mikudagur 3. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 230 - 3. desember 2003
Nr. 230 - 3. desember 2003
19
OLJURÁÐSTEVNA
Jan Müller
Tað var ein vælupplagdur
og avgjørdur Eyðun Elttør,
sum fór á røðarapallin í
stóru samkomuhøllini í
Lerwick í farnu viku og
vendi sær til meira enn 200
umboð
fyri
oljuvinnu,
fiskivinnu, myndugleikar
og ikki minst til sjálvan
bretska
starvsbróðurin,
Stephen Timms, sum eisini
hevði leitað sær "longu"
leiðina úr London til Ler-
wick.
Eyðun Elttør segði seg
vóna, at orsøkin til at hann
varð boðin við til oljuráð-
stevnu og 25 ára haldið fyri
stovnanina av oljuhavnini
Sullom Voe ikki bara var
olja men meira fyri at
menna
verandi
bond
millum bæði fólkini. Hann
vísti á orðini, ein møtir, tá
man kemur til Lerwick,
nevniliga "Med Logum
Skal Land Byggja", eitt
livandi prógv um felags
upprunan. Meðan føroying-
ar hava livað við eini
norðurlendskari siðmenn-
ing, hava hetlendingar ver-
ið partur av tí Anglo-Sax-
isku siðmenningini.
Hóast leiðirnar hjá báð-
um fólkunum hava gingið
hvør sín veg, so setir nú-
tíðarsamfelagið nýggj krøv
til samfeløgini til eitt nú at
sameina resursurnar til
felags frama fyri hetta økið.
Bæði
oyggjasamfeløgini
liva tætt við havið og eru
livilíkindini nær tengd at,
hvussu væl vit duga at
fyrihalda okkum til havið
og tess tilfeingi. Báðar
tjóðir kenna ábyrgd fyri til-
feinginum og umhvørv-
inum og leggja seg eftir eini
burðardyggari framtíð.
Hann vísti á, at tað eru
gjørdar fleiri avtalur mill-
um Føroyar og Hetland um
mentan og vinnulív um-
framt flutning. Í hesum
kjalarvørri kemur ferða-
vinnan, ein ídnaður, sum
kann hava stóran týdning
fyri samfeløgini. Elttør
nevndi tí eisini Norrønu,
sum er eitt gott dømi um
eitt felags projekt, ið kann
fáa stóran týdning fyri at
knýta økini enn tættari
saman. – Eg vóni vit fara at
síggja aðrar verkætlanir
við, sum kunnu menna
samvinnuna
uppaftur
meira.
Landsstýrismaðurin
nevndi í hesum sambandi,
at um tað eydnast at økja
um handilssambandið mill-
um londini kundi verið
ynskiligt við føstum bein-
leiðis flogsambandi og vísti
á, at hann sjálvur var komin
við flogfari beinleiðis úr
Føroyum til ráðstevnuna.
Um oljuvinnuna segði
Elttør, at føroyingar eiga at
kunna læra av hetlendsku
royndunum. – Vit hava
kanska
ymiskar
siðir,
mentan og bakgrund.Men
vit eru bæði smá oyggja-
samfeløg, vit eru bundin av
einum reinum umhvørvi
fyri fiskivinnuna og sum
smátjóðir mugu vit eisini
tryggja, at okkara um-
hvørvi ikki verður dálkað.
Eyðun Elttør helt tað vera
sera umráðandi fyri føroy-
ingar, áðrenn vit gerast
oljutjóð, og tað gerast vit
ein dag, legði hann dent á,
at vit fáa góð ráð aðrastaðni
frá. Hann greiddi so frá
oljutilgongdini í Føroyum,
sum hevur sannført føroy-
ingar um, at oljuleiting tek-
ur tíð. Landsstýrismaðurin
segði seg hava hoyrt het-
lendingar tosa um at fáa tí
føroysku oljuna til Het-
lands. – Eg skilji væl, at tit
leita eftir nýggjum kundum
fyri at halda lív í olju-
havnini her. Men sambart
føroyska lóg skal øll olja
upp á land í Føroyum.
