Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 231 - 4. desember 2003 Nr. 231 - 4. desember 2003 5 Tríggir ómøguligir valmøguleikar Løgmaður er kroystur upp í ein krók av Tjóðveldisflokkinum. Hann hevur fingið tríggjar møguleikar í at velja, um hann vil halda fram, men An- finn Kallsberg kann illa liva víðari við nøkrum teirra. Tór- bjørn Jacobsen vil hava treytaleysa um- bering KRAVBOÐ Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo – Onga viðmerking. Eg havi als onga viðmerking. Vit hava ikki viðgjørt bræv- ið frá Tjóðveldisflokkinum enn. Tit fáa nærri at vita, tá ið eg eri komin til eina nið- urstøðu, segði Anfinn Kallsberg beint fyri døg- urða mikudagin. Talan er um trinnar møguleikar, sum Tjóðveld- isflokkurin hevur givið løg- manni. Og eingin er mjúk- ur. Løgmaður má antin reinsa seg fyri tær skuld- setingar, sum verða settar fram í bókini »Skjót journ- alistin«. Ella má Anfinn Kallsberg opið ásanna, at hann misbrúkti sítt embæti á ólavsøku í fjør fyri at verja sítt egna umdømi. Hetta skal hann biðja um treytaleysa umbering fyri. Triðji møguleikin, sum Tjóðveldisflokkurin nevnir, er, at Fólkaflokkurin um- skipar landsstýrið fyri at endurskapa álitið á løg- mansembætið. Og tað merkir í roynd og veru, at løgmaður fer frá og annar kemur í staðin. Í saksinum Ivasamt er, hvat løgmaður kann gera og samstundis varðveita tignina. Hann kann illa reinsa seg. Rættarliga ber tað bara til við einum máli um æru- meiðing. Grein 271 í revsi- lógini førir fram, at tú ikki mást føra prógv fram í ein- um máli, har ein maður longu er dømdur ella frí- kendur í rættinum. Men neyvan ætlar løgmaður sær út í eitt rættarmál. Næsti møguleikin er kanska tann mest sannlíki. Við einari bleytari umber- ing sleppur løgmaður eina ferð med alla av við hetta málið, sum hevur fylgt hon- um leingi. Tí góðtekur løg- tingið umberingina, er mál- ið endaliga jarðað. Hinveg- in viðgongur Anfinn Kalls- berg við eini umbering, at hann hevur misbrúkt løg- mansembætið, og tað er ikki gott fyri umdømið hjá løgmanni. Triðji møguleikin merkir, at ein nýggur maður skal setast í hansara stað. Tað gongur løgmaður neyvan við til sjálvur, og spurning- urin er eisini, hvør tað kann vera. Altso hevur Tjóðveldis- flokkurin sett løgmann og Fólkaflokkin í eina knípu, sum tað kann vera trupult at koma burturúr. Handil ganga aftur Sostatt er tað helst bara annar møguleikin, sum er sannlíkur, um samstarvið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin skal halda fram. Ein umbering. Tór- bjørn Jacobsen, sum mátti taka skuldsetingar aftur á ólavsøku í fjør, skal fáa uppreisn. – Løgmaður kravdi, eg skuldi taka nøkur orð aftur. Privatpersónurin Anfinn Kallsberg misnýtti løg- mansembæti at trýsta ein tingmann at reinsa seg sjálvan. Nú er tað, sum eg segði, skjalprógvað. Løg- maður misbrúkti sítt em- bæti til sín fyrimun, og tí má hann koma við einari treytaleysari umbering fyri at rætta álitið á løgmann uppaftur, sigur Tórbjørn Jacobsen. Spurdur, um Tjóðveldis- flokkurin kann liva við einum løgmanni, sum við- gongur, at hann hevur mis- brúkt sítt embæti, svarar Tórbjørn Jacobsen: – Kemur løgmaður við einari treytaleysari umber- ing, má handilin ganga aft- ur. Tað er ikki okkara upp- gáva at vaska upp og niður í einum øðrum flokki, sigur Tórbjørn Jacobsen. Farin fortíð Í brævinum til løgmann sigur Tjóðveldisflokkurin, at tað, sum hendi á Frost- virkinum í Norðdepli er farið. »Tað er ikki okkara lutur at gera nakað við fortíðina hja privatpersóninum An- finn Kallsberg,« stendur í brævinum. Sagt verður víðari, at Fólkaflokkurin kortini fleiri ferðir hevur drigið Tjóðveldsiflokkin og sam- gonguna upp í spurningin um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg og gjørt hetta bæði til samgongumál og eitt mál um tignina hjá løg- mansembætinum. Tað gjørdi løgmaður í fjør og aftur í farnu viku, sigur Tjóðveldisflokkurin í bræv- inum. Víst verður á tað, sum hendi á ólavsøku í fjør, tá ið Tórbjørn Jacobsen noyddist at eta orðini í seg