leygardagur 16. mai 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið SV
Nr. 91 — 16. MAI 1998
ÍTRÓTTUR
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 31 47
20 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Årsins fyrsti
toppdystur
Fótbóltur: NSÍ og HB hittast í morgin
ársins fyrsta toppdysti í 1. deild
b spáa um nakað
g NSI hava
unn daðar dyst
idskappingini
{ 1g rgin
aður hjá NSI, sum við
vissu situr uttanfyri, er Gert Lang-
Hann breyt armin móti Kl
teypakappingini, men er so
farin at renna aftur, hóast
hann enn hevur pínu í arminum. Í
Runavík rokna teir ikki við, at tað
fara at a meir enn eimi 14
dagar, áðrenn hann kann spæla
aftur við fullari megi. Helgi L
Petersen er framvegis eitt sindur
sárur í knænum, men hann verður
í øllum fórum við í hópinum í
morgin
Lagið er gott í Runavík í hesum
døgum, nú fótbóltsliðið úr bynum
er í tí fyri teir eitt sindur óvanligu
støduni at liggja ovast í deildini
Men teir eru greiðir yvir, at tað
enn resta nógvir dystir í, og at als
einki er avgjørt enn
I HB meta tey dystin í Runavík
um bert ein av fleiri tydningar-
miklum dystum, sum vera seinni
í ár. HB hevur higartil vunnið tepr-
ar sigrar á B36 og TB, men nú
skulu teir fyri fyrstu ferð í lands-
kappingin: í ár úr Gundadali. Teir
hava spælt í Runavík eina ferð fyrr
í ár. Tað var í steypakappingini,
og tá vann NSI 3 Hinvegin
tiling im
gaard
smátt
gang
3-0
vann HB 3-0 á NSI í Havn, so ilt
er at siga, hvussu leiku: fer i
in
HB hevur í seinastuni spælt utt-
an verjuåliid Jan Dam
koykti sær fótin herfyri
skilst ætlar hann sær at royna aftur
í morgin í ársins fyrsta toppdysti
Andrew av Fløtum er eisini so
smátt við at koma
Allan Mørkøre, sum hevur havt
trupulleikar við hondini. og sum
møguliga skal skurðviðgerast eina
ferð seinni, spælir eins
morg-
sum
men sum
fyri seg, og
og hinir
På
fullum huga i morgin
I fjør vann HB landskappingar
dystin í Runavík 4-2, men tað hev-
ur gingið upp og niður í dystunum
millum hesi bæði liðini seinastu
árini. Í 1996 var NS] ikki í 1. deild,
men í 1995 endaðu báðir dystirnir
millum NSI og HB uttan mál. Í
1994 vann NSÍ 4-1, men í 1993
spældu runavíkingar í 2
av
deild
IF og B68 mugu kappast
vid FA Cup-finaluna
Sum nakad nytt hevur FSF lagt
ávísar 1. deildardystir leygardag
og ein av hesum Verður í dag, tá
B68 fer Fuglafjarðar at vitja
IF
Fleiri B68-arar hava verið plág-
aðir av krími í seinastuni, men tað
skuldi ikki nerva liðið í dag. Niels
Suni Poulsen var leikbannaður
seinasta sunnudag, tá B68 tapti á
Svangaskarði móti GI, men hann
er við aftur í dag. Hinvegin má
verjuspælarin Johannus Danielsen
sita uttanfyri. Hann spældi við 3
deild seinasta vikuskiftið og fekk
ein skaða í lærkrikan — tað var
júst ein tílíkur skaði, sum helt
honum uttan fyri stóran part av
árinum í fjør
IF hevur havt nógvar smáskaðar
í seinastuni, men teir eru nú horv-
nir, og fuglfirðingar kunnu stilla
við sterkastu manning í dag.
Eftir hvat vit hava frætt, verður
dysturin í dag spældur klokkan
15.00, og so er tað upp til eystur-
oyingar sjálvar, um teir vilja síggja
IF og B68 í Fuglafirði ella Arsenal
og Newcastle í sjónvarpinum.
Enska steypafinalan verður spæld
samstundis sum dysturin í Fugla-
firði, og tað kann fáa óhepna á-
virkan á åskodaraundirtøkuna í
dag. Men um veðrið er gott, er
tað jú altid hugaligt at vera til
fótbóltsdyst, og dysturin í sjón-
varpinum kann bandast. Tað
smartasta hevði kortini verið at
spælt dystin í Fuglafirði seinni,
eitt nú klokkan 18.00
I fjør vann B68 3-1 í í Fuglafirði.
í 1996 lá IF omaná 2-1. Í 1995
spældu fuglfirðingar í 2. deild,
men í 1994 vunnu teir 1-0 á B68
á heimavelli, og tað gjørdu teir
eisini í 1993
Sumba til Havnar
I Gundadali taka føroyameistar-
arnir B36 ímóti uppflytarunum úr
Sumba. Sumbingar hava eina ferð
fyrr í ár vitjað B36,
havnarliðið
og tá vann
Spælandi venjarin hjá B36,
Tomislav Sivic, fekk ein skaða í
Klaksvík seinasta vikuskifti og
hevur ikki vant hesa vikuna. Hann
verður helst ikki vid í morgin, men
tað verður hin jugoslavin, sum fyri
kortum kom til landið. Ronnie
Samuelsen fekk tvey gul kort í
Klaksvík seinasta sunnudag og má
av tí sama sita uttan fyri í morgin.
