Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 87 — 12. MAI 1998 R a RMUUUU 11 Samgonguskjali Politiski setningurin: Fólkaflokkurin, Tjóðveldis- flokkurin og Sjálvstýrisflokk- urin eru samdir um at skipað politiska samgongu á løgtingi og at skipa landsstýri. 1. Rikisrættarliga stødan Samgongan stadfestir: * at føroyingar eru tjóð og at Føroyar eitt land, og at pol- itikkur samgongunnar verður at fremja henda suverenitet í verki Samgongan er samd um: Uppskot verður lagt fyri løg- tingið og samtykt í 1998, sum skal fremja henda suverenitet í verki og staðfesta: * at løgtingid hevur heimild til, at gera sáttmála við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðuna og at tingið hevur heimild til at siga sáttmálan upp. * at tað bert er gjøgnum sin demokratiska umboðsstovn, Føroya Løgting, at Føroya fólk kann seta eina grundlóg í gildi fyri Føroyar. Samgongan fremur hesi stig: I. Farið verður undir samráð- ingar við donsku stjórnina í tingsetuni 1998 um føroysk- donsk viðurskifti við tí enda- máli, at Føroyar verða sjálv- stødugar (suverenar). Føroyskur heimarættur verður staðfestur frå 1. januar 1999. Ein såttmåli verdur gjørdur, sum leggur fast framtidar sam- starvið millum Føroya og Dan- mark í útbúgvingar-, heilsu-, uttanrikis- og rættarmålum. Målsøki eiga at kunna út- delegerast til danska ríkið at umsita og sáttmálin kann um- fata felags kongahús, felags gjaldoyra og felags skyldur og rættindi hjá føroyskum og donskum ríkisborgarum búsit- andi hjá hvørjum gðrum, men føroyingar verða frítiknir fyri herskyldu. Tá ið sáttmálin millum Før- oyar og Danmark er gjørdur og samtyktur á Føroya Løgtingi, verður hann lagdur til fólka- atkvødu. Il. Føroya løgting samtykkir í komandi tingsetu (1998) lóg um at seta grundlógarnevnd, íð skal gera uppskot til føroyska grundlóg. Tá grundlógin er samtykt á løgtingi, fer hon til fólkaat- kvødu í seinasta lagið ár 2000. III. Farið verður undir at fáa øll målsøki undir føroyskt lóg- gåvu- og umsitingarvald. Ar- beitt verður fyri, at danski Tjóðbankain eins og Fíggjar- eftirlitið hava fráboðanar- skyldu til Føroya landsstýri viðvíkjandi føroysku peninga- stovnunum. 2. Búskaparligir og figgj- arligir karmar. Figgjarlig og búskaparliga verður gjørt upp við Danmark, har stýða verður tíkin til, hvussu uttanlandsskuldin verð- ur afturgoldin og heildarveit- ingin kann minkast burtur eitt ávíst áramál, samstundis sum avtala verður gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um eina varliga fíggjar- og bú- skaparliga tillaging. 3. Bankamálið Bankamálið og kravið um end- urgjald fyri keypið av Føroya Banka verður avgreitt sambært tilmælunum hjá serfrøding- unum til landsstýrið. 4. Fíggjar- og búskapar- mál Grundstødid undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið við fíggjarpolitikkinum er + at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar * at vælferðin hjá føroy- ingum verður ment * at samfelagnum verður tryggjað eitt sunt stødi fyri sjålvsmenning og bú- skaparligum sjálvbjargni * at javnvág verður mill- um privat og alment fyri- takssemi og fløgur Rikin verdur ein varin og å- byrgdarfullur buskaparpoli- tikkur. Miðað verður eftir at linka skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og framleiðslu, so at kappingarførid vinnulívsins batnar og megnar at bera felags húsarhaldi. 4. Skatta- og tollmál Skattalóggávan skal ikki darva virkishugin, men skal eggja til vinnuligt fyritakssemi. Arbeið- ið fram móti einari brutto- skattaskipan heldur fram. Mál- ið er ein so høg skattafri grund- arupphædd sum møguligt og so lågt skattatryst sum møgu- ligt. Lagt skal vera upp fyri, at låginntøkur og barnarikar fam- iljur verða ikki fyri vanbyti. Hjún har annað hevur alla inntøkuna, verða at javnstilla vid hjún, har bæði hava inntøku. Grundarupphæddin í fólka- pensjónini verður skattafrí. Meirvirðisgjaldsskipanin verður framhaldandi endur- skoðað, so heimaídnaðurin og tænastuvinnan verða styrkt. 