Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 3. desember 2003 23 FM-finalan Talvsamband Føroya skipaði fyri FM-finalu í talvi fyri børn og ung í Argja skúla, leygar- dagin. Kappingin var samstundis úttøku- kapping til komandi NM-kappingina TALV Talvsambandið Sjálv kappingin leygardag- in varð skipað í fimm bólk- um, har telvararnir vórðu býttir upp eftir aldursbólki. Átta luttakarar vóru í hvørjum aldursbólki, og dystaðust hesir so innan- hýsis, t.v.s. sjey umfør vórðu telvað. Umhugsunar- tíðin var 1/2 tími í part til hvør talvið. Úttøkukapping- ar til finaluna hava verið í november mánaði í Gøtu og Tórshavn, og vóru tað tey átta stinnastu í hesum báð- um kappingunum, sum vóru við í finaluumfarinum. Umframt at gerast føroya- meistari luttekur viðkom- andi í Norðurlandameist- araskapinum í skúlatelving, sum í ár verður í Karlstad í Svøríki í februar mánað 2004. Nummar 2 í hvørjum bólki luttekur somuleiðis í NM-kappingini. T.v.s. at Talvsambandið/Føroyar luttekur við 10 telvarum - luttøkutalið er sostatt ájavnt tí onnur norðurlond luttaka við. Norðurlond skiftast um at halda kappingina. A - bólkur: Telvarar føddir 1984-86 Vinnari gjørdist Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag. Hann lat ongan iva vera um úrslitið. Telvað vórðu 4 talv og fekk hann fult stigatal. Við hesum tryggjaði hann sær luttøku til NM-kapp- ingina sum verður í Svøríki í februar mánað 2004. Olaf hevur luttikið í NM í fleiri umførum og vunnið heiðursmerki til Føroyar. B - bólkur: Telvarar føddir 1987-88 Atlantic Airways føroya- meistari 2003 í B-bólkinum gjørdist Jón Gregersen úr Sandavágs Talvfelag. Evna- ríki telvarin vann kapping- ina sera sannførandi við fullum stigatali. Hóast Rógvi Mortensen úr Havnar Telvingarfelag vann kval- if iseringskappingarnar sannførandi, varð neyðugt við umdysti ímillum Rógva, Fríbjarta D. Olsen og Hera Thomsen, tí allir fingu sama stigatal á øðrum plássinum. Í spennandi umdysti megnaði Rógvi Mortensen at tryggja sær 2. plássið og harvið eisini NM-pláss saman við Jón Gregersen. C - bólkur: Telvarar føddir 1989-90 Atlantic Airways føroya- meistari 2003 í C-bólkinum gjørdist Rógvi Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag. Undan finaluni var vænt- andi at kappingin um meistaraheitið fór at vera ímillum Helga D. Ziska, sum vann undankappingar rættiliga sannførandi og Rógvi Dragaberg úr Klaks- víkar Talvfelag sum var á greiðum øðrum plássi í undankappingunum. Í fin- aluni dróg Rógvi Draga- berg longra stráðið og vann meistaraheitið meðan Helgi endaði á øðrum plássi. Á 3 plássinum endaði Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag - einasta gentan í finaluni. D - bólkur: Telvarar føddir 1991-92 Atlantic Airways føroya- meistari 2003 í D-bólkin- um gjørdist Rógvi E. Niel- sen, úr Sandavágs Talvfel- ag. Rógvi Nielsen vann báðar undankappingarnar og megnaði somuleiðis at vinna meistaraheitið í fin- aluni. Rættiligur spenn- ingur var um 2. plássið sum tryggjaði NM-luttøku - avgerðin fall í seinasta umfarinum ímillum Hjalta Toftum Jógvansson og Margar Berg og var tað Hjalti sum fór við sigrin- um. Rógvi Nielsen og Hjalti T. Jógvansson lut- tóku í seinasta NM í E- bólkinum og luttaka teir báðir í NM-2004 í D-bólk- inum. Rógvi vann bronsu í seinastu NM-kappingini. E - bólkur: Telvarar føddir 1993 og seinni. Atlantic Airways Føroya- meistari 2003 í E-bólkin- um, sum umboðar yngstu telvararnar, gjørdist Olaf R. Samuelsen úr Havnar Telv- ingarfelag. Ongin av telvar- unum hevur luttikið í NM áður. Neyðugt var við um- dysti um 2. plássið tí Vørmadal-brøðurnir úr Vestmanna Talvfelag báðir