leygardagur 16. mai 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Malawi: Vatn er vegurin til lívið
Tann rættin, vit í Fóroyum halda so sjålvsagdan til reint vatn, hava fólk í øðrum pørtum av heim-
unum ikki. Í Malawi í Afrika hava bara 5% av íbúgvunum vatn innlagt heima, og stórur partur
fær ongantíð reint vatn
Edvard Joensen
Mathelo Henry er 12 ára
gamal og býr í Ishmael í
Malawi í Afrika
Hann hevur alla sína tíð
havt diarré, sum oftast er
orsakað av tí vánaliga vatni-
num tey hava í Ishmael
Men Mathelo er hepnari
ann er nevniliga framveg-
N fy n
árni ein
D unum séi
« ast i seksti
årunum renna mær til hugs
angi her millum
smátturnar í Ishmael
Og Biafra stødan er ikki
langt burtur
Mamma Mathelo eitur
Roda Mbowela og er 43 åra
gomul
Tyduliga sæst å henni, at
hon hevur slitið fyri seg
Har er einki, sum bendir á
smurdar kinnar ella eygna-
skuggar. Kjálkarnir eru inn-
anhoknir, og eygnabráðið
fjart og uppgevandi
Hon sigur, at tað stendur
Ha til við mat: í býnum. Tað
me
eru Fiein, sum IKKI hava mat
yvirhøvur, s hon. Og
sjálv fingu
4
Mathelo, fremst, saman við foreldrunum og einum
beiggja
Hesin hylurin er einasta vatntilgongd, tey 16.000 fólkini i Ishmael hava
hoyrt um tað, men ongantíð
smakkað tað
Ein, fyri okkum føroying-
ar, heilt óskiljandi støda
Men kortini alt ov sonn
Vit, sum kunnu oyðsla,
sum vit vilja, duga illa at
ímynda okkum, at manga-
staðni er so lítið til av vatni,
at tað ikki er meira enn reið-
iliga upp í ein kopp í part
dagliga
Tey 16.000 fólkini, sum
búgva í sjálvum Ishmael og
umráðnum rundan um, hava
bara ein møguleika at fáa
vatn. Ur einum lítlum, grav-
skitnum, rundum hyli, einar
fimm metrar í diametur
Tað er ikki soleiðis, at
hesin hylur á nakran hátt er
vardur móti tí, sum rundan
um hann er. Hann er grivin
beinleiðis niður í vøll
har rennur alt í, sum regnið
Mynd: Edvard Joensen)
varð úr hylinum, vísti, at
meðan WHO - heilsustovn-
urin hjá ST - loyvir trimum
colibakterium í 100 ml. av
vatni, heyði hylurin í Ish-
mael ikki færri enn 790. Og
av streptokokkum loyvir
WHO 10 í 100 ml. I Ish-
mael vóru 470
Ynskja sær brunn
Tey, sum búgva í Ishmael
hava eitt ynski, sum ber av
øllum. Tey vilja fegin fáa
ein brunn, so tey sleppa frá
at drekka hetta skitna, lívs-
hættisliga vatnið
»Høvdu vit fingið ein
brunn, høvdu vit kanska
sloppið undan at ganga so
ofta til jarðarferð,< sigur bý-
ráðsformaðurin, sum eisini
eitur Ishmael, uppgevandi
Júst hendan dagin, vit
vitjaðu, vóru tvær jarðar
ferðir í býnum. Annar var
deyður av malaria, hildu
tey, meðan hin møguliga
var deyður av sjúku, sum
stóðst av skitnum vatni
Og tey í IÍshmael eru langt
frá einsamøll um hendan
Roknað r við, at
r 3M TU ,
i er ið val
T rr
Te reru dtarré, ty
KOIC nalar l
Sun | IK
k kitr
Að
hi sk (
r ir Y
så
mi i
Av hesum sjúkum krevur
diarré — einsamel! einar
triggjar milliónir mannalív
árliga. Av teimum eru um-
leið tvær milliónir børn.
