leygardagur 16. mai 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 16. MAi 1998
tíðindablaðið |
Thomas Thorninger er
eitt av stóru keypunum
hjá FCK. Hann skal
saman við spælarum
sum Thomas Rytter,
Peter Nielsen, Bjarne
Goldbæk og Toda Jóns-
son tryggja felagnum
gull og heiður framyvir
FCK snýr seg
bara um pengar
Fótbóltur: Sosiologur við áhuga fyri fótbólti leggur ikki
fingrarnar ímillum tá hann tosar um stóra munin sum er
millum FC Keypmannahavn og Brøndby
FCK er at sammeta við eitt
hvert annað framleiðslutól,
sum hevur til endamáls at
skapa yvirskot, meðan
Brøndby meiri er eitt veru
ligt fótbóltsfelag sum skap-
ar vón og dreymar í einum
øgiligum býarparti.
Fótbóltsáhugaði Henrik
Dahl, sum er sosiologur og
granskar livsstil, er ein ber-
søgin maður, og hann hevur
greiðar meiningar um tey
bæði stóru fótbóltsfelggini
í Keypmannahavn, sum
Kristi Himmalferdardag
spæla steypafinalu í Ítróttar-
parkini.
Tá eg hugsi um FC
Keypmannahavn, síggi eg
fyri mær nakrar handils-
menn og eitt framleiðslutól.
Tað kundi verið ein og hvør
verksmiðja, sum hevur til
endamáls at vinna pening. Í
FCK eru spælararnir fram-
leiðslutólið, sum framleiðir
fótbólt og pengar.
— Brøndby er er meiri eitt
veruligt fótbóltsfelag, sum
framleiðir nakað heilt ann-
að, nevniliga vón. Og tað
er tað sanniliga brúk fyri í
tí ræduliga Brøndby, sigur
hann og vísur til stóra ar
beiðsloysið og sosialu
neyðina annars, sum er at
finna í Bróndby-umráðnum
FCK skal vinna pengar
Keypmannahavn er býurin
við teimum stóru møguleik-
unum, og Henrik Dahl metir
stríðið millum FCK og
Brøndby hava stóran posi-
tivan tydning fyri danskan
fótbólt og menningina av
honum
Men skal hann út frá sín-
um faki analysera tey bæði
feløgini, kemur hann fram
til tvey fullkomiliga ymisk
úrslit.
— FCK er ein fyritøka,
sum er sett å stovn fyri at
vinna pengar, og ger fyri-
tøkan ikki tað, finna menni-
nir aftanfyri felagið bara
uppá okkurt annað. Tað
hevur alt at siga fyri FCK,
at felagið stendur seg væl
og vinnur okkurt.
— Brøndby er haraftur-
ímóti blivið eitt felag, tí
nøkur fólk hava tikid seg
saman um at skapa saman-
hald og møguleikar. Víst
spælir Brøndby fótbólt fyri
at vinna, men tað snýr seg
eisini um eitt hægri mål
Eg havi kensluna av, at
meðan FCK steðgar tá tað
ikki er stuttligt longur, vil
Brøndby halda fram sjálvt
um tað ikki eru pengar og
heiður við í spælinum, sigur
Henrik Dahl.
FCK hevur ein
strangan pápa
Henrik Dahl heldur, at í
Brøndby duga teir betri at
fáa bilbukt við mótgongd.
Ikki tí at teir bláu og gulu
eisini kunnu verða vánaligir
taparar og skylda uppá
dómarar og onnur, men
samanhaldið er framvegis
har.
— Hinvegin sær tað út til,
at í solidariteturin í FCK
hvørvur, tá liðið tapir. So
skulu syndabukkar finnast,
og teir sum koma í ónáðir
skifta til onnur felag, meðan
teir sum eru í aldudalinum í
Brøndby bara verða sendir
niður á 2. lið fyri at koma
fyri seg.