aftur, hann hevði sagt um fortíð- ina hjá løgmanni. Verða skuldsetingarnar í bókini »Skjót journalistin« ikki tiknar aftur, er greitt, at løg- maður misnýtti sítt løg- mansembæti í fjør, verður sagt í brævinum til løg- mann. Eftir øllum at døma kann Tjóðveldisflokkurin liva við eini umbering fyri tað, men spurningurin er, um Anfinn Kallsberg kann liva við eini staðfesting av, at hann misbrúkti sítt embæti framman fyri øllum Føroya fólki. Tá ið blaðið fór til prent- ingar var púra óvist, hvat fór at henda. Fólkaflokkur- in sat á fundi, har støðan og brævið frá Tjóðveldisflokk- inum varð viðgjørt. Tórbjørn Jacobsen mátti eta orðini í seg í fjør, tá hann segði, at løgmaður ikki kendi mun á egnum og annara og ikki hevði kunnað verið leiðari í nøkrum øðrum landi. Nú vil hann hava handilin at ganga aftur Mynd: Jens K. Vang Tjóðveldistreytirnar til løgmann: 1. Antin má Anfinn Kallsberg reinsa seg fyri tær skuldsetingar, sum verða settar fram í bókini »Skjót journalistin«, og sum eru endurtiknar í fjøl- miðlunum. 2. Ella má Anfinn Kallsberg ásanna opið, at hann á ólavsøku í fjør misbrúkti løgmansembætið til at steðga orðaskiftinum um sína egnu fortíð og til tess at verja tign løgmansembætisins, biðjur um treytaleysa umbering fyri hesa misnýtslu. 3. Ella tekur Fólkaflokkurin saman við samgongu- flokkunum stig til at gera uppskot til umskipanir í landsstýrinum, sum kunnu enduskapa álitið á samgonguna og løgmansembætið. Fakta Tjóðveldisflokkurin vil ikki úr samgonguni Samfelagsfrøðingur- in, Jóanes N. Dals- gaard, sigur, at eitt val í úrtíð vil verða eitt stórt prestisjutap fyri Tjóðveldisflokkin. Nógvar yvirtøkur standa fyri framman, og tí vil Tjóðveldis- flokkurin fara langt fyri at halda fast um samgonguna. KRAVBOÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Nú skal tignin hjá løg- mansembætinum endur- reisast. Týskvøldið komu harraboð frá Tjóðveldis- flokkinum um, at løgmaður skal taka neyðugu stigini fyri at endurreisa virðingin og álitið á løgmansembæti og samgonguna. Tríggir møguleikar hevur løg- maður fingið Hann kann velja ímillum at reinsa seg, at umbera seg og í triðja føri kann sam- gongan koma ásamt um ein nýggjan løgmann. Tjóðveldisflokkurin hevur so í fyrsta føri valt at spæla bóltin yvir aftur til løgmann og Fólkaflokkin, og lata løgmanni avgerandi leiklutin í spurninginum um samgongan skal halda fram. Vit hava spurt samfelags- frøðingin, Jóanes N. Dals- gaard um hví Tjóðveldis- flokkurin valdi júst hesa loysnina. Prestisjutap Jóanes N. Dalsgaard sigur, at Tjóðveldisflokkurin er í málinum um fortíðina hjá Anfinn Kallsberg komin í eina tvístøðu. Flokkurin hevur alment sagt, at hann ikki ynskir at vera við í viðgerðini av persónsmál- um, men kortini verður hann trýstur til at hava eina støðu í hesum málinum. – Í málinum um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg, er Tjóðveldisflokkurin tann einasti flokkurin, sum kann gera nakað aktivt, tí spurn- ingurin er, hvussu nógv andstøðan kann gera í løtuni. Tjóðveldisflokkurin hevur eisini gjørt seg til talsmann fyri reinføri í føroyskum politikki, men hinvegin vil flokkurin ikki úr samgonguni, og tí er málið eitt stórt dilemma fyri flokkin, sigur Jóanes N. Dalsgaard. Hann leggur afturat, at vildi Tjóðveldisflokkurin veruliga sleppa úr sam- gonguni, so hevur málið við fortíðini hjá løgmanni verið ein góður møguleiki, men hesin møguleikin bleiv ikki valdur, og tað sigur honum, at flokkurin ikki vil úr samgonguni. Jóanes N. Dalsgaard heldur orsøkina til, at Tjóð- veldisflokkurin gevur Fólkaflokkinum og løg- manni enn ein møguleika er, at eitt løgtingsval í úrtíð hevði verið eitt stórt prest- isjutap hjá Tjóðveldis- flokkinum. – Politikkurin hjá Tjóð- veldisflokkinum í dag er nógv størri partur av saml- aða politikkinum hjá sam- gonguni, enn fyri fýra árum síðan. Fyri framman standa 24 yvirtøkur, og tað er ein ov stórur kostnaður at lata hesar yvirtøkur fara framvið við borðinum, og tað vil Tjóðveldisflokkurin ikki hava á sær, sigur