Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 89 — 14. MAI 1998 tidindabladid re! a AA AA AAA Af AA fy fy fy y ff y 9 Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy: Børn í Svínoy Betri ferðasam- band fyrsta treytin Eystastu bygdirnar í Fóroyum, Fugloy og Svínoy hava vána- ligasta ferðasambandið í landinum, men skal fólkið í oynni stóðast, er altavgerandi, at tað verður betri og at siglt verð- ur hvónn dag í viku, sigur bygdaráðsformaðurin í Svínoy TurIÐ KJøLBRO — Fyrsta treytin fyri at gera tað liviligari á smáplássum er at veita íbúgvunum á staðnum eitt nógv betri ferðasamband. Tað má vera so frægt, at siglt verður út til okkara hvønn dag í viku, og tvær íerðir um dagin tvær ferðir um vikuna um veturin. Og ein munandi bata um summarið, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svín- oy, sum hevur tað vánalig- asta ferðasambandið í landi- num. Hóast tað stendur í sam- gonguskjalinum, at Lands- stýrið hevur skyldu til at tryggja hóskandi ferða- og flutningssamband millum tey ymsu plåssini í Føroy- um, stendur einki um, at eystastu bygdirnar í landi- num fáa eina nýggja ferju í staðin fyri Másan, sum tíðin nú er farin frá. Herfyri vóru pengar annars játtaðir á eykafíggjarlógini um at kanna møguleikarnar á hesi farleið. Ætlanin at leingja Måsan varð slept, tí Skipa- eftirlitið sýtti fyri hesum. — Vit vóna sjálvandi, at vit fáa eitt nýtt skip, men tað er ikki nevnt beinleiðis í samgonguskjalinum. Fólkasambandið er onga staðni so ringt sum hjá fugl- oyingum og svínoyingum, alla aðra staðni sleppur man aftur og fram sama dag. Tyrlan kann heldur íkki flúgva tvær ferðir um dagin. Vit hava havt hampiligar vónir til nýggju ferdaætlan- ina, sum kemur, men tad byrjar at fjara burtur nú. Tað er alt ov vánaligt, at ikki verður siglt hvønn dag í viku, tí tað er drepandi fyri fólkið í oynni. Trupulleikin er, at tá ið tað er ikki sigl- andi til Fugloyar, verður ikki siglt til Svínoyar. Hvi skal fólkið í Svínoy bindast niður á henda hátt? Eg kann ikki - ímynda mær, at fugloyingar fáa ilt av, at tað bara verður siglt út til Svínoyar. — Skal fólk kunna búgva í oynni, mugu tey trívast, og tá er ferðasambandið alt- avgerandi. Sum er verður ikki siglt mikudag um vet- urin og man sleppur ongan dag aftur og fram. Fugloy- ingar eru upp aftur í verri stóðu enn vit, tíverri, sigur Jógvan Edmund á Geilini. Útlíkna Viðvíkjandi uppskotinum um útjavningarstuðul til út- jaðaragkini soleiðis at meir- kostnaðurin av flutningi av fastbúgvandi, farmi og olju verður útlíknaður, heldur Jógvan Edmund á Geilini, at frægasta loysnin hevði verið, at fólk í útjaðarunum ferðast fyri hálvan prís. — Tað hevði verið javnari, um útoyggjafólk kundu ferðast fyri helvtarprís uttan mun til, hvagar tey skulu, sigur Jógvan Edmund á Geilini. Í hvgnn mun jarðarlóg- gávan kann endurskoðast, soleiðis at hon gagnar smærru plássunum, sigur Jógvan Edmund. — Tað er ikki ein gongd leið at avmarka møguleik- afnar hjá útoyggjafólki fyri landbúnaði, tí tað er tann øvugta gongdin um tað verður lagt upp til, at smá- plássini ikki skulu fram- leiða mjólk. Møguleikarnir í landbúnaðinum avmarka seg av sær sjálvum. Sum er loysir tað seg at framleiða mjólk. Tí nyttar tað ikki at virka fyri, at smáplássini skulu framleiða tað eingin annar skoytir um. Verða møguleikarnir skerdir i jarðarlóggávuni, verða um- støðurnar upp aftur verri at búgva á smáplássum. Eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í, at vit fram- leiða mjólk í Svínoy um ferðasambandið verður í lagi. — Nógv verður tosað um, at brúkini skulu hava eina ávísa stødd, men tað hevur einki við støddina á brúki- num at gera. Tað velst um, hvussu tilfeingið verður gagnnýtt, tá ið talan er um landsjórðina. Tað hevur einki við markatal at gera, sigur Jógvan Edmund á Geilini. Sjálvbjargin Av ødrum tilfeingi heldur Jógvan Edmund, at tað átti at loyst seg at miða ímóti, at vit verða sjálvbjargin í eplum. Innflutningurin av eplum er ógvuliga stórur. Í Svínoy er ein smoltstød, har eini 5-7 fólk arbeiða og tað er einasta vinnan í oynni. Fólkatalið í oynni stendur í stað. Í skúlanum í bygdini ganga 8 børn, og tann elsti flokkurin er 8. flokkur. — Skal betri trivnadur vera á smáplássum, má okkurt munagott gerast. Eru flutn- ingsmøguleikarnir ikki hampuligir, flyta fólk. Fyri tað um vit búgva á eini út- oyggj nýtast vit ikki at vera aftast í øllum, vit eru við í kunningartøkni á jøvnum føti vid onnur. SVEINUR