leygardagur 9. mai 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 9. MAI 1998
Soslalurfn
Skal eg liva av at binda,
má eg hugsa breitt. Tað vil
siga í draktum, møtlum til
føroysk klæðir, feminin,
løtt og fín klæði. Binding
hevur sinar avmarkingar,
men nyggi håtturin eg
arbeidi vid innan tøving,
letur upp fyri óðrum
móguleikum, sigur Lis
Helgadóttir
Mynd: Jens Kr. Vang
hjartamál. Rákini uttanifrá
kunnu vit brúka sum íblást-
ur, td. úr bløðum har tey
vísa mótan eitt ár fram í tíð-
ina. Vit kunnu ikki avbyrgja
okkum. Vit hava okkara
tradisjónir, men kunnu væl
byggja víðari og gera tær
meiri spennandi. Tað sum
eg geri skal svara til tíðar-
andan. Tað nyttar einki, at
ein bindibók kemur út so
sjáldan, tí tað má alla tíðina
verða dagført. Broytir tú
ikki tað gamla, dettur tað
niður fyri.
— Málið hjá mær er ikki
at bjarga Føroyum undan,
at tradisjónir detta niðurfyri.
Hetta er fyrst og fremst mín
áhugi, men mítt ynski er at
kunna fara í gongd við at
arbeiða við ti føroyska uppá
ein spennandi máta, og
sjálvandi kunna liva av tí.
— Eg havi sett eitt hálvt ár
til at finna út av, hvussu eg
fari víðari. Tað er so týdn-
ingarmikið at hava tíð til
skapanartilgongdina. Mítt
mál er egið virki. Í fyrsta
umfari ímyndi eg mær eini
høli í bynum, har eg kann
hava verkstað og utsøla.
— Skal eg liva av at binda,
må eg hugsa breitt. Eg hugsi
ikki um troyggjur, men
draktir, møtlar til føroysk
klædir, feminin, løtt og fin
klæði. Binding hevur sínar
avmarkingar, tí bundin
pløgg setir man í samband
við heit klæðir. Men nýggi
hátturin eg arbeiði við innan
tøving, letur upp fyri gðrum
møguleikum.
— Eg havi gjørt fleiri møtl-
ar til føroyska kvinnubúnan
burtur år myrkamorreydum
tógvi, sum eg so havi tøvt.
Møttilin vit síggja i dag,
tann svarti vid reydum silki
er als ikki føroyskur, men
kemur haldi eg úr Íslandi
og er lutfalsliga nýggjur.
Hann sær eisini alt ov finur
út til fóroyska kvinnubúnan.
Mín útgáva av møtlinum er
formgivin eftir tí vanliga,
men er burtur úr førøyskum
tilfari. Hann er heitur og
riggar ógvuliga væl.
— Skipstroyggjan er trad-
isjønell, men er vid at
hvørva. Hon verður tíkin
fram, tå ið fjøllini verða
gingin, menn fara til útróðr-
ar ella i bjørgini. Eg hugsi
nógv um, hvussu vit kunnu
fáa skipstroyggjuna fram
aftur, so øll fara at ganga í
henni. Tógvið er føroyskt,
6vidgjørt, gott og tekur
nógv vatn i seg. Tað er so
líka til, at vit framleiða heit-
ar troyggjur. Men tað skal
vera gott at vera í, tí fólk
fara ikki í nakað, tey ikki
kenna seg væl í
Ferðavinnan vil hava
troyggjur, sum eru í natúr-
litum, og tað undrar meg
ikki. Natúrlitir er tað ferða-
vinnan setir í samband við
Føroyar, upprunan, náttúr-
una. Og tað er í samsvari
við tað eg hugsi. Myrka-
morreytt og ljósamorreytt
sært tú ikki alla staðni í
verðini. Mær er sagt, at
ferðafólk eru skuffað yvir
allar norsku troyggjurnar,
sum eru at
Føroyum
føroyska?
Er neyðugt við stuðli at
seta eitt virki á stovn sum
títt?
