mikudagur 3. desember 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TB og Mjølnir draga frá
Oddaliðini TB og
Mjølnir vunnu sínar
dystir, og Dráttur er
av álvara fari at
blanda seg
FLOGBÓLTUR
Hermann Mortensen
Í Hoyvíkshøllini skuldi KÍF
royna at halda fast, tá
Mjølnir var á vitjan. Kvinn-
urnar hjá KÍF byrjaðu
kappingina sera væl, men
seinastu
dystirnir
hava
verið ein long mótbrekka
og tær hava tapt allar teir
seinastu dystirnir. Kvinnur-
nar úr Mjølni harafturímóti
er vælkoyrandi í løtuni og
tær liggja á fyrsta plássi
saman við TB.
Dysturin endaði við ein-
um 3-1 sigri til klaksvíks-
kvinnur. Settmunurin varð
25-21 25-15 18-25 og 25-
18. Dysturin var spennandi
og bæði liðini stríddist væl,
men tað vóru tær úr Mjølni,
ið drógu longra stráðið.
Á Kambsdali leiktu ÍF og
Dráttur. Hetta er fyrstu ferð
at liðini hittast í kappingini
í ár. Kvinnurnar úr Drátti
vunnu dystin 3-0. Settúr-
slitini vóru 25-23 25-23 og
25-23. Við sigrinum er
Dráttur av álvara fari at
blanda seg í oddinum í
meistaradeildini hjá kvinn-
um.
Seinasti dysturin varð
leiktur í Gundadalshøllini
ímillum Fleyr og TB.
Tvørakvinnur fingu lætt
spæl og vunnu dystin 3-0.
Settúrslitini vóru 25-14 25-
13 og 25-15.
Eins og hjá monnunum,
er kappingin hjá kvinnun-
um, bara ímillum tvey lið
enn, nevniliga TB og Mjøln
tey liggja á odda við 12
stigum hvør. Dráttur liggur
á triðja plássi við 8 stigum,
men tær hava ein dyst til-
góðar, vinna tær hann so
sær tað gott út fyri vága-
kvinnur.
Nr. 230 • mikudagur • 3. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir dystirnar hetta
vikuskiftið, sær tað út
til at kappingin fer at
standa ímillum ÍF og
Mjølnir
FLOGBÓLTUR
Hermann Mortensen
Toppdysturin hetta viku-
skiftið, í meistaradeildini
hjá monnum var leygar-
dagin á Kambsdali millum
ÍF og SÍ. Undan dystinum
lógu liðini á ávíkavist
fyrsta og triðja plássi í
deildini.
Týðandi sigur
Fyri ÍF var tað tydningar-
mikið at vinna, tí mennirnir
úr Mjølni eru beint í høl-
unum á teimum, og hjá sør-
vingum var kravið ein
sigur, um teir ikki skulu
missa oddaliðini úr eyg-
sjón.
Dysturin var til tíðir
javnur og spennandi, ser-
liga fyrsta og annað sett
vóru jøvn. Fyrsta settið
vunnu fuglfirðingar 25-20.
Tað var eitt sindur javnari í
øðrum settið, men aftur her
vóru tað fuglfirðingar, ið
vóru drúgvastur og vunnu
settið 25-23. Triðja settið
var ein avgreiðslu-spurn-
ingur fyri fuglfirðingar, tað
vunnu teir sannførandi 25-
14.
Hjá sørvingum kom ósig-
urin sera illa við, tí teir eru
nú fýra stig aftanfyri ÍF, og
sum tað sær út í løtuni
verður tað sera torført at
taka ÍF aftur. Fyri ÍF haraft-
urímóti er tað bert ein
spurningur um hvør klárar
at fylgja við teimum. Fyri-
bils er tað bara Mjølnir,
sum hevur vunnið á ÍF.
Mjølnir ivaleysir
Hin dysturin í meistara-
deildini hjá monnum var
millum Fram og Mjølnir.
Mjølnir vóru undan dystin-
um stór favorittar og tað
megnaðu teir eisini at liva
upp
til.
Kaksvíksingar
vunnu sera sannførandi 3-
0. Settúrslitini vóru 25-13
25-15 og 25-17.
Støðan í meistaradeildini
hjá monnum eftir dystirnar
leygardagin er, at ÍF er á
odda við 12 stigum og
Mjølnir er nummar tvey við
10 stigum, tó hevur ÍF leikt
ein dyst meira enn Mjølnir,
meðan SÍ er á triðja plássi
við 8 stigum. Tað verður
ímillum hesi trý liðini at
kappingin skal standa. Hini
bæði liðini í meistaradeild-
ini Fram og Fleyr, eru ikki
góð nokk til at blanda seg í
toppin.