5. Almenna fyrisitingin Til tess at tryggja eina væl- virkandi almenna fyrisiting og almennar stovnar, má bygn- aðurin endurskoðast og ratio- naliserast, so hann gerst lutfals- liga bíligari og kemur í betri javnvåg við vinnuliga sektorin. Fyrisitingarliga lógarverkið verður enduskoðað, so umsit- ingin av gllum málsgkjum verður einfaldari og lagað til tørvin í føroyska samfelagnum. Í samsvari við arbeiðið við nýggjum kommunubygnaði, verða partar av almenna sekt- orinum lagdir nærri borgarun- um, har hetta umsitingarliga ber til. 6. Vinnuligir karmar Vinnulívspolitikkurin verður at leggja í tryggar karmar, so vinnulívið fær umstødur at mennast til at bera føroyska samfelagið. Landsstýrið orðar ein greið- an vinnupolitikk og ger lang- tíðarætlanir í samráði við vinnufeløg, rådgevingarstovn- ar og figgingarstovnar. Tað almenna skal reka ein haldgóðan búskapar-, fíggjar-, skatta-, menningar- og um- hvørvispolitikk. Útbúgving, gransking, sam- ferðsla og samskifti, veiðiav- talur við onnur lond og markn- aðaratgongd skulu lagast eftir hesum málsetningi. Innan hes- ar karmar skal vinnan mennast á marknaðarbúskaparligum burðardyggum grundarlagi. 6.1 Fiskivinnupolitikkur: Lóg um endurnyggjan fiski- flotans - herundir útróðrarflot- an - verður sett í gildi. Ein greiður fiskivinnupolitikkur verður orðaður, eisini fyri menning av fiskiídnaðinum á landi og marknaðaratgongd. Dentur verður lagdur á øk- ismenning, arbeidsumhvørvi, g6dskukrøv og hagreidingar- skipanir. Færøernes Realkredittinsti- tut verður yvirtikið. Virkað verður fyri at stovna eitt útflutningsráð. Fiskastovnarnir undir Før- oyum skulu gagnnýtast skyn- samt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Teir stovnar, ið flotin hevur atgongd til, skulu gagnnýtast við neyðugum varsemi eftir til- mæltum fiskidøgum og kvot- um, so teir geva sum mest íkast til búskapin. Fiskastovnum, sum eru ovurveiddir, verða veittir møguleikar at menna seg. Hildið verður fast við gkis- fridingarpolitikkin. Stødd og røtt samanseting av veidiflotanum må lagast eftir hesum møguleikum og verdur best tryggjad vid, at fiskidagar og kvotur verða so umsetilig sum gjørligt. Undantikin er tó útróðrar- flotin undir 15 tons. Arbeitt verður fyri, at meiri fiskur verður virkaður í Før- oyum. 6.2 Aðrar vinnur Ein langtidarpolitikkur verður orðaður fyri ferðavinnu, land- búnað, heimaídnað og menn- ing av nýggjum vinnum við serligum atliti at kunningar- tøkni. Légirnar um verda dagførdar. Almennur studul skal bert veitast sum tíðaravmarkaður ígongdsetarastuðul/íløgustuðu! við greiðum almennum krøv- um og reglum fyri nýtsluna. Lóg um broyting í FAS- skipanini má fáa gildi skjótast. Skipasýnið verður yvirtikið. Landbúnaðurin skal styrkj- ast við tí høvudsendamåli, at Føroya gerast mest møguligt sjálvbjargnar við landbúnaðar- vørum. Virkast skal fyri, at øll landbúnaðarjørð verður gagn- nýtt. Jarðarlóggávan verður end- urskoðað, so hon gagnar smærru plássunum, og um- støðurnar hjá festibóndum verða greiðari. telduskráir 6.3 Utjadarin Besta grundarlagid undir sam- felagnum er virksemi og trivn- aður á øllum plåssum í landi- num. Utjadarin er f eini serlig- ari stødu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað. 6.4 Framtuksgrunnur Vidtøkurnar fyri Framtaks- grunnin verda endurskodadar við tí endamáli, at grunnurin í stórri mun skal menna nýggjar vinnur og fremja gkismenning eftir handilsligum fortreytum. 