Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 20. MAI 1998 tidindabladid SOS Sildin ikki komin enn og menn undrast — Sildin er ein veðursjúkur fiskur, tað vita vit, men enn hevur verið lítið at sæð, hon stendur djúpt og lítið og einki hevur verið at fingið hjá bátunum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún OLAvur Í BEITI Menn eru farnir at óttast fyri, hvat vorðið er av sild- ini, sum tók seg upp fyri fá- um árum síðani. Einki hev- ur verið at sæð, hon hevur staðið djúpt og bátarnir hava heldur einki fingið nú vit eru komin langt út í maí mánað. Seinni og seinni Í 96 byrjaðu bátarnir longu at fáa sild fyrst í apríl og teir helmaðu ikki í fyrr enn síðst í juni. Í 97 fingu teir sild fyrst í mai og fiskiskap- urin endaði miðjan juni, og nú vit eru komin um miðjan maí hevur einki verið avreitt „tl Havsbrún í Fuglafirði, so tað er einki legið í at stjórin er stúrin. — Sildin er ein veðursjúk- ur fiskur, har bæði vindur og veður ávirka hana, og ætið hevur eisini sína ávirk- an á, hvussu nógv er til og íkki, og tað sum vit higartil hava sæð til ætið í sildini hevur ikki givið nøkur góð tekn, sigur Bergur Poulsen. Góð 50.000 tons Bæði føroyskir, skotskir, danskir og íslendskir bátar hava leitað eftir sildini, men enn hava teir ikki rakt við hana. Tí hava teir verið í svartkjaftinum enn sum so hevur gjørt, at Havsbrún higartil í ár hevur tíkið móti meiri svartkjafti enn undan- farin ár. Stjórin í Havsbrún metir at virkið hevur tíkið móti gott 50.000 tonsum í råvøru tilsamans higartil í ár, har meginparturin er svartkjaft- ur. Bátarnir hava einki ann- að at fara til og roynt verður tí eftir svartkjafti, meðan bíðað verður eftir sildini. Hjórring Seminarium: Barbara sum sangleikur — Tónleikurin í sangleikinum er í tråd vid skaldsøguna hjá Jørgen-Frantz, men endin er ein heilt annar-enn i båkini, siga fyriskipararnir. TURIÐ KJØLBRO Í gjár komu 80 danir til Før oya at framføra sangleikin Barbara, sum byggir klassísku skaldsøguna eftir Jørgen-Frantz Jacobsen Sangleikurin hevur fingið nógva og góða umrødu í Danmark og leikarabólkur- in hevur spælt fyri fullsett um húsi í eina viku. Á frum sýningini í Danmark vóru føroyskir útisetar bodnir vid, og sambært teimum fer sangleikurin eisini at hug- taka føroyingar. Tað er í sambandi við, at Hjørring Seminarium hevur 40 ár á baki, at fólk hava tikið stig til at framføra ein sangleik um kendu Barbaru hjå Jørgen-Frantz. Longu fyri fýra árum síðani fekk seminariið hugskotid og seinnu árini hevur verið ar- beitt miðvíst við ætlanini Urslitid er ein stórfingin sangleikur við tónleiki eftir Jens Olesen, tónaskald, og teksti efur Jens Henneberg lektara, sum ógvuliga ná greiniliga rakar andan og tónan í skaldsøguni hjá Jør- gen-Frantz. Tónleikurin er í tråd við skaldsøguna, men endin er ein heilt annar enn í bókini. Fyriskipararnir siga kortini, at sangleikurin er so føroyskur, at teir vóna, at tónleikarar og sjónleik- arar í Føroyum fara at taka hann til sín og týða hann til føroyskt. — Hann kundi verðið ein klassikari í Føroyum við sýningunum í summarmán- aðunum fyri tí støðugt vaks- andi talinum av ferðafólki, sigur Erik Fey, fyriskipari Tiltøk Iey 80 fólkini, sum eru knýtt at sangleikinum fáa úr at gera á ferdini í Føroyum. Skráin, ið er løgd fyri túrin, er fullsett við útferðum, til tókum og ødrum áhuga- verdum. Nógv verður gjørt burtur úr og eitt danskt sjón- varpslið er við í ferðini. Tað skal gera tilfar til danskt sjónvarp, umframt um ferð- ina hjá leikarabólkinum og útferðirnar, ið verða gjørdar kring landið. Eisini verða sjånvarpsupptøkur gjørdar av føroyska listamanninum, Bárði Jåkupssyni, sum hev- ur gjørt eina litografi vid heitinum Barbara Leygardagin fara Jens Henneberg og Jens Olsen, sum hava skrivad og gjørt tónleikin til sangleikin sam an vid ødrum luttakarum at vitja grøvina hjå Jørgen- Frantz Jacobsen og leggja blómur í minni um eina stóran rithøvund sum hevur givið hesum báðum íblást ur Tríggjar almennar sýn ingar vera av sangleikinum umframt nakrar á ymsum skúlum. Almennu sýningar- nar verða í Læraraskúla- høllini 21., 22. og 23. mai 7 Barbara hjå Jørgen Frantz Jacobsen he givið nógvum íblástur Hjørring Seminarium fer fleiri sýningum komandi dagarnar at framføru sangleikin, ið er bygdur á skaldspguna hjá Jørgen Frantz SIMON VON KONOY Hilsen til Sara - frá Símun Fyri stuttum gav Símun úr Konoy út nýggja flógu. Heitið á flóguni er >Hils- en til Sara< og eins og heitið eru flestu tesktirnir á donskum SVEINUR TRÓNDARSON Fyri stuttum gav tann, í Før- oyum, so navnframi, Símun úr Konoy út nýggja fløgu. Heitið á fløguni er »Hilsen til Sara« og eins og navnið eru flestu tekstirnir á donsk um. Og hesaferð eitur sang- arin ikki Símun úr Konoy, men Simon von Konoy Talan er í høvudsheitum um um gamlar slagarar, sum hava rungað í hvørjum útvarpslurti í Føroyum i mong harrans år Sangir sum »Susan« og »Texas By« eru fyrr givnir út á føroyskum og nú er so túrurin komin at danir skulu læra at murra við til hesar sangir Ein annar sangur, sum nokk skal vinna fram er tann sum eitur >Til alle jer jeg før har kendt<. Hetta er ein donsk útgáva av kenda sanginum hjá Julio Iglesias og Willy Nelson Tað er ikki so ofta at føroyingar taka upp eftir so kendum sangarum, men Símun smæðist ikki burtur - gott tað sama! Tvey av løgunum eru við enskum teksti og í báðum førum er talan um gamlar kendar slagarar. >Some bro ken hearts never mend« og >Jambalaya< eru løg sum øll kenna Við hesi fløgui roynir Símun at koma inn á markn aðin og við eitt sindur av hepni skal tað nokk eydnast Hann hevur góðar og royndar føroyskar tónleik arar afturat sær. Olavur Øst er, Jóhannus á Rógvu Joens en og Jákup Zachariassen fyri at nevna nakrar Hjá teimum, sum dáma slíkan tónleik er henda fløgan ein fongur - ongin ivi um tað Vit ynskja Símuni góða eydnu við fløguni