Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vit hugsa og ætla tað sama, tí áttu vit at tikið okkum saman á onkran hátt. Fingið eitt høvi at brúkt hvønn annan til at mennast Listafólk av ellum slagi byrja ofta á sera ungum aldri at royna seg Í fyrstani bara fyri seg sjálvan, so at eingin skal síggja, hvat kemur burturúr. Nógv eru smæðin, og tað er ikki so legið, tí tað krevur sín mann ella kvinnu at stíga fram og vísa fram tað, sum kemur innan úr sær. Tað er eitt stórt stig at taka, og tað eru bara tey fægstu, sum tora at gera tað einsamøll Føroya Ungdómsráð, FUR, hevur undir sær fleiri ungmannafeleg fyri listafólk innan tær ymsu greinarnar um til dømis Føroya Ungdómstón- Í til júst fyri at eggja g stuðla teimum ungu i at koma fram og royna síni evni, og feløgini virka til frama fyri áhugamálunum hjá ungu listafólkunum Men hóast ta sannroynd, at skald- skapurin gjøgnum alla Føroya søgu hevur verið tann listagrein, sum før- yingar hava nýtt mest til visa sínar kenslur, so hevur ongantíð verið nakað beinleiðis ungdómshevunda- felag. Samfelagið hevur verið so lítið, at tað skrivandi ungfólkið ofta hevur funnið saman av sær sjálvum, men í dag er stødan ein heilt onnur Ungir "skuffuhøvundar” finnast alla staðni í landinum uttan at vita av hverjum øðrum og uttan at hava nakað felag at venda sær til Sosialurin hevur hitt nakrar av hes- um og spurt tey um umstødurnar hjá skrivandi ungdómi í Føroyum Vit sita úti hjá Randi, tí hon er sjúk og sær seg ikki føra fyri at fara út um dyr. Tað var eitt roks at fáa fatur á øllum, men nú vit sita her í stovuni og fáa ein kaffimunn, haldi eg, at her situr eitt gott úrvæl. Tvey úr Havn, ein úr Vestmanna og ein úr Yngd nr. 9 - 20. mai, 1998 Gøtu; tvey konufólk og tvey mann- fólk; tvey, sum mest skriva stutt- sýgur og tvey, sum mest eru til yrk- ingar. Og kemiin er har beinanvegin, sjålvt um tey ikki kenna hvønn ann- an frammanundan. Eg havi ikki meira enn sett fyrsta spurningin, so gongur prátið livandi. Allar mínar fínu spurningar kann eg eins væl leggja til viks, tí tey eru so eldhug- að, at tað floymir úr teimum. Petur Pólsson Jensen Hin royndi og freki er tann meira royndi við borðið. Hann hevur longu givið tvey yrkingasøvn út, og hann lovar, at tvey afturat eru á veg. Hann er Gøtumadur við lítlum g. Las båkmentasøgu í Århus eitt ár, so hann veit eina rúgvu um bøkur. Petur um seg sjálvan: “Var aldri á Slættaratindi, hóast tað kanska tóktist sum størsta ynskið. Jean Paul Gaultier parfuma er tann, eg valdi mær. Havi aldri egnt meira enn ein stamp, og tað tók mær einar 7-8 tímar. Droymi onkuntíð. Serliga um nætur- nar. Vit sakna eitt umhvørvi Petur leggur natúrliga fyri. Hann er tann, sum hevur roynt tað av álvara og livir í tí, meira enn hini, og hevur nógv upp á hjartað. Eg spyrji, um tað ikki manglar eitt miljø, forum ella kanska felag fyri ung sum skriva, eins og Ung í MÁF, men tey verða skjótt samd um, at eitt felag hevði dripid hugin og frælsið hjá teimum ungu. Vit eru eldhugað men smæðin, vilja ikki inn undir skipaðar karmar. “Orðið felag stinkar av klassastovu”, sigur Petur og hini nikka samtykkjandi. “Tað skuldi heldur verið sum caféumhvørvid í Randi Samsonsen Tann fitta, skilagóða og speiska Er úr Havn og skrivar stuttsøgur. Hon hevur skrivað leingi, men heldur seg ikki vera nóg búna til at koma fram við tí alment. Í fjør varð hon send av rithøvunda- felagnum å skriviskeid i Biskops- Amo i Svøriki, har hon heldur seg hava lært nógv. Randi sigur um seg sjálva: “Eg royni at vera erlig, og tí kann eg siga sum er, at hetta eru ikki reglur, sum verða innihaldsliga sigandi frá mær. Eg orki ikki at siga meir, eg havi allarhelst fepur í dag. Jean Paul Gaultier parfuma stinkar, haldi eg - (eg siti vid siduna av Petur).” Frankariki i 30'unum, soleidis at man bara møtist fyri at geva og taka og pråta uttan nakra skipan ella krøv. Tað er ikki óhugsandi, at tað ber til at skapa eitt her eisini. Vit hava fingið eina café her í Havnini, sum saktans kundi verið karmur um eitt slíkt umhvørvi. Ella kundu vit bara møtst í onkrum hóli onkun- staðni. Tað skal helst ikki finnast bara her í Havn, men onkunstaðni skal man byrja." Á skriviskeið Bæði Randi og Petur hava verið á skeiði fyri at læra at skriva. At skriva er ikki bara at festa á blað okkurt, sum tú hugsar, sum best ber til. Tað eru óendaliga nógvir hættir og teknikkir sum tú kanst brúka til at fáa júst tað fram, sum tú vilt. Hesi skeið hava víðkað okkara sjónarring og givrð okkum nøkur amboð at arbeiða við. Skaldskapur er eins nógv og hinar listargreinarnar eitt hondverk. Slík skriviskeið høvdu verið sera góður íblástur til ungar óroyndar høvundar og høvdu eisini verið við til at savna okkum ungu, søgdu tey bæði næstan við einum munni. “Kanska Summarskeið nakrar vikur", skýtur Marin upp. Tað er synd, at vit ikki vita av