Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 231 - 4. desember 2003 Nr. 231 - 4. desember 2003 11 Nú fall fullveldisætlanin. Løgmaður hevur nú viðgingið at hava framt fíggjarsvik fyri eina millión krónur fyri góðum 20 árum síðan. Hetta var løgmaður endurgivin fyri at siga í Dimmalætting týsdagin. Og í bókini Skjót journalistin verður skrivað, at løgmaður helst eisini hevur framt skjalafalsan. Íkomin er tí ein heilt nýggj støða. Nú eru tað ikki longur talan um gitingar, men løgmaður hevur sjálvur viðurkent, at hann framdi fíggj- arsvikið. Samstundis verður sagt, at málið varð av- greitt og endað við einari avtalu millum løg- mann og Frostvirkið. Ja, tað mugu vit trúgva, tá løgmaður sjálvur sigur hetta. Men sam- stundis mugu vit vísa á, at slíkt revsivert lógarbrot kunnu partarnir ikki enda við einari avtalu. Eftir (enn) galdandi rættarskipan er tað einans ákæruvaldið, sum kann taka slíka avgerð, uttan at málið hevur verið viðgjørt av einum dómstóli. Nei, Tjóðveldisflokkur og Høgni Hoydal, talan er ikki um eitt tilvildarligt persónsmál, men um politik, moral og ikki minst almennu rættarkensluna, tá tað kemur fram, at Føroya løgmaður hevur framt lógarbrot, enntá groft lógarbrot. Øll vita, at tað ber ikki til hjá Palleba ella Marsannu at gera enda á eitt nú fíggjarsviki mótvegis Almannastovuni ella skattavaldinum við einari "avtalu" millum partarnar. Í slíkum førum fellur hamarin náðileysur við harðari revsing, hóast talan í slíkum førum einans kann vera um nakrar fáar krónur. Tey eru mong, sum higartil hava tikið undir við yvirtøku av løgreglu og rættarskipanini, sum nú fara at venda hesum baki, um Tjóðveldisflokkurin ikki tekur eina greiðari støðu í hesum máli. Tí væntar flokkurin veru- liga, at føroyingar skulu góðtaka eina rættar- skipan undir fullveldinum, har munur verður gjørdur á landsins borgarum? Tað sýta vit enn at trúgva. Støðan hjá teimum smærru sam- gonguflokkunum er ikki verd so frætt sum eina viðmerking. DAGSINS MEINING Sosialurin Fullveldis(for)fall VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Helgi Abrahamsen Ein av útsøgnunum frá landsfundi Fólkafloksins tann 22. november var, at um Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sleppa framat, so "tendra ú- treiðslutaksametrini aftur". Eg loyvi mær í tí sam- bandi at gera vart við, at síðani 1998, tá Fullveldis- landsstýrið bleiv skipað, eru landskassans útreiðsl- urnar øktar við 943 mió. krónum. Av hesum eru 906 mió. krónur rakstrarút- reiðslur (uttan renur) og 200 mió. krónur eru íløgur. Rentuútreiðslurnar eru lækkaðar 163 mió. krónur. Harumframt hava sam- gonguflokkarnir sagt nei- takk til góðar 800 mió. krónur í blokkstuðli á inn- tøkusíðuni, so "taksametr- ið" hjá loysingarflokkunum er hesi árini komið uppá umleið 1.750 mió. krónur. Tá vit so vita, at full- veldis/sjálvstýrislandsstýr- ið hevur sitið í tilsamans umleið 2.000 dagar, so er ikki ringt at rokna út, at útreiðslurnar á taksametrin- um eru øktar við knøppum 900.000 krónum í meðal um dagin (um vit telja sunnudagar við). Og so mugu vit ikki gloyma, at tað vóru hesir flokkarnir, sum settu sær fyri at