Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lis Helgadóttir, tógvformgev!: Nr. 86 — 9. MAI 1998 Birtir nytt lív í gamla føroyska binditradisjón — Tann føroyska binditradisjónin má ikki hvørva, men við at kunna halda hana við líka og birta nýtt lív í hana eru vit noydd at hyggja at rákunum aðra staðni. Tað er mítt stóra hjartamál, sigur Lis Helgadóttir, t6gvformgevi, sum hevur ætlanir um egið virki Helgadóttir í Havn hev- havt stóran áhuga nda. Fyri tveimum varð hon liðug 1 tekur Greym oG ra sin ul verulerka, at fara und- sjónsbundnar, eiga at hava nøkur útbúgvin fólk. Eg havi stóra virðing fyn øllum tí, sum verður gjørt, men vit hava brúkt fyri eini víðari Tí eiga fólk at fara út í heimin at útbúgva seg, annars verður tað ov snævurt næ Hvussu kanst tú brúka nul í Føroyum, men mentir um føroyskan tekstil Í hverji "Inastu uppgåvu eg gjørd: á skúlanum, var mál- 3 ka i føroyskum tekstili. Eg rendi meg ferð at næstan einki skrivað finst á økinum. Men at gran eiga ein dýrdrip, sum »Føroysk bind mynstrunum. Mær dámar væl at arbeiða við yvirflat um og bygnaði í yvirflatum Tað gevur stórri úttrykk tekstilinum. Eg er! í holt við at gera mær eina atlas burtur úr føroysku mynstrur Eg broyti tey ikki bindingarháttin s trykkja meir! - Føroyskt tógv bruk ag ørovski hin mynstrini. Eg arbeiði tilvit- ad vid ymiskum tjygdum Tá verður tað ikki so »pent« og »snøgt«. Ting nýtast ikki at vera so >pen<, heldur eksperimenterandi og provokerandi. Mær dámar væl at brúka ranguna. Ég brúki fínt tógv og grovt tógv, so tað sær brúkt út. Og tað skal tað — Vit eru í eini økolog- iskari aldu. Hví skulu vit brúka litað tógv? Føroysku litirnir eru rættiliga góðir at brúka. Vit hava so nógvar litir í dag, at tá ið eg hyggi at føroyskum troyggjum, eru tær farnar at líkjast teim norsku. Tað er nógv stutt- ligari at brúka føroysku mynstrini og leggja nakrar aðrar teknikkir inn í tey og so brúka natúrlitirnar Ferðafólk, sum koma til Føroya, keypa ikki litaðar troyggjur. Tey hugsa um upprunan og náttúruna, tí tað er tað sum tey seta í samband við Føroyar Føroyski samieikin I kanningini hjå Jette Forch- hammer av fritidarvanunum føroyskum børnum eftir urp kom til Føroya } kom út fyri jól, verður før ysk børn blanda útlendska. Tey fylgja væl við mótanum og rákum aðra staðni, men halda kortini fast við føroyska samleikan við at blanda føroysk pløgg, til dømis myrkamorreyðar troyggjur, skjal ella hosur upp í útlendska mótan. — Tað er ógvuliga áhuga- vert og eindømi, at so er. Og tí áttu vit at brúkt tað meiri. Eg havi gjørt nógvar ljósamorreyðar troyggjur til ungar menn í síðstuni og tað er júst tekin um tað sama, sigur Lis Helgadóttir. Hvussu langt kann man fara við tí tradisjónella, áðrenn tað fer fyri bakka og verður til nakað spildur- nýtt? — Síðstu Olavsøku helt eg, at fólk fóru ov vítt í at finna uppá okkurt nýtt til føroyskan tjóðbúnan. Og tað vóru fleiri við mær, sum hildu tað. Tað flimradi í øllum alskyns litum. Eg sá nógvar ógvuliga vakrar búnar, sum vóru væl gjøgn- umhugsaðir — víðvíkjandi litavali. Men fleiri ferðir hugsaði eg, at tað var synd fyri búnan. Vit kunnu ikki broyta formin á tjóðbúnan um, tí hann liggur fastur, men litirnar kanst tú og tað er har fólk fara ov vítt, og kal tað halda fram á tann hátt, veit eg ikki, hvar vit enda. Eg havi sæð búnar við føroysku natúrlitunum, teir eru ógvuliga vakrir og meiri i tråd við tað føroyska. Men eg dugi ikki at siga, hvar markið er. Ullin gloymd — Vit hava eitt tilfeingi og tað er fiskurin. Men