týsdagur 12. mai 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Nr. 87 — 12. MAI 1998
Tað eru lotur í lívinum tå ið ein
verður yvirtikin av serligari gleði
— Men eitt er
kenslur, gleði,
vónir. Eitt annað
er veruleiki. Og
føroyskur poli-
tikkur hevur lært
meg, at hann er
gjógnumsúrgaður
av klandri, svart-
skygni, øvund-
sjúku og mótvilja
ímóti øllum fram-
burði. Hvør vinn-
ur so hesuferð?
AK! BERTHO
DSEN
Nú e s fy stav Og
N ) | SI ur pa
Fa øet i stand
5 g K evo ØK
S skt i
" r
>. r
støðugar Førovar
dylir
føroyskum politikki d'
ikk! fyri, at hetta eru kenslu
bornar dagar !yri seg
Tað finnast letur
ð ein verður yvir
í Hvin
um, tå KK
tikin av eini serligari gleði
- Eina slíka løtu upplivdi
eg leygardagin 9. mai,
1998, umleið klokkan 12,
táið Útvarpið hevði eina
stutta samrødu við Anfinn
Kallsberg, eftir at hann var
komin út frá Løgtingsfor-
manninum og har hann
greiddi frá tí partinum í
samgonguskjalinum sum er
um ríkisrættarligu viður-
skiftini, sigur Jógvan Sund-
stein
— Anfinn Kallsberg
greiddi frå, at nyggja sam-
gongan staðfestir, at Før
oyar eru ein tjóð, og Fer-
»yar eitt land og at uppskot
verður lagt fyri Løgtingid
longur í ár, sum skal fremja
hetta fullveldi í verki
— Fyri mær var iad, sum
um øll mini politisku ynski,
frá ti eg var óviti undir
krignum, til í dag, gingu út
henda vælsignaða góðveð-
urs - leygardagin
Hann sigur, at samgongu
skjalið er fult í samsvari við
ynski veljarans, tí fingu hes
ir flokkarnir ta undirtøku,
teir fingu.
Hann sigur eisini, at hev-
ur týðiliga merkt á fólki, at
tey eru glað um tað, sum er
hent og at tað hevur breitt
seg eitt bjartskygni ímillum
fólk sum sjálvdan fyrr
Nýggja samgonguskjalid er hvørki borgarligt ella søsialistiskt, sigur fyrrverandi topp-
politikarin, Jógvan Sundstein,
Eitt eru kenslur, eitt
annað er veruleiki
Jógvan Sundstein sigur, at
hóast hetta kann ljóða báði
sjálvsagt og hátíðarligt alt í
einum, eru hetta týdningar-
mestu og mest grundlegg
andi orðini í tí nýggja sam-
gonguskjalinum
Útfrá hesum skal restin
av arbeiðnum gerast, sum
skal skapa teir praktisku
karmarnar um einar sjálv-
støðugar Føroyar
Men so leggur hann aft-
urat fyri líkasum at sláa kalt
vatn í blóðið aftur
Tí hann sigur, at eitt eru
kenslur, vónir og gleði
Eitt annað er veruleiki
Og hvussu er so veruleik-
in?
— Føroyskur politikkur
hevur lært meg, at hann er
gjøgnumsúrgaður av
klandri, svartskygni, øvund-
sjúku og mótvilja ímóti øll-
um framburði
- Og spurningurin er
Hvat av hesum vinnur hes-
uferð? Verður tað tann ljósa
og vónríka orðingin í |
punku í samgonguskjalin-
um, ella verður tað tann
vanliga, føroyska undirluta-
kenslan og tad vanliga mått-
loysi?
