Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 89 — 14. MAI 1998 Nýggja ítróttareftirgerðin hjá Sierra, Ski Racing, er eitt framúr skíðspæl. Tíverri eru trupulleikar við stýringini TEKSTMASKINAN Hetta er tíðin, tá danir koma heimaftur frå Alpunum ellz úr Noregi við brotnum beini ella armi. Og tá er tað ikki so galið at kunna seta seg framman fyri skíggjanum, seta Ski Racing í støðina, og so uppliva umaftur rokið frá bakkunum. Ski Racing er í hvussu er hin mest veru- leikanæra eftirgerðin, sum finst á marknaðinum í dag Veruleikakenslan er í ser- flokki, grafikkurin góður, ljóðið framúr og eftirgerðin av sjálvum bakkunum er eisini sera væl eydnað. So trúgv endiliga ikki, at tú kemur heilskapaður oman á slætt við ongari venjing Eitt gott spæli Í Ski Racing ber til at koyra strok eins og ymsu snirr- greinirnar á seks teimum mest kendu fjøllunum i heiminum, har ímillum sjálvandi eisini Garmisch- Partenkirchen. Vil tú sleppa snikkaleysur oman, skal tú ikki byrja her. Grafikkurin byggir á veruleikan, stórur munur er á banunum, og trupulleika- stigini eru sera ymisk. Tað er møguligt at rætta uppá grafikkin frå fullum 3D til nærum beran vøll, so eisini tær minstu teldurnar kunnu vera vid. Spælid undir- styðjar 3Dfx kort. Men meðan grafikkurin er góður, er ljóðið heilt framúr. Tú hoyrir, hvussu skíðirnar skera gjøgnum kavan, og tess skjótari tú koyrir, harðari ljóðar tað Inntil ljóðið verður køvt av vindinum. Trupult at stýra Og so er tað hitt týdningar- mesta, sjálv kappkoyringin Eisini her er tú so nær veru- leikanum sum næstan tilber Tað gerst verri at stýra, jú skjótari tú koyrir — eins og í veruleikanum. Tú glíður tvørtur um ísin, um tú snarar ov knappliga. Hvussu illa tað endar, er tengt at ferð og snaring. tíðindablaðið SOMA Trupulleikin við spæli- num, tí tað er nevniliga eis- int ein slíkur, er måtin, tú stýrir uppá. Tað er eitt triðja persóns spæl, tað vil siga, at sjónarvinkulin er aftan- fyri tann koyrandi. Hvert portur hevur ein píl hang- andi yvir sær, sum er at stýra efur. Tá pílurin er mitt í myndini, er alt í lagi; tú stýrir tann vegin, ið skíðir- nar venda. Men snarar tú ov nógv, og á tann hátt kemur at koyra diagonalt á bana- num, missir tú staðkensl- una; tað gerst Ogjørligt at síggja portrini, og tú endar alt ov lætt í hegninum um banan. Tað átti í staðin at verið so, at sjónarvinkulin kundi snarast nakrar gradir, so tú altíð hevði ein part av bananum í eygsjón. Koyrir tú so væl, at slíkt ikki hend- ir, er hetta sjálvandi eingin TELDUSÍÐAN trupulleiki, men tað eru langt frá øll, ið megna Stýringin tekur nakað av gleðin vid spælinum, men annars er tað eitt framúr stuttligt spæl, sum vit fegnir viðmæla Fakta Vil tú hava allar grafisku smålutirnir og mestu gled ina av spælinum, krevst ein 200 MHz telda við 3D korti að eydnaðist. Vil Komu oman á stætt. Ski Raí er eitt OPVUlLga VEFU ertkanært pg stu sktØtlrottarspæ Nú ber til at spæla við Tamogotchi'ir á telduni. Vid Screensavarum og nýggj- um spólum royna dýrini at tekkjast bórnum og veikum sálum TEKSTMASKINAN Heimurin ynskir at verða snýttur. Tað má vera beiska nidurstødan eftir at hava havt ein av nýggju teldu- Tamagotchiunum til fosturs í eina viku. Tað er í hvussu er lætt at slík viðurskifti við djórið, sum var tað ein liv- andi vera við egnum lívi og persónligheit. So sum fyribrigdi og und- irhald er Tamagotchiin ikki heilt uttan evnir. Pedagog- iski leiklutur og rættindi tess er tó ein heilt onnur søga. Sum tey gomlu Øll kenna Tamagotchiirnar, ikki minst skúlalærarar.Tað eru hesi smáu elektronisku húsdjórini, sum í fyrstu álopsbylgjuni komu í smá- um praktiskum lumma-út- gåvum. Ni eru tey her aftur um cyperspace og kunnu ísetast einhvønn verjuleysan PC'- ara, ið hevur Windows 95. Tey kunnu tað sama sum tey upprunaligu og meiri til. Tey skulu hava at eta, bomm, spælast skal við tey og ansast, tey skulu hava heilivág, um tey gerast sjúk — tað gerast tey — og tey skulu hava ein brest í endan ella okkurt líknandi, tá tey TxA pe E9 eru óargalig. Og tað eru tey, tá tey ikki vilja eta, sjálvt um tey eru svong og ikki vilja spæla, sjálvt um tey keða seg. Jú, pedagogikkurin er eins gamaldags og dýrini eru nýggj. Tað nýggja Um tey gerast eins lokkandi hjá børnum og veikum sål- um sum undangongudjórini hava víst seg at verið, er tó Fitt eru tey. Skíggjamyndin líkist fysisku útgávunum, men tað eru fleiri og aðrir møguleikar við teldu-útgávuni Millum annað eitt stuttligt spæl, har ein skal skjóta kúlur niður, og ein sógubók um lív og levnad hjá dýrinum, sum ein kann e-maila til vinir og kenningar ivasamt. Tey hava gaman i okkurt nytt, sum hini ikki høvdu, men tað er neyvan nóg mikið. Tey eru rímiliga væl skorin fyri tungubandið, ymsar bakgrundir eru at velja ímillum, tey kunnu virka sum screensavarar, tað eru ikki færri enn trý spøl at undirhalda teimum við, og til ber at senda tey í barnagarð, um ein skal vera burtur frá teimum í longri tíð Og tá tey doyggja, fara tey aftur til teirra uppruna- stað. Men líka mikið — so er bara at seta CD-rommið í telduna og fáa eitt nýtt. Tað er væl eisini eitt slag av pedagogikki