vit hava sanniliga eitt annað, sum vit næstan hava gloymt. Mær vitandi ganga 77.000 seyðir í Føroyum. Hvussu nógva ull geva teir um árið, sum kann gerast til tógv? Vit áttu at kannað, hvussu nógv tógv vit kunnu fáa burturúr føroysku ullini. Tað sam- fingna føroyska tógvið kann ikki brúkast. Marknaðurin er fullur av góðum tógvi í dag, tú fært ikki fólk til at ganga í pløggum, sum eru bundin við hvgssum tógvi sum tað føroyska. Grundin til, at føroyska tógvið er so hvast er broddurin. Fyrr í tíðini sótu fólk og nappaðu tógv, men tað kunnu vit ikki í dag. Ég eri vís í, at ein tekstilverkfrødingur og ein maskinverkfrødingur kundu útvíklað eima maskinu, sum nappaði tógv. Tað næsta stigið kann vera, at vit seta tvey fólk við viðkomandi útbúgving at granska í, um tað ber til at gera tað før- oyska tógvið nóg gott. Eg dugi ikki at skilja at man ikki kann, tí í dag ber alt til. — Mær vitandi er tað føroyska tógvið blandað við Falklandsull. Og tað er spell. Sum er brúki eg tað »føroyska«, men eg vil ar- beiða fram ímóti, at vit kunnu virka ta føroysku ull- ina, so vit fáa gott tógv, sig- ur Lis Helgadóttir. Nýtt lív Við hvørt verður føroyska ullin tikin fram í ljósið og kjakið, minst verður aftur á dagar, tá ið Føroya ull var Føroya gull, men so hendir ikki stórvegis meir. — Vit eru noydd at byrja við byrjanini og tað er við tilfarinum. Tað man vera, at tógv kann brúkast til dýnur og tað samfingna kann brúkast til at veva teppir. Men sum er kann tað ikki brúkast til troyggjur. Hvat við at royna at kanna, um nakað kann gerast?, spyr Lis Helgadóttir. Fyri nøkrum árum síðani varð nýtt lív birt í føroyska binding og tógv. Hugskots- kappingar vórðu gjørdar, bindibøkur givnar út, og fólk fóru at brúka tað fø 8 - Oyska togvio fram um tað Lis Helgadóttir við bindimaskinuni Mynd: Jens Kr. Vang útlendska. Íblásturin kom ikki úr føroyskari tradisjón, men heldur uttanifrá. — Hyggur tú í nýggjastu føroysku bindibøkurnar eru tað ikki føroyskar bindi- tradisjónir, tú sært. Vit eru í eini posttradisjónellari tíð Tradisjónirnar eru farnar og fólk eru rótleys. — Tað eru nøkur fólk úti í verðini, sum hava verið ógvuliga góð fyri binding sum heild, ul dømis kan- adiumaðurin Kaffe Facett og danska Marianne Ísager. Facett er listafólk og byrjaði at fáa áhuga fyri strípum fyri nógvum árum síðani og síðani hevur hann útviklað seg. Hann hevur æruna av, at binding í nýggjari tíð hevur fingið eina renne- sansu. Marianne Ísager hev- ur eisini gjørt eitt stórt ar- beiði innan fyri binding, men tað er eitt sindur spell, at tað næstan bara er tað, tú sært í Føroyum í dag. Tann føroyska binditradisjónin má ikki hvørva, men við at kunna halda hana við líka eru vit noydd at hyggja at rákunum aðra staðni, broyta snið og gera nýggjar upp- skriftir, men grundleggjandi brúka tey føroysku mynstr- ini. Tað er mítt stóra hjarta- mál. Tvær ætlanir Lis Helgadóttir arbeiðir við tveimum verkætlanum í løt- uni, sum eru rættiliga ym- iskar. Tann fyrra er tað før- oyska, har hon arbeiðir við føroyskum tógvi og mynstri, og roynir at fáa ný- hugsan inn í, bæði viðvíkj- andi yvirflatum og formum. Tann seinna er at binda og tøva, har hon bæði brúkar føroyskt og útlendskt tógv. Alt verður tøvt. — Í tøvingini eri eg nógv upptikin av yvirflatum og formgeving. Eg spenni vida, men tad eri eg noydd til um eg skal í gongd vid nakað í Føroyum. Mær dámar væl at hava eitt stórt rásarúm. Alt er innan bind- ing, men tey úttrykkja ym- iskt. Veturin og summarið, sigur Lis. Tað føroyska er mitt