Føroyar skuldu hava "sjálvberandi búskap". - Nei taksametrið hevur helst einki at missa! Marjus Dam løgtingsmaður Vónandi verður ein loysn funnin - ein góð loysn. Eftir at løgmaður og skaðiligi loysingarpolitikk- ur hansara hevur verið beinleiðis orsøkin til, at onki er hent viðvíkjandi út- bygging av flogvøllinum seinastu árini, er at vóna, at flogvøllurin nú verður út- bygdur og longdur. Um skaðiliga fullveldis- ætlanin ikki var á dagskrá, so hevði flogvøllurin í Vág- um uttan nakað ivamál verið útbygdur í 1998 og 1999. Politikkur løgmans er higartil beinleiðis or- søkin til at onki er hent á hesum umráði. Nú er at vóna, at hann er førur fyri at fáa eina avtalu við donsku stjórnina - eina góða avtalu um útbygging og leinging av flogvøllinum til 1800 metrar. Tað skyldar hann øllum føroyingum. Tí útbyggingina hevur hann í krónum longu nú goldið væl og virðiliga fleiri ferðir - nevniliga við at lata danir fáa 400 milliónir av ríkis- veiting árliga. So at fingið eina góða avtalu, tað átti at verið minsti trupulleikin. Nú vóni eg ikki at hann av berari undirbrotligheit fer at ivirtaka fyri einhvønn prís. Tí hesa rokning eiga vit ikki. Møguliga kunnu vit gjalda ein part. Men ikki ein stóran part. Men ivasamt er, um hann klárar at samráðast seg til eina góða avtalu viðvíkj- andi flogvøllinum. Tí tað hevur hann ikki klára higar- til. Um hann ikki klárar at fáa eina góða avtalu um flogvøllin, so eigur hann onki at gera. Tí staðfestast má, at mangt av tí, ið løg- maður higartil hevur nortið við hevur gingist illa. Um hann ikki klárar at gera eina góða avtalu, so rokni eg við, at aðrir lætt- liga megna tað. Tað skal nevniliga bert ein góður vilji til at fáa eina góða av- talu. Argumentini fyri ein- ari góðari avtalu eiga vit nevniliga - ØLL! Flogvøllurin - løgmaður Taksametrið telur Leygarkvøldið 6. desember fer nýggi bólkurin Brak at spæla til dans í Ment- anarhúsinum í Fugla- firði DANSUR Tíðindaskriv Virksemi í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði er í hædd- ini, og aftur hetta viku- skiftið verður jólaborðhald í húsinum. Aftaná jóla- borðhaldið, ella umleið kl. 24.00, verður so almennur dansur, har nýggi bólkurin Brak fer at spæla góðar dansitónar. Sjálvur bólkur- in er nýggjur, men flestu tónleikararnir í bólkinum eru garvarðir, og kendir úr øðrum føroyskum bólkum, m.a. Rok. Høvuðsmenninir eru Signar í Homrum og Ólavur Øster, sum báðir spæla guitar, meðan Signar eisini er sangari í bólkin- um. Hinir limirnir eru John Johannesen, bass og sang, Tummas Gudmundsen, keyboard og Albin Ísaks- son, trummur og sang. – Signar kenna vit serliga úr bólkinum Kjølar, sum var rættuliga væl umtóktur, ta tíð tað var. Seinastu tíðina hevur hann spælt við bólkinum Rok, og eisini teir eru vorðnir rættuliga væl umtóktur dansibólkur. Tónleikurin Brak spælir er bæði nýggjur og eldri dansitónleikur, ætlaður øllum aldursbólkum. Dansurin í Mentanar- húsinum í Fuglafirði byrjar um miðnáttarleitið. Um nóg stór undirtka er, koyra bussar úr Havn (tel 22 33 11), úr Vestmanna (tel. 217752), av Toftum og av Strondum (tel. 225220) til dansin og heim aftur aftaná. BRAK í