fingu 5 stig. Í umdystinum vann Rúni Vørmadal og tryggjaði harvið NM- luttøkuna. Áhugavert var at fylgja tí bert 6 ára gamla Høgna E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, sum hóast unga aldurin megnaði at fáa 4 stig. Til NM Sum nevnt, so var FM- kappingin samstundis eis- ini úttøkukapping til NM- kappingina í 2004. Tilsamans tíggju telvarar hava fingið boð um at taka lut í hesi kappingini, og eru hesi: Martin Poulsen, Olaf Berg, Rógvi Mortensen, Helgi Dam Ziska, Hjalti Toftum Jógvansson og Olaf R. Samuelsen úr Havnar Telvingarfelag. Jón Greger- sen og Rógvi E. Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Rógvi Dragaberg úr Klaks- víkar Talvfelag og Rúni Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag. Endaligu støðurnar Bólkur A 1 Olaf Berg HT 4,0 2 Sjúrður Thorsteinsson 2,0 3 Jóhan H. Ellefsen 0,0 Bólkur B 1 Jón Gregersen ST 7,0 2 Rógvi Mortensen HT 4,5 3 Fríbjartur Dahl Olsen HT 4,5 4 Heri Thomsen GT 4,5 5 Henry Berg HT 3,0 6 Sam Jacobsen GT 2,5 7 Ingi W. Joensen MT 2,0 8 Hávarður Olsen GT 0,0 Bólkur C 1 Rógvi Dragaberg KTF 6,5 2 Helgi D. Ziska HT 6,0 3 Herborg Hansen KTF 4,5 4 Adras Mikkelsen GT 4,0 5 Berint Kalsø KTF 3,0 6 Christoffur Dam KT 1,5 6 Andreas Nielsen ST 1,5 8 Reidar Egilsnes VT 1,0 Bólkur D 1 Rógvi E. Nielsen ST 6,5 2 Hjalti Toftum Jógvansson HT 5,5 3 Margar Berg HT 4,5 4 Eilif Arge KTF 4,0 5 Andrias W. Danielsen TT 3,5 6 Jaspur Enghamar HT 2,0 7 Bogi Hansen KTF 2,0 8 Høgni Svabo MT 0,0 Bókur E 1 Olaf R. Samuelsen HT 5,5 2 Rúni Vørmadal VT 5,0 3 Johan Vørmadal VT 5,0 4 Heiðrikkur Jacobsen HT 4,5 5 Høgni E. Nielsen ST 4,0 6 Magnus Dánjalsson KTF 2,0 6 Marni Kruse Rókur 2,0 8 Róar Dam HT 0,0 Jón Gregersen úr Sandavági, sum her telvar móti Rógva Mortensen, vann øll talvini í B-bólkinum Yngsti finaluluttakarin var Høgni E. Nielsen úr Sandavági. Hann er bert seks ára gamal, men kortini megnaði hann at enda í miðjuni í sínum raði 23 22 Nr. 230 - 3. desember 2003 Rúni Elttør til ÍF Klaksvíkingurin, sum í fjør skifti til B36, verður komandi árið at síggja í ÍF- búnanum LEIKARASKIFTI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Rúni Elttør var ein av leikarunum, sum í fjør kom til B36. Beinleiðis varð hann tá roknaður sum avloysari til Arnbjørn Danielsen, tá hesin skifti til B68, og skuldi tað soleiðis verið á vinstra bakki, at hann skuldi standa sína roynd. Fyri tað nógva, so var tað tó soleiðis, at Klaksvíking- urin hevði pláss í miðverj- uni, men tað verður so ikki í B36, at hann kemur at røkja hesa uppgávuna kom- andi ár. Sambært leikaranum sjálvum, so tóktist B36 ikki hava áhuga í at leingja samstarvið, og tá ÍF setti seg í samband við hann, gjørdi hann av at taka av. Umframt Rúna Elttør hevur eisini ljóðað, at ÍF hevur gjørt avtalu við fleiri aðrar leikarar, sum skulu styrkja hópin til komandi kappingarár, men tað hevur so ikki verið gjørligt at fáa hesi tíðindi váttað. Styrkt B36-lið At B36 ikki hevur ynskt at longt um samstarvið við Rúna, kundi bent á, at felagið hevur ætlanir um at styrkja liðið við nýggjum leikarum. Fleiri nøvn hava hesa seinastu tíðina verið sett í samband við felagið, men enn hevur so ikki verið møguligt at fáa váttað nøkur av hesum. Tað skalt tó vera víst, at Arnbjørn Danielsen kemur av Toftum, eins og Jóhannis Joensen kemur úr FS Vág- um, og soleiðis er í øllum førum líkt til, at verju- parturin er nakað styrktur. Frammanundan hevur B36 eisini tryggjað sær, at Pól Thorsteinsson og Allan Mørkøre halda fram í felagnum, so gongst eftir ætlan, verður talan um aft- astu ketu, sum er samansett av nú- og fyrrverandi landsliðsleikarum. Eisini hevur