Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 231 - 4. desember 2003 Nr. 231 - 4. desember 2003 3 Fløga og konsert við I AM Í dag, 4. desember, kemur út nýggj fløga við I AM. Bólkurin skipar í samband við útgávuna fyri gospel- konsert í nýggju høllini á Eiði fríggja- kvøldið, har eisini aðrir bólkar taka lut TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í dag kemur nýggja fløgan hjá gospelbólkinum I Am og hon hevur heitið xthree.one.four. Í samband við útgávuna skipar bólkurin fyri konsert og verður hetta í nýggju høllini á Eiði fríggja- kvøldið 5. desember. Tordur Niclasen, borgar- stjóri á Eiði, setir tiltakið klokkan 23. Umframt I Am fara eisini aðrir bólkar á pall. Direct Level og Credo fara at spæla saman við I AM og dansibólkurin úr Kelduni, A2J, verður eisini at síggja. Høvi verður at ogna sær nýggju fløguna hjá I Am, eins og T-skjúrtur og plak- atir. Bólkurin fer eisini at skriva autografar. Atgongu- merkini kosta 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn. Nýggja fløgan hjá I Am verður at fáa kring alt landið fyri 169 krónur og hevur ein hug at vita meira, so verður heimasíðan www.iam.fo endurnýggj- að, nú fløgan kemur út, og har fæst ymiskt at vita um bólkin, møguleiki er at hoyra brot úr sangum og myndir og sjónbandabrot eru at síggja. Eisini ber til at keypa ymiskt. Í dag gevur I Am fløgu út og er hetta onnur fløgan, ið bólkurin gevur út Fríggjakvøldið 5.desember verður "Open by Night", eisini í Leikalund. Tá verður møguleiki at hitta teir báðar, Grækaris D. Magnussen og Øssur Winthereig, rithøv- undarnar aftanfyri bókina, "Skjót journalistin". Teir verða í handlinum ímillum 19 og 21 og "sign- era". Bókin fæst til keyps fyri 275,00 krónur. Hetta kvøldið fara vit at bjóða gløgg og kleynur í handlinum. Opið verður til klokkan 23. Nýggja fløgan við Elin og Óla er eisini komin, og í tí sambandi verða eisini tey bæði at hitta í Leikalund. Hetta verða leygardagin ímillum 12 og 14. Fløgan, ið er dupult, fæst til keyps fyri 249,00 kr. Listarframsýningin hjá Tróndi Patursyni letur upp komandi vikuskiftið. Skjót journalistin Fortíðin hjá Anfinn Kalls- berg løgmanni hevur sein- astu árini ligið sum eitt ósjónligt teppi undir før- oyskum politikki. Í hesi bók verður teppi undir før- oyskum poltikki. Í hesi bók verður hetta teppið gjørt sjónligt. Skjót journalistin vísir fyri fyrstu ferð, hvat veruliga fór fram á Frost- virkinum í Norðdepli tey árini, Anfinn Kallsberg var bókhaldari á virkinum. Bókin lýsir eisini polist- iska veruleikan, tá Jørgen Niclasen varð noyddur at leggja frá sær sum lands- stýrismaður í januar 2003. "Hví græt Jørgen?" er søg- an um landsstýrismannin, sum varð drigin gjøgnum ein næstan tríggjar tímar langan, lúgvandi løgtings- fund. Bara fyri at enda grát- andi framman fyri Føroya fólki. Umframt politiskar leik- ir, sum hava verið frammi í miðlunum, verður ná- greiniliga lýst, hvat pressan segði um hesi mál og hvussu høvuðspersónar í politiskum leiki ofta rópa: "Skjót journalistin." Bókin er kryddað við ørðum søgum frá politiska lívinum, sum hava vunnið sær pláss á fjølmiðla- breddanum. Teksturin er av baksíðuni av bókini. Elin og Óli "Elin Mouritsen og Óli Kurt Hansen gjørdu barna- sendingarnar í Útvarpi Føroya eitt ikki so ógvuliga langt skifti miðskeiðis í 70’árunum. Tað er ótrúligt at hugsa um, at tey ikki vóru har meira enn gott hálvt annað ár ella so, tí nú, ið nærum 30 ár eru farin, síðani tey fóru hvør til sítt, eru tey enn kend um alt landið sum Elin og Ólií barnaútvarpinum...... Elin og Óli bergtóku hvørt mansbarn í Føroyum í orðsins sanna týdningi-. Ikki bara hvørt einasta barn, men vaksin við - menn og konur, ung og gomul. Tað er tíð uppá, at nakað