mikudagur 20. mai 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
hvørjum øðrum. Vit royna at seta
ein lista saman av ungfólki, sum
onkur visti dåma at skriva, og øll
mugu viðganga, at tey hvør sær
kenna sera fá á listanum. Hetta setir
aftur gongd í prátið um eitt átak at
savna ung, sum hava áhuga fyri
skaldskapi. “Tað skulu ongar treytir
vera fyri at móta upp! Tað skal ikki
vera neyðugt at hava skrivað ella at
lesa upp! Nei, og ongin skrá ella
formaður ella endamálsorðing ella
limalisti ella... Tað má bera til!
Kanska júst tí, tað er so einfalt sett
upp!", siga tey hvørt um annað, og
skapið á einum tiltaki er longu at
hóma.
“Eitt sovorið tiltak má kunna liva í
sær sjålvum og ikki skipast í feløg
ella nakað annað. Tað nyttar ikki at
siga, at nú skulu øll ung, sum skriva,
koma saman og hvat so.
Skaldskapur er eisini kommunika-
sjón, so um tú ikki hevur eina trongd
til at siga ell: hoyra okkurt, er ongin
orsøk til at koma saman. Tað nyttar
ikki at savnast bara tí at vit skriva.
Ta má vera tí, at vit vilja kommuni-
kera; annars er grundarlagið ikki fyri
at savnast. Tí haldi eg, at eitt slíkt
tiltak eigur kunna liva í sær sjálvum
uttan karmar ella fyriskipanir", sigur
Petur.
Rithøvundafelagid
Einans tvey teirra eru limir i Rithøv-
undafelagnum, og tað var bara av
tilvild, tí tey í sambandi við okkurt
Marin Strøm
Droymarin, verdinskvinnan
er år Vestmanna og byrjadi av ålv-
ara at skriva i Studentaskúlanum.
Hon hevur fingið eina stuttsøgu hjá
sær lisna í Útvarpinum, og hevur
eisini skrivað ferdafråsøgn í blød-
unum.
Marin um seg sjálva:
“Eg droymi dagin langan, men
fungeri best í kaos. Eri altíð ov sein,
men eg haldi, at øll skulu fáa pláss
fyri sínum dreymum…
Hati jazz (serliga rimmar-vånaligan
jazz).
eru sett á ein lista. "Vit hava einki at
heinta haðani. Felagið hevur einki at
bjóða okkum sum so, men eg ivist
ikki í, at tey høvdu verið fús at
hjálpa, um vit bóðu um tað", sigur
Petur. “Eg minnist, at tey fyrr skip-
aðu fyri tiltøkum við upplestri, sum
eg var til, men tað er ikki meira,
haldi eg. Tað sakni eg eitt sindur",
leggur Randi afturat. Vit eiga iva-
leysa nógv góð fólk í Føroyum, sum
kundu hildið skeið fyri okkum. Tað
krevst ikki tann stóra orkan. Tey
skuldu bara lagt lag á og vegleitt
tekniskt, kemur fram av samrøduni.
Øll hava brúk fyri einum at eggja
og stuðla sær, eru tey samd um. Tey
hava øll havt ein, sum hevur sagt við
tey, at tað tey gjørdu var gott, og at
tey skuldu halda fram við tí. Í so
máta hevði tað verið gott at verið
knyttur at Rithøvundafelagnum, tí
tad eru kanska ikki øll, sum hava ein
hjå sær, sum kann gera hetta. Man
hevur ein brennandi hug at visa
onkrum tað, ið man hevur skrivað,
og fært tú ikki afturasvar til tað, so
doyr tað burtur aftur. Tiltakið hjá
okkum kundi eisini verið "hesin”
sum ein ungur kundi venda sær til.
