Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Samgongan longu í trupulleikum . Oddagrein IKKI meira enn at landsstýrið hevur tikið vid, og tað hevur fingið ålvarsligar trupulleikar at dragast við. Sjålv kjarnan í samgonguskjalinum tykist nú ósemja at vera um sambart grein í Dimmalætting í gjár. Blaðið skrivar, at tað er óvissa um fólkaatkveðuna, sum er ein fyritreyt fyri í heila takið at tosa um meiri sjálvstýri og loysing Sambart grein hjá Hegna Hoydal í 14. September, so er fólkaatkvoðan frå 1946 framvegis galdandi, og tí er ikki neyðugt við eini nýggjari fólkaatkveðu nú. Hetta eru formenninir í fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokk- inum ikki samdir við tjóðveldisflokkin í. Teir siga, at tað skal eisini vera folkaatkvøda um føroyskt fullveldi og ikki bara um grundlógina UM hetta er so, má sigast, at tjóðveldisflokkurin í veruleikanum er farin út í Tinganes at umsita luft, í hvussu er á tí ríkisrættarliga okinum. At tað ikki ruggar rætt í samgonguni fingu vit longu eina kenslu av sunnudagin, eftir samgonguskjalið varð undirskrivað. Vit gjørdust øll kløkk, tá tíðindasendingin byrjaði við einum sera avgjørdum Anfinni Kallsberg, sum - soleið- is kendist tað - við hesum vildi koma við eini pro- klamatión til Feroya fólk, har hann kraftiga undir- strikadi, at ongar broytingar verða gjørdar í ríkisrætt- arligu viðurskiftunum uttan at fólkið fyrst hevði sagt sína meining við tvær fólkaatkvoður. Tað er greitt, at hann gjørdi hetta sum ein fylgja av ti frustration, sum fangaði nógvar fólkafloksstuðlar, eftir at innihaldið í samgonguskjalinum gjørdist kent. Orðini hjá løgmans- kandidatinum i ÚF kundu tulkast sum ein desperat” roynd at sissa eitt nú vinnulivsmenn i fólkaflokkinum. TAÐ er ikki okkara uppgáva at seta kílar millum flokk- arnar í nýggja landsstýrinum eins lítið tað er okkara uppgåva at marknadarføra teirra politikk. Uppgávan hjá pressuni er at leggja fram fyri fólk ætlanir og av- gerðir, sum teir stýrandi taka og spyrja, hverjar av- leiðingar hesar fáa uppá gott og ilt. Út frá tí, sum er komið fram, eftir at samgonguskjalið varð undirskriv- að, freistast ein til at halda, at fólkaflokkurin (saman við Helenu & Co.) veruliga hevur telvað tjóðveldið í skák mát. Í hvussu er tykist fólkið hjá fólkaflokki og sjálvsstýrisflokki so væl plaserað, at tjóðveldisspring- arar og -hestar hava lítið og einki rásarúm. Kann tað vera so galið, at umreddu flokkar veruliga hava megn- að at „lokka“ tjóðveldisflokkin at reka reint borgarligan politikk í eini tvey ár uppá „forventet fangst“ á tí ríkis- rættarliga økinum, sum so í veruleikanum endar í eini hasarderaðari fólkaatkveðu, ið - um hon dettur á gólvið - fer at senda tjóðveldisflokkin út í myrkið í fleiri val- skeið! Ein hevur altíð loyvi at spyrja. JÚ fólkaflokkurin hevur so sanniliga fingið bæði í posa og sekk. Mundi tað ikki vera rein kamoflasja, tá flokk- urin tvíhelt um bæði fiski- og búskaparmál? Mundi endamálið ikki vera at fáa fiskivinnumålini, tí hetta er tað einasta okið á fíggjarlógini, har tú hevur játtanir at brúka? Var alt hetta prátið við at lata tjóðveldið fáa sín sjálvstýrismálaráðharra ikki í veruleikanum eitt bluff- nummar og millum fólkafloksmenn mett sum einki annað enn at umsita luft? Og eru ikki tær uppgávurnar, sum Hegni Hoydal nú skal taka sær av, uppgávur, sum ein embætismaður og ein embætismannanevnd kundi tikið sær av? HVUSSU og ikki, so sýnist tað sum at fólkaflokkur og sjálvstýrisflokkur hava gjert eina ella aðra loyniliga avtalu um eina komandi minnilutastjørn, tá brúk ikki er fyri tjóðveldinum meira. Og kann tað hugsast, at „ynskið“ at fáa tjóðveldisflokkin við í samgongu bara hevði til endamál at fáa tað at síggja út sum, at fólka- flokkur og sjálvstýrisflokkur meintu nakað við sjálv- stýrispolitikkin og harnæst fyri at kunna halda javnað- arflokkin úti! Eru gitingar og metingar okkara rættar, so má sigast, at stóri taparin