Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 92 — 19. MAI 1998 Eyðun Elttór, Føroya fyrsti oljumálaráðharri ger greitt: tíðindablaðið SOSTluMn -Oljuvinnan gerast týðandi partur av okkara búskapi -Hetta er eitt stórt álit, sum veitt er mær, og eg skal royna alt eg kann fyri at handfara hetta stóra málið, oljuvinn- una, við skili, sigur Eyðun Elttór, sum júst hevur tikið við sum Fóroya fyrsti oljumálaráðharri. JAN MÚLLER Hann er Føroya fyrsti olju- málaráðharri. Tann 57 ára gamli maskinmaðurin úr Klaksvík, Eyðun Elttør, hevur fingið litið upp í hendi at leggja til rættis eina føroysku oljuvinnu. Hetta er ein so mikið stór og krevj- andi uppgáva, at tað undir samgongusamráðingunum varð avtalað, at oljumál skulu vera sjålvstødugt målsøki i Tinganesi. Tað hevur annars eisini verið nevnt, at veruliga orsøkin til at skipa oljumålini sum målsøki burturav var tann, at politiska kabaían kundi bert ganga upp, um m.a hetta varð gjørt Men hvussu og ikki, so er avgerðin tikin um at Fór oyar skulu hava egna olju- málaráðstovu. Tað fall í lut- in hjá sjálvstýrisflokkinum at fáa hetta målsøki at um- sita, og endaði oljan í hond- unum á klaksvíkinginum Eyðun Elttør, sum - nú eing- in føroysk olja enn er funnin - kortini hevur havt út- lendska olja á fingrunum. Hann sigur við Sosialin, at hann er sera fegin um at hava fingið hetta álitið og ætlar hann sær at fara upp í arbeiði við lív og sál. Sær fegin at olja er her -Hetta er so nýtt fyri meg eins og tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, ið vit skulu til at finna út av. Og tað skal ikki vera nakað dulsmál, at eg síggi fegin, at vit finna olju og gass við Føroyar. Sjálvur haldi eg, at hesi kolvetni eru fjald í und- irgrundini - undir basaltin- um og bara bíðar eftir at verða tikin upp til gagn fyri hetta fólkið og ikki minst fyri okkara efurkomarar. Eyðun Elttør heldur, at vit eiga ikki bara at hugsa um dagin í dag. Sjálvur sær hann uppgávu sína sum eina roynd at leggja lunnar undir eitt samfelag, ið vit kunnu vera errin av at lata víðari til okkara eftirkomarar. -Men her er alt so nýtt, at eg má nú fara at tosa við fólkini á Oljufyrisitingini og annars tey mongu, sum hava tilknyti til oljumál. Hann vónar og ivast ikki í at fáa eitt gott samstarv við hesi fólkini og sigur seg vilja ganga konstruktivt og positivt inn í arbeiði at menna hetta spennandi og nýggja gkið. Eyðun Elttør hevur út- búgving sum maskinmaður Hann byrjaðiá skúlanum í Klaksvík og helt so framog gjørdi seg lidnan í Havn. I 1978 tók hann víðkað maskinmeistaraprógv í Ar- hus. Hann hevur so eisini verið við skipi og var eitt skifti á verkinum hjá SEV í Klaksvík . Frá 1987 hevur hann arbeitt sum eftirlits- maður á Arbeiðseftirlitinum og hevur seinastu árini havt undirvísing og blaðútgávu um hendi. Eyðun sannar, at lívið hevur verið sera fjøl- broytt og fer hann at sakna starvsfelagarnar á Arbeiðs- eftirlitinum. Men nú sleppur hann so at royna seg á einum nýggjum øki, ið neyvan verður minni fjøl- broytt. Nú málið í altjóða olju- vinnuni er enskt setir tað eisini nátúrlig krøv til ein føroyskan — oljumålaråd- harra, at hesin klårar at „beganga“ seg í ti enska. Tað heldur Eyðun Elttør ikki verða nakran trupul- leika. -Eg var so