Mett verður, at umleið
tríggir fjórðingar av teimum
sjúkum, sum fólk í menn-
ingalondunum fáa, standast
av tvørrandi atgongd til
reint vatn, vånaligum sani-
terum viðurskiftum ella
manglandi reinføri. Arliga
doyggja umleið tvær milli-
ónir menniskju í menning-
arlondunum beinleiðis or-
sakað av dálkaðum vatni
Børnini ringast fyri
I Ishmael doyggja årliga
tvey av fimm børnum, áðr-
enn tey eru fimm ára gom-
ul. Fleiri teirra beinleiðis av
tí ringa vatninum, tey noyð-
ast at taka úr sama hyli, sum
kríatúrini eisini drekka úr
Hesin opni hylurin, sum
bakteriurnar horast væl í, og
sum fáa serliga góðu tødu
frá neytalortinum undir
bakandi sólini
Í mong ár hevur hesin
hylurin verið einasta at-
gongd teirra til vatn. Og í
turrtíðini tornar hann heilt
kvinnurnar tá noyð
at ganga nógvar kilo-
rar til tess at fáa hendur
num 10 litrunum, sum
in familja við átta fólkum
1 |
upp. s
klára se ið til mat
drekka og vask. Ein
1 fer við
mn vins tim
Von fyri framman
Men nú er Mathelo vorðin
Grundin er, at hann er
hóvuðsleikari í eimi sjón
Folkekirkens
Nødhjælp hevur gjørt, til
varpslysing
tess at fåa ul vega pening at
(Mynd: Edvard Joensen
gera brunnar fyri.
Og filmsfólkini, sum vóru
í Ishmael, gjørdu av, at tey
skuldu lata býnum ein
brunn.
Hesin brunnur verður
boraður einaferð í juni, juli
mánaða, tá so mikið turt er
aftur, at vatnið ikki hindrar
arbeiðinum.
Og góð útlit eru fyri, at
hann fer at broyta livihåttin
hjá Ishmael búgvum heilt
munandi
Við hjálp frá Folkekirk-
ens Nødhjælp hava íbúgv-
Nr. 91 - 16. MAI 1998
arnir i bygdini Kachiza,
sum liggur stutt uttan fyri
høvudsstadin Lilongwe i
Malawi, fingid ein brunn.
Hesin brunnur varð lid-
ugur í august mánaða í fjør.
»Og tað hevur gjørt,« sig-
ur Salome Ziwaya, sum ar-
beiðir fyri ein av felags-
skapunum, sum Folkekirk-
ens Nødhjælp samstarvar
vid, »at eingin tilburdur av
diarré hevur verid i bygdini,
síðan brunnurin kom.<
Lítil hjálp er stór
I Ishmael var bara ófrætta-
dámur og uppgávulyndi at
merkja millum fólk
Í Kachiza, har aftur ímóti,
vóru fólk nógv meira lætt-
sint.
Tað tóktist, sum trúðu tey
meira upp á, at tað fór at
bera til at liva í framtíðini.
Hver orsøkin var, er ilt at
siga. Men í Kachiza hava
Folkekirkens Nødhjælp og
samstarvsfelagsskapirnir
virkað eina tíð, meðan eing-
in enn hevur verið í Ish-
mael.
Og bara tað, at fólk høvdu
reint vatn at drekka og
vaska sær sjálvum og klæð-
unum í, gjørdi, at alt tóktist
nógv lættari og hugaligari
at síggja
Tá lítið er til, skal nærum
einki til at bóta. Nakrar fáar
krónur, eftir okkara viður-
skiftum, kunnu fullkomu-
liga broyta lívið hjá íbúgv-
unum í Ishmael og geva
teimum eina mannsømuliga
tilveru
Tað kostar umleið 14.000
danskar krónur at gera ein
brunn sum tann, bygdin Ka-
chiza hevur fingið.
Hesin brunnur, sum fyri
okkum tykist so neyðarslig-
ur, kann fyri hesi fólkini
lættliga gerast munurin
millum lív og deyða
Tær eru eftir vatni til matgerðina
(Mynd: E. Joensen)