týsdagur 19. mai 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 92 — 19. MAI 1998
tíðindablaðið
Deyðagras og lunda-
sina hildu hitanum
Sunnudagin datt ungur maður oman í Vágum. Teir vóru
farnir við seyði í Doddaskorð, og ungi maðurin skuldi so
fáa sær havhestaegg, tá teir vóru lidnir. Tá hendi óhappið.
Ein bøkkur loysnaði undan honum og hann fór á rull
OLAVUR Í BEITI
Doddaskorð er millum
Ritungvu og Nýggjaberg í
ein útnyrðing úr Fjallavatni,
og sunnudagin vóru nakrir
miðvingar farnir við seyði í
Doddaskorð. Tá ið teir
høvdu slept seyðinum, var
ætlanin hjá tveimum at fáa
sær nøkur havhestaegg,
meðan hinir leitaðu sær til
hús.
Men tað gekst ikki sum
ætlað hjá tí 20 ára gamla, tí
sum hann gekk loysnaði ein
bekkur undan honum og
hann fór á glið. Fyrst datt
hann 5 favnar og so aftur
einar 6 favnar og upp aftur
einar 50 metrar oman eftir
einum bratta, har hann
steðgaði
Skilamaður
Tá vóru sum sagt teir flestu
menninir farnir til hús, men
Tummas Hans Gaardlykke
var hin, ið eftir var, og hann
var skjótur at fáa boðað
løgregluni frá um tilburðin
um 7-tíðina seinnapartin
sunnudagin. Og meðan bíð-
að var, hevði Tummas Hans
sum tann skilamaður hann
er, ballað unga mannin í
deyðagras og lundasinu fyri
at halda hitan í kroppinum
á honum. Hann hevði fingið
onkran snuddin av fallinum.
Tyrlan hjá Atlantsflog fór
beinanvegin avstað við 2
løgreglumonnum, lækna og
2 monnum frá Tyrludeild-
ini, men hon fekk ikki sett
seg tætt við, har ungi mað-
urin lá. Hon fleyg so aftur
eftir 5 monnum aftrat, tí
neyðugt var at bera unga
mannin í børu upp bratta
lendi, og sambært Regini
Leonson, løgreglumanni í
Vágum, tók tað sína drúgvu
tíð at fáa mannin upp.
Breyt vinstra arm
Ungi maðurin varð so flutt-
ur á Landssjúkrahúsið og
seinast frættist livir hann
væl eftir umstødunum.
Læknin kundi beinanvegin
staðfesta, at hann hevði
brotið vinstra arm.
Tyrlan flyg so aftur eftir
bjargingarmonnum og end-
aði øll bjargingin um 9.30
tíðina um kvøldid.
Fridarligt kring
alt landið
Tað hevur verið stak friðarligt hjá løg-
regluni seinastu tíðina. Okkurt småveg-
is herverk, treyðugt so, men annars ikki
tað stóra - tíbetur
SVEINUR TRÓNDARSON
Seinastu tíðina hevur løg-
reglan ikki havt tað stóra at
takast við um vikuskfitini -
tíbetur.
Fólk eru í býnum, men
tey gera ikki so nógv um
seg, í løtuni.
Í høvudsstadnum var sera
friðarligt. Okkurt smávegis
herverk - treyðugt so. Tá
nógv fólk eru í býnum er
altíð onkur, sum er í kátara
lagið.
Onkur var eisini sum
hevði fingið ov nógv av ti
váta slagnum, og viðkom-
andi slapp at sova rúsin út í
klivanum.
Ur Runavík vóru boðini
tey somu.
Hóast bygdastevna var á
Skála, so hendi einki har,
sum kravdi løgreglunnar
hjálp.
Uttanfyri Stokkastovuna
vóru menn brostnir saman,
men tað hasaði av aftur
áðrenn løgreglan kom á
staðið. Bardagin endaði við
eymum kjálkum og einum
brotnum rúti.
Ein bilførari var eisini tik-
in fyri at koyra við kenning.
