hósdagur 14. mai 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SIK
Samgonguskjalið leggur upp til, at tiltók verða gjørd fyri at bóta um trivnaðin á
sSmapiassum
Ferdasambandid er
altavgerandi fyri at følk stødast, men bara
farleiðin um Leivíksfjórð, Skopunarfjórð og Suduroyarfjørd verða beinleiðis
nevndar í: sKjaltnum
Mynd umborð á Måsanum
Samgonguskjalið:
Betri trivnaður
á útoyggj
Turi KJøLBRO
Í samgonguskjalinum,
sum Tjóðveldisflokkurin
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin undir-
skrivadu um vikuskiftid,
stendur undir brotinum
um vinnuligar karmar, at
besta grundarlagið undir
samfelagnum er virksemi
og trivnadur á øllum
plássum í landinum. Út-
jaðarin er í eini serligari
stóðu. Samgongan er
samd um, at neyðugt er
at fremja verulig tiltók,
um útoyggjum og smá-
plássum skal vera lív lag-
að
Tann 24. februar í ár
legði Jóannes Eidesgaard
vegna Javnaðarflokkin
fram uppskot til samtykt-
ar um lóggávu um stuðul
ti; útoyggjar. Tá ið fíggj-
arlógin fyri 1998 varð
samtykt, varð eitt uppskot
frá Javnadarflokkinum
upp á | million krónur
samtykt til at stuðla út-
oyggjar. Í viðmerkingu
num varð sagt, at jåttanin
er til tess at utlikna meir
kostnadin av at flyta fast
bågvandi, olju og farm
Stødini, talan verður um
eru tey, har tað
meirkostnaður
flutningin við hex
mun
far
leiðunum. I uppskotinum
varð heitt á løgmann, sum
umsitur samferðslumál,
um at skunda undir, at
málið varð avgreitt sam-
svarandi tí, ið verður sagt
í samtyktu fíggjarlógini
Vegna løgmann legði
Eilif Samuelsen, lands-
stýrismaður, fram upp-
skot 5. mars um løgtings-
lóg um útjavningarstuðul
til útjaðaragki. Fyrsta
viðgerð var 13. mars og
uppskotið varð beint í
Mentanarnevndina. Men
málið fall burtur, tí løg-
tingsval varð útskrivað
Sambært uppskotinum
varð landsstýrismanni-
num í samferðslumálum
heimilað at gera avtalu
við almennu flutnings-
feløgini um at útlíkna ein
part av meirkostnaðinum
av at flyta fastbúgvandi,
olju og annan farm til út-
jaðaragkini Sambært
lógaruppskotinum eru út-
jaðaragkini at skilja sum
Fugloy, Svínoy, Mykines,
Gásadal, Hest, Koltur,
Skúvoy og Stóra Dímun
viðmerkingunum
ar sagt, at:tað er dyr
a á útjaðara
Í sambandi við
1 ásannaði
varðveita eitt rímiligt bú-
leikamynstur í Féroyum,
og fíggjarneyndin setti
fram uppskot um at játta
] mill. krónur til enda-
málið. Játtanin skal brúk-
ast til at útlíkna meir-
kostnaðin av at flyta fast-
búgvandi, olju og farm
Stødini talan er um, eru
tey, har tað er ein meir-
kostnaður í mun til flutn-
ingin við høvudsfarleid-
um. Ætlanin er at Vinnu-
málastýrið ger avtalu við
Strandfaraskip Landsins
og tyrlutænastuna hjá At-
lantsflog, soleiðis at
kostnaðurin fyri farma-
flutning lækkar, og at
landsstýrið síðan endur-
rindar hesum fyritøkum
inntøkumissin, sum svar-
ar til í mesta lagi I mill.
krónur. Sum fastbúgv-
andi er at skilja tey fólk,
sum eftir reglunum í
skattalógini hava fastan
bústað á hesum plássum.
Sum nevnt eru pengar
játtaðir á verandi fíggjar-
lóg til endamálið. Tað
næsta sum eigur at henda
er, at landsstýrið leggur
uppskotið til løgtingslog
um útjavningarstuðul til
útjaðaraðki fyri aftur
tingið ul endaliga av
greiðslu
Nr. 89 — 14. MAI 1998
Tummas Frank Joensen, Skúvoy:
| Síggi ljóst upp
á framtíðina
— Vit eru í teirri hepnu stóðu, at fólkatalið veksur. Fáa vit
somu kor, treytir og umstóður, sum onnur í landinum, ber væl
til at búgva á útoyggj, sigur Tummas Frank Joensen úr Skúvoy
Turin KJØLBRO
— Tad fyrsta, sum eigur at
verða gjørt fyri at tað verður
liviligari á útoyggj er, at vit
fáa somu kor sum onnur. Vit
gjalda 4,65 krónur eyka fyri
liturin av olju, 20 oyru eyka
fyri kilo av kraftfóðri, og vit
gjalda fyri at senda skinn
og annað av oynni. Vit
mugu hava sama rætt, tá ið
vit hava somu skyldir, tí vit
gjalda sama skatt sum øll
onnur
— Í dag er ferðasambandið
gott, men ymiskt er, sum
kann gerast betri, soleiðis at
tað ber til at búgva í Skúvoy
og kanska arbeiða á Sandi,
sigur Tummas Frank Joen-
sen í Skúvoy, sum mangan
ger vart við seg í orðaskifti
um livilíkindi á smápláss-
um.
