mikudagur 13. mai 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 88 — 13. MAI 1998
Chris Latkiewicz, sum er
itbugvin jarðfróðingur og
geofysikari, heldur tað vera
rættiliga sannlíkt, at jarð-
frødin á føroyskum øki er
meinlik henni vestan fyri
Hetland og helst tann sama
sum oljuførandi løgini á
verandi oljuleidunum Foi-
naven og Schiehallion vest-
an fyri Hetland.
Elefantar
Hann utihysir ikki møgu-
leikanum fyri at finna stórar
oljukeldur, sum á oljumáli
verða kallaðar elefantar, á
føroyskum øki.
-Umstødurnar fyri at
finna heilt stórar oljukeldur
er til stedar vid Føroyar.
Spurningurin er bara at
kunna finna rætta staðið at
bora, og hetta skal tveybáta
seismikkurin hjálpa okkum
við,
Uppá fyrispurning um
teir hava sæð halan á ele-
fantinum sigur hann, at teir
hava sæð nøkur åhugaverd
tekin, men at teir framvegis
hava brúk fyri meiri upp-
lýsingum fyri at vissa seg
um, at her er nakað at fara
eftir
Chris Latkiewicz sigur, at
teir arbeiða miðvíst við til-
farinum teir hava til taks
-Hetta er sera áhugavert,
men vit hava brúk fyri at
fáa eina stórri vissu fyri, at
tað, sum vit halda okkum
síggja, er tað rætta
-Um nú marknatrætan
við bretar verður loyst og
vit fáa eitt undirgrund-
armark, sum meira ella
minni fylgir verandi fiski-
marki, kann ein so siga, at
Fóroyar eru á gáttini til at
verða oljutjóð!
-Vit mugu bora, áðrenn
vit kunnu koma til slíka
niðurstøðu, men umstødur-
nar eru sera góðar fyri at
finna olju og gass í hesum
økinum. Og tað er nettup ti,
at so nógv oljufeløg fram-
vegis vilja vera við í leiting
við Føroyar.
Sum stødan er í dag, so
bytir fiskimarkið Hvíta gkið
í helvt. Vit spurdu Chris
Latkiewicz, hvussu stórir
møguleikarnir eru at finna
olju beint vestan fyri
verandi fiskimark í mun til
á landgrunninum nærri
tíðindablaðið
Chris Latkiewicz frá Am
erada Hess vónar, at før-
oyingar og bretar skjótt
loysa marknatrætuna
Hann heldur tað vera
rímuligt, at fiskimark og
undirgrundarmark er tað
sama, men leggur seg ikki
út í politisku samráðing-
arnar
Føroyum!
-Av ti at her ikki eru
forðingar við tjúkkum ba-
salti, kunnu vit síggja nógv
áhugavert í undirgrundini,
men hetta merkir ikki, at
møguleikarnir fyri at finna
olju longur inni á føroyska
landgrunninum eru minni.
Vit hava her trupulleikan
við tjúkka basaltinum, tó at
vit longu halda okkum
síggja nakað.
Chris Latkiewicz sigur
seg vóna, at undirgrundar-
markið verður ásett skjótt,
soleiðis at føroyingar kunnu
finna fram til, hvørji øki
skulu bjóðast út til leiting.
Hóast hann ikki ynskir at
leggja seg út í politisku 6-
semjuna millum føroyingar
og bretar um markið, so
heldur hann føroysku sjón-
armiðini um, at fiskimark
og undirgrundarmark eru
eitt og tað sama, vera rímu-
lig. Tað hevði helst gjørt alt
nógv einfaldari, um fiski-
markið og undirgrundar-
markið vóru tað sama
Alan Boulter frá Geco
Prakla stýrir seismisku
kanningunum. Her er
hann við eina av stóru
kaðalrullunum umborð á
Akademic Nemchinov.
Kanningarnar skulu vara í
tríggjar vikur. Geco
Prakla, sum er ein av
heimsins størstu
seismikkfyritókum, hevur
áður gjørt kanningar við
Føroyar og ætlar fyritøkan
sær at vera virkin á
føroyskum øki, sum
frålidur
Ebbe Mortensen og
Magne Skaale eru við
teimum báðum russisku
seismikkskipunum. Te
røkja stórvini sum fiska
umboðsmenn fyr
og Bjargingartænastuna
fer rætt fram og annars