Mentanarhúsinum Fakfelagið hjá fulltrúanum í Fiskimálaráðnum gongur ikki við til at fulltrúin verður ofraður. Verður maðurin uppsagdur, so skal málið í rættin FULLTRÚAMÁLIÐ Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Fulltrúin í Fiskimálaráðn- um skal hava sítt starv aftur ella ætlar Búskapar- og Løgfrøðingafelagið at fara víðari við málinum og tað kann enda í rættinum. Fakfelagið hevur svarað Fiskimálaráðnum, at felag- ið heldur, at alt er gjørt skeivt í hesum máli. Í Fiskimálaráðnum upp- lýsir Jørman Petersen, full- trúi, at tey viðgera spurn- ingin og vænta at koma við endaligum svari í næstu viku. Fulltrúin er ikki uppsagd- ur enn, men hann er heldur ikki til arbeiðis. Fiskimála- ráðið hevur boðað honum frá, at ráðið ætlar at siga honum upp, men bæði hann sjálvur og fakfelagið hjá honum, hava rætt at gera viðmerkingar. Tað hava bæði hann og fakfelagið nú gjørt, so nú er at bíða eftir eini endaligari avgerð úr Fiskimálaráðn- um. Einki var í lagi - Fiskimálaráðið hevur borið seg ósømiliga at og í fleiri førum brotið seg inn á galdandi siðvenju og reglur fyri uppsøgn av alment settum starvsfólki, verður sagt í skrivinum frá Bú- skapar- og Løgfrøðingafel- agnum. Ítøkiliga orsøkin til, at Fiskimálaráðið ætlar at siga fultrúanum upp, er ein álv- arslig átala frá Umboðs- manninum. Umboðsmað- urin átalaði Fiskimálaráðið fyri ikki at hava hildið svarfreistirnar í einum máli um alment innlit. Hesa grundgeving góð- tekur fakfelagið ikki: - Fyri tað fyrsta metur fakfelagið ikki, at eitt mál um alment innlit kann fáa so grovar avleiðingar, at ein fulltrúi uttan leiðsluábyrgd verður sagdur úr starvi. Hetta er eitt brot á galdandi rættarreglur, har samband skal vera millum gjørdar feilir, og hvørjar avleiðing- ar hesir eiga at fáa. Ongar ávaringar Í vanligum uppsagnarmál- um eiga medarbeiðarar at fáa avaringar. - Fulltrúin hevur hvørki fingið munnliga ella skriv- liga ávaring undan upp- søgnini. Í hesum sambandi eigur tað at hava týdning, at fulltrúin hevur verið í starvi í Fiskimálaráðnum síðani 1995 uttan at fáa nakra slíka átalu ella ávaring, sig- ur Búskapar- og Løgfrøð- ingarfelagið í sínum svar- skrivi. Fulltrúin sjálvur hevur eisini svarað. Sambært Niels Winther, formanni, í Búskapar- og Løgfrøðinga- felagnum, so tekur fulltrúin undir við sjónarmiðunum hjá felagnum og hevur lagt sínar egnu viðmerkingar afturat. Eykagrundgevingar Í fráboðanini frá Fiskimála- ráðnum verður bara víst til átaluna frá Umboðsmann- inum. Men í sjónvarpinum nevndi landsstýrismaðurin, at talan eisini var um per- sónlig mál. - Búskapar- og Løgfrøð- ingarfelagið átalar harðliga framferðina hjá landsstýris- manninum í Fiskimálum, tá hann alment sigur, at per- sónlig viðurskiftir gera seg galdandi í sambandi við uppsøgnini. Einki stendur um hetta í ætlanarskrivin- um, sum frá Fiskimálaráðn- um. Felagið metur hetta vera sera ódámligan fram- ferðarhátt, og vil strangliga átala at sverta eitt starvs- fólk alment út á henda hátt. Almenni starvsfólka politikkurin leggur upp til, at starvsfólk skulu vera viðfarin á virðiligan hátt, eisini tá tað snýr seg um uppsøgnir, skrivar fakfelag- ið