Lestrarstuðulin til fólk
undir útbúgving er nú
broyttur og tað merkir, at
ung undir 18 ár fáa ongan
stuðul
— Bara í hest kommununi
eru eini fýra ungfólk, sum
mugu koma heimaftur um
foreldrini ikki klára at veita
teimum peningaligan stuð-
ul. Í oynni eru eingi tilboð
til tey og einki arbeiði av
nøkrum sum helst slag. So
mugu tey å biddaragongd å
Almannastovuna ella å ALS
fyri at fåa eitt ella annad
Tey eru lika góðir borgarar
sum tey, ið búgva í Havn
Men havnarborgarin hevur
40 % meiri í inntøku enn
borgarin, sum býr í Skúvoy
- av almennum pengum.
Hvat eru almennir pengar?
Tað er tað sum eg og onnur
her gjalda í skatti, sum
búgva úti á bygd, sigur
Tummas Frank Joensen
Kjet ístaðin fyri mjólk
Av veruligum tiltøkum, ið
samgonguskjalið leggur
upp til skulu setast í verk,
soleiðis at tað verður livi-
ligari á smáplássum, eru
nógv. Utjaðaragkini eru
nærri tengt at tí, jørdin gev-
ur enn fólk á meginlandi-
num. Í samgonguskjalinum
stendur = somuleiðis, at
landbúnaðurin skal styrkjast
við ti endamáli, at Føroyar
gerast mest møguligt sjålv-
bjargnar við landbúnaðar-
verum. Jørðin skal gagnnýt-
ast betri og jarðarlóggávan
skal endurskoðast, so hon
gagnar smærru plássunum,
og umstødurnar hjá festi-
bóndum verða greiðari
— Eitt kundi verið, at út-
oyggjarnar halda uppat við
at framleiða mjólk og ístað-
in sleppa at framleiða alt tað
føroyska kjøtið. Tað hevði
verið ein góð loysn. Tann
dagin tað loysir seg at fram-
leiða neytakjøt í Føroyum
við verandi lóggávu, so
gevast bóndurnir inni á
meginlandinum at selja
mjólk og fara ístaðin undir
kjøtframleidslu.
— Tad eru fyrimunir og
vansar vid at privatisera
jarðarbrúkið. Í summum
fórum er tað gott, men í gðr-
um førum er tað heilt 6-
møguligt. Tann, sum hevur
arbeitt ein garð upp og einki
skyldar, skal keypa garðin
fyri millióna upphædd,
meðan tann sum hevur lánt
eina rúgvu av pengum og
ikki hevur gjørt nóg mikið
fyri at gjalda niður, skal
bara yvirtaka lánini og so
er tað liðugt, sigur Tummas
Frank Joensen.
Onnur vinna
Smápláss og útoyggjar hava
í øldir havt fugl sum íkast
til húsarhaldið. Lomvigin
var í síni tíð friðaður, tí
stovnurin var hóttur. Eini
55-60 arbeiðspláss vóru
knýtt at fuglinum í Skúvoy.
— Hesi arbeiðsplássini eru
burtur, tí fuglurin er ikki
komin aftur í sama mun.
Men tað ber ikki til at broyta
lóggávuna, tí tað eru so
nógvar oyggjar, sum hava
tingmenn, ið ikki vilja tað.
So mikið av fugli er kortini
til, at menn kundu fingið
loyvi til at fingið eitt kók.
Skúvoyingar hava kanska
ikki smakkað lomviga tey
síðstu 20-25 árini, sigur
Tummas Frank Joensen
- Eisini hevði borið til at
gjørt ein høsnafarm. Vit
hava nóg mikið av seiði og
lunda, havhestaegg og lom
vigaregg. Alt slíkt kundi
verið ein bati, so fólk kundi
livað her.
Tað er livandi á smá-
plássum í dag um vit virka
fyri, at tað ikki er dýrari at
búgva her enn á megin-
landinum og vit fáa eina
brúkiliga samferðslu. Vit
eru í teirri hepnu stóðu, at
fólkatalið er økt heldur enn
minkað. Og tí síggi eg ljóst
uppá framtíðina at búgva í
Skúvoy, sigur Tummas
Frank Joensen.
Nógva staðni hava vit
sæð, at fremmandafólk, tað
vil siga fólk, sum ikki hava
tilknyti til staðið, hava
keypt jørð á småplåssum og
útoyggjum. Sum vera man
eru útoyggjafólk ógvuliga
hørm um tað.
— Tað er sera umráðandi,
at fólk sum búgva aðra
staðni ikki keypa jørðina.
Tey, ið búgva á plássunum
mugu hava loyvi til at varð-
veita og brúka jørðina. Vit
eru ikki úti eftir at lóggeva
á økinum, men vit krevja,
at keypir tú jørd í til dømis
í Skúgvoy skalt tú eisini
gjalda skatt í oynni. Men tað
tora myndugleikarnir ikki at
gera, kanska tí teir sjálvir
eru blandaðir uppí slíkt. Ert
tað nóg gott at keypa eina
gyllin í Skúvoy, er tað eisini
nóg gott at gjalda skatt her
Hinvegin kundi ein loysn
verið, at tey uttanbíggjafólk,
sum eiga jørð í oynni, antin
leggja pengar eftir seg í
kommunukassan ella gera
eitt hvørt arbeiði fyri hagan
ella bygdina. Tað hevði ver-
ið eitt gott gerðabýti. Hitt
kann ikki vera rætt, sum vit
hava sæð til dømis í Myki-
nesi, at uttanbíggjafólk
koma og taka alt sum oygg-
in gevur, sigur Tummas
Frank Joensen at enda.