í ollum hesum verður tjóðveldisflokkurin - og so sjálvandi javnaðarflokkurin eisini. Tvs. at tå avtornaði fingu Føroyar kortini eina borgarliga stjórn. Tað var als ikki neyðugt við sambandi og Jenis á hesum sinni. Men tað kann tað blíva, tá A og D ætla sær at stýra einsamaliir. Hvor veit: kanska er avtala eisini gjørd um tað? Sosialurin Blaðfólk: Joensen, i Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Sveinur Tréndarson Turið Kjølbro Lysingar og søla: Jonhard Fx art Ungpverl. uppaefing og prent: Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefax. 314720 e-mail: postØsosialurin.fo Suverenitetur ella solidaritetur — Hvør verður raðfestingin? Loysingin, suvereniteturin, fyri ein og hvønn pris, kosta hvat tað kosta vil? Ella varðveitingin av samhaldsfassta, solidariska, samfelag- num, sum vit hava kent tað higartil, spyr Johan Samuel- sen nýggja landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum Nógv fólk hava gjørt við- merkingar til nýggja sam- gonguskajlið - og soleiðis eigur tað helst at vera, men ein hevur bitið merki í, at tað stórt sæð bara eru somu Tordensskjolds soldatar, politikarar, fakfelagsfólk v. m. sum siga sína meining umhetta nýggja skjal, og tá serliga hvat tey vænta sær á rikisrættarliga økinum kom- andi årini, og er tad væl skiljandi, tå so ógvusligar brytingar skulu fara fram millum Danmarkar og Før- oyar, sum miðað verður fram ímóti í samgongu- skjalinum, og sum koma at fáa avgerandi týdning fyri hvert mansbarn i Føroyum - tí hesar fáu reglur frá ein- um uttan fyri >professio- nellu< girðingarnar. Av tí at ríkisrættarligi parturin hevur fingið so rúgvusmikla umtalu í fjøl- miðlunum, so hevur tað gingið líkasum út yvir við- gerðina av ødrum týðandi samfelagsøkjum, sum eru nevnd i samgonguskjali- num - og her hugsi eg ser- liga um kostnadarmiklu al- manna- og heilsumålini, sum tilsamans á útreiðslu- síðuni á verandi fíggjarlóg kosta 1,2 milliard - í hesum partinum verður ein rúgva av málum nevnd soleiðis hissini, sum t. d. heimargkt- arskipan verður skipað sum døgnrøktartænasta (einasta itøkiliga, iðhar stendur!), nakað um pensjónsgkið, sum er afturútsiglt, okkurt um útbyggingarætlanir av Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi, um eina betran av samstarvi- num við Ríkisskjúkrahúsið, at målsvidgerdirnar á al- mannagkinum skulu takast so nær borgaranum sum gjørligt o. s. fr. Alt gott at siga um hesar kostnadar- miklu ætlanir, tí annað eru tær ikki, so leingi Helena Dam á Neystabø ikki hevur sett spónin í greytin, men tað sum ein saknar eru neyvar endamálsorðingar á almanna- og heilsugkinum, og so serliga hvussu kom- andi landsstýri ætlar at fíggja almanna- og heilsu- ekið. Hetta er so nógv mest peningakrevjandi øki á fíggjarlógini, og grundar- lagið undir játtanum hevur fyri ein stóran part bygt á gomlu refusiónsskipanina millum ríkið og okkum, har danir hava goldið millum 50 - 100%, og síðani 1993, lá pensjónirnar og aðrar al- mannaveitingar eisini komu undir blokkin, hevur danski parturin so ligið í samladu ríkisveitingunum, sum í dag tátta væl í I milliard kr. Og hóast nógv er broytt á hes- um øki, m. a. at umleið 400 mill. kr av blokkinum fara aftur til Danmarkar í rent- um, og væntandi, eftir at avtala er fingin í lag millum ríkið og Føroyar, fara einar 200 mill í avdrøgum til statskassan, men h6ast hetta eru 399 mill. kr. eftir av blokkstudulinum, ella júst tað sama, sum tað kostar at reka tey trý føroysku sjúkr- ahusini + 120 mill í viðlík- ahaldsútreiðslum bara til Landssjúkrahúsið, um tað skal verða tí lív lagað, sum eitt sovorðið í framtíðini! Men hvussu hetta stóra samfelagsøki skal figgjast hoyrir sjálvandi ikki heima í einum samgonguskjali, men væntandi varð, at hesin spurningurin bleiv reistur av fjómiðlafólki, tá prátað var við komandi landsstýr- iskvinnuma í almanna- og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, í samband við fíggjarligu