hósdagur 4. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 231 - 4. desember 2003
Nr. 231 - 4. desember 2003
9
bard, í Barentshavinum og
undir Føroyum.
- Eg havi havt frælsi,
bæði frá forlagnum og
familjuni hjá John, at skriva
søguna, soleiðis sum eg
havi valt at skriva hana. Tað
frælsið virði eg høgt og
havi afturfyri roynt at lýsa
søguna og persónin so
sannan, sum tað hevur
borið til.
Høvundurin segði, at
neyðugt var at skriva hesa
bókina um John Dam.
- Skrivaði eg hana ikki,
gjørdi onkur annar tað.
Onkur kanska betur – onk-
ur helst øðrvísi.
Helgi vísti á, at John var
ikki maðurin, sum í tíð og
ótíð stóð fram í fjølmiðlun-
um.
- Eg veit ikki, um hann
var smæðin, men hann vildi
heldur ikki avmyndast –
ógvuliga treyðugt í øllum
førum. Tí funnu vit onga
mynd av John, har hann
stendur á brúnni, sum ein
rættur skipari. Jú, ein mynd
er, har hann sæst í glugg-
anum á brúnni á fyrstu
Fame í 1952. Ein er eisini,
har hann stendur við berum
yvirkroppi á brúnni á
Suðurvarða í Surinam.
Helgi segði, at hann
hevði fingið stóra hjálp frá
eitt nú Zachariasi Hammer
og Jógvani Jespersen, sum
hava gjørt sendingar, har
John Dam hevur verið við.
- Tað eru nøkur, sum eiga
ein serstakan lut í, at bókin
er vorðin veruleiki. Ein er
Árni Dam, sum hevur verið
góður hjá mær at styðja
meg til. Onkuntíð ivaðist eg
í, um eg skuldi loyva mær
at lýsa Jon á ein serligan
hátt. Tá hevur svarið hjá
Árna verið: "Pínadoyð, so-
leiðis var John; tað er bara
so – og eg skal forbanna tær
uppá, at John hevði ikki
viljað havt teg at skrivað
tað øðrvisi…"
Helgi rósti eisini forlag-
num, Á Deild, sum dugdi
sera væl at stuðla honum í
arbeiðsgongdini.
- Vóru teir ikki við í allari
gongdini, varð bókin ikki
veruleiki.
Høvundurin takkaði eis-
ini Oddvør, konu John.
- Tú var har allatíðina.
Altíð til reiðar við tínum
góða minni og sympatiska
sinni móti John – eisini um
ta tíðina, tá ið tú ikki var
ein partur av lívinum hjá
honum. Vit kundu ringja
ella koma inn á gólvið
tíðliga og síðla.
Helgi takkaði eisini konu
síni, sum hevur verið hon-
um ein dyggur stuðul.
- John nærmast flutti inn
til okkara og bleiv ein
harður rivalur. Mangt eitt
kvøldið, áðrenn konan fór í
song, stakk hon høvdið um
hurðina á arbeiðsrúminum
og segði: "Góða nátt, tit
báðir". Móti endanum, tá ið
alt var ein heksadansur við
orðum, myndum, hemara,
laksi, rækjum, skeljum og
saltdampi
úr
ketlinum,
spurdi hon, nær John
mundi fara at flyta út…
Og høvundurin helt fram:
- Jú, hann flutti… og so
vóru kyrrindi í góðum
streymi. Nú hann flutti
innaftur í øðrum hami,
brosaði konan – og setti seg
at blaða. Hon kendi so
mong orðini aftur. Men
heildin var øðrvísi. Nú vóru
myndirnar har – ein sál var
komin í hamin, og hon var
glað; tað sá eg…
…
Í kjallaranum á Vertshús-
inum fortaldi Helgi áhuga-
verdar søgur um John, sum
pláss ikki er fyri á hesum
sinni.
Hann vísti eisini til tað,
sum Kjartan Hoydal hevur
sagt um okkara undan-
gongumenn. Í nýggjari tíð
eru tað tveir føroyingar,
sum fram um aðrar hava
verið undangongumenn, tá
ið
ræður
um
nýggjar
veiðihættir – Júst í Túni og
John Dam.
- Tað eru nøkur serlig
evni, sum summir hava
havt at royna nakað nýtt
alla tíðina. Teir liggja ikki
og tøva í tí sama, sjálvt um
tað gongur nøkulunda. Teir
standa ongantíð í stað og
standa
ongantíð
fastir.
Gongur ikki við einum, so
royna teir okkurt annað.
Tað er ikki altíð, at slíkir
undangongumenn tjena teir
flestu pengarnar. Tað eru
teir, ið koma aftaná, sum
gerast ríkir. Júst í Túni gekk
undan í nótafiskiskapinum,
men teir, sum gjørdust ríkir
av nóta- og kraftblokka-
fiskiskapinum, vóru lær-
lingarnir hjá Júst. Slíkir
menn hava ein undan-
gongumentalitet, og høvdu
vit ikki havt slíkar sum
John, høvdu vit ikki verið
komnir langt í fiskiskapi,
sigur Kjartan Hoydal.