6.5 Føroyar og ES Nyggj samstarvsavtala skal gerast vid ES, sum tryggjar samstarv og marknaðarat- gongd, men heldur fast við fult ræði á náttúrutilfeinginum á sjógvi, landi og í undirgrund- ini. Viðurskiftini við ES byggja á løgtingssamtyktina frá 1974, sum sigur, at Føroyar skulu standa uttanfyri ES. Stig skulu takast til at menna marknaðarsamstarv = millum Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Russland til tess at standa sterkari mótvegis ES- marknaðinum. Niðanfyri prenta vit samgonguskjalið, sum skal verða grundarlagið undir samstarvinum millum teir tríggjar Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. 7. Arbeiðsmarknaðarmál At minka um arbeiðsloysið verður skattatrýstið lækkað, so tað loysir seg betur at arbeiða, og betri lønsemi kemur í vinn- una. Í samráði við partarnar á ar- beiðsmarknaðinum verður hildið fram við arbeiðnum at gera eina skipan, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarkn- aðinum so skjótt tær koma í. Lóggáva um arbeiðsum- hvørvi verður endurskoðað saman við pørtunum á arbeiðs- marknaðinum. 8. Familjumál Familjan er kjarnin í samfelag- num. Kannað verður, í hvønn mun ansingarstuðul kann fylgja barninum. Spurningurin er barnaansing kring landið verður tikin upp. Virkað verður fyri, at part- tíðar starv verður vanligari á arbeiðsmarknaðinum. Barnafrádrátturin í lands- skatturin verður hækkaður. Bøtt verður um figgjarliga, har annar forsyrgjarin fellur frá. Arbeitt verður fyri at av- marka talið á fosturtøkum við betri ráðgeving. Ríkin verður ein rúsevnis- politikkur, sum hevur til enda- máls at fyribyrgja og minka um rúsevnismisnýtsluna. 9. Almanna- og heilsumál Føroysk almannalóggáva skal lagast til fóroyskan tørv og før- oysk vidurskifti vid serligum atliti til nýggja kommunubygn- að. Endamálið er, at avgerðir- nar og málsviðgerin skulu tak- ast so nær borgarunum sum gjørligt. , Trupulleikarnir á barna- garðs- og røktarheimsøkinum skulu loysast í samstarvi mill- um land og kommunur. Heilsverkið krevur íløgur og menning. Ein greiður heilsu- politikkur verður orðaður við tí endamálið at bóta um fyri- byrgjandi heilsurøktina og at skapa trygg viðurskifti innan heilsurøktina. Ein rafesting verdur gjørd fyri iløgurnar å sjúkrahúsgkinum. Heimarøktarskipanin verður skipað sum døgnrøktartænasta. Samstarvið við Ríkissjúkra- húsið o. a.| heilsustovnar í grannalondunum verður betur samskipað. Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús verða útbygd sum ætlað. Pensiónsgkið er afturútsiglt og verður tikið til viðgerar. Endamálið er at øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftir- løn. Nevndin, sum er sett at kanna pensiónsgkið ger arbeiði sítt liðugt og úrslitið verður vidgjørt í samgonguni og neyð- ug stig framd. Arbeiðsloysið er framvegis stórt kring landið. Arbeitt verð- ur við tiltøkum, so sum aktiv- eringsætlanum, útbúgvingar- ætlanum o. g. til tess at forða fyri varandi arbeiðsloysi. Ein greiður íbúðarpolitikk- ur verður rafestur. Alternativir íbúðarmeguleikar skulu skap- ast kring landið í samstarvi millum landið og kommunur- nar, bæði sum kommunalar/ privatar leiguíbúðir, lutafelags- íbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til rørslu- og menningartarnað, ungdómsíbúðir o. a Umstødurnar hjá rørslu- og menningartarnaðum — skulu betrast við eini ætlan fyri at menna bústaðar-, starvs-, frí- tidar- og samferðslumgguleik- arnar og tryggja tey grund- leggjandi korini í øllum sam- felagsvidurskiftum. 