Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 VARPIÐ 2 VARPIÐ Tónleikur og stjørnur í vikuni: Stjørnur, Sheryl Crow og Teitur Stjørna í eitt kvøld - finalan Stóra finalan í sendingini Stjørna í eitt kvøld ver›ur 5. desembur kl. 19.00. Hvørt fríggjakvøld í fleiri vikur hava fleiri luttakarar roynt at sungi› seg í finaluna, sum ver›ur í Forum, har umlei› 7.000 áhoyarar fara at seta seg til rættis. Ta› er her at avdúka› ver›ur, hvør skal gerast stjørnan yvir øllum stjørnum. Á pallinum fara teir seks finalistarnir at kappast og eisini syngja tónleikabólkar uttan úr heimi. Høvu›snavni› er uttan iva írsku Westlife. Verturin er sum vant Natasja Crone og føroyski hyggjarin kann eisini atkvø›a fyri sínum yndissangara vi› at ringja 0045-70 30 10 10. Sheryl Crow á VH1 og BBC Prime Men til eina heilt a›ra tónleikastjørnu, i› eisini ver›ur at síggja og hoyra á tveimum rásum í hesi vikuni. 5. desembur er hon tónleikagesturin hjá Parkinson á BBC Prime. Og í konsert-sendingini hjá VH1 ver›ur sent frá konserttúri hjá Sheryl Crow. Her er hon á palli saman vi› vinum, kendum tónleikarum sum t.d. Eric Clapton og Keith Richards. Sheryl Crow bleiv heimskend vi› útgávuni, “Tuesday night music club”. Og herfyri kundi hon geva eina savnisfløgu vi› sínum bestu løgum á, “The very best of Sheryl Crow”. Í 1986 kom hon til Los Angeles vi› eini uppsparing og sannføring um at hon skuldi gerast tónleikari. Vi› gó›um tónleikaevnum bleiv hon kend og væl dámd millum tónleikarar sum ein gó›ur tónleikari og sangskrivari. Sí›st í 80´unum arbeiddi hon saman vi› Bob Dylan, Eric Clapton og Stevie Wonder. Í eitt hálvt ár var hon sangarinna á konserttúrinum, Bad Tour, hjá Michael Jackson. Men hennara fyrsta útgáva kom so út í 1993. ikki fyrr enn eitt ár eftir, í 1994, gjørdi hendan fløgan um seg, stakfløgan “All I Wanna Do” náddi heilt uppá topp fimm bæ›i í Bretlandi og USA. Hon hevur útmerka› seg vi› at vi›gera trupul evnir í sangum sínum, har teksturin er væl innpakka›ur í eitt væl fangandi lag. Tekstirnir eru fyri ta› mesta skriva›ir í fyrsta persóni - eitt ey›kenni fyri tónleikarar innan sjangruna “Singer-Songwriter”. Tei-tour - SvF á konsertfer› vi› Teiti Lassen Eftir undirskriftina á sáttmálan vi› risaplátufelagi› Universal Records og fløguútgávuna Poetry and Aeroplanes hevur Teitur veri› á konsertfer› í USA. Hetta, at fer›ast, hevur merkt lívi› hjá føroyska tónleikaranum nógv í seinastuni og somulei›is merkir hetta, at fer›ast, lívi› hjá stjørnum av øllum ymiskum sløgum. Sjónvarpi› hevur veri› og vitja› Teit yviri í statunum. Í sendingini fær hyggjarin eina mynd av, hvussu lívi› er, 3 C M Y K 2 tá dreymir gerast veruleiki. Sjónvarpi› er vi› á konsertfer›ini í f‡ra ymiskum statum og eisini, tá fløgan ver›ur promovera. Hendan føroyska sendingin, sum Barbara Samuelsen hevur lagt til rættis er ein serlig sending - hon sn‡r seg jú um føroyskan tónleikara, i› hevur spælt seg inn í arkivini hjá kendu tónleikaútbjó›arunum MTV og VH1. Vi› einum tónleikaligum áhuga fyri m.ø. R.E.M, Suzanne Vega og jass tónleikarum sum Miles Davis og John Coltrane er Teitur tónleikaliga vaksin upp í Tórshavn, men longu sum 17 ára gamlur fór hann út í heim at gera meira burturúr tónleikinum. Teitur er ein føroyskur tónleikari, i› er komin sera langt og tónleikafer›in er als ikki komin at einum enda. Stjørna í eitt kvøld - finalan, fríggjakvøldi› 5. kl. 19.00 á SvF Sheryl Crow á Parkinson, leygarkvøldi› 6. kl. 19.30 á BBC Prime Tai-tour - á konsertfer› vi› Teiti Lassen, sunnukvøldi› 7. kl. 20.00 á SvF Sheryl Crow & Friends, mikukvøldi› 10. kl. 20.00 á VH1 Fakta