mikudagur 13. mai 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 88 — 13. MAI 1998
tíðindablaðið |
ff —"=<uGøGG—————iiøeeeeeeeeeeeewweeeeeeeeeeeeeeeeeeeee Í
gantið
háskúladagarnar
Tær høvdu leingi tosað um at hittast aftur,
eftir at tær hittust fy
og seinasta leygardag á 50 ár
rstu ferð, gjórdist tað veruleiki. Næmingarnir komu
úr øllum ættum í Føroyum, og onkur kom eisini úr Danmark og Svøriki
DAGNY JOENSEN
ALVUR HARALDSEN
Tær vóru næmingar á Há-
skúlanum fyri 50 árum síð-
an. Seinasta leygardag hitt-
ust tær aftur, og høvdu ein
ógloymandi dag saman í
Havn, har hæddarpunktið
var, tá tær hjartaliga vórðu
móttiknar á Háskúlanum,
har eisini Jóhannes og Pau-
lina av Skarði, sum stóðu
fyri Háskúlanum í 1948,
vóru hjåstødd.
Orsøkin til at gomlu hå-
skúlanæmingarnir settu sær
stevnu á 50 ára degnum,
kom av, at ein teirra Mari-
anna Joensen í Kvívík, hitti
ein av næmingunum frá há-
skúlatíðini umboð á Norr-
ønu. fyri nøkrum árum síð-
an.
Eydnadist ikki
fyrstu ferð
Tær hildu tað vera eitt hug-
skot at skipa fyri tiltaki og
at vitja aftur á Háskúlaum á
45 ára degnum. Hóast ein
roynd varð gjørd at samla
næmingarnir tá, eydnaðist
tað ikki.
Ikki fyrr enn nú herfyri,
tá annar næmingur Anna
Egholm og Marianna Joen-
sen hittust í bussinum.
A Kondittarínum
Tær prátaðu um at gera eina
roynd aftrat. Anna visti um
sjey av teimum gomlu
næmingunum, sum búðu í
Havn, og tær samdust um
at hittast á Kondittarínum,
fyri at práta um, hvat tær
skuldu gera, sigur Marianna
Joensen.
Meðan tær sótu á Kon-
dittarínum, sóu tær eina
konu, sum var næmingur
saman við teimum, og sum
býr á bygd, koma um Kára
Hornið. Hon var eisini rópt
inn á Kondittaríið, og hon
visti eisini at siga frá ðrum
næmingum.
Seinni var ein mynd tikin
og sett í Dimmalætting, við
áheitan til næmingar frá
1948, men har kom íkki
stórvegis burturúr. So sett-
ust gomlu háskúlanæming-
arnir við telefonina at leita
upp aðrar næmingar, eins
og brævskrivingin eisini
gjørdi sitt til, at tað eydn-
aðist teimum at hittast sein-
asta leygardag.
— Vit vóru 26 næmingar í
1948 á Háskúlanum, og nú
vit hittuast, vóru tríggjar
deyðar og bert tvær okkara
kundu ikki koma við. Ein
trida noyddist at senda av-
boð, av tí at hon er sjúkra-
systir og skuldi til Dan-
markar við einum sjúklingi,
sigur Marianna Joaensen,
sum er ógvuliga fegin um,
at tað at enda eydnaðist
teimum at hittast.
Dagurin byrjaði við at
næmingarnir, sum nú eru 65
- 71 ára gamlar hittust á Far-
stødini í Havn. Hiðani varð
farið niðan á Sjómansheim-
ið, har borðreitt var við
morgunmati.
— Har sótu vit og prátaðu
um gamlar dagar í einar
tríggjar tímar. Í fyrstuni var
torført at kenna hinar aftur,
men tað vardi tó ikki leingi,
so vóru vit samansjóðaðar,
sigur Marianna Joensen.
Síðani gekk leiðin niðan
í Listaskálan og Norður-
landahúsið at síggja lista-
framsyning o.a..
Móttska á
Háskúlanum
Seinnapartin var móttóka á
Háskúlanum. Har sóu gom-
lu næmingarnir nýggja
Háskúlan, men eisini tey
gomlu hølini, har tey høvdu
búleikast fyri 50 árum síð-
an. At enda var døgurdi á
Háskúlnum kl. 16 og um kl.
20 fóru tær hvør til sítt, eftir
ein ógloymandi dag.
Anna Egholm var 17 åra
gomul, tå hon før å Håskul-
an í sínari tíð. Hon búði á
Glyvrum, og fyri ungar
gentur tá í tíðini, var tað ein
dreymur at sleppa á Háskúl-
an.