heppin fyri nøkrum árum síðani bara at vera millum ensktalandi í Bretlandi í meira enn níggju mánaðir. Umframt tað vit hava lært á maskinmeistara- skúlanum, so hevur hetta verið mær ein góð ballast. Dialogurin við oljufeløgini av stórum Hem Eyðun Elttør åsannar, at ein partur av sinum arbeidi verður nettup at tosa við umboð fyri útlendsku olju- vinnuna, og tað sær hann eisini fram ímóti. -Dialogurin við útlendsku feløgini, ið ynskja at arbeiða og gera iløgur á føroyskum øki, er av alstórum týdningi fyri okkum, tey og hesa vinnu. Eg skal í hvussu er gera mítt til, at vit fáa ein góðan dialog. Eg fari at lurta og saman við mínum „oljufólkum“ at seta teir réttu spurningarnar. Tað ræður nevniliga um at hava eitt gott samstarv og samskifti um somu tú, sum tú ikki missir teg sjálvan burtur. Kunnar seg við málið Tað er enn ov tíðliga at siga nakað itøkiligt um, hvønn oljupolitikk nyggi oljumåla- ráðharrin fer at reka. Hann er tó longu farin at kunna seg við alt hetta nýggja við m.a. at gjøgnumganga tað nógva tilfarið, sum hevur verið í bløðunum seinastu árini -Her hevur Sosialurin gjørt eitt stórt arbeiði, og tøkk skal blaðið hava fyri tað. Talan er her um fjøl- broytt tilfar, sum fevnir sera víða. Og tað fari eg nú at kunna meg væl við. Annars fari eg sjálvandi at brúka míni embætisfólk og her ikki minst tey góðu fólkini á Oljufyrisitingini, sum eg havi skilt, hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Eg fari brúka teirra vitan og royndir í mínum arbeiði og fari eis- ini at eggja teimum til fram- haldandi at gera eitt gott arbeiði. Eyðun Elttør ásannar, at skal tað koma nakað muna- gott og skilagott burtur úr eini føroyskari oljuvinnu, so krevur tað, at allar góðar kreftir í hesum landi virka saman, heldur enn at mót- arbeiða hvørjum ødrum. -Min setningur verður at brúka samstarvið her heima og úteftir sum drívmegin, ja sum amboðið til at røkka einum góðum úrsliti. Eyðun Elttør dylur heldur ikki fyri, at hann ætlar sær eisini at gera brúk av tí vit- an, sum formaðurin í Sjálv- stýrisflokkinum, Helena Dam á Neystabø, hevur á oljugkinum. -Helena hevur sum framsøgukvinna hjá flokkinum í nettup oljumál um og sum limur í Uttan- landsnevndini eitt gott innlit í bæði oljuspurningin og haraftrat marknatrætuna við bretar. Hetta er sjálvandi ikki eitt mál undir mínum målsøki, men eg fari at fylgja sera væl við gongdini í marknatrætuni, tí hon er so týdningarmikil fyri okk um og so nær tengd at, hvussu vit fara at arbeiða á oljuøkinum í næstu framtíð. Tá vit spyrja Eyðun Elt- tør, hverjar tankar og vissi- ónir hann hevur á oljuøki- num vil hann vera eitt sind- ur varin. -Lat meg nú fyrst sleppa at kunna meg meir? við hetta nýggja vkið og tosa við míni starvsfólk. Men eitt er vist: eg ætli mær íkki at liggja á tí lætu síðuni men fara til verka og hyggja frameftir. Nakað av tí fyrsta. sum Eydun Eltør fer at kunna seg vid, eru ætlaninar um eina komandi útbjóðing. Hann vil íkki lova nakað men heldur tað er týdning- armikið at vit fylgja teimum tíðarætlanum, sum longu eru settar út í kortið, har hetta letur seg gera. Hann veit væl, at nakað av arbeiði skal gerast, áðrenn uppskot til skattalóg og avgjaldslóg fyri oljuvinnuna kann leggj- ast fyri tingið. Men arbeitt