Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 88 — 13. MAI 1998 Vestmenningar og »Czar«, sum føroyska manningin róði við á Scillyoyggjunum. Sum sæst, er báturin væl smalri enn føroysku båtarnar. Flata skapid å botninum gjørdi, at hann ikki kundi skera seg fram. Hetta var serliga óheppið i ti nógva vindinum, sum lættliga blásti bátin av kós, og noyddust teir tí í heilum at stýra upp aftur Við vestmenningum Herfyri var manningin á 10-mannafarinum Vestmenningi, sum vann føroyameistarakappingina í fjør, á Scillyoyggjunum og royndi seg í kappróðri har niðri TEKSTUR OG MYNDIR dagin tann 27. apríl. Eitt færri enn 111 bátsmanning- ERNST S. OLSEN evarska lítið oyggjasamfel- ar skuldu luttaka í »World ag, einans 25 fjórðingar í Pilot Gig Championships«, Tad var ikki sért forkunnugt = ein útsynning år Land's og her skuldu føroyameist- vestmenningum at lenda End, sum er sjålvt útsynn- ararnir 1997 visa, hvør dug- ingshornið i Onglandi. Ikki = ur er í føroyingum! r » å Scillyoyggjunum måna Vestmenningar valdu at koma nakrar dagar undan sjålva kappingina fyri at royna båtin, teir skuldu rógva. Ein »gig« er í stutt- um ein gamal loðsbátur, langur og smalur við seks árum. Árarnar verða ikki tiknar inn til bringuna, men heldur fram við síðuni fyri at fáa longri tak. Ein líkn- andi bátur, Brendan, hevur verið nýttur til venjingar heima í Føroyum, men er hann í styttra lagi Báturin ikki egnaður til kappróður Nýggi báturin, teir fingu, kallaðist >Czar<, men við 120 árum á baki kundi »Czar« ikki júst sigast at vera nakar ársungi. Tungur og heldur flatbotnaður, sum tikið varð til. Báturin er stutt sagt ikki egnaður til kapp- róður sum so. Saman við gðrum bátum, sum eisini vórðu bygdir í farnu øld, eru teir vanliga at finna í aftasta bólki, og er talan tí fyrst og fremst um at vísa fram hesar gomlu snekkjur. Men vestmenn- ingar fóru ikki at vera nøgd- ir við at liggja aftastir! Vestmenningar fingu steyp fyri at vísa besta stríðsanda Hóast veðrið var heldur kaldligt fyrstu dagarnar, vandu teir sum best upp til kappingina. Teir róðu fram við høvudsoynni St. Mary's og til aðrar oyggjar við, har teir kundu leggja bátin, meðan runnið varð runt um oynna Einaferð, tá teir høvdu runnið runt um oynna Tresco, bíðaði teimum ein heldur óvæntað sjón: »Czarurin« lå har, hann skuldi, men havið var alt horvið! Stóri munurin á flóð og fjóru hevði við sær, at báturin nú mátti berast ein sera drúgvan tein, áðrenn komið varð aftur út á djúp- ari sjógv Ararnar vóru hevuðstrupulleikin Hóast góða venjing var tað enn ógjørligt at meta um, hvussu tað mundi fara at eydnast til sjálvan kappróð- urin. Báturin er væl smalri enn føroyski båturin, og verður heldur ikki róð lið um lið. Árarnar, sum lógu niður á stokkin millum tveir pinnar, høvdu eisini annað skap í mun til tær føroysku. Og júst árarnar blivu eis- ini høvudstrupulleikin hjá vestmenningum. Av tí at teir vóru gestir, noyddust teir at bíða innul hinar manning- arnar høvdu tikið sínar árar, og sostatt máttu teir taka til takkar við tí, sum eftir var. Ein ítróttarliga sera óheppin á Scillyoyggjunum stóða, men vestmenningar sýndu hóast hetta ein ítrótt- aranda og bardagahug, sum hvørki nøkur longri ella styttri ár kundi sløkkja! Friggjakvøldid varð skip- að fyri fyrsta kappróðrinum. Allar manningar, ið høvdu hug, róðu inn til molan í Hugh Town á St. Mary's Veðrið var ófantaligt, men flestu manningarnar vóru við hóast alt, og onkur manning róði við berum yv- irkroppi; ein síður, sum ikki vildi boyggja seg fyri hvorki regni ella vindi Teir vestmenningar, sum skuldu luttaka í veruliga kappróðrinum leygardagin, lótu nú hinar sleppa framat, sum annars ikki sluppu at luttaka í kappingini. Fyri at fullmanna bátin henda túrin høvdu teir bjóðað nøkrum amerikanarum við, sum vestmenningar vóru blivnir væl við. Hetta gjørdi seinni tað, at føroyingar og amerikanarar gjørdu sær eina innanhysis- kapping teirra millum, har æran stóð upp á spæl. Amer- ikanararnir høvdu h6ast alt roynt seg å Scillyoyggjun- um fyrr! Vinnarin av hesi fyrstu kappingini fekk ein kassa av øl til ognar. »Czar« noydd- ist tó tystur heimaftur á gist- ingarhúsið, men frálíka úr- slitið prógvaði tó, at vest- menningar ætlaðu at gera seg galdandi á Scillyoyggj- der