Tey kundu komið til onnur ung, sum
tey vistu hugsaðu og gjørdu tað
sama sum tey. Tað hevði kanska
enntá verið lættari enn at venda sær
til ein vaksnan. Vit ungu eru natúr-
liga meira opin fyri nýggjum
hugskotum og hugsanum. Vit hava
ein felagsskap við tað, at vit eru
ung, og hann mugu vit brúka. Vit
kunnu saktans vera krittisk, sjálvt
um vit eru ung og kennast. Tað
ræður bara um at vera opin.
Man má tora
Høgni og Marin hava verið frammi
við teirra skaldskapi í útvarpi og
bløðum. Randi er eitt sindur meira
varin og heldur seg ikki vera búgvin
til at geva sítt tilfar út enn. Tað er
ein persónlig menning sum skal til,
kemur fram í tosinum, men man má
eisini tora at taka tað fyrsta stigið.
Ikki fyrr enn tá fært tú ordiliga aft-
ursvar til tað tú gert og kanst arbeiða
víðari út frá tí. Vandin er, at tú vev-
ur í tí sama uttan at mennast, um tú
situr við tí sama tilfarinum, uttan at
tora at vilja geva tað út. Man menn-
ist í heilum sum høvundur, og áhug-
in vendist til onnur ting. Um tú ikki
gevur tað út, meðan tað er feskt, so
endar tað bara við, at tú situr so
leingi við tí, at tað verður óáhuga-
vert fyri teg - og so sleppur tú ikki
víðari. Tað er gott nokk at hava sín
“vegleiðara", men einaferð verður
tað ov stirvið bara at hava ein og
tann sama. Eitt ungdómsforum
kundið verið eitt stig afturat, áðrenn
tú fer at geva út ella seta í blødini.
Ikki greina og tulka!
Vit eru troytt av “grein og tulka"-
fyrimyndini, sum er trúttað niður
yvir okkum í fólkaskúlanum. Tá
man skal vísa onkrum vaksnum ella
kanska royndum høvundi sítt tilfar,
so er man altíð bangin fyri at fáa
Yngd nr. 9 - 20. mai, 1998
hasa skabelónina niður yvir seg.
Tað hevði verið ein lætti at sloppið
at tosa óheft um kenslurnar og heilt
onnur ting í sambandi við eina yrk-
ing í staðin fyri verða kravdur eftir
“grein og tulka" fyrst. Tað er nett-
upp tí, at eitt slíkt forum ongur fyri-
skipanir átti at havt.
“List skal ikki skiljast", sígur
Randi. “Man skal ikki koma fram til
eitt úrslit, tá man upplivir list. Tað
hava vit alt ov nógv av í Fóroyum.
Fólk vilja lýsa málningarnar og yrk-
ingarnar, so tey kunnu seta tey í bás-
ar í sínum “yvirliti yvir føroyska
list". Kenslurnar sleppa alt ov lítið
við." “Hatta kenni eg eisini úr fólka-
skúlafrálæruni“, sigur Petur, sum
dagliga gongur á Læraraskúlanum.
"Børnini læra heilt tíðliga at seta alt
Høgni Magnussen
tann tigandi og sáttligi
Er eisini úr Havn og hevur yrkt leingi.
Yrkingar hansara hava verið at sæð í
Birting og ein í Varðanum umframt í
bløðunum av og á.
Høgni um seg sjálvan:
“Eg havi verið á Slættaratindi. Drekki
ikki kaffi, brúki mjólk útí te. P<ki sukur.
Onki koyrikort, heldur ikki gangikort.
Ræðist tannlæknan. Havi staðið á
skoytum einaferð og havi ongar ætlanir
um at endurtaka høvudpinuna.”
inn í hasa fyrimyndina, so tey vera
heilt ørkymladi, tá tey knappliga fáa
eina uppgávu, sum er orðað heilt
gðrvísi. Tað er sjálvandi neyðugt hjá
børnum sum læra at lesa og skriva,
at fáa eina skipan at halda seg til,
men tá man er blivin fullkomiliga
knýttur at henni, er man farin ov
langt. Og hatta kemur fram aftur, tá
fólk lesa yrkingar seinni."