samfelagsfrøðingurin Hinvegin heldur hann, at Fólkaflokkurin kann lættari liva við einum vali í úrtíð . Fólkaflokkurin hevur ikki so nógv at tapa sum Tjóð- veldisflokkurin, og velj- ararnir hjá Fólkaflokkinum kunnu óivað liva við, at løgmaður játtar, at hann var við at gera nakað óregluligt fyri 25 árum síðan. Torskilt Jóanes N. Dalsgaard held- ur, at politiska støðan í løt- uni er rættiliga torskild. –Tað er ein spurningur um trúvirðið, real politikk og avleiðingar av einum vali í úrtíð, sigur hann Tjóðveldisflokkurin hevur størsta trupulleikan av at fara til val nú, tí flokkurin fær tað ómetaliga torført við at koma í samgongu aftur, heldur Jóanes N. Dalsgaard. Hann sigur, at eitt val í úrtíð, útihýsir møguleikan- um fyri, at Tjóðveldisflokk- urin finnur saman við Fólkaflokkinum aftur. Jóanes setur eisini spurning við, hvussu áhugaður ein Javnaðarflokkurin er í ein- um møguligum samgongu- samstarvi við Tjóðveldis- flokkin. – Lat okkum siga, at Tjóðveldisflokkurin fær eini 30 % av atkvøðunum. Hetta er gott úrslit fyri flokkin, men so løgið tað ljóðar, so kann góða úrslitið geva bakslag. Fær Tjóð- veldisflokkurin so stóra undirtøku, so er ikki óhugs- andi, Tjóðveldisflokkurin setur sum krav at fáa 2/3 av øllum landsstýrismonnun- um í einari møguligari samgongu, og tað kann geva bakslag heldur Jóannes N. Dalgaard. Hann vísir millum annað til, at báðir andstøðuflokk- arnar vilja sleppa fram at valdinum og profilera seg, men tað verður ómetaliga torført, um Tjóðveldis- flokkurin verður so stórur. Samfelagsfrøðingurin væntar tí, at andstøðu- flokkarnir heldur fara at hugsa um samgongusam- starv við ein minni flokki, har teir fáa betri møguleika at fáa størri ávirkan, sigur Jóannes N. Dalsgaard at enda. Formaðurin í Javn- aðarflokkinum, Jó- annes Eidesgaard, væntar, at løgmaður velur loysn nummar tvey, har hann fer at geva Tjóðveldis- flokkinum eina umbering. Góðtekur Tjóðveldisflokkurin eina møguliga umbering frá løgmanni, so hevur rættartrygdin í Føroyum fingið eitt skot fyri bógvin, heldur hann KRAVBOÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Formaðurin í Javnaðar- flokkurin, Jóannes Eides- gaard, situr framvegis spentur og bíðar, hvørja endaligu støðu, Tjóðveld- isflokkurin og Fólka- flokkurin fara koma fram til í málinum um fortíðina hjá løgmanni á Frostvirk- inum í Norðdepli. Hann heldur, at málið er eitt frálíkt dømi, um eitt val millum vald og moral. – Eg havi ein mis- tanka um, at Tjóðveldis- flokkurin fer at velja valdið fram um moralin, og tað harmar meg nógv. Gera teir tað, so skúgva teir alla virðingina í ein- um demkratiskum sam- felagi til viks, og tað er rættiliga álvarsamt, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum sigur, at møgu- leiki eitt er útihýstur, tí løgmaður hevur ikki møguleika at reinsa seg, eftir at hann hevur alment viðgingið, at óreglusemið fór fram á Frostvirkinum. Jóannes Eidesgaard væntar, at løgmaður fer at velja loysn nummar tvey, tí Anfinn Kallsberg er ikki maður nokk at leggja kongin, og tí fer hann at royna at umbera seg. – Spurningurin verður hvussu umberingin verð- ur orðað, og um Tjóðveld- isflokkurin kann góðtaka hana. Verður tað til eina umbering, og hon verður góðtikin, so er Tjóðveld- isflokkurin farin langt, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at formað- urin í Tjóðveldisflokkin- um, Høgni Hoydal, fer at fáa ómetaliga torført við at sannføra føroyingar um, at tað er rætt at yvirtaka rættarskipanina, tá tað eftir øllum at døma verður sæð gjøgnum fingrarnar hjá summum (løgmaður, blðm), meðan onnur skulu rættarfylgjast. Góðtekur Tjóðveldis- flokkurin eina umbering, er tað eitt stórt skot fyri bógvin fyri rættartrygdini í Føroyum, heldur Jóann- es Eidesgaard at enda. Jóannes Eidesgaard: Løgmaður fer at umbera seg Jóanes N. Dalsgaard, samfelagsfrøðingur, sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur ov nógv at tapa við einum løgtingsvali í úrtíð, og tí torir flokkurin ikki at siga samgonguna upp C M Y K 5 4