leygardagur 9. mai 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 9. MAI 1998
Nr. 86 — 9. MAI 1998
årum sidani
april 1968,
Fyri
sunnudagin 4
triati
stevndi Smiril inn å Fugla
fjørð við fróum sangarum
úr Klaksvík og Havnini. Við
Útvarpsk rið, leiðari
r Hátún, Studenta
eiðari Eyðun Sørensen
Kristiliga sangkórið, leiðari
Eilif Samuelsen og Klaks-
víkar sangkór, leiðari Alex
Sólstein. Her var rómur og
fagnaður Fuglafjarðar
sangkór við Herluf Berth-
eisen
pa
10
á odda stóð ytst á
t
brågvarendanum og tók
ímoti. Farið varð beinleiðis
heim í skúlan at venja. Kór-
ini skuldu syngja í felag og
einsæris. Arið fyri - 1967 -
hevði stevnan verið á Havn-
ini. Á veitsluni eftir sangin
hetta árið segði Ólavur Há-
tún við Herluf: Næsta ár
koma vit til Fuglafjarðar at
hava stevnu. Og so var. Nú
eru liðin tríati år, síðan
henda stevnan var.
Gestakórleiðari í ár er
Garðar Cortes oprasangari
úr Reykjavík. Hann er góð-
ur sangari og góður kórleið-
ari
Hóskvgldið kl. 19.30
verður kórstevnan sett av
Hallbjørg Hansen, borg-
meistara. Kl. 20.00 fer Gar-
dar Cortes til verka at venja
felagskórið
Vant verður allan fríggja-
dagin. Konsert verður í
kirkjuni fríggjakveldið kl.
19.30. Somuleiðis verður
vant allan leygardagin og
tíðindablað
Kórstevnan 1998:
30 ára
fagn-
aðarkórstevna
á bygd
Í ár eru liðin 30 ár síðani, at hin
fyrsta kórstevnan varð hildin uttan
fyri Havnina. Henda kórstevna var í
Fuglafirði 4. apríl. Hetta vikuskifti
verður fagnaðarkórstevna í Fuglafirði
verður konsert í kirkjuni
henda dagin kl. 17.00. Tá
fer tað stóra felagskórið at
syngja. Millum annað verð-
ur Hear my Prayer av Men-
delson sungið við Berghild
Poulsen sum solisti
21. april 1968 var ein
góður dagur. Konsert var
seinrapartin í fimleikarhøll-
int og borðhald var í dansi-
stovuni um kveldið. Við
hetta borðhald bjóðaði Eilif
Arge, ursmiður til kór-
stevnu í Klaksvík næsta ár
(1969). Hetta var eisini ein
góð kórstevna. 1970 var
kórstevnan í Havnini. Hon
var 17. mai. Tá sang Fugla-
fjarðar sangkór: Når fjor-
dene bláner... onkur norð-
maður var við á konsertini,
og hesin var ikki sørt rørdur.
tá ið Når fjordene blåner
varð sungin. Hetta var byrj-
anin og hava kórini ment
seg síðani tá
Eftir borðhaldið 4. apríl
1968 fór øll fjøldin norður
á keiina, tá ið Smiril legði
frá bryggju. Tá sungu allir
sangararnir: Vit bera heið-
urs kvødu, sum Napoleon
Djurhuus týddi. Heiðursljóð
til tónleikin. Her var tign og
rómur. Sangurin setti seg í
minni, og er hann mangan
sungin síðani
„Eitt gestakór kemur úr
Íslandi. Tað er Vørðukórið
úr Arnesar sýslu við Mar-
grét Bóasdóttir sum kórleið-
ara.
Tað var rómur og fagnaður í Fuglafirði sunnudagin
4. apríl 1968, tá tann fyrsta kórstevnan varð hildin á
uttan fyri Havnina. Fuglafjarðar sangkór við Herluf
Berthelsen á odda stóð ytst á brúgvarendanum og
tók ímoti (savnsmynd)
Barnaplátan hjá Anniku útaftur
Hon var tann fyrsta føroyska barnaplátan, ið kom út, og er síðani blivin ein klassiskari á sínum gki. Og sunnudagin kl.
14.00 fer Annika at syngja nakrar sangir á fløguni á konsert í Norðurlandahúsinum í sambandi við 15 ára fødingardagin
— Tá ið Norðurlandahúsið lat upp Dýra Bididag fyri
fimtan árum síðani var Annika Hoydal tann fyrsta
listakvinnan, sum bar orð fram. Tað varð nógv
kjakað um, hvør tað var skuldi vera. Og avgerðin
var tikin á politiskum stigi, tí fólk hildu meg hava
verið ov leingi burtur til at kunna vera við, sigur
Annika Hoydal.
Turið Kjólbro
Tey, sum vóru børn fyri 20
árum síðani, minnast iva-
leyst sangirnar hjá Anniku
Hoydal, „Tá ið eg fór mær
til Gjáar“, „Drívur døgg um
døkka grund“, „Rottur
gnaga, rottur skaða“ og
nógvar aðrar. Plátan er langt
síðan útseld, og skøvur hoyr-
ast á, so nógv sum hon hevur
verið spæld í útvarpi og við
hús.