Má ikki blíva ein um-
Jógvan Sundstein sigur, at
hann loyvir sær tó at vænta,
at tað hesuferð fer at eydn-
ast einum stórum meiriluta
av Løgtinginum at gera ar
beiði, sum skal til fyri at
leggja til rættis eitt føroyskt
fullveldi við ávísum sátt-
mála við danir og einari før-
oyskari grundlóg
Og hann væntar eisini, at
tað fer at eydnast at gera
hetta arbeiði bæði skjótt og
væl, og at tað verður so
sannførandi, at stórur partur
av fólkinum tekur undir við
tí á fólkaatkvgðuni
Men hann ávarar eisini og
sigur, at tað má ansast væl
eftir, at folkaatkvødan ikki
veðrur brúkt sum umbering
hjá politikarum og eitt alibi
fyri at sleppa undan ábyrgd
— Arbeiðið má gerast við
fullari, politiskari ábyrgd og
verða so dygdargott og full-
figgjad at føroyska fólkið
veruliga sær og skilir, at
hetta framtidarloysnin fyri
Føroyar
— Tað må ikki blíva so-
leiðis, at politikarar forsøma
at gera sítt arbeiði undir pá-
skoti av, at fólkið sleppur
at velja. Politikarar mugu
veruliga gera hetta til síni
hjartaamál og arbeiða hart
fyri teimum.
— Tí vit eiga at gea okkum
greitt, at tekur folkaatkvød-
an ikki undir við hesum,
missa vit alt á gólvið og vit
eru í sama stað, sum har vit
byrjaðu
Vit fáa heilt aðrar
meguleikar
Jógvan Sundstein sigur, at
tað eru fyrst og fremt ætl-
aninar at broyta ríkisrætt-
arligu stóðu okkara, sum
sameinir hesa samgonguna
Og hann sær fyri sær, at
arbeiðið hjá Landsstýrinum
og Løginginum verður skip-
að soleiðis, at:
1) I 1998 verður føroysk-
ur heimarættur staðfestur
2) I 1998 verða samráð-
ingar ímillum Føroyar og
Danmark, sum hava við
sær, at Føroya Løgting stað-
festir, at Føroyar eru sjålv-
stødugt land og at danska
Fólkatingið samtykkir tað
sama
3) Síðani verður, eisini í
1998, sáttmáli gjørdur imill-
um Føroyar og Danmark
um ávís mål, sum samstarv-
ast skal um, herundir felags
kongshús og gjaldoyra.
4) Táið alt hetta er liðugt
og avgreitt, og samtykt av
Løgtinginum, verður skip-
anin send til fólkaatkvgðu
til góðkenningar.
5) I 1998 fer ein grund-
lógarneynd til arbeiðis og
hevur í 1999 eitt liðugt lóg-
aruppskot, sum Legtingið
síðani samtykkir.
Samtyktað grundlógin
verður síðani send til fólka-
atkvødu til góðkenningar
Við báðar folkaatkvødurnar
verður vanligur meiriluti
galdandi.
Jógvan Sundstein sigur, at
hann síðani skilir samgong-
uskjalið soleiðis, at farið
verður undir at skipa øll
målsøki undir føroyskt lóg-
gávu- og umsitingarvald.
- Táið målsøki sum Skip-
asýnið, Realkredittstovnur-
in, Tjóðbankin og Fíggjar-
eftirliuð verða nevnd fyri
seg í samgonguavtaluni,
skilji eg tað sum um hesi
skulu fáast uppá pláss bein-
anvegin, tvs. áðrenn sjálv
sjálvstýrisavtalan er liðug.
— Búskaparliga verður
gjørt upp ímillum bæði
londini samstundis sum
sjálvstýrislógin og samrík-
isavtalan verður gjørd.
Jógvan Sundstein sigur, at
tá ið Føroyar eru blivnar
sjålvstødugt land, verður
eisini heilt ødrvisi grund-
arlag fyri at skipa viður-
skiftini við onnur lond.
— Sannlíkt er, at vit fara
at fáa eina meiri skipada
avtalu við ES, t.d. eina EØS
líknandi avtalu. Avtalur
kunnu eisini gerast báði við
ES og við onnur lond um
t.d. útbúgvingar-heilsu- og
arbeiðsmarknaðarsamstarn
— Handilsliga verða vit
nógv meiri óheft av Dan
mark og fáa harvið nógv
fríari ræsur viðvíkjandi inn-
flutninginum
Yvirhøvur fáa vit eina
heilt aðra stóðu í altjóða
høpi og kunnu flyta okkum
burtur frá tí „heimfeðisliga“
við altíð at gera sum danir
Betri Kredittvirði
Jógvan Sundstein ivast ikki
í, at nýggja, ríkisrættarliga
stødan fer at gera, at Kre-
dittvirði hjá Føroyum verð-
ur betri, enn tað hevur verið
— Tí tå koma vit at hava
ábyrgdina sjálvir. Lagt
verður upp til, at vit skulu
hgava sama gjaldoyra sum
danir
— Danir koma í veruleik-
anum at hava sama gjald-
oyra sum Euro'in.