av tilfari teirra nú verður útgivið. Eg ivist ikki í, at henda útgáva verður til gleði. Serliga hjá teimum, ið vóru børn í 70’unum, men mann ikki okkurt stórt ella lítið barn eisini fara á hugflog við teimum nú í einum nýggjum áratúsund? Tað vænti eg" Millum annað hesi orð gevur Eyðum Andreasen, professari teimum báðum við hesi nýggju fløguút- gávuni. BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Vágs kommuna 1930 – 1972 er heitið á bók, sum júst er komin út. Høvundur- in er Poul Andreasen, sum fyrr hevur skrivað nakrar bøkur við evni úr Vágs søgu. Í 2000 gav Vágs sóknar kommuna út bók um søguna hjá kommununi árini 1873 – 1929. Henda bók, sum nú er komin, fevnir um árini 1930 – 1972. Hon viðger somu evnir, sum bókin Vágs kommuna 1873 – 1929: Skúlan, Vágseiði, vegirnar, havnina, elektris- itetverkið og heilsuviður- skifti. Allir teir, sum hava verið valdir í sóknarstýrið hesi árini, eru umrøddir, eins og yvirlit eru yvir listar til kommunuvalini. Í 1930-árunum vóru inn- tøkurnar lítlar hjá fólki. Hetta merktist eisini hjá Vágs kommunu. Hóast skatturin var lítil í mun til í dag, var trupult hjá fólki at rinda hann, og kommunan hevði stórar skattaupp- hæddir útistandandi, so tað var trupult hjá kommununi at klára sínar skyldur. Í hes- um tíðarskeiði vórðu vegir- nir millum Vág og Porkeri og millum Vág og Lopra gjørdir. Síðst í 1930-unum vóru útreiðslur hjá kommunun- um til ellisrentu, hjálp til treingjandi og avlamin, lær- aralønir, uppihaldspeningur og einkjubarnahjálp lækk- aðar ella fullu burtur. Farið varð undir at byggja nýggjan skúla í krígsárunum, og fíggingin fekst í stóran mun við skattaálíkning. Nýggi skúl- in varð tikin í nýtslu í 1951. Kríggið rakti hart, so familjuliga sæð var hetta ein tung tíð. Men peninga- liga sæð broyttust tíðirnar til tað betra, og skattainn- tøkurnar hjá kommununi øktust. Hesi árini vórðu nógvir vegir gjørdir. Fyrst í 1950-unum varð farið undir at víðka um havnarlagið, og síðst í 1960-unum varð aftur farið undir at víðkað um havn- ina. Skúlin var ov lítil og nakað varð gjørt fyri at bøta um hølistrupulleikarnar. Í 1954 var fólkatalið í Vági 1.824, tað mesta nakr- antíð, og við endan av hes- um tíðarskeiði, sum henda bók umrøður, var fólkatalið í bygdini komið niður á 1.545 fólk, men síðani tá fór tað at ganga uppeftir aftur. Bókin Vágs kommuna 1930 – 1972, sum er 426 síður til støddar við hópin av myndum, kostar 195 krónur í bókabúðunum. Báðar bøkurnar Vágs kommuna 1873 – 1929 og Vágs kommuna 1930 – 1972 fáast fyri 295 krónur. Spennandi vikuskifti í Leikalund Bók um Vágs kommunu Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, omma, vermamma og systir okkara Hansy Elisabeth Højgaard Hoyvík andaðist týsdagin 2. desember, 79 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin 5. desember kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Annika, Karin, Rógvi, Elin, Katrin og Hans Andrias Tey, ið ætla at lata blómur ella kransar, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Heilafelagið, konto í peningastovnunum. Løgmaður fer í mótálop Høvundarnir renna politisk ørindi, sigur Anfinn Kallsberg løg- maður í viðmerking til bókina »Skjót jour- nalistin«. Grundleggj- andi brot eru framd á journalistiskar meg- inreglur og keldurnar eru antin loyniligar ella politiskir mót- støðumenn, sigur løg- maður. Rithøvundur- in verjir seg við, at keldurnar skulu verj- ast í ávísum førum SKJÓT JOURNALISTIN Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo »Fleiri álvarslig brot á grundleggjandi journalist- iskar meginreglur eru framd í bókini Skjót jour- nalistin, sum kom út í gjár. Høvundarnir brúka loyni- ligar keldur, eins og polit- iskir mótstøðumenn hjá løgmanni teljast millum navngivnu keldurnar. Hetta ger trúvirði í bókina iva- samt.