Landsstýrið
kann
gera
undantøk frá hesi lóg. Men
tað er eitt mál, sum vit ikki
vilja viðgera, fyrr enn vit
hava gjørt eitt lønandi fund.
Tað hevði ikki verið klókt
av mær í løtuni at sagt tykk-
um, um tað er rætt at taka
oljuna í land í Føroyum ella
flyta hana til Hetlands.
Tann avgerðin fer í stóran
mun at byggja á búskapar-
ligu støðuna og arbeiðs-
støðuna í Føroyum til ta tíð
eins væl og støddina á tí
fundi, sum verður gjørt.
Eisini oljuprísurin og onnur
viðurskifti spæla inn. So
míni ráð eru, at tit í Het-
landi mugu ikki fyritaka
tykkum nakað í løtuni í
hesum máli og bíðið við at
taka eina endaliga støðu, til
tíðin er tann rætta.
At enda nevndi hann 2.
Útbjóðing. – Tað er vón
mín, at eg síðst í næsta ár
kann bjóða út nýggj leiti-
loyvi á landgrunninum og
at hetta fer at víðka um
virksemi á landgrunninum.
- men heldur kortini,
at olja og gass fara at
hava ein týðandi
leiklut í mong mong
ár enn
OLJURÁÐSTEVNA Í
HETLANDI
Jan Müller
Bretar ætla at leggja nógva
orku í at menna varandi
orkukeldur og hava sett sær
sum mál at nøkta 20% av
orkutørvinum við varandi
orkukeldum so sum vindi,
sól og alduorku um ár
2020. – Danir eru sera
frammarlaga á hesum øki,
ja teir bestu í heiminum, og
vit vilja gera okkara til at
læra av teimum, og tí fara
vit eisini at gera nógv fleiri
íløgur á hesum øki næstu
árini sigur Stephen Timms,
bretski orkumálaráðharrin í
samrøðu við Sosialin. Hann
vísir á, at uppá longri sikt
verður orkutørvurin so
nøktaður við enn bílgari og
reinari orku sum vetni, men
tað liggur nógv longur
frammi í tíðini. Tí enn skal
meiri gransking til.
Men hóast aðrar orku-
keldur fáa størri týdning so
verður kortini brúk fyri olju
og gassi í nógv nógv ár
aftrat. Hann sær fyri sær, at
hóast varandi orkukeldar-
nar fara at fylla nógv meira,
so verður kortini tørvur á
kolvetni. Sjálvur ivast hann
heldur ikki í, at nokk er til
av oju og gassi til langt inn
í framtíðina, í hvussu er í
mong mong tíggjuár aftrat.
Á oljuráðstevnuni í Ler-
wick var eisini nógv gjørt
burtur úr spurninginum um
varandi orku. Og her ætlar
Hetland sær at hava ein
týðandi leiklut. Í løtuni
verður roynt at skapa áhuga
fyri at leggja ein kaðal úr
Hetlandi og inn á megin-
landið, sum skal flyta
streym frá vindorku til
nógv húsarhald á skotska
og bretska meginlandinum.
Hetlendingar hugsa sær at
kunna nøkta kanska 20%
av øllum elorkutørvinum í
Bretland við vindorku. Í
dag nøkta varandi orku-
keldur umleið 4% av ensku
elnýtsluni.
Eins
og
undanmaður
hansara í orkumálaráðnum,
Brian Wilson, so sær
Stephen
Timms
eisini
fegin, at føroyingar og eitt
nú hetlendingar og skotar
samstarva á orkuøkinum.
Meðan Bretland í dag
framleiðir olju og gass til at
nøkta alla sína egnu nýtslu,
verður tað eftir øllum at
døma um fá ár ein netto-
innflytari av olju og gassi
og fer í 2020 helst at
innflyta 75% av samlaða
orkutørvinum. Hetta setir
stór krøv til Bretland at
troyta verandi olju- og
gassgoymslur
fult
út
umframt at menna varandi
orkukeldur segði bretski
orkumálaráðharrin á ráð-
stevnu í Lerwick nú um
dagarnar. Ætlanin er, at
varandi orkukeldurnar í
2010 skulu nøkta 10% av
eltørvinum og 20% í 2020.