- Eg havi tann hugburðin
at eg vil føla meg frían. Ti
kann eg ikki arbeiða undir
umstødum og kørmum, sum
onnur hava lagt mær. Fekk
eg stuðul skuldi eg lokið
nøkur krøv og gjørt eitt stórt
pappírsarbeiði.Nakað ann
að er, at føroyska ullavinnan
kundi verið betri stuðlað
soleiðis at hon mentist og tí
kundi verið betri gagnnýtt
— Tórshavn sum býur átti at
skapt karmar fyri, at eg og
nógv við mær, sum arbeiða
við handverki, fingu eini
hóli og ein verkstað. Ein
byur kann ikki vera eitt slíkt
umhvørvi fyri uttan
— Sambært valsendingini
í SvF næstseinasta sunnu-
kveld er mentan og list í før-
oyskum eygum skúli
kirkja, tónleikur og ítrótt. Í
poliuska orðaskiftinum
I
sakni eg langtíðarætlanir, nú
síggja í
Hvar er tað
Vit tosa so nógv um, at
vinnan skal fí kkara
frælsi — og tá hugsi eg ikl
um fisk. Eg havi on
flokk h« yrt sagt, at
næstu 10 árini satsa soleiðis
fólk ígongd við egið virki
Slíkar ætlanir verða gjørd
aðra staðni fyri at fáa fólk
út úr almannaverkinum og
úr arbeiðsloysi. Sum er, er
tað ógvuliga tungt «
ið at byrja í egnum virki í
Føroyum Politikararnir
kundu byrja við at arbeitt
fyri at veitt smáhandverki
og listahandverki lagalig
lån og givið teimum betri
umstødur at virka undir sum
heild, sigur Lis Helgadóttir
at enda
g stræv
Kvinnulandsløg í Lítluvík
Millum teir 26 málningarnar, ið Hallveig Hansen sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík, eru fleiri croquie-myndir
TURIÐ KJØLBRO
Fuglafjørdur eigur nógv
listafólk. Og í familjuni hjá
30 ára gomlu Hallveig Han-
sen, sum leygardagin letur
upp framsýning í Smiðjuni
í Lítluvík, eru fleiri við fjøl-
broyttum listagávum.
Við á framsýningini eru
26 málningar, acrylmáln-
ingar av føroyskari náttúru,
havnarmyndir, bygda-
myndir og croquie-myndir.
Croquie-myndir eru
kvinnumyndir.
— Á framsýningunum,
sum eg fyrr havi havt í Før-
oyum, havi eg havt croquie-
myndir við. Men myndir av
naknum konufólki eru ikki
so vanligar at síggja í Før-
oyum, so eg veit ikki,
hvussu føroyingar fara at
taka ímóti teimum. Í grund-
ini hava málarar altíð mál-
að nakin konufólk. Leitar
tú í eini listabók eftir eldri
listaverkum, er hópin av
verkum við naknum konu-
fólki og kvinnukroppum.
Men sum list eru croquie-
myndir sjáldsamari í dag,
eisini aðra staðni, sigur
Hallveig Hansen, sum hev-
ur 8-9 slíkar við á fram-
sýningini hesaferð.
Longsul
Meginparturin av verku-
num eru landslagsmyndir
og øll verkini á framsyn-
ingini eru málað niðri.
— Eg havi ikki verið
heima í Føroyum í tvey ár.
Mær fór at leingjast so illa
og tí fór eg undir at mála
landsløg í Føroyum. Føroy-
ingar halda øgiliga fast í
landslagsmyndir, aðra
staðni eru listafólk farin
yvir til at gera listakonsept,
tey fáa eitt hugskot av ein-
um og hvørjum slag, sum
tey so skapa burtur úr. Tað
kann gerast til alt møguligt,
til dømis video og annað,
sigur Hallveig Hansen.
— Eg útvikli meg alla tíð-
ina, tf ber ikki til at siga, at
fólk frammanundan vita,
hvussu framsýningin verð-
ur, sigur Hallveig Hansen.
Hallveig, sum seinnu ár-
ini hevur búð I Århus, hev-
ur áður havt framsýningar
í Lítluvík. Saman við 8 gðr-
um kvinnum hevur hon
atelier í Arhus. Hon er út-
búgvin pedagogur og ar-
beiðir á einum frítíðarheimi
fyri 6 til 14 ára gomul. Frá
1987 til 1988 gekk hon á
listaskúla í Randers og nú
hevur hon ætlanir um at út-
búgva seg sum verkstaðs-
lærara.
- Tað hevur altíð verið
mín dreymur at arbeitt við
vaksnum fólki. Men fyri at
undirvísa fyri vaksnum má
eg taka eina eykaútbúgving,
sum eitur voksen pedagog-
ikum, sigur Hallveig Han-
sen.
Listaframsýningin í
Smiðjuni í Lítluvík letur
upp leygardagin 9. maí og
er opin til mikudagin 13.
mai, hvønn dag frá kl. 14.00
til 20.00. Listaverkini å
hennara seinastu syning i
Føroyum vórðu seld eftir
fýra tímum, so tað ræður
um at skunda sær
Hallveig Hansen er
nógv upptikin av at
mála kvinnur, sun
liggja í náttúruni