Blóðroynd var tíkin av
manninum og hann frættir
aftur frá ákæruvaldinum.
Sunnudagin fór ein last-
bilur út av vegnum stutt utt-
anfyri Skálabotn. Vegjað-
arin er bleytur, men tað var
førarin ikki greiður yvir, og
tískil endaði hann á liðini.
Hóast stór dansistevna
var í Klaksvík um vikuskift-
ið, so var einki hóvasták í tí
sambandi.
Men eisini í Klaksvík var
onkur, sum hevði fingið ov
nógv innanborða og teimum
hjálpti løgreglan. Onkrum
teirra heim og ødrum í
klivan at sova rúsin út.
Á Tvgroyri helt ein bil-
førari seg til at koyra hóast
hann var ávirkaður av rús-
drekka. Hann varð handtik-
in og blóðroynd var tikin av
føraranum.
Eitt lítið ferðsuóhapp var
eisini á Tvøroyri um viku-
skiftid. Ein lastbilur koyrdi
å tvey smålomb og tann
dystin vann lastbilurin.
Bæði smålombini doyðu,
men bilførarin fekk tíbetur
ongan skaða.
kotland =
Ísland
Byrjunartilboð til Skotlands
Brentwood Hotel, Aberdeen 36aga' 2 500 -
. ,
22 - 25 Juni (mán-hós) á dupultkamari
Vikuskiftistilboð A daga! 2 250 =
" ,
25 - 29 Juni4hos-mån) á dupultkamari
ÍBÚÐARFERÐ
Skene House, Rosemount Aberdeen | 2449
6 vaksin (mán-hós), 2. komur, fyri hvønn 3 dagð . ”
4 vaksin (mán-hós), 3 komur, fyri hvønn 3 daga" 2.598,-
KARAVANFERD
Sundrum Castle Holiday Park Ayrshire
2. vaksin og 2 børn i 7 dagar ri Sl ur 8.526,-
HOTELFERDIR
Aberdeen Thistle
Å dupultkamari, fyri hvønn 7 daga! 4.027,-
Á dupultkamari, (hós-mán), fyri hvenn 4 daga! 3.111,-
Melvin House Hotel Edinburgh
Å dupultkamari, fyri hvønn 7 daga! 4.883,-
2 vaksin og 1 barn i 7 dagar, á trírúmskamari tyri øl 10.893,-
Charring Cross Tower Hotel, Glasgow
Á dupultkamari, (mån-høs), fyri hvønn 3 daga! 3.044 -
Å dupultkamari, fyri hvønn 7 daga! 4
Bilútleigan úr einans kr. 228,- um dagin.
Dronningens Ferieby. Grená —
7 dagar v. 4 pers. Vaksin 3.275,- Børn 2.395,-
14 dagar v. 4 pers. Vaksin 4.495,- Born: 3.595,-
Feriecenter Kattegat, Bonnerup Strand
7 dagar v. 6 pers. Vaksin 2.945,- Bern 2.075,-
14 dagar v. 6 pers. Vaksin 3.595,- Børn: 2.725,-
Danland, Ebeltoft, Øer Maritime Ferieby
7 dagar v. 6 pers. Vaksin 2.995,- Born: 2.095,-
14 dagar v. 6 pers. Vaksin 3.595,- Bern: 2725,-
Kring Island i 1. vi
Gisting á Edda Hotellum og busskort galdandi á øllum leiðum
7 dagat úr 5.529 -
Elton Jobn
& Billy Joel
Til Konsert við Elton John og
Til landsdyst
i Estlandi
Til fótbóltsdyst millum Estland og
Billy Joel i Keypmannahavn EU Fráferð týsdag. 2. jun
Við í prisinum er ferð og aftur hósdag 4. juni. Við í
atgongumerki. Fráferðirnar eru prismum er flogferð, uppihald og
19. 20. og 21. juni, kl 17:30 - aftur atgongumerk
23. eila 24. juní 284,-—-3900.-
úr Prísirnir eru allir uttar
BA os ferðaavgjald
Atlantic Airways
Tlf. 333900 Fax 333380