Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-20, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1998síða 1

allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 93 Mikudagur 20. mai 1998 Jóannes Eidesgaard, formaður í Uttanlandsnevndini: Vil hava ávirkan á politkkin JAN MÚLLER — Hetta var eitt sera gott val fyri bæði javnaðar- flokkin og fyri Føroyar sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokk- inum, sum í gjár varð valdur til formann í Utt- anlandsnevndini eftir lutakast millum sam- gongu og andstøðu. Hetta er tann løgtingsnevndin, sum er mest uppi í tí út- innandi valdinum. Sam- bært stýrisskipanarlógini skal hon takast við uppá ráð í øllum samráðingum við eitt nú danir. Tvs. at tað kunnu ikki fara sam- ráðingar fram um hvorki bankaendurgjald, skuld ella rikisrættarligar broyt- ingar, uttan at Uttanlands- nevndin verður tikin við uppá ráð í málinum. Sama er galdandi í marknatræt uni við Bretland. Jóannes Eidesgaard er fegin um, at javnaðar- flokkurin sum størsti and- stóðuflokkur gjøgnum formansskapin nú kann fylgja væl við gongdini og ávirka hana. — Hetta ger, at javnað- arflokkurin, sum jú varð settur = uttanfyri undir landsstýrissamráðingun- um, nú hevur fingið ein ftøkiligan og týðandi møguleika at vera vid i politisku telvingini fram- eftir. Jóannes Eidesgaard vísir í hesum sambandi eisini á sína lyklastødu sum fólkatingslimur - Formansstarvið í Utt anlandsneyndini gevur mær betri møguleika at vita, hvat gongur fyri seg og harvið eisini at kunna brúka fólkatingssessin til at finna Føroyum góðar loysnir. Nýggi formaðurin í Uttanlandsnevndini sær sina og nevndarinnar uppgåvu at virka kon- struktivt í samstarvi við landsstýrið. — Vit koma ikki at vera ein fótongul fyri tað politiska arbeiðið men heldur verður tað so, at vit fara inn og rætta tað til, soleiðis at vit fáa tað politiska úrslitið at líkj- ast tí, sum tað hevði ver- ið, um vit sótu í sam- gongu. Hetta er eisini gald- andi fyri marknatrætuna við bretar. Jóannes Eid- esgaard sær fegin, at gongd kemur á aftur hetta málið ella sum hann orðar tað at kemur „meira dynamikkur< í hesar so týðandi sam- ráðingar,enn tað hevur verið seinastu tíðina. — Nú fáa vit at síggja, hvussu nógv landsstýrið fer at taka við tey ráð, sum Uttanlandsnevndin fer at koma við. Eg vil fegin hava eitt samstarv millum landsstýrið og Uttanlandsnevndina heldur enn at hava ein løgmann, sum rætt og slætt gongur uttan um nevndina, hvat vit hava sæð í undanfarna skeiði. Vónandi fæst tí heldur eitt positivt samstarv, enn at partarnir sita og telva hvønn annan út. Hinir limirnir í Uttan landsnevndini eru Ed- mund Joensen, Hedin Mortensen, Jenis av Rana, Hergeir Nielsen, Jógvan vid Keldu og Jåkup Sverre Kass 72. årgangur www.sosialurin.fo »Desperat« penganeyð: Heri Hjelm selir norð- monnum ein part av alibrúkinum Síða 3 Barnagarðurin % Todi er finaluna Danska steypafinalan millum FS Keypmannahavn og Brøndby verður í morgin, og Todi Jónsson byrjar væntandi inni í FCK- álopinum saman við Thomas Thorninger Síða 12-13 Í í Sjónleikarhúsinum skal gerast veruleiki Marita V. Rasmussen, umboð fyri foreldrabólkin, er ikki í iva: — Eru 45 barnagarðspláss í eygsjón í Sjónleikarhúsinum, skal man gera alt hvat man kann fyri at fáa tey Síða 9