Les eisini
Man má lesa eisini, um man vil
skriva, sláa tey fast. Tað er kanska
ikki beinleiðis neyðugt fyri at seta
seg niður og skriva okkurt, men um
tú vilt hava hugskot, læra hættir at
skriva, hoyra um hugsanir hjá ødrum
fólki sum skriva o.s.fr., so mást tú
lesa. Tað er sum at kalla seg snikk-
ara, tá man ongantíð hevur sett seg
inn í, hvussu man brúkar ein høvil.
Bara fyri at síggja, hvussu tað yvir-
høvir sær út, tá man skrivar, er tað
neyðugt at lesa. Man kann ikki bara
skriva uttan at hava gjørt sær nakra
mynd av, hvussu tað skal síggja út.
Kann tað ikki virka øvugt, so at tú
verður einsrættaður, av tí tú lesur?
“Nei", sigur Petur. “Ávirkanin tú
fært frá tí, tú lesur, er bara góð. Tað
verður jú altíð tú, sum skrivar tað.
Um tú brúkar okkurt, tú hevur lisið,
so er tað tí, at tað nemur við okkurt í
tær, sum tú kanst brúka, og so er tað
tú, sum skrivar, og hitt er bara í-
blástur."
Hvat lesa tit? Lesa tit føroyskt ella
utlendskar klassikarar?
Bæði. Man er forvitin, ti man vil
vita, hvat onnur hava sagt. Onkuntid
verdur man bangin fyri at siga okk-
urt, sum longu er sagt. Klichéfobi
(hugtak hjå Peturi!). Tå eg las b6k-
mentasøgu fann eg útav, at tað bein-
leiðis fanst ein listi yvir hvat man
“eigur" at hava lisið.
Tað er sjálvandi ti, at hesar bøkur-
nar eru serliga góðar, men tað er
øgiliga einsrættandi, at hugsa so.
Tað skapar einki nýtt at hugsa og
gera soleiðis.
Skriva føroyskt?
Petur skrivar eisini á enskum, Randi
skrivar eisini á donskum... Tey eru
samd um, at man skal sleppa at
skriva á tí málinum tú vilt. Um tað
føroyska í onkrum sambandi ikki
nektar tin tørv til at siga okkurt, so
skriva endiliga á enskum ella don-
skum - eingin skal koma og siga
nakað ilt um tað. Tað sama við tí
føroyska. Man må kunna skriva
akkurát tað og á tann hátt, sum
hóskar best til boðskapin.
Tað líkist ongum at summi ræðist at
skriva, tí onkrir "målembætismenn”
kanska koma og finnast at. Listin er
frí og hevur ongar skyldur mótvegis
nøkrum. "Vit hava sæð tað nú í sam-
bandi við sangtekstir, har onkur hev-
Framh. næstu s
Sosialurin ringdi eisini til Heðin M. Klein, sum er fyrrverandi formaður í
Rithøvundafelagnum umframt at vera fólkaskúlalærari og fáast við ung. Hann segði,
at tað ongantíð - tað hann visti um - heyði verið nakað ungdómsfelag ella samtak
fyri skrivandi ung. Tørvurin hevur ikki verið har, helt hann, og hann gav okkum rætt
í, at tørvurin sum er komin nú, kanska ikki hevur verið til fyrr, tá samfelagið var
minni og øll kendu hvønn annan betur.
Hann bjóðaði hugskotinum um forum vælkomnum, og helt heilt víst hetta vera
eina gongda leið fyri at savna ung um at skriva. Sjálvt um hann ikki er í nevndini í
Rithøvundafelagnum longur, so ivaðist hann ikki í, at ung kunnu fáa råd og hjálp
haðani. Rithøvundafelgid hevur sjáldan hildið skeið fyri høvundar, og hann segði, at
meiningarnar vóru ymiskar, hvørt tað var gott beinleiðis at undirvísa í skaldskapar-
skriving. Men fyri tað reint tekniska í skriving og fyri at geva ungum áræði, helt
hann heilt víst, at tað hevði verið eitt gott hugskot.