— Tvs, at vit binda okkum
til at føra ein búskaparpoli-
tikk, sum hevur við sær, at
krónan heldur til at verða
krøkt uppí hin gjaldoyruni.
Slopnir væl frá tí
Jógvan Sundstein sigur, at
hann fer ikki at gera so nógv
ar viðmerkingar til aðrar
partar í samgonguskjalin-
um, tí sum sagt eru tað tey
rikisrættarligu vidurskiftini,
sum eru tann berandi kraftin
í tí.
— Men eg haldi, at flokk-
arnir eru slopnir væl frá
hesum eisini.
— Hetta er ein ógvuliga
avvigaður politikkur, sum
allir flokkar kunnu taka
undir við, hvørki borgar-
ligur ella sosialistiskur.
— Eg taki fyrst og fremst
skjalid sum at nyggja sam-
gongan hevur nidurpriori-
tera búskaparliga og vinnu-
liga partin til frama fyri rik-
isrættarligu = viðurskiftini,
men at hon kortini vil halda
fast um eitt åvist stødi, m.a.
í heilsuverkinum á sosiala
økinum og á iløguøkinum,
— Somuleidis er tað eisini
sera positivt, at samgongu-
flokkarnir ikki eru farnir í
smálutir, tí vit vita, at ein
nógv útgreinað politisk av-
tala hevur nógvar veikleik-
ar.
— Tey ymsu økini eru har-
til vidgjørd á ein slíkan hátt,
at tað ber væl til hjá øllum
flokkum at nýta hetta sum
eitt arbeiðsgrundarlag.
— Men, leggur hann aftur-
at:
— Ongin avtala er betri
enn tann vilji, sum er aftan-
fyri hana til at samstarva og
til at gera tað praktiska ar-
beiði.
Hinvegin er tað ein 6-
lukka fyri eina samgongu at
útgreina samgonguskjalið
ov nógv, if tað forðar fyri ti
politiska arbeiðnum. Tað
verður brúkt sum ein stavur
at sláa samgongufelagar í
høvdid við, hverja ferð okk
urt stingur seg upp
Standi nú stinn
Táið vit spyrja Jógvan
Sundstein um samgongan
skuldi verið breiðari, er
hann heldur ivingarsamur
Tað er skeivt at gera
eina landsstýrissamgongu
so breiða, at alt løgtingiå í
grundini verður flut út í
Tinganes
— Men júst ti, at nakrir
flokkar eru í samgongu, og
aðrir í andstødu, er tað
neyðugt, at samarbeiðið í
tinginum verður veruligt og
ikki bert verður ein tåta.
— Tí var tað gott at hoyra
formann Javnaðarfloksins
geva sína tilsøgn um sam
starv um tann partin í sam-
gonguskjalinum sum er um
ríkisrættarligu viðurskiftini
— Og líka gott var at hoyra
komandi løgmann, Anfinn
Kallsberg, taka av hesum
samstarvi.
Jógvan Sundstein sigur,
at ein andstøduleidari, sum
positivt arbeidir saman vid
eini stjórn, kvalifiserar seg
til at verða stjórnarleiðari í
einum seinni skeiði.
— Hinvegin var tað eitt
vónbrot at hoyra fráfarandi
løgmann, Edmund Joensen,
formann sambandsfloksins.
— Haðani var sama ar-
móðstala, sum hesin flokk-
ur hevur livað av, líka síðani
1906.
--Sambandsflokkurin
hevur sæð tað sum sína upp-
gávu, hverja ferð ein blóma
sprettir, at køva hana, so at
hon ongantíð verður til
prýðis og gleði.
Jógvan Sundstein sigur at
enda, at hansara vón til
nýggja Landsstýrið og ein
stóran part í Løgtinginum
er, at tit nú standa stinn og
taka neyðugu tøkini fyri at
fremja málsetningin.
Men hvat nú um sam-
gongan slitnar tá ið målsøki
skulu býtast?
— So langt havi eg slett
ikki hugsað. Tað hevði verið
bart út sagt heilt idiotiskt.