TRONDARSON Tad er trupult, at fåa tad unga fólki at stødast á smáplássunum og Hestur er einki undantak í so máta Í 70-årunum, tá núver- andi bygdarráðsformað- urin gekk í skúla har úti, gingu 14 næmingar í skúl- anum og fólkatalið í kommununi var umleið 70. Av teimum 14, sum tá gingu í skúla, búgva bert 3 av teimum í oynni í dag Fólkatalið minkaði ógvusliga nógv í áttati- árunum og í dag eru bert 48 fólk eftir og tað eru bara 7 næmingar í skúl- anum. Tá tey eru liðug við sjenda flokk fara tey yvir um fjørdin til Havnar at ganga í skúla og tað eru bert tey allarfægstu, sum koma aftur. Arbeiðið er ikki nógv av í oynni. Nakrir mans liva av útróðri, onkur tekst við landbúnað og einir tveir mans arbeiða við aliringunum hjá Fisk- aaling, sigur Eyðfinn Lenvig. Lækka skattin í smáu kommununum Í samgonguskjalinum stendur, at besta grund- arlagið undir samfelagn- um er virksemi og trivn- aður á gllum plássum í landinum og at samgong- an er samd um at fremja verulig tiltøk, so at út- oyggjunum og småplåss- unum skal verða liv lagað Hvat kann til dømis gerast fyri at fáa fólk at flyta aftur til útjaðarin? — Fyri tað fyrsta, so mugu politikararnir gera livikorini betri. — Flakavirkið, sum var í bygdini lat aftur fyri nøkrum árum síðani, tí tað bar seg ikki fíggjarliga og vit kunnu undir verandi umstødum ikki rokna við, at tað letur upp aftur. Tað er alt ov stór umsiting av einum so lítlum virki, og tað hevur ikki møguleika at bera seg figgjarliga Hevdi tað so ikki verði móguligt at veitt studning til eitt slíkt virkið? Tað haldi eg ikki. Prin sipielt eri eg ímóti studn- ingi tí eg haldi at tey skulu kunna standa á egnum bein- um, sigur Eyðfinn Eyðfinn heldur at polit- ikararnir skulu geva små- plássunum ein fíggjarligan fyrimun, fyri at fáa fólk at stødast har, og eisini at fáa tey at flyta aftur til smáu plássini — Eitt hugskot er at lækk- að landsskattin. Á tann hátt varðveitir kommunan sínar inntøkur, men borgararnir fáa ein lítlan fíggjarligan fyrimun av at búgva í út- jadaranum Trondur siglur ut i Hest Annars eru umstødurnar hjå Hestfólki batnaðar eitt sind- ur í seinastuni. Tá ferjulegan á Gomlu- rætt varð gjørd, fingu Hest- menn í sama viðfangi ein nýggjan bátahyl. Hann var tiltongdur, tí atløguumstød- urnar í oynni vóru ikki nóg góðar frammanundan Og fyri stuttum varð av- gjørt, at Tróndur í framtíðini skal leggja inn í Hesti á veg úr Skopun á morgni og á veg til Skopunar á kveldi Og bygdarráðsformaður- in letur væl at hesi nýggju skipanini. — Tað eru í løtuni fimm fólk, sum arbeiða í Havn og búgva í Hesti. Tey kunnu í framtíðini brúka rutuna — Men tað gagnar eisini teimum, sum í framtíðini - Politikararnir mugu gera tað meira liviligt á smáplássunum sigur bygdarráðsformaðurin í Hesti, Eyðfinn Lenvig. Eitt uppskot kundi verði at lækkað landsskattin í út- oyggjunum og harvið. gjórt tað bíligari og meira lokk- andi fyri oyggjafólki at verða verandi, eitt nú í Hesti skulu av oynni at ganga í Skúla Sum er fara tey skúla í Havn tá tey eru liðug við sjeynda flokk og haðani fara tey ofta í framhaldandi skúla Nøgumøguleikar Men Eyðfinn Lenvig er eisini greiður yvir at júst henda skipan, við Tróndi kann gera sítt til at eitt nú Hestur gerst ein sovibygd til eitt nú Havnina og tað má ikki henda Ein meguleiki, sum Eyðfinn Lenvig sær, er at tað almenna veitir laga- liga fígging til virkir á smáu plássunum - Onkrir almennir láni- grunnar eru sum er, og tí hevði tað kanska verið ein gongd leið, men tað krev- ur sjálvandi, at virkini annars hava útlit til at klára seg fíggjarliga — Og so krevur tað eis- int at teir réttu persónarnir eru á staðnum. Onkur sum veruliga brennir fyri sakini, sum trýr uppá tað og sum er áhugaður at leggja orku í tað Flutningsstuðulin Aðrenn tingið varð sent til hús varð samtykt at gera eina lóg um flutn- ingsstuðul til útoyggjar- nar, men uppskotið fall burtur tá valið var út- skrivað Hevdi hetta verið ein hjálp hjá hestbúgvum ? — Í hesum uppskotið var serliga hugsa um flutning av olju, men har eru vit í tí hepnu støðu, at oljufelagið sendir ein bil út í oynna og tískil fáa oljuna fyri sama prís, sum tey á »fastlandinum«, men tankin er góður og í tráð við tað sum eg nevndi um at gera livium- støðurnar betri Tróndur fer nú at leggja inn í Hesti á veg úr Skopun á morgni og til Skopunar á kvøldi. Tað er so avgjørt ein fyrimunur, tí nú kunnu fólk búgva í Hesti og arbeiða í Havn, sigur Eyðfinn Lenvig, bygdarráðsformaður