hósdagur 4. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 231 - 4. desember 2003
Nr. 231 - 4. desember 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mánadagin 1.
desember var
móttøka í býráðs-
húsinum í Fuglafirði í
sambandi við at
Pætur Joensen, býar-
verkfrøðingur, hevði
25 ára starvsdag hjá
Fuglafjarðar komm-
unu
Nógv fólk stukku inn á
gólvið hendan dagin, fleiri
talur vóru hildnar á sam-
komuni. Tey sum hildu
røðu vóru: Sigurð Simon-
sen, borgarstjóri, Dánjal
Vang, formaður í teknisku
nevnd, og Sæunn Ólavs-
dóttir, formaður í stýrinum
fyri Eysturoyar Røktar &
Ellisheim.
Eisini hevði Petur Martin
Petersen í Fuglafirði yrkt
ein sang til høvið.
Pætur er 54 ára gamal og
fuglfirðingur,
sonur
Mathildu, f. Petersen, og
Albert Joensen, bæði úr
Fuglafirði.
Hann lærdi til snikkara í
Fuglafirði frá 1967-71.
Síðan fór hann til Dan-
markar at lesa til verk-frøð-
ing og kom heim aftur í
1976. Hann arbeiddi hjá
Landsbyggifelagnum
í
Havn í tvey ár, til hann
bleiv settur sum kommunu-
verkfrøðingur 1. desember
1978. Tá Fuglafjørður fekk
býarheiti í 1993 bleiv hann
býarverkfrøðingur.
Pætur var fyrsti verkfrøð-
ingur
hjá
Fuglafjarðar
kommunu, og hevur hann
verið við til at uppbyggja
teknisku deild hjá býráð-
num í Fuglafirði. Sum leið-
ari av teknisku deild hevur
hann staðið fyri projek-
tering av havnum, vegum,
kloakkum, tunnlum, út-
stykkingum, skúlum og
eldrasambýlinum í bygdini.
Hann er formaður í
bygginevndini fyri Eystur-
oyar Røktar & Ellisheim og
nevndarlimur Sjúkrakassa
Fuglafjarðar Læknadømis.
Pætur er giftur við Aspu,
f. Hansen, úr Fuglafirði og
tey eiga tvey børn, Albert,
sum lesur til verkfrøðing í
Aalborg og Mathildu, sum
gongur á studentaskúlanum
á Kambsdali.
Pætur Joensen, Fuglafjørður:
Býarverkfrøðingur í 25 ár
Sigurð Simonsen,
borgarstjóri, og Pætur
Joensen, býarverkfrøðingur
Mynd : Maria Olsen
Jógvan S. Simonsen og Jólsvein Joensen heilsa upp á Pætur Joensen
Mynd. Maria Olsen
Her verður sangurin, sum Petur Martin Petersen hevði gjørt til dagin, sungin
Mynd: Maria Olsen
Sæunn Ólavsóttir og Dánjal Vang hildu røður
Mynd: Maria Olsen
Fremst á myndini eru Sofus M. Jakobsen úr Havn, og Árni Joensen, bygdaráðsformaður í
Oyndarfirði
Mynd: Maria Olsen
Øssur Winthereig
Føroya Tele hevur tilboð
upp á talutíðarkort, har tú
fært 150 krónur í talutíð,
men skal bert gjalda 100
krónur.
Fyri tey, sum vilja spæla
V4 um fartelefonina, so er
ikki av leið at gera tað frá
einum av hesum talutíðar-
kortunum. Tá tú keypir eitt
kort fyri 100 krónur, sum er
vert 150 krónur, so merkir
tað at tú kanst senda tveir
V4 seðlar, sum Føroya Tele
í roynd og veru rindar
fyri.Útvarpið fær sín pen-
ing, men tað er Føroya Tele
sum rindar.
- Tað er rætt at hatta ber
til, men vit fata tilboðið
upp á talutíðarkort, sum ein
vanliga príslækking, sigur
Heini Joensen, fíggjarstjóri
í Føroya Tele.
- Men um V4 verður
goldið av einum talutíðar-
kortið keypt upp á tilboð,
so merkir tað, at ein partur
av yvirskotinum hjá Føroya
Tele fer til Útvarp Føroya?
- Ja, kanska, men ein
príslækking av hesum slag
merkir eisini, at tú kanska
kann keypa størri jóla-
gávur.
- Men Føroya Tele hevur
ikki avtalur við tey sum
selja jólagávur?
- Nei, men vit síggja
hetta sum eina príslækking,
sum kan brúkast til alt. Og
harafturat er hetta eitt
tíðaravmarkað tilboð, sigur
Heini Joensen í telefonini
frá Føroya Tele.
Dómsnevndin fyri bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
hevur í dag gjørt innstillingar til virðislønina fyri 2004.
Jóannes Nielsen úr Havn er føroyska umboðið við
yrkingasavninum Brúgvar av svongum orðum.
Endaligi virðislønarvinnarin verður kunngjørdur á fundi
í dómsnevndini í Danmark síðst í februar í 2004.
Virðirsløønin er 350.000 danskar krónur. Virðislønin
verður latin í november í 2004 í Svøríki.
Tey innstillaðu eru annars:
DANMARK
Vibeke Grønfeldt
Det nye
Roman, Samleren 2003
Peter Nielsen
Livet foreslår
Dikter, Lindhardt og Ringhof 2003
FINLAND
Kari Hotakainen
Juoksuhaudantie (Löpgravsvägen)
Roman, WSOY 2002 (övers: Camilla Frostell)
Lars Sund
Eriks bok
Roman, Söderströms 2003
ISLAND
Ingibjörg Haraldsdóttir
Hvar sem ég verð (Vart det än bär)
Dikter, Mál og menning 2002
(övers. John Swedenmark)
Jón Kalman Stefánsson
Ýmislegt um risafurur og tímann
(Lite av varje om jättetallar och tid)
Roman, Bjartur 2002 (övers. John Swedenmark)
NORGE
Roy Jacobsen
Frost
Roman, Cappelens Forlag 2003
Inger Elisabeth Hansen
Trask. Forflytninger i tidas skitne fylde
Diktsamling, Aschehoug Forlag 2003
SVERIGE
Kristina Lugn
Hej då, ha det så bra!
Dikter, Albert Bonniers Förlag 2003
Steve Sem-Sandberg
Ravensbrück
Roman, Albert Bonniers Förlag 2003
FÄRÖARNA
Jóanes Nielsen
Brúgvar av svongum orðum
(Broer af sultne ord)
Diktsamling, Mentunargrunnur Studentafelagsins 2002
(övers. Ebba Hentze)