Tryggur heimasigur á Kambsdali
Fuglfirðingar fingu tað ikki
so trupult, sum roknað varð
við, tá SÍ kom á vitjan
leygardagin
Flogbóltsúrslit
Meistaradeild kvinnur
KÍF-Mjølnir 1-3 (21-25, 15-25, 25-18, 18-25)
ÍF-Dráttur 0-3 (23-25, 23-25, 23-25)
Fleyr-TB 0-3 (14-25, 13-25, 15-25)
Meistaradeild menn
ÍF-SÍ 3-0 (25-20, 25-23, 25-14)
Fram-Mjølnir 0-3 (13-25, 15-25, 17-25)
21
20
Nr. 230 - 3. desember 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Framgongd í Billund
108.368 fólk ferðaðust um flogvøllin í Billund í
november, og sjálvt um talan var um eina lítla aftur-
gongd, er leiðslan væl nøgd.
Hon er serliga væl nøgd við, at talið á teimum, sum
ferðaðust á rutunum millum Billund og útlond, vaks
heili 9,5 prosent, tí so stóran vøkstur kann eingin
onnur floghavn í Evropa vísa á, skrivar JydskeVest-
kysten. Hinvegin minkar ferðafólkatalið millum
Billund og Keypmannahavn støðugt. Hjá SAS var
minkingin á hesari rutuni 9,3 prosent, men fealgið
ætlar kortini at halda fram. Charter-ferðafólkini vóru
nakað færri í november enn í november í fjør, men
leiðslan í Billund sigur seg hava góðar vónir um
nógvar charterferðir næsta ár, tí ferðamannastovurnar
hava boðað frá lurfalsliga stórum eftirspurningi.
Ellivu teir fyrstu mánaðarnar av árinum ferðaðust
675.592 fólk á uttanlandsrutunum til og úr Billund.
Tað er 11,1 prosent meiri enn somu mánaðir í fjør.
Kendur múrur hvørvur
Tann heimskendi kinesiski múrurin er nú so illa farin,
at bara ein triðingur av honum kann sigast at standa
tryggur. Tað skriva kinesiskir fjølmiðlar.
Blaðið Beijing skrivar, at stórir partar av múrinum
eru illa farnir, tí fólk hava tikið steinar úr honum til
húsabygging og garðar. Hetta er aðru ferð, at kines-
ararnir fáa at vita, at tann navnframi múrurin er ikki í
so góðum standi, sum teir hava hildið. Fyri einum
góðum mánað síðani segði tann fyrsti kinesiski
rúmdarmaðurin, Yang Liwei, at hann dugdi ikki at fáa
eyga á múrin, tá hann fleyg runt um Jørðina.
Kinesarar hava annars hildið, at tað bar til at síggja
múrin uttan úr rúmdini.
Kinesiski múrurin er umleið 2000 ára gamal og er
roknaður sum eitt av teimum mest hóttu bygnings-
verkunum í heiminum.
Einki barsilsfarloyvi
Norski krúnprinsurin, Haakon, verður virkandi
kongur í Noregi til umleið 1. mars, tí Haraldur kongur
skal skurðviðgerast fyri krabbamein í bløðruni.
Nú er tað so, at kona krúnprinsin, krúnprinsessan
Mette-Marit, er við barn og skal eiga tann 22. januar,
og tí hevði krúnprinsurin ætlað sær í barsilsfarloyvi,
tá konan hevur átt. Men tað gongur ikki, siga norskir
statsrættarserfrøðingar. Sambært grundlógini skal
kongur hitta stjórnina eina ferð um vikuna, og hesum
kann hann bara sleppa undan, um so er, at hann er
sjúkur ella burturstaddur.
Eivind Smith, professari, sigur við norska útvarpið,
at Haakon krúnprinsur kann ikki fáa farloyvi frá
skylduni at hitta stjórnina. So leingi kongurin ella
krúnprinsurin er í landinum, hevur hann skyldu at
hitta stjórnina eina ferð um vikuna, sigur professarin.
Hinvegin kann krúnprinsurin taka sær barsilsfarloyvi
frá øðrum skyldum so sum at umboða kongshúsið í
ymsum viðurskiftum, sigur hann.
Keypa ov fá jólatrø
Skógarbøndur í Svøríki kæra seg um, at tað gongur
illa at sleppa av við jólatrø í ár, og at fólk hava lítlan
hug at gjalda tað, sum eitt vakurt jólatræ kostar.
Svensku skógarbøndurnir klára næstan at metta
marknaðin, men eitt sindur verður innflutt úr
Danmark. Tað hevur kortini víst seg, at sviar eru ikki
so fegnir um tey donsku jólatrøini, og at teir heldur
vilja hava tey svensku. Men kortini stendur tað á hjá
skógarbøndrunum at sleppa av við trøini í ár, skrivar
tíðindastovan TT. Annars vórðu nógvir svenskir
skógarbøndur meint raktir av frosti seinasta vetur, og
tí eru ikki so nógv jólatrø á marknaðinum í ár sum
onnur ár.
Eitt gamalt svenskt orðafelli sigur annars, at jólini
eru ikki verulig jól, uttan so at jólatræið er stolið. Um
tað er ein av orsøkunum til, at sviar hava so lítlan hug
at keypa sær eit jólatræ, verður ikki sagt.
Meðan seks løgreglu-
menn bukaðu tann 41
ára gamla mannin,
tóku aðrir løgreglu-
menn hendingina
upp á sjónband
LØGREGLU-
HARÐSKAPUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Atburðurin hjá teimum
seks løgreglumonnunum
verður nú kannaður.
Tann ógvusliga hending-
in byrjaði tíðliga sunnu-
morgunin, tá løgreglan
kom fram á ein mann, sum
lá á einum grasvølli uttan
fyri eina matstovu í býnum
North Avondali í ameri-
kanska statinum Cincinatti,
skrivar blaðið The Cin-
cinatti Enquirer.
Ein sjúkrabilur kom á
staðið, men fór avstaðaftur,
tí tá var maðurin komin á
føtur. Lítla løtu seinni kom
ein løgreglubilur á staðið.
Maðurin, tann 41 ára gamli
svarti Nathaniel Jones, fór
yvir ímóti løgreglumonn-
unum. Ein av løgreglu-
monnunum
bað
hann
steðga á, men ístaðin
royndi maðurin at sláa ein
av løgreglumonnunum. So
byrjaði bardagin. Fleiri løg-
reglumenn komu á staðið,
og Nathaniel Jones varð
sligin fleiri ferðir, áðrenn
tað eydnaðist løgreglu-
monnunum at fáa bilbukt
við hann og at leggja hann í
hondjørn.
Maðurin var tá so viðtik-
in, at hann mátti á sjúkra-
hús, og har doyði hann
nakrar tímar seinni.
Nakrir
løgreglumenn,
sum sótu í einum bili, tóku
hendingina upp á sjónband.
Sambært The Cincinatti
Enquirer hava løgreglu-
ovastin og borgarstjórin
sæð upptøkuna, men teir
halda ikki, at løgreglu-
menninir gjørdu nakað
skeivt. Kortini verður málið
nú kannað.
Rættarmálið ímóti
manninum, sum er
skuldsettur fyri at
hava myrt svenska
uttanríkisráðharran,
Onnu Lindh, byrjar
tann 20. januar.
Roknað verður við, at
viðgerðin fer at taka í
mesta lagi seks dagar
LINDH-MORÐIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein 24 ára gamal maður er
skuldsettur fyri at hava
myrt Onnu Lindh í einum
handilshúsum í Stockholm
tann 10. september. Hon
doyði á sjúkrahúsinum
morgunin eftir.
Krister Petersson, ákæri,
sigur við Dagens Nyheter,
at ætlanin er at avgreiða
málið skjótt. Hann roknar
við, at ákæruritið verður
orðað liðugt miðskeiðis í
januar, og tann 20. kemur
málið so fyri í rættinum.
At ákæruvaldið hevur
skund nú kemst ikki bara
av, at svenskir fjølmiðlar
vilja hava málið avgreitt
sum skjótast, men tað hev-
ur eisini samband við, at
tann serligi trygdarsalurin í
býarrættinum í Stockholm
skal umvælast í næstum.
Gøran Nilsson, býarrætt-
ardómari, sigur við Dagens
Nyheter, at málið ímóti tí
24 ára gamla manninum fer
at taka í mesta lagi seks
dagar. Vanliga plagar tað so
at taka eina viku, til sjálvur
dómurin verður sagdur, og
báðir partar fáa so tríggjar
vikur til at umhugsa dómin.
Sambært Dagens Nyheter
er tað longu nú greitt, at
taparin fer at skjóta dómin
inn fyri hægri rætt.
Løgreglumenninir, sum
hava arbeitt við Lindh-
morðinum, eru nú í ferð við
at fáa tey teknisku prógvini
upp á pláss. Teir halda
eisini fram við at avhoyra
tann skuldsetta, sum fram-
vegis noktar seg sekan.
Málið um Lindh-morðið
byrjar 20. januar
Seks løgreglumenn
bukaðu mann í hel
Anna Lindh varð myrd tann 10. september. Í januar kemur
tann skuldsetti fyri rættin
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
20