ljóðað, at B36 skal vera ávegis at gera avtalu við fleiri aðrar leikarar til hópin komandi ár, men sambært okkara keldum er eingin endalig avtala tó gjørd hesum við- víkjandi. Mynd: Rúni Rúni Elttør, sum her sæst í dysti fyri KÍ, fer eftir eitt ár í B36 at spæla við ÍF Fyrrverandi stór- skjúttin og verjuálitið hjá StÍF fer nú til Klaksvíkar, har Stjørnan tekur ímóti HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein hin sjónligasta broyt- ingin á kvinnuliðnum hjá StÍF, sum hesar seinastu vikurnar tykist hava mist takið í heiðursmerkja- stríðnum, er, at Alina Olaru ikki longur er partur av liðnum. Her hevur hon annars verið fastur fúsur síðani 2001, og einki er at taka seg aftur í, at hon her hevur verið teimum ein góður stuðul. Bæði í álopsspælin- um, har hon aloftast hevur verið at finna millum fremstu málskjúttarnar, og ikki minst í verjuspælinum, har hon hevur átt sera týð- andi leiklut. Onkursvegna er tó vátt komið í reiðrið millum hana og felagið, og síðani StÍF tann 2. november vann útidystin móti Søljuni, hevur Alina als ikki verið á liðnum hjá StÍF. Og tað verður hon so heldur ikki aftur hetta kappingarárið skilst. Norð- lýsið skrivaði á netinum týsdagin, at Stjørnan og Alina nú hava gjørt avtalu fyri restina av kappingar- árinum. Og tað er einki at ivast í, at tey í Klaksvík rokna við, at talan er um góðan fong hjá teimum. Við Norðlýsið sigur for- maðurin í Stjørnuni, Krist- offur Ragnarsson, at tey við hesum rokna við at hava fingið ein góðan styrk í bæði álops- og verjuspæli, og at hon tí fer at hóska væl inn á liðið. Fyri blaðnum váttar Kristoffur eisini, at alt pappírsarbeiðið mótvegis StÍF er avgreitt, at tað nú bert verður bíðað eftir, at arbeiðsloyvini hjá leikaran- um eru komin í rættlag. Og at hon verður tøk hjá fel- agnum, tá hetta er komið. Kann kanska framskundast Spurningurin er so, hvørt tað ber til hjá Stjørnuni at framskunda viðgerðina av hesum, og á tann hátt fáa leikaran tøkan sum skjót- ast. Og í hesum sambandi er eisni áhugavert at vita, í hvønn mun úttalilsini frá Høgna Hoydal her í leygar- dagsblaðnum eru galdandi her og nú. Tá segði landsstýrismað- urin, at hóast arbeiðsloyvið ikki endaliga var komið í rættlag, so var eingin forð- ing fyri, at útlendskur leik- ari kann spæla dyst. So um Stjørnan er áhuga í at lata Alinu arbeiða aðra staðni, inn til nýtt arbeiðsloyvi er í lagi, so er helst eingin forð- ing fyri, at hon kann vera partur av liðnum longu komandi vikuskifti, tá úti- dystur móti Neistanum er á skránni. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 8 6 - 2 21 6 15 12 2 Mjølnir 8 6 - 2 19 9 10 12 3 Dráttur 7 4 - 3 16 12 4 8 4 KÍF 8 4 - 4 14 17 -3 8 5 ÍF 7 2 - 5 7 15 -8 4 6 Fleyr 8 1 - 7 5 23 -18 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 7 6 - 1 18 5 13 12 2 Mjølnir 6 5 - 1 15 3 12 10 3 SÍ 7 4 - 3 14 11 3 8 4 Fram 6 1 - 5 5 16 -11 2 5 Fleyr 6 0 - 6 1 18 -17 0 Ein flogbóltsdystur í bestu kvinnudeildini verður leiktur mikukvøldið. Júst hesi bæði liðini hittust annars á Kambsdali um vikuskiftið, og tá gjørdist tað Dráttur, sum vann ein 3-0 sigur, tó at talan í øllum trimum førunum var um sera jøvn sett. Spurningurin er so, hvørt Dráttur megnar at stríða seg til eina endur- tøku av hesum miku- kvøldið. Gera tær tað, so eru bert tvey stig upp til oddaliðini bæði, og so er einki at ivast í, at flog- bóltsfepurin á Vágoynni fer at hækka nøkur stig. Sambært skipanini verður dysturin leiktur kl. 19.15. -jm Ein dystur í kvøld Alina til Stjørnuna Alina Olaru hevur leikt sín seinasta dyst fyri StÍF, og verður ístaðin at síggja hjá Stjørnuni í næstum C M Y K 22