Í hesum sambandi fer Het-
land at spæla ein týðandi
leiklut.
Bretland fer longu í ár
2006 at innflyta norskt gass
frá Ormen Lange feltinum
umframt frá norðurafrika
og olju frá Ruslandi og
Opeclondum.
Ráðharrin beyð tí teim-
um mongu nýggju og
smærri oljufeløgunum um
at vera vælkomin at troyta
goymslur, sum eru funnar
men sum liggja og bíða
eftir at verða útbygdar til
framleiðslu. Hann metti
eisini, at meira lagaligar
treytir til oljufeløgini fara
at gagna einum øktum
virksemi á landgrunninum.
Hann ynskti eisini BP og
hetlendingum tillukku við
hesum fyrstu 25 árunum í
oljuvinnuni í Hetlandi.
Síðani Sullom Voe lat upp
eru meira enn ein milliard
tons av olju farin gjøgnum
oljuhavnina ella tilsamsans
10.000 lastir.
Stephen Timms sá sera
bjart uppá framtíðina, nú
kanningar vísa, at Bretland
er eitt av teimum bestu
íløguøkjunum yvirhøvur og
hetta fer vónandi eisini at
merkja bæði tí 21. útbjóð-
ingina, sum er farin í gongd
og tí 22., sum verður latin
upp næsta ár, og sum eisini
fevnir um økið vestan fyri
Hetland. Vit kenna ikki
framtíðina í hesum øki
segði hann men helt kort-
ini, at her liggja stórir
møguleikar fyri at finna
olju og gass.
Bretski orkumálaráðharrin:
Sær stórar møguleikar í varandi orku
Eyðun Elttør á oljuráðstevnu í Lerwick:
Ikki bert olja skal
knýta okkum saman
Eyðun Elttør, landsstýrismaðurin í oljumálum varð ein av
høvuðsrøðarunum á oljuráðstevnu í Lerwick í farnu viku
Mynd Jan Müller
Bretski orkumálaráðharrin Stephen Timms heldur størri
dentur skal leggjast á at menna varandi orkukeldur. Her talar
hann til 200 áhoyrarar í stóru samkomuhøllini í Lerwick
Mynd Jan Müller
Hetta var høvuðsboð-
skapurin hjá Digby
Jones, gestarøðara við
hátíðarhaldið í Ler-
wick mánakvøldið í
farnu viku . Hann er
stjóri í bretska
arbeiðsgevarafelagnu
m. Sosialurin hitti
hann og spurdi, hví
hann hevði lagt sær
le|ðina til eitt so fjar-
skotið stað sum
Hetland.
GESTARØÐARI Á
VINNUDEGI
Jan Müller
- At tað eru 25 ár síðani
oljuvinnan av álvara kom
til Hetlands og Sullom Voe
oljuhavnin varð tikin í brúk
er ein stór hending fyri
okkum øll í Bretlandi. Ikki
bara tí at BP er ein av teim-
um størstu og mest týðandi
fyritøkunum í Bretlandi,
men eisini tí at Hetland
hevur víst og prógvað, at
tað hevur verið sera opið
fyri íløgum, sum síðani eru
komnar tess íbúgvum til
góðar. Nú oljan og gassið
minka krevur tað nýhugsan
at møta framtíðar avbjóð-
ingum, eitt nú hvussu tú vil
brúka arbeiðsmegina, hvat
BP og myndugleikarnir
ætla og hvussu øll hesi
liðini samam kunnu vera
við til at tryggja Hetlandi
eina góð og burðadygga
framtíð.
Avbjóðingin er at kunna
og duga at brúka hegni og
royndir hjá fólkinum og
laga hesi til morgindagin,
soleiðis at man eisini kann
troyta varandi orkukeldur
sum vind, aldu og flóð og
fjøru til at tryggja eina
burðadygga gongd. Eg eri
eisini sera fegin um, at
hetlendingar eru farnir at
hyggja at nýggjum leiðum
eitt nú móti Føroyum, Ís-
landi og Noregi og fáa
vinnulig sambond tann
vegin – og ikki bara líta
móti bretska meginlandin-
um og Europa. Bretland
hevur altið verið ein tjóð
við handilsfólki, og tí er tað
sera hugaligt, at eitt nú
Hetland sær nýggjar hand-
ilsmøguleikar í Norðurat-
lantshavi.