« Soleiðis Anfinn Kalls- berg løgmaður millum ann- að í einum tíðindaskrivi, sum varð sent út beint áðr- enn døgurða mikudagin. Hetta er einki aftursvar til kravboðini frá Tjóðveldis- flokkinum, sigur løgmaður, og sostat er tann knúturin ikki loystur enn. Heldur er tað ein verjurøða, nú bókin »Skjót journalistin« setir hann í ringt ljós. Krógva keldur Løgmaður heldur tað vera eitt álvarsligt brot á journ- alistiskar meginreglur, at loyniligar keldur verða nýttar. Tað sáar iva um trúvirðið, heldur hann, og vísir til vegleiðandi reglur fyri góðan fjølmiðlasið, har sagt verður, at keldubrúkið hevur avgerandi týdning. – Eg harmist eisini um, at politiskir samstarvsfelagir eins og mótstøðumenn verða brúktir sum keldur í bók, ið er sera atfinnandi ímóti mær. Her verður sip- að til, at Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloks- ins, Tórbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldis- flokkin, og Jóannes Eides- gaard, formaður Javnaðar- floksins, eru at finna mill- um keldurnar, sigur Anfinn Kallsberg. Hann vísir á, at politiskir mótstøðumenn hava egna dagsskrá og tískil orsøkir at lata høvundum upplýsingar. – Eg kann tí ikki annað enn halda, at høvundarnir renna politisk ørindi. So- statt eru brek við bókini, og tí ber illa til hjá lesarum at hava álit á upplýsingunum, sigur Anfinn Kallsberg. Onga verju Í øðrum lagi átalar Anfinn Kallsberg, at hann ikki hev- ur fingið møguleika at gera viðmerkingar ellar verja seg ímóti skuldsetingum. – Tær vegleiðandi reglur- nar um góðan fjølmiðlasið áseta greitt, at upplýsingar, ið kunnu skaða ein persón, skulu eftirkannast serliga væl og leggjast fyri persón- in til viðmerkingar, áðrenn tær verða almannakunn- gjørdar. Henda møguleika havi eg als ikki fingið, og tað er helst tekin um, at ætl- anin við bókini er at skaða meg politiskt og moralskt, sigur Anfinn Kallsberg í tíðindaskrivinum. Grækaris D. Magnussen, sum hevur skrivað bókina »Skjót journalistin« saman við Øssur Winthereig, vísir ákærurnar aftur. Politisku mótstøðumenn løgmans hava als ikki verið keldur í málinum um Frostvirkið. Tað málið byggir á heilt aðrar keldur, og góð grund er at verja tær, heldur rit- høvundurin. – Uttan loyniligar keldur var einki Watergate-mál. Í einstøkum førum er tað beinleiðis neyðugt at verja keldur, og í hesum førinum er als einki galið við at verja keldurnar, tí annars var tað ikki komið fyri dag- in, sigur Grækaris D. Magnussen. Hann heldur eisini, at tað hvørki hevði givið frá ella til, at lagt skuldsetingar og prógv fyri Anfinn Kalls- berg, áðrenn bókin varð prentað. – Tá ið eg viðgjørdi mál- ið í fjør (í SvF, blðm.) legði eg fleiri mál fyri Anfinn Kallsberg. Tá tók eg hann fleiri ferðir í at lúgva. Hann hevur eisini tvíhildið um, at talan var um feilbókingar, men tað hava vit mótprógvað. Vit høvdu ikki fingið nakað burturúr at lagt málið fyri løgmann, og tí hildu vit onga orsøk vera at gera tað, sigur Grækaris D. Magnussen. Málið avgreitt Í tíðindaskrivinum endur- tekur Anfinn Kallsberg annars, at málið er avgreitt fyri hansara viðkomandi. – Fyri meg hevur tað grundleggjandi týdning at staðfesta, at mistøk vóru gjørd fyri 20 til 25 árum síðan, og tað eg fyri langari tíð síðan havi tikið ábyrgd- ina av hesum. Í 1984 gjørdu partarnir semju gjøgnum Carl V. Weihe sála, statst- góðkendan grannskoðara, har skipini rindaðu Frost- virkinum peningin aftur. Við hesum var slætt borð, og málið endaliga avgreitt, sigur Anfinn Kallsberg. Hann undirstrikar sam- stundis, at hann ongan per- sónligan vinning fekk burt- urúr tí, sum fór fram, men »skipini fingu gagn av lik- viditetinum til rakstur.« C M Y K 3 2