leygardagur 9. mai 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 9. MAI 1998
Tvey kvøld og tað var fast
teirra millum
— Vit lovaðu hverjum øðrum trúskap restina av lívinum, sjålvt um vit bara høvdu sæst í tvey kvøld.
Og tað gekk meir enn eitt ár, áðrenn vit sóust aftur. Men tað helt kortini, sigur funningsmaðurin,
Martin Juul, sum í 1953 flutti til Noregs við allari familiuni
St på
g BDØKuUrnar
er € r KV ar g nr
Uu e n nkur før
SK KØK nur er tað
ndin av flaggdags
Vaglinum, sum
i€ funn
ik hevur Martin longu
ein høgan aldur. Hann
er IrisKur seg væl
Alt tad dagliga i håsinum
jån men fær
alp fra eimi dottir at Gust-
einasta sum
kann síggjast á aldrinum er
at hann gongur eitt sindur
oyrnin er byrjað at fara
Minnið er gott sum hjá fá-
um
Tað merkist týðiliga, at
Martin er glaður fyri at tos-
ger hann sjálvur
+
sugva Tað
Onkur hevur spurt meg
um eg ikki havi gloymt før
yyskt, men eg svari teimum
at tað geri eg ongantíð, sigur
Martin
Málið er reint g flótandi
Tó hoyrist tað, at persónurin
hevur búð uttanlands í nógv
ár, og viðhvert fer hann yvir
í norskt -
tað
uttan at hugsa um
»Jul« gjørdist >Juul<
Martin er uppvaksin i An-
drasstovu i Funningi. Påpin
Heindrik, var ættaður úr
Funningi, meðan mamman
Birita, kom úr Svínáum
— Í grundini kom eg at
læra nógv meir um familj-
una, tá ið eg var heima í
Føroyum síðsta summar. Eg
vitjaði eitt systkjunnabarn,
sum hevði gingið til ættar-
gransking. Frá henni fekk
eg at vita um fleiri av mín-
um ættarfedrum heilt aftur
í 1700-talid
Martin er spentur at siga
frá. Hann fer inn í kamarið
og eftir lítlari løtu hevur
hann funnið fram pappírini
Eg fái at hoyra søguna hjá
onkrum av ættarfedrunum
Eftirnavnið hevur eisini
sína ségu. Thomsen er ann-
ars tað gamla eftirnavnið,
og tað eru fleiri, sum bera
hetta eftirnavnið í familiuni
- serliga í Havn. Men so var
tað ein av mínum ættar-
fedrunum sum vildi hava
»Jul« inn. Hetta góðtók
presturin ikki. Hetta líktist
ov nógv orðinum fyri ti
stóru kristnu hátíðina, og
hann segði, at tað mátti
skrivast ødrvisi. Kanska við
at seta bókstavin >h< inn so
tað bleiv til »Juhl«. Hetta
gjørdist ikki loysnin, men
ístaðin var trupulleikin
loystur við at seta inn eitt
>u< afturat, og bleiv tað har-
við Juul. Thomsen-navnið
er síðani gliðið út.
Undirvísti
sum 12 ára gamal
Martin gekk sjey ár í skúla
Fyrsta árið var Hans Olav
Hansen úr Havn lærari,
meðan hini seks árini und-
irvísti Eliesar Reinberg
Lærarin var annars eina
viku í Funningi og eina í
Gjógv uppá skift
Sjálvur sigur Martin, at
hann lærdi væl í skúlanum,
og at hann mundi vera mill-
um teir dugnaligastu næm-
ingunum. Hetta mundi
Reinberg eisini hava lagt til
merkis, tí einaferð hann ikki
kundi koma í skúla, hevði
hann sagt, at Martin skuldi
taka undirvísingina tann
dagin. Martin var tá 12 ára
gamal
Hús fyri 6.600 krónur
Sum teir flestu dreingirnir
tá á døgum, fór Martin til
skips eftir skúlan. Hann
sigldi eitt ár við Skúgva-
num. Seinni gjørdist hann
messudrongur við gamla
Smyrli, sum sigldi millum
oyggjarnar. Lønin var 30
krónur um mánaðin, sigur
Martin og smílist. Ein króna
um dagin. Ja, hugsa tær.
