági, har hann mest hevur fingist við at reka handil, inntil nakað eftir Ólavsøku í ár. Honum hevur altíð dámt væl at fingist við vøkstur í urtagarðinum og uppi í Høgagerði. Hann hevur gingið nógv úti í náttúruni og fiska síl á Leitisvatni og Fjallavatni. Hann hevur verðið við til at givið út í bók við ymsum ritum eftir pápa sín, og fyri tveimum árum síðan gav hann út bókling og tekning- ar um tað, sum hann minn- ist frá krígnum. Aðrar bøkur og rit eru eisini prýddar við hansara tekningum. Eitt nú perman á nýggju lestrarbókini hjá Dávidi Johannesen, presti, sum kom út fyri fáum døg- um síðani. Hannemia giftist við Meinhardt Joensen, skó- makara í Klaksvík. Fyrst í 60’unum lótu tey upp skógvahandil í Nólsoyar Pálssgøtu. Seinni skiftu tey skógvarnar um við kiosk- vørur, og høvdu eisini kiosk umborð á Ternuni, eftir at Meinhardt varð givin umborð á Barsskor. Meinhardt andaðist í 1997. Hannemia gavst at handla fyri tveimum árum síðani. Hannemia og Meinhardt fingu 3 døtur. Karin gift við Peder Haahr, Sigga gift við David Johannesen og Juli- anna gift við Olivur Thom- sen. Hannemia eigur 8 ommubørn og 3 lang- ommubørn. Barnaheimið hjá Hanne- miu og Petur Jakku er við Kirkjar í Miðvági. Har vuksu tey 7 systkini upp, sum komu undan. Tvey systkin vóru aftrat, Jógvan Pauli og Elinborg, men tey doyðu sum børn. Elsta systirin, Anna, gift- ist við Sverra Trónd Han- sen í Tórshavn. So komu tvíburðarnir Petur Jacob og Hannemia. Torgerð giftist til Klaksvíkar við Óla Joen- sen, sála, vanliga róptur Óli bóndi. Ketty giftist við Ják- up Olsen í Miðvági. Kem býr í Miðvági, og Elinborg giftist við Andreas Berglíð í Sørvági. Mamma teirra gjørdist sjúk eftir at tvíburðarnir vóru føddir, og var songjar- liggjandi í eini 40 ár. Sjúk- an lamdi hana og hon fekk ikki tosað. Hetta hevur utt- an iva gjørt sítt til, at sysk- ini altíð hava hildið serstak- liga væl saman. Bæði Petur Jakku og Hannemia eru listafólk, og bæði hava tey grønar fingr- ar, sum tikið verður til. Petur Jakku hevur - um- framt at tekna og skriva - málað mangar málningar - serliga í samband við Vág- oynna og kristintrúnna. Eis- ini hevur hann gjørt mang- an figurin. Hannemia gjørdist ikki virkið listafólk, fyrr enn hon var farin um tey fimti. Men hon er sera fjølbroytt í síni list, og hevur bæði fingist við at málað máln- ingar, málað og brent postalín, glas og brochur, litað toy og turrikløð, gjørt myndir úr fiskabeini og við steinum. Ólík eru tey tó eisini. Petur Jakkub hevur altíð verðið meira stillur, meðan Hannemia hevur verðið meira lívlig. Men tey hava hildið væl saman. Føðingardagarnir verða hildnir í barnaheiminum við Kirkjar í Miðvági leyg- ardagin 6. desember. Tvíburðar 80 ár 2. og 3. desember fylla tvíburðasystkini, Petur Jakku og Hannemia 80 ár. Her eru tey og systkjini avmyndaði í barnaheiminum við Kirkjar í Miðvági. F.v. Petur Jakku, Torgerð, Anna, Kem, Elinborg, Hannemia og Ketty Kristina Háfoss í Hoy- vík hevur hin 2. des- ember 2003 lokið prógv sum búskapar- frøðingur, Cand. Polit, við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Kristina er ting- kvinna fyri Tjóðveld- isflokkin, vald í Suð- urstreymoyar valdømi. Frammanundan hevur hon hesar útbúgving- ar: BA-polit 1998, BA-jur. 2001, og cand. jur. 2002. Kristina Háfoss prógv sum búskaparfrøðingur C M Y K 13 12