hjá fultrúanum. Ábyrgdin er tín Fiskimálaráðið tykist ikki at hava umhugsað, um ábyrgdin eisini kundi áleggjast onkrum hægri uppi í skipanini. Vìst verð- ur bara til, at fulltrúin ikki hevur hildið svarfreistina til umbønina um innlit. Í brævinum til fultrúan stendur: - Fiskimálaráðið er av somu áskoðan sum Um- boðsmaðurin, og ein hand- faring av einum máli kann als ikki góðkennast, tí hetta er eitt álvarsligt brot á greitt ásettar lógarreglur um innlit. Víðari verður grundgivið fyri, hví júst fultrúin skal ábyrgdast: - Fiskimálaráðið metir hetta at vera so mikið álvarsligt brot á skyldu hjá einum starvsfólki at útinna starvið samvitskufult og við nærlagni, at neyðugt er at siga tygum úr starvi. Fulltrúin skal vera sitandi í starvi Veddingarfyritøkur nar meta ikki, at hálvi føroyingurin, Gunnar Mikkelsen, fer avstað við sigr- inum í Stjerne for en aften. Tað er Jan Nielsen, sum bert slapp í part, tá DR gjørdi av at koyra Jens Marna Hansen úr kappingini STJØRNUKVØLD Jákup Mørk Finalan í sangkappingini hjá Danmarks Radio, Stjerne for en aften, verður nú fríggjakvøldið, og sum vera man, so er spenningurin stórur um, hvør tað verður, sum fer avstað við sigrinum. Og ymsu veddingar- fyritøkurnar hava longu gjørt greitt, hvussu tær rokna við, at alt fer at spæla av. Jan Nielsen, 38 ára elektrikarin av Amager, sum hevur bergtikið við sínum framførslum av kærleikssongum. hevur í undankappingunum staðið seg somikið væl, at bæði danska Tipstæn- astan og Centrebet hava hann sum favoritt til heit- ið. Hann gevur bert pengarnar aftur 2,00 og 2,10 ferðir, um hann verður vinnarin. Áhugavert er í hesum sambandi, at tað var við einum føroyskum mill- umspæli, at Jan Nielsen yvirhøvur kom við í kappingina. Upprunaliga var hann nevnliga als ikki við millum luttakar- arnar, sum vóru í kapp- ingini. Men tá DR so í evstu løtu valdi at koyra føroyska Jens Marna Hansen úr kappingini, skuldi eitt pláss mannast. Hetta varð gjørt á tann hátt, at áhugaði kundu ringja inn til eina sokall- aða stjørnutelefon, har tey í ein minutt kundu royna songrøddina. Lurt- arar á P3 kundu síðani gera av, hvør skuldi fáa leysa sessin, og hetta gjørdist so 38 ára gamli elektrikarin. Gunnar á fjórða plássi Annars verður roknað við, at lítla Lene Matt- hiesen og Kalle Brandt eru tey bæði, sum fara at bjóða Jan av í kapping- ini. Kanska serliga Lene, sum hjá Unibet verður roknaður sum stóri favoritturin, og geva tey bert odds 1,85 fyri lítlu gospel-sangarinnuna sum vinnara. Síðani eru allar fyri- tøkurnar samdar um, at Gunnar Mikkelsen verð- ur tann næsti. Hann gev- ur pengarnar fýra ferðir aftur, um hann vinnur, og skulu veddingarfyritøk- urnar takast fyri fult, so er langt niður til tey bæði seinastu. Tey eru Heidi Lund Jensen og Thomas Stenberg Hansen, men hjá onkrari veddingar- fyritøku er odds’ið heilt uppi á 21, um tað verður onkur av teimum, sum strýkur avstað við fyrsta- plássinum og plátusátt- málanum. Fiskimálaráðið skal nú taka endaliga støðu til, um fulltrúin skal uppsigast. Fakfelagið hjá fulltrúanum hóttir við at fara í rættin, um hann verður uppsagdur Gunnar sum fýrari C M Y K 11 10