broytingarnar í ríkisrættarligu støðu okkara, men mikrofonhaldararnir lótu bara standa til. Men tékk skal Helena hava fyri, at hon alt fyri eitt boðaði frá, at hon fór at vera trygd- in fyri, at heilsu- og almann- agkið ikki verður skert, so leingi hon situr sum lands- stýriskvinna í hesum málum - eg og fleiri við mær fara at leggja okkum hesi orð í geyma! Hesi mál, sum eru so eym og kensluborin, og sum røkka inn í hvørt tað einasta heim í Føroyum, verða framborin alment, sum um ongar broytingar, (uttan til.tað betra!), skulu henda á hesum gkinum, tey komandi 4 árini, og tað er at fegnast um - so vita vit tað, og somu vísu hava An- finn Kallsberg og Høgni Hoydal eisini latið ljóða - kanska sagt við gðrvísi orð- um, men hóast tað ikki til at taka feil av, um varðveit- an av samhaldsfasta væl- ferðarsamfelagnum, sum vit kenna tað so væl í norður- lendskum høpi. So vit, sum hava brúk fyri einum væl- virkandi almanna- og sjúkr- ahúsverki, (og hvør hevur ikki tað?) taka hesi trøy landsstýrisfólkini upp á orð- ið, eingin ivi um tað! Men kann ein hava fult álit á, at so verður? Tí ikki við einum tí einasta orði verður nevnt av hesum å- byrgdarfólkum, sum mynda nýggja landsstýri, hvussu hesi stórmál skulu fíggjast í einum komandi suveren- um, sjálvstýrandi Føroyum. Kann ein í heila tikid taka hesi fólk fyri fult, tá slík kostnaðarmikil mál, sum teljast í 100 millióna klass- anum, sum almanna- og heilsumálini nú einaferð eru í einum og hvgrjum nútíð- arsamfelagi, ikki verða seri- øst vidgjørd, og als ikki verður grundgivið fyri, hvussu landsins myndug- leikar ætla at fíggja henda grundleggjandi partin av samfelagnum eftir at loys- ingin er framd - í gllum grannalondum okkara vildi ein og hvør politikari verðið púrasta til láturs, (og ikki havt ein livandi tjans til eitt komandi val!), um viðkom- andi politikkari blakaði hes- ar dýrt vunnu perlur, sum snúgva seg um vælferð fólksins fyri bakka vegna nøkur víðgongd nationalist- isk sjónarmið - og heldur ikki var førur fyri, at siga frå alment, hvar ið sparast skuldi á fíggjarlógini fyri at røkka tjóðskaparmálunum, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja. Er før- oyska fíggjarlógin, og har- við búskaparligu fortreytir okkara, so nógv ødrvisi enn í grannatjóðum okkara? Eru vit so nógv annarleiðis skrúðaði saman sum tjóð, at vit bæði kunnu siga farvæl til blokkin aftan á suverenu Føroyar hava sæð dagsins ljós, samstundis sum leið- andi flokkurin í landsins stýri mælir til at arbeiða framhaldnandi at fortelja fólki, at tað ber til ikki bert at varðveita vælferðarskip- an okkara, men at útbyggja almanna- og heilsugki mun- andi -skilji hetta, hvør ið vil, eg geri tað ikki!“ Hesi ting- ini hanga heilt einfalt íkki | Johan Samuelsen spyr nýggju landsstýriskvinn- una í almanna- og heilsu- málum, hvussu hon ætlar at fíggja hesi øki á ein nøktandi hátt í suverena føroyska statinum saman búskapraliga - vit kunnu nú ikki einaferð bæði blása og hava mjøl í munn- inum samstundis - tit hava eitt forkláringsproblem, sum tit sum landsstýrisfólk, og harvið ábyrgdarfólk fyr framhaldandi vælferð Før- oya fólks, hava skyldu at greiða fólki frá út í æsir! Tí loyvi eg mær at spyrja heisi ábyrgdarfólk í landsins styr - hver verður raðfest- ingin? Loysingin, suveren- iteturin, fyri ein og hvønn prís, kosta hvat tað kosta vil? Ella varðveitingin av samhaldsfassta, solidarisk- a, samfelagnum, sum vit hava kent tað higartil - eg og fleiri við mær bíða spent eftir einum nøktandi svara Tórshavn 18. mai 1998 Johan Samuelsen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri bróðir mín Christian Ludvig Skálafoss (vanliga nevndur Gaji) Skála andaðist á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík 18. maí, 86 ára gamal. Farið verður av Eilis- og Røktarheiminum í Runa- vík mikukveldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju Kristi himmal- ferðardag 21. maí kl. 14.00. Andrea Weihe