Helgi segði, at John
nýttist ikki at reypa fyri at
fáa onnur at leggja merki til
hansara. Tað kom av sær
sjálvum – av teimum tøk-
um, hann tók.
- Petur Andreasen í Vest-
manna var eitt sindur yngri
enn John. Hann sigur, at
John var ein, sum allur ung-
dómurin í Vestmanna sá
upp til, tí hann hevði so
øgiligt dirvi.
"Hann trúði nógv upp á
seg sjálvan. Alt, sum hann
tókst við, trúði hann fór at
eydnast. Tí var John ein
ógvuliga áhugaverdur per-
sónur – eisini her í Vest-
manna, tá ið hann var smá-
drongur og unglingi. Hann
gjørdi altíð slíkt, sum vakti
ans og sum imponeraði
aðrar ungar menn…" sigur
Petur.
Og Helgi helt fram:
– Marni Danielsen, sonur
Dánjal Paula á Hvítanesi,
kendi væl John, tí Dánjal
Pauli og John komu nógv
saman, eisini eftir at teir
nærmast vóru uppilagstir.
Marni sigur, at John dámdi
væl at reypa. Tað var hann
kendur fyri, og tað var ein
av sjarmunum við honum.
"Eg havi hoyrt hann
fortalt, tá ið hann hevði
kenning – og slíkt var und-
irhald fyri allar pengarnar.
John var ein av teimum,
sum bara segði okkurt, sum
var púra vanligt, men tað
var mátin, hann segði tað
uppá, sum gjørdi tað so
ótrúliga stuttligt. Yvirbráið
hjá honum gjørdi eisini
skrønurnar so skemtiligar.
Hann var so hábærsligur –
sá út, sum ein filmstjørna,
sjálvt um hann fór illa við
sær sjálvum. Eg minnist
einaferð,
teir
sótu
og
reypaðu um pengar, John
og Dánjal Pauli. So sigur
Dánjal Pauli: Tú John,
hvussu nógvar pengar er
tað, tú eigur? Hann svarar:
43 milliónir. Jú, men segði
tú ikki hitt kvøldið, at tað
vóru 63? Og so svaraði
John aftur: Jú, tað er við
øllum!"
- Marni sigur, at teir
plagdu at flenna at John, tí
hann tosaði bara um milli-
ónir. Var tað minni enn ein
milión, so var tað ein hálv
ella ein fjórðings millión.
Helgi vísti á, at vanligt er
at siga, at kanst tú einki gott
siga um eitt menniskja, so
skalt tú einki siga.
- Onkur hevur sagt um
John, at hann var góður av
sær. Hann var góður móti
nógvum og var ikki smá-
tøkin, pírin. Men sam-
stundis var hann harður og
setti sín vilja fram um
viljan hjá nógvum øðrum,
segði Helgi Jacobsen í
kjallaranum á Vertshús-
inum týskvøldið.
Teir sótu og reypaðu,
Dánjal Pauli á Hvíta-
nesi og John Dam.
- Tú John, hvussu
nógvar pengar er tað,
tú eigur? Hann
svarar: 43 milliónir.
Jú, men segði tú ikki
hitt kvøldið, at tað
vóru 63? Jú, men tað
er við øllum!
Týskvøldið var
hugnalig samkoma í
kjallaranum á Verts-
húsinum, har Helgi
Jacobsen greiddi frá
arbeiðinum at skriva
bókina um slóð-
brótaran, John Dam
UNDANGONGU-
MAÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Væl av fólki var saman-
komið í kjallaranum á
Vertshúsinum týskvøldið til
hugnaløtu í samband við, at
bókin, sum tíðindamaðurin,
Helgi
Jacobsen
hevur
skrivað um John Dam,
skipara, er útkomin. Mill-
um onnur var kona John,
Oddvør, og nøkur av børn-
um teirra. Tað var ikki sørt,
at konan í løtum var rørd, tá
ið Helgi greiddi frá sínum
arbeiði at skriva bókina um
vinnulívsmannin og undan-
gongumannin.
Fyrstur at siga nøkur orð
var Magni Olsen, sum um-
boðaði forlagið Á Deild, ið
er útgevari av bókini. Hann
helt fyri, at sum hálvur
vestmenningur,
er
tað
kanska ikki so løgið, at
hann frá barnsbeini hevur
hoyrt søgur um úrmæling-
in, John Dam.
- Minnist, pápi plagdi at
siga mær frá søgum um
John og hansara avrik – og
at hann skuldi vera tann
fyrsti føroyingurin, sum fór
at fiska rækjur. Sjálvur var
eg ikki tvey ára gamal, tá ið
Vesturvarði í november
1969 kastaði fyrstu ferð á
leiðini við Rivkoll, norðan
fyri Holsteinsborg.