— Tað stuttliga vid at gan-
ga á Háskúlan var, at und-
irvísingin var so spennandi,
og at vit skiltu tað, sum sagt
varð. Kanska var tað tí at
vit vóru eldri, og dugdu bet-
ur at taka ímóti, men tað var
nógv ødrvisi enn vit vóru
von við. Tað var ikki eins
nógv uttanatlæra sum í
barnaskúlanum, sigur Anna
Egholm.
— Henda dagin uppfrísk-
aðu vit gomul minnir. Tað
var ógvuliga stuttligt og
hugnaligt, og nógv var at
minnast aftur á, sigur Anna
Egholm.
Serliga hugnaligt var at
vitja aftur á Háskúlanum,
har Rói Patursson, háskúla-
stjóri, tók ímóti okkum, og
vísti okkum skúlan, eins og
vit vitjaðu í gamla partin-
um, har vit gingu fyri 50
árum síðan.
— Hugtakandi var at koma
inn í gomlu skúlastovuna,
sum í mínum hugaheimi var
øgeliga stór og rúmlig, men
sum í dag bert er eitt lítið
rúm, sigur Anna Egholm.
Ogloymandi
Um hvat tey tókust við á
Háskúlanum sigur Anna
Egholm, at Jákup av Skarði
undirvísti í føroyskum, eins
og Jóhannes av Skarði.
Hjálmar Hátún undirvísti í
sangi og kona hansara
Brynhild .í seyming, um-
framt Jóhannes av Skarði,
sum var høvudslærari og
gav teimum hópin av vitan.
— Háskúlaskeiðið var bert
tríggjar mánaðir og varði frá
I.maí til á ólavsgku. Hóast
hetta stutta tíðarskeið, so
var tíðin á Háskúlanum so
góð og lærurík, at tú ongan-
tíð gloymir tað, sigur Anna
Egholm.
tíðindablaðið
Fíggjarleiðari
til Sosialin
Í sambandi vid bygnaðarbroytingar á
Sosialinum verður sekt eftir fíggjarleiðara
til fyritøkuna. Hesar broytingar hava við
sær, at tað undir ábyrgdarblaðstjóranum
verða settir tríggir deildarleiðarar: ein fyri
sølu- og marknaðardeildina, ein fyri
figgjardeildina og ein-fyri blaðdeildina
Fíggjarleiðarin skal standa á odda fyri
fíggjardeildini.
Uppgávur og ábyrgd
Fíggjardeildin skal veita leiðsluni av blað-
fyritókuni munadygga og úrslitagóða
búskaparstýring.
Fíggjarleiðarin kemur at hava ábyrdina av,
at deildin kann loysa hesa uppgávu og skal
tí standa á odda fyri hesum uppgávum:
Rakstrar-, ílógu- og gjaldførisætlanir
Roknskaparlig skráseting.
Innanhýsis roknskapir: Hvussu útreiðslur
og inntøkur eru liðaðar út á endamál,
stað, framleiðslu og virksemi, avriks- og
tilfeingisnýtsla, lýsingar av kostnað og
produktiviteti av einstaka virkseminum.
Framløga av mánaðar- og ársroknskap-
um.
Hagtøl um virksemi hjá fyritøkuni.
Innkeyps- og goymslustýring
Lønar- og starvsfólkafyrisiting.
Førleikakrøv
Arbeidsroyndir sum leidari
Vinnu- og handilsútbúgving frå hægri
lærustovni ella arbeidsroyndir vid
figgjarstyring.
Kunna arbeiða sjålvstødugt og hava góð
samarbeiðsevni.
Kunnleika og royndir í at brúka tekst-
viðgerð og rokniark á edv.
Almenna vitan og áhuga fyri samfelags-
viðurskiftum.
Starvs- og lønartreytir sambært avtalu
Umsóknarfreistin er 1. juni 1998.
Umsókn saman við viðkomandi skjølum
skal sendast til:
Sosialurin
P.O. Box 76
110 Tórshavn
Att: Jan Miller
Sosialurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss
Her starvast í dag umleið 25 fólk. Uppgavurnar eru
bæði áhugaverdar og fjølbroyttar. Blaðið kemur út fimm
ferðir um vikuna. Á prentsmiðjuni, sum er partur av
fyritøkuni, verða umframt Sosialin eisini prentað onnur
blød. Sostalurin umsetti í fjør fyri stívliga 8 mill. kr