Hóast hann hevur eina
stóra ábyrgd og eisini stórt
vald í Bretlandi í dag sum
stjóri fyri bretska arbeiðs-
gevarafelagnum, hvørs lim-
ir, smærri og størri fyri-
tøkur við 11 milliónir fólki
í arbeiði, so viðgongur
Digby Jones, at hann veit
sera lítið um Føroyar, ikki
meira enn tað hann lærdi í
barnskúlanum, so hann er
sera fegin um at hava fingið
eina innbjóðing til at vitja
Føroyar á Vinnudegnum
næsta ár. - Tað sindri eg veit
um tykkum er, at tit spældu
javnt móti Skotlandi í fót-
bólti, og at tit og Danmark
eru tætt knýtt.
Magni beyð honum til
Føroya
Tað var Magni Arge, stjóri í
Oljuvinnufelagnum
og
nevndarlimur
í
Føroya
Arbeiðsgevarafelag, sum
beyð honum til Føroya eftir
ta karismatisku og dundr-
andi røðuna hann helt fyri
400 innbodnum í býráðs-
høllini í Lerwick næstsein-
asta mánakvøld.
Hetta er aðru ferð, at
hann vitjar Hetland. Hann
sær fegin, at bretar í størri
mun vitja henda vegin, nú
oyggjarnar eisini hava so
stóran týdning fyri bú-
skapin orsakað av oljuni og
tær kunnu vera við til at
byggja brýr millum bretska
meginlandið og Europa og
so samfeløgini í Norður-
atlantshavi.
Digby Jones sær fleiri
møguleikar í eini samvinnu
millum Føroyar og Het-
land. Eitt nú á tí tøkniliga
økinum, tá tað snýr seg um
at leita eftir olju og at taka
sær av oljuni, tá tú hevur
funnið hana. Eisini hevur
tað týdning at gera sær
greitt, hvussu ein stór olju-
vinna kann broyta fólkið. -
Tað er greitt, at tá tú er
vorðin ein oljutjóð, so
broytir tað eisini grund-
leggjandi lívið hjá íbúgvun-
um. Tað gevur vælferð men
hevur eisini aðrar broyt-
ingar og avbjóðingar við
sær, eitt nú sosialar. Eg
haldi tí eisini, at eitt sam-
starv kann hava týdning
fyri Føroyar, sum kunnu
læra av Hetlandi, sum hóast
oljuinntøkurnar
hevur
megnað at varðveita aðrar
vinnuvegir, t.d. er fiski-
vinnan tvær ferðir størri
enn oljuvinnan, og eg haldi,
at føroyingar kunnu læra av
tí. Sjálvur visti eg tað ikki,
áðrenn eg kom til Hetland
fyri fyrstu ferð seinasta
summar.
Magni Arge sigur, at
hann beyð manninum at
vera ein av framsøgumonn-
unum má Vinnudegnum í
september næsta ár, tí hann
metti
mannin
at
vera
áhugaverdan fyri eina før-
oyska áhoyrarafjøld. Tað
var ikki hálvtalað orð og
hann tók av. Hann hevur
altíð ynskt at koma til
Føroyar. – Hetta er heldur
ikki ein og hvør. Sum eg
havi skilt er hann tann stóra
kanónin í arbeiðsgevara-
felagnum í Bretlandi og
sigst at hava javnt og tætt
samband við Downing-
street nr. 10. Tey, sum
hoyrdu hann her í kvøld,
skilu, at hetta er ein maður,
sum hevur rættiliga gott
yvirlit um støðuna og ótrú-
liga góð oratorisk evni og
uttan iva eina stóra ávirkan
á tey fólkini, sum hann
kemur í nánd av.