Sunnudagin kl. 14.00
verdur høvi at hoyra Anniku
syngja nøkur av løgunum å
barnakonsertini i sambandi
við, at Norðurlandahúsið
hevur 15 ár á baki
Tað er komið ov lítið
fram í sambandi við føding
ardagin hjá Norðurlandahús-
inum, hvgr verður á barna-
konsertini. Í stóru skránni
hjá húsinum standa vit ikki
og barnatiltakið er líkasum
smokkað niður ímillum
Skal tú hava áhoyrarar skalt
tú venja fólk sum smá at fara
til ymisk tiltók. Man eigur
at taka sær líka professionelt
av børnum sum ødrum. Tað
er synd, at barnamentan ikki
verdur vird meir, ti tad er
avgjørt nakað at gera burtur
úr, at Tutl endurútgevur fyrst
føroysku fløguna við barna-
sangum. Grundin til, at fløg-
an kemur út aftur er, at fólk,
sum nú gerast foreldur hava
spurt meg, hví man ikki
kann fáa hasa fløguna
longur, sigur Annika Hoy-
dal.
Tá ið Norðurlandahúsið
læt upp Dýra Biðidag fyri
fimtan árum síðani var Ann-
ika Hoydal tann fyrsta lista-
kvinnan, sum bar orð fram.
Tað varð nógv kjakað
aftur og fram um, hver tað
var skuldi vera. Og avgerð-
in var tíkin á politiskum
stigi, tí fólk hildu meg hava
verið ov leingi burtur til at
kunna vera vid. Eg las ein
tekst hjá Christiani Matras
upp tl ljósmyndir meðan
Lars Trio spældi undir, sigur
Annika Hoydal, sum var í
latin grasgrønum kjóla við
summardáum í hárinum á
upplatingartiltakinum
Klassikarar
Plátan hjá Anniku hevði eitt
navn, og tað var heilt 6-
vanligt, tá mitt í sjeytiåru-
num. Hon kallaðist „Til børn
(tvaksin)“, og var fyrsta og
einasta plátan, sum forlagið
Angelina gav út. Men tey
sum keyptu hana og spældu
hana, kallaðu hana ongantíð
annað enn barnaplátuna hjá
Anniku. Og soleiðis eitur
hon enn hjá teimum, sum
vóru børn tá fyri eini 20
árum síðani. Angelina var
eitt heimagjørt forlag og um-
støðurnar at taka upp vóru
ikki sum nú
Soleiðis hugleiðir Annika
á fløguhåsanum um, tå ið
fløgan varð spæld inn á
sinni: „Nú eru tað skjótt
nógv ár síðani, at henda
barnaplátan varð spæld inn
fyrstu ferð. Tað var á einum
kamari í Skotlandi við ein-
um 4-spors bandupptakara
Í rúminum stóð ein gamal
broderaður skermur í nógv-
um litum. Ein av teimum
sum konur í cowboy-film
um altíð skulu í bað aftan
fyri, og sum tær blaka øll
klæðini uppá, meðan tær
liggja í karinum. Okkara
skermur var í trimum port
um, og vit settu hann mitt út
á gólv, brettu síðirnar inn
mót hvørji aðrari, soleiðis
at eitt lítið rúm kom burtur
úr, og so løgdu vit eina dýnu
omanå sum tak. Har var nak
að myrkt, so við einum
bandstubba og einari sikk
urheitsnál hongdu vit eina
súklulykt uppá skermin
Mikrofonin varð sett inn, og
nú var klárt at taka upp“
Sum tað ljóðar vóru um-
støðurnar ikki tær bestu og
als ikki til at samanbera við,
hvussu tað verður gjørt í dag.
Kortini var plátan á einum
høgum stigi fyri sína tid við
enska framleiðaranum
George Miller aftanfyri og
við samstarvinum hjá
Anniku við tann kenda
skotska fólkasangaran lan
McCalman. Hon var ein
tann fyrsta føroyska barna-
plátan, ið kom út, og hon er
síðani blivin ein klassiskari
á sínum øki. 20 sangir eru á
fløguni, H. A. Djurhuus hev
ur yrkt 10 teirra, Simun a
Skarði ein, Louis Zacha
lasen ein, Fritz Sjøstrøm €
sum Gunnar Ho
}
nevur yrkt triggjar ul ensk
og skotsk løg
Langt hevur verid imi
um, at plåtur el
føroyskum barnasangum eru
komin út. Utvarp Føroya
hevur givið tvær fløgur út
við kendum barnasangum
sum hava fingið nýggjan
ham, og Tutl hevur endur-
útgrvið fýra fløgur í seinast-
uni. Tann fimta kemur i
hesum månadinum, hon er
vid Paula Hansen og eitur
Eplapetur
Tutl gevur barnaplåtuna
hjá Anniku út sum fløgu, og
hon er nú at fáa í handlu-
num.