hevur verið við hesum og hetta arbeiðið eigur at full- førast, soleiðis at haldgott stødi fæst undir eina fyrstu útbjóðing. -Her eins og á ðrum gkj- um verður neyðugt at ar- beiða miðvíst men so sanni- liga eisini við skili. Tí mugu vit ikki leypa framav men heldur ikki seinka einum nátúrligum utviklingi. Fyri meg er tað umráðandi, at vit hava ein málsetning at arbeiða fram ímóti og tí ætli eg eisini at stuðla og vera við til at stimbra tey fólkini, sum nú í fleiri ár hava lagt alla orku í at fáa oljuvinn- una við á førøysku dags- skránna. Teirra stríð og hegni skal ikki hava verið til fånytis, tvørturimåti. Droymt um Føroyar sum Eyðun Elttør sær fegin, i Føroyar gerast eitt oljuland. -Eg havi mangan droymt um, hvussu fantastiskt tað heyði verið. um vit funnu clju og gass í undirgrundini. Hvussu hetta - handfarið við skili - kundi verið við til at gjørt tað enn liviligari á hesum klettum Men Eyðun Elttør, sum í dagliga yrki sínum á Ar- beiðseftirlitinum hevur ar- beitt vid umhvørvi og trygd, ætlar sær ikki at byggja upp eina oljuvinnu fyri ein- hvønn pris. Tí ætlar hann sær eisini at leggja stóran dent á júst hesi skini av eini komandi oljuvinnu. Og her koma so royndirnar frá Ar- beiðseftirlitinum honum til hjálpar. Hann er nevniliga sann- førdur um, at tað eru væl brúktir pengar, sum fara til at seta trygdina og um- hvørvisvernd í hásæti. Hetta snýr seg jú bæði um menn- iskju og eina eins livandi náttúru. Í hesum sambandi er hann spentur um tað sam- starv, 10 hevur tikið seg upp millum útlendsku olju- feløgini og føroyskar mynd ugleikar og sum hann nú skal til at umsita. -Tað er greitt, at her verður nógv at taka hond i, og nú er at fara til verka leggur hann aftrat. Í samljóð við fiskivinnuna Fiskivinnan er høvudsvinna okkara og fer at vera tað í framtíðini eisini. Ta sann- roynd heldur nýggi olju- málaráðharrin ikki, at vit skulu undumeta Men vit mugu heldur ikki vera blind fyri at sanna, at oljuvinnan eisini kann serast ein týð- andi táttur í búskapi okkara. -Tað vøni eg, men henda vinna má mennast við skili og verða samskipað við fiskivinnuna. I gjármorgunin hevdi løv- Eydun Elttør ætlar sær at leggja stóran dent á samstarv og góða tilrættalegging, nú hann fer í gongd við at umsita oljumálini í nýggja landsstýrinum. Mynd Jens K. Vang maður sett teimum nýggju landsstýrisfólkunum stevnu í Tinganesi. Tá var eisini nýggi oljumálaráðharrin til steðar. Nú skal so pláss finnast til hansara og fyri- sitingina, sum fer at taka sær av oljumålunum. Olju- málaráðharrin kemur at virka saman við Vinnu- málaráðnum, sum Oljufyri- sitingin er ein partur av. Tað er ógreitt, hvar henda fyri- sitingin fer at verða í ti al- menna bygnadinum. Men tað frættist, at hon helst fer at vera í hólum á Bryggju- bakka. Tvs. at talan er um at flyta Oljufyristingina úr grótbygninginum á Debes- artrød. Hetta hava vit tó ikki fingið váttað. Til Ein av teimum fyrstu upp- gávunum hjá nýggja olju- málaráðharranum verður at taka ímóti innbjóðing at vilja Oljunoreg saman við løgmanni. Stutt fyri valið segði norski firsætisråd- harrin Kjeld Magne Bonde- vík við Sosialin, at hann eft- ir valið fór at bjóða løg- manni og einum megu- ligum føroyskum oljumåla- ráðharra at vitja í Noregi.