— FCK stendur fyri tí sum
er nýmótans. Har finna teir
fram til teir seku ístaðin fyri
at bakka upp um hvønn ann-
an. FCK hevur ein strangan
pápa. Brøndby hevur ein
stoltan pápa.
Í Brendby eru teir
meiri niðri á jørdini
Henrik Dahl heldur, at í
Brøndby hava teir skilt, at
stødug vidurskifti hava tyd-
ning. Teir brúka teir somu
spælararnar í longri tíð og
tað er ein partur av frágreið-
ingin um hví felagið hevur
staðið seg so væl
FCK er meiri merkt av
útskiftingum av bæði spæl-
arum, leiðarum og venjar-
um, og tað líkist meiri tí,
sum vit kenna til frá einum
nútímans samfelag I
Brøndby eru teir meiri niðri
á jørdini, heldur hann
Brøndby brúkar ikki
bara spælarar í langa tíð, teir
spæla eisini sama slagið av
fótbólti, og sjálvt um tað
ikki altíð er so pent at
hyggja at, gevur tað úrslit
og stabilitet
- FCK roynir at leggja eitt
hægri tekniskt stødi, men
har er tað ofta hent, at
skurdvidgerdin eydnadist
men sjúklingurin doyði
Hósdagin standa tey bæði
ymisku feløgini aftur yvir
fyri hvørjum ødrum
ek
FCK-stjorin: Todi kundi
spælt á danska landsliðnum
Fótbóltur: Flemming Østergaard væntar, at Todi Jónsson fer at tryggja FCK
gullið í steypakappingini
Var Todi Jónsson dani hevdi
hann verið landsliðsaktuell-
ur til danska HM-landsliðið.
Tað ivast stjórin í FCK
Keypmannahavn, Flemm-
ing Østergaard, ikki í
— Tá Todi er frískur og í
toppformi hevur hann euro
peiskan klassa. Og hevði
hann verið dani — og íkki
føroyingur hevdi hann
verið landsliðsaktuellur i
hesum døgum. Tað er ikki
FCK-stjórin væntar, at
Todi Jonsson fer at
tryggja FCK sigurin i
finaluni móti Brøndby
bara nakad, sum eg haldi,
tad er nakad, sum eg veit,
sigur hann
Todi er ein finur fyrur,
og ein framúr góður fót
bóltsspælari. Hevdi hann
bara kunna sloppið undan
llum skaðunum, kundi
hann komið langt. Hann er
ein av mínum absoluttu
favorittum, sigur FCK
stjórin
Gavst íkki
Todi Jónsson og Flemming
Østergaard kennast frá tíð
ini i Lyngby, har Østergaard
í síni tíð var ein av grund
stuðlunum
Men Østergaard hevdi
stórar ambitiónir, og fyri
tveimum árum síðani av-
gjørdi hann at flyta til FCK,
fyri at fáa kreppurakta fel
agið á rætta kós aftur, og
Todi Jónsson var ein av
teimum allarfyrstu spælar-
unum, sum hann legði seg
eftir at fáa til FCK
Eftir drúgvar samráðingar
eydnaðist honum at gera
fyribilsavtalu við Toda
Jónsson, og 1. juni 1997
bant tann avtalan, ti Todi
hevdi ikki funnið nakað út
lendskt felag
Todi skorar trý
Flemming Østergaard er nú
stjóri í FCK, men hann letur
DE
seg ikki noyða við at sita á
skrivstovuni hjá sær í Park
int og stýra felagnum har
frá. Hann fylgir sínum spæl
arum til allar dystir, og
steypafinalan verður hos
dagin er hann sjålvandi at
finna vid vøllin
Eg havi góðar vónir til
finaluna móti Brøndby og
trugvi, at vit kunnu vinna á
teimum. Eg giti at vit vinna
3- 1, og Todi Jónsson verður
maðurin sum skaffar okkum
Hann ger øll try
ta
sigurin
málini, sigur hann og ljóðar
sum hann meinar tað
hava trysi
Tosa so um at
á sær!
ek