11. Mentan og útbúgving Útbúgving av ungdóminum má byggja á kristna, føroyska mentan. Gjørd verður ætlan fyri útbúgvingarverkið við at- liti til framtíðar útbúgvingar, samskipanir og rationalisering- ar. Fólkaskúlin, miðnáms- og tær hægru útbúgvingarnar skulu styrkjast at fylgja tøkni- ligu samskiftismenningini. Møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum. Føroya eiga at mennast i al- tjóða granskinar- og útbúgv- ingarhøpi. Vinnuskúlarnir verða styrktar til nýggjar av- bjóðingar: Innan marknaðar- føring, innan tekniska økid og innan lærugreinir, sum eru neyðugar í komandi oljuvinn- uni. Lógin um lestrarstuðul verð- ur dagførd. Førdur verður ein útbúgvingarpolitikkur , sum eggjar ungdómi at nema sær útbúgving eisini uttan fyri Norðurlond. Ein greiður mentanarpoli- tikkur verður orðaður við stødi m.ø. mentanarålitinum og byrgt eigur at verða fyri harð- skapi og siðspillu. A fjølmidlaøkinum eigur føroyska tilfarid at styrkjast. 12. Umhvørvismål Umhvørvispolitikkurin verður styrktur. Meginreglan skal vera, at burturbeining og um- hvørvisvernd åliggur ti dålk- andi partinum. Upplysing og tiltøk til nått- úru- og umhvørvisvernd verða framd. Føroyar skulu í altjóða høpi stríðast móti dálking frá stóru ídnaðargkjunum á meginland- inum. Brennievni, sum hava minsta skaðiliga árinið á um- hvørvid, fáa framíhjárætt við lægri avgjaldi Umhvørvis- og matvørulég- in verða endurskoðaðar 13. Samferðslu- og sam- skiftismál Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferða- og flutningssamband millum tey ymsu plássini í Føroyum Samgongan ásannar, at ferða- og flutningssamband hevur alstóran týdning fyri vinnumøguleikar og trivna í landinum. Raðfesting av íløgum á sam- ferðslugkinum verður framd sambært fíggjar- og búskapar- orku landsins. Hildið verður fast við iløgu- ætlan at seta 20 mió. kr. um árið í grunn til fast samband um Vestmannasund næstu fýra árini. Grunnurin fær heimild at upptaka lán og krevja inn bummpening. Kanningar i samband vid farleiðina um Leirviksfjørd halda fram. Arbeiðið at byggja nýtt skip til Sandoynna verður gjørt. Samferðslan vid Suður- oynna verður dagførd beinan- vegin. Eisini verður loftvegis sambandið við flogfari kann- að. Støda teirra rørslutarnadu verður havd í huga, tå ið ny- íløgur/ábótur í samferðsluskip- anini verða gjørdar. Kannað verður um rational- flokkarnar í sjálvsstýrissamgonguni Tjóðveldisflokkin, iseringar kunnu gerast í sam- ferðslukervinum. Uppgåvur kunnu bjóðast út til privatar at røkja, har hetta gevur fíggiar- ligan og tænastuligan fyrimun. Flutningur av farmi og fólki millum Føroya og útlond må leggjast í eina trygga legu, sum er nøktandi fyri allar partar. 13. Kommunumál Kommunulóggávan verður nú- timansgjørd. Kommunala sjålvsrædid og åbyrgdin skulu styrkjast vid greidari skilnadi millum lands- og kommunu- uppgåvur. I hesum sambandi verður ætlanin fyri miðfyrisit- ingina endurskoðað við tí endamáli at flyta tænastuna nærri borgarunum. 14. Oljuvinna Landsstýrið ger uppskot til, hvussu møguligar inntøkur av råevnum f undirgrundini skulu umsitast og brúkast Aðalmálið er, at ein møgu- lig komandi oljuinntøka til landskassan ikki avlagar bú- skapin Tryggjast skal, at eitt kom- andi leitingarumfar og ein møgulig oljuvinna, fyrst og fremst verður grundarlagið undir at menna førleikan í før- oysku vinnuni í altjóða høpi, so hon kann tillaga seg broyt- ingar og menna nýggjar inn- tøkumøguleikar Spurningurin um almennar fløgur i sambandi vid oljuvinnu verður tikin upp og vidgjørdur millum landsstýrið og komm- unur. Strongt verður á til tess at finna eina samráðingarloysn á marknatrætuni við Bretland um undirgrundarmarkið skjót- ast gjørligt 15. Uttanlandssamstarv Arbeitt verður fyri at Føroyar fáa sjålvstøduga umboðan í ST. Politiskt, handilsligt, vinnuligt og mentanarligt samstarv verð- ur styrkt við onnur lond við serligum denti á samstarv við aðrar småtj6dir. Føroyar fáa sjålvstøduga umboðan í Norð- urlandaráðnum. Okt samstarv um at umsita felagstilfeingi í Norðuratlantshavi skal fáast í lag millum Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Russland, sambært løgtingssamtykt 1996