Ein av mansskapinum á
Smyrli skaffaði Martini
pláss á skipskokkaskúla í
Keypmannahavn, og har
var hann eitt ár. Komin
heimaftur fekk hann kjans
við fuglfjarðasluppini Ce-
menta, har hann mynstraði
sum kokkur í tvey ár
Eg gjørdist illa sjúkur
hesa tíðina. Tað var nakað
við blintarminum, og eg
legðist uppá land. Eg royndi
meg í fiskaarbeiði í Gøtu,
og eisini við matvøruhandli
í Funningi
Matvøruhandilin í Funn-
ingi hevði Martin tó bará í
eitt ár. Hann kom til Havnar,
og her hitti hann Miu, sum
seinni gjørdist kona hans-
ara
Vit vóru javngomul. Mia
var bara eina viku yngri enn
eg. Vit giftust í 1931, og tá
var eg 23 ára gamal. Eg
minnist, at húsini eg bygdi
í Trondargøtu kostaðu 6.600
krónur, sigur Martin og lær.
I Frelsunarherinum
Martin hevði tó verið í
Havn áður, og tá hevði hann
verið við til okkurt ung-
démsmøti hjá Frelsunar-
herinum, sum júst tá vóru
komin til Føroyar. Møtini
vórðu hildin í hølinum hjá
Losjuni.
Eftir eitt meti spurdi ein
av offiserinum meg, um eg
var frelstur. Eg segði, at tað
visti eg ikki. Vit tosaðu og
bóðu saman. Tá eg fekk
spurningin, hvgnn doyði
Jesus fyri, segði eg, at tað
var fyri syndarar. Tá gekk
tað knappliga upp fyri mær,
at tað vil siga: Fyri meg.
Hann heyð: býtt um pláss
vid meg. Tá ið hetta gjørdist
klárt fyri mær, kundi eg
takka Gudi fyri frelsuna.
Hetta var tann 8. desem-
ber 1924. Eg var tá 16 ára
gamal, og frá tí degi havi
eg roknað meg sum ein per-
sónliga kristnan.
Martin gjørdis soldátur í
Frelsunarherinum — ein sera
virkin soldátur. Í samfull 25
ár hevði hann ábyrgd fyri
— Tá id eg onkutíð merkti
at eg var troyttur, legði eg
meg á ein mjølsekk á
gólvinum. Eg sovnaði
beinavegin, men vaknaði
eisini aftur eftir tíggju
minuttum, um eg skuldi
taka breyðini úr ovninum
tá. Tað var als ikki neyð
ugt at hava nakran vekj-
ara, sigur Martin Juul
sum hevur arbeitt sum
bakari, heilt til hann var
78 ára gamal
sunnudagsskúlaarbeiðinum,
og var hann eisini høvuds-
maður aftanfyri ungdóms-
arbeiðið Frelsunarhersins í
mong ár.
Einsamallur
við fimm bernum
Hjúnalagið við Miu gjørdist
ikki langt. Ikki meir enn 11
ár. Tá ið konan hevði føtt
honum tað fimta barnið í
1942, fekk hon blóðstúrung
og bl6dtøpp og doyði
- Hetta var ein dyggur
smeitur bæði hjá mær og hjá
børnunum. Elsta barnið var
10 ár, meðan tað yngsta ikki
var meir enn tríggjar vikur
Eg havi gingið gjøgnum
nógv í lívinum. M.a. misti
eg mammu mína, tá ið eg
bara var 12 ár, so eg kenni
nakað til støðuna, børnini
vóru í.
— Men eg må kortini siga,
at Gud hevur verið góður
við meg. Hann hevur leitt
meg eisini í teimum truplu
tíðunum.
Martin kendi nógvar
hjálpandi hendur uttanum
seg hesa tíðina. Tvey av
børnunum hevði Martin hjá
sær, meðan hini trý tóku
onnur sær av. Ein systir og
ein bróðir Martins tóku sær
av hvør sínum barni, og ein
granni tók eitt triðja. Martin
fekk sær eisini eina tænastu-
gentu í húsið at hjálpa við
húsarhaldinum.
Handilsferð
endaði í Egersund
Martin heyði lært til bakara
og arbeitt í fleiri ár hjá Frans
Restorff. Men kríggið
gjørdi, at ikki var nógv at
vinna í hesum yrkinum
Meir var at fáa við at selja
til bresku hermenninar.
Martin byrjaði tí at selja
ymiskt á kajuni, og seinni
fekk hann sær eisini handil
á Aarvegnum, har hann m.a.
seldi klæðir og kosmetikk.
Martin hevdi mest havt
samband við handilsmenn í
Onglandi, men tá ið kríggið
endaði í 1945, vildi hann fáa
handilssamband við Dan-