Sumba er eitt av liðunum, sum
hevur verið nógv plágað av skað-
um higartil í ár, men nú skuldi
verið liðugt við tí. Eyðbjern
Thomsen hevur ein drúgvan knæ-
skaða, og í Sumba rokna teir ikki
við, at hann verður at síggja á
vellinum fyrr enn í øllum fórum
aftan á summarsteðgin. René
Thomsen hevur havt trupulleikar
við økslini, men tað skuldi ikki
verið nøkur forðing í morgin
Annars ljóðar tað, at onkrir av
spælarunum hjá Sumba ætla sær
til skips, men um hetta fer at síggj-
ast aftur á liðnum í morgin, er
Ovist
B36 tapti í 1995 1-2 í Gundadali
móti Sumba/VB. Í 1991, tá Sumba
var í 1. deild, vann B36 hinvegin
2-1
Jan Andreasen
fær kanska farloyvi
Klaksvíkingar fara suður á Tvør-
oyri longu í kveld, so teir kunnu
vera so væl fyri sum gjørligt til
dystin móti TB í morgin
Tað er tó ivasamt, um Jan An-
dreasen fer suður við. Konan hjá
Kl-miðverjanum skal til at eiga
nú, so tað kann vera, at Jan fær
»barnsburdarfarloyvi« frá venjar-
anum Jóannesi Jakobsen
Olgar Danielsen hevur fram-
vegis trupulleikar við knænum og
er ivasamur til TB-dystin. Hinveg-
in er Jan Joensen um at vera klårur
aftur. Hann spældi vid 2. deild
seinasta vikuskifu, men tað er
rættiliga sannlíkt, at hann verður
millum teirra, sum fara til Tvør-
oyrar í dag.
Bróður Jan, Allan Joensen, er
hinvegin langtíðarskaddur. Allan
hevur roynt at spælt fyrr í ár, men
hevur ikki kunnað spælt ein heitan
dyst. KÍ-venjarin Jóannes Jakob-
sen harmast um, at Allan Joensen
ikki fær spælt.
Hann sigur, at teir hava um-
hugsað at senda hann niður til
onkran serfrøding fyri at vita,
hvussu ring stødan er
Allan er ikki meir enn 25 ár
og hevur eini 5-6 ár eftir í KÍ, so
tað hevði verið ein góð fløga, um
em tilikur serfréðingur hevði
kunnað fingið hann í ordan aftur
Tað er eingin ivi um, at hugurin
mm
Lesið eisini |
ítróttin á
Internetinum
N
www.sosialurin.fo |
Sterki framherjin Søren Skov Jørgensen verður ikki at síggja á
Gl-lidnum í morgin
hjá Allan at spæla er so stórur sum
nakrantíð, sigur Kl-venjarin
TB gav síðsta sunnudag HB ein
skarpan gang í Gundadali, og
tvgrámenn skulu nú royna at
koppa javnaldrunum hjá HB á
Sevmyri.
Petur Oluf Mortensen fekk ein
skada i hælsinuna i fyrsta steypa-
dystinum á árinum móti B36 á
Tvøroyri og er ongantíð rættiliga
sloppin av aftur við skaðan. Hann
hevur roynt seg fleiri ferðir, men
tað liggur illa fyri, og ivasamt er,
um hann verður tøkur hjá Zoran
til dystin í morgin. Hans Hammar
hevur ligið við fepuri alla vikuna
og tað er ein spurningur, um hann
er nóg væl fyri til at spæla í morg-
in. Annars eru allir mans tøkir hjá
jugoslaviska venjaranum.
I fjør var TB i 2. deild og spældi
tískil ikki móti besta liðnum hjá
KÍ, men í bæði í 1996 og 1995
endaði javnt á Tvøroyri, 1-1 í
1996 og 2-2 í 1995. Í 1994 var
eingin ivi, tá KÍ vann 6-0, men í
1993 endaði tað eisini við javn-
leiki, 1-1.
Sámal noyðist
at sita utt ri
Fimti dysturin hetta vikuskiftid
verður í morgin i Sarpisgerði, har
GI fær vitjan av VB. GI er væl
koyrandi í løtuni, meðan tað hjá
VB hinvegin stendur illa til
V ågbingar skulu royna at venda
skervu gongdini, og allir spælar-
Mynd: Alvur Haraldsen
arnir í hópinum eru tøkir. Venjarin
sjálvur, Milan Milanovic, hevur
verið smáskaddur so at siga alt
árið, men tað er sannlíkt, at hann
í øllum fórum byrjar inni í morgin.
Danska álopsessið hjá GI, Søren
Skov Jørgensen, hevur ikki vant í
vikuni orsakað av skaða í lærkrik-
anum, og hann situr uttan fyri í
morgin. Tískil kann Henning Jarn-
skor verða fluttur fram í álopið,
ella kann Johan Nielsen fara niður
í 2. deild eftir Heina Heinason.
Og so er tað Sámal Joensen, sum
varð vístur av vellinum á Toftum
seinasta sunnudag. GI hevur kært
dómin, men eftir hvat Ítróttarsos-
ialurin hevur frætt, fáa gøtumenn
ikki viðhald, og tí noyðist Sámal
at vera áskoðari í morgin.
GÍ vann í fjør 4-1 á VB í Gøtu.
Fyri tveimum árum síðani vann
GI 1-0, og í 1995 vunnu gøtumenn
3-0 á Sumba/VB í Sarpisgerði. Í
1994 var VB ikki í 1. deild, men í
1993 taptu teir eisini í Gøtu, ta
ferðina 1-0.
Sum vanligt er leygardag, skal
2. deild spæla, og øll tey tiggju
liðini í næstbestu deildini skulu
eisini á vøllin í dag. Í Klaksvík
spæla KÍ og Royn, EB/Streymur
skal í sínum fyrsta útidysti spæla
móti B36 í Havn, LIF fer yvir um
til Gøtu at bjóða GI av, FS Vágar
tekur ímóti HB, og í Runavík hitt-
ast NSI og B71.
elj