Hann segði, at ein søga
fyri og onnur eftir varð
søgd um henda mann, og
umsíðir helt hann, at hesi
avrik høvdu uppiborið at
verða fest á blað og soleiðis
varðveitt fyri eftirtíðina.
- Tí spurdu vit Helga, um
hann hevði hug at taka av
hesi avbjóðing og tíbetur;
tað gjørdi hann. Eg vil
fegin takka honum fyri tað,
og eg haldi, at hann er
komin sera væl frá hesum.
Magni nýtti eisini høvi at
takka teimum, sum á
ymiskan hátt hava stuðlað
útgávuni.
Hann
takkaði
eisini
Honnu
Simonsen,
sum
hevur rættlisið handritið.
ReproZ fekk eisini eina
tøkk.
- Hóast mangan leikaði
hart á, og tað breyt í bæði
borð, so var Eyðun púra
kaldur og tryggjaði, at vit
komu á mál.
At enda gav Magni orðið
til
høvundin,
Helga
Jacobsen.
…
Helgi takkaði í fyrsta lagi
øllum, sum vóru komin
saman í kjallaranum á
Vertshúsinum. Ein serlig
tøkk fór til familjuna hjá
John – og ikki minst
konuna, Oddvør, sum hann
segði hevur verið ótroyttilig
at heita á undir øllum
arbeiðinum at fáa bókina
frá hondini.
- Tá ið eg av forlagnum,
Á Deild, varð biðin um at
skriva hesa bókina, ivaðist
eg leingi. Ikki bert nakrar
dagar, men vikur. Uppgáv-
an tóktist umfatandi, og eg
visti, at tíðin var avmarkað.
Eg hevði fult starv, so øll
frítíðin fór at verða brúkt til
arbeiðið.
Helgi segði, at John var
blivin veikur og orkaði ikki
at virka við. Tí fekk hann
ikki høvi at tosa við
mannin, hann skuldi skriva
lívssøguna um.
- Í staðin fyri at brúka
orðini hjá manninum sjálv-
um, eygleiða hann og vera
saman við honum, havi eg
stuðlað meg til tað, sum
onnur siga og vita um
mannin. John var farin úr
Vestmanna, tá ið eg var
smádrongur. Tað nærmasta,
eg kom honum, var, at pápi
mín eftir kríggið búði hjá
Akku og Sigrid, beint oman
fyri heimið hjá John. Akku
var gubbi mín, og tí var eg
nógv í grannalagnum. Sam-
an við Sigrid kom eg so-
leiðis viðhvørt inn í barn-
dómsheimið hjá John.
Høvundurin segði, at
bókin um John í fyrsta lagi
er um vinnulívsmannin og
undangongumannin.
- Men hvørt menniskja
hevur eina sál, og oftani er
tað úr sálini, menniskjað
verður evnað. Tí ber ikki til
at lýsa vinnulívsmannin,
John, um ikki hansara per-
sónligu eginleikar koma til
sjóndar.
Helgi segði, at persónar,
hann hevur tosað við um
John, umrøða hann – alt frá
at vera ein eingil til at vera
eitt beist.
Hann helt, at hetta iva-
leyst eru eginleikar, vit øll
hava í okkum. Nøkur eru
meira bersøgin enn onnur
at lata sanna egið koma til
sjóndar, tá ið á stendur.
- John ballaði einki inn,
og hann bannaði illa, tá ið á
stóð - viðhvørt í øðrum
potensi. Tá bleiv tað nógv
tilsamans. Orð, sum ikki
standa og ongantíð fara at
standa í nakrari orðabók,
komu av hansara varrum.
Men fyri honum vóru tað
ivaleyst bara orð. Tað var
hansara máti at samskifta
uppá.
Helgi segði, at søgan um
John snýr seg um dreingin,
sum fyrstu ferð fór til skips
sum 13 ára gamal. Hann
fór við trolara longu sum
14 ára gamal og sigldi við
nøkrum av tiltiknastu skip-
arum í Føroyum.
- Bókin sigur frá, tá ið
hann sum 20 ára gamal
førdi Fame, sum hann sam-
an við øðrum vestmenning-
um keypti. Síðan fór hann
út í verðina at sigla.
Í bókini fylgja vit John
Dam á hemara- og laksa-
veiði við Baki, sum hann
førdi í níggju ár. Í 1969
bygdi hann saman við
øðrum fyrsta rækjuskipið.
Fram til 1986 hevði hann
trý rækjuskip. Síðsta átakið
var skeljaveiða við Sval-
John Dam – ein undangongumaður komin út í bók
Her fáa kona John, Oddvør og dóttirin, Marita, hvør sítt eintak av bókini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Helgi Jacobsen
greiðir frá, hvussu
tað hevur gingist
honum at fingið
bókina um
undangonguman
nin, John Dam,
frá hondini
Mynd: Vilmund
Jacobsen
Magni Olsen, sum starvast á forlagnum, Á Deild, ið hevur givið út bókina um John Dam, segði
eisini nøkur orð
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8