Boðskapurin
Boðskapurin hjá Digby
Jones í røðu síni í sambandi
við 25 ára dagin fyri Sull-
om Voe var rættiliga ein-
faldur. Hann var tann, at
kappingin
í
heiminum
verður harðari og harðari,
har tú hevur Asia, Europa
og Amerika í kapping við
hvørt annað og fann Europa
ikki út av at syrgja fyri, at
teirra lond vóru kapping-
arfør við onnur, so fer
Europa at tapa, og soleiðis
sum hann upplivdi tað, so
hevði man sera lítið skil í
sínum egna húsi í Europa,
har man spenti bein fyri
hvørjum øðrum heldur enn
at skapa góðar karmar, so
man var kappingarførur.
Tað sama upplivdi hann í
Onglandi og teimum lokalu
samfeløgunum í Onglandi,
at man syrgdi ikki fyri, at
teirra egna nærumhvørvi
var kappingarført í tí stóra
globala bílætinum. Tí tað er
ein global hørð verð vit
ganga ímóti, har tað ikki
nyttar bara at sita og hyggja
inn eftir í seg sjálvan. Vit
verða noydd til at hyggja
eftir, hvussu vit skulu klára
okkum í kappingini við
onnur. Tað var boðskap-
urin.
Magni Arge sigur, at
boðskapurin var ikki nógv
øðrvísi enn vit síggja tað
aðrastaðni frá, men at tað
var áhugavert at hoyra,
hvussu umráðandi hann
helt tað var fyri eitt land við
60 milliónum íbúgvum og í
veruleikanum
sá
somu
trupulleikar sum vit síggja
við 50.000 íbúgvum.
Hann var sera skeptiskur,
hvussu ES var bygt upp,
hinvegin var hann ikki í iva
um, at tað var neyðugt, at
vit standa saman í Europa
fyri at kunna klára seg í
kappingini í framtíðini,
men tað nyttar bara ikki at
standa saman, um tú ikki
kanst hava jøvn kapping-
arlig vilkor um alt Europa.
Tað dugur ikki, at tað eru
ójavnar fyritreytir í ymsum
pørtum av Europa.
Hvat kann hesin maðurin
tilføra Vinnudegnum næsta
ár?
- Tað er altíð hugaligt at
hoyra fólk, sum hava fing-
urin á pulsinum í størri bú-
skapum, hvussu hesi síggja
uppá tingini, men tey loysa
ikki nakrar trupulleikar fyri
teg. Tey geva tær neyðturvi-
liga heldur ikki nakra loysn
uppá, hvussu vit skulu bera
okkum at í framtíðini, men
tað gevur okkum eitt innlit
í, hvat tey hugsa og hvussu
tey síggja uppá tingini og
tað kann man so fáa
íblástur frá. Hinvegin er tað
altíð stuttligt at hoyra fólk,
sum sita í eini sentrali støðu
aðrastaðni, hvussu veru-
leikin sær út í teirra eygum.
Eiga at hyggja móti
Bretlandi
Magni Arge telist annars
millum tey, sum halda, at
vit áttu at hugt meira móti
Bretlandi. At vit ikki hava
gjørt tað so nógv kemst av
tí danska og harvið tí
skandinaviska sambandin-
um, kanska alt ov nógv tí
danska, og tað er harmiligt,
tí Bretland liggur okkum so
nær. Hinvegin er tað eisini
ein spurningur um tíð at
broyta eitt slíkt mynstur.
Hyggja vit t.d. til 1990, so
høvdu vit tá ongan íblástur
bretsku megin frá. Í dag er
íblásturin so nógv størri
enn hann nakrantíð hevur
verið. Tað kemur m .a. frá
oljuvinnuni og tí samband-
inum, sum er skapt til
Aberdeen og eisini tí sam-
bandi vit hava skapt okkum
til London og aðrastaðni
við samferðsluni, so vit eru
í ferð við at broyta okkum
til at vera eitt meira altjóða
kent samfelag enn vit vóru
fyrr. Og tað haldi eg er
positivt.
Mugu standa saman í Europa
Tvær "kanónir" í arbeiðsgevarahøpi, Digby Jones, stjóri í bretska arbeiðsgevarafelagnum og Magni Arge, stjóri í Atlantsflog og formaður í Oljuvinnufelagnum, her
á háborg hetlendinga í Lerwick
Mynd Jan Müller
– og verða kappingar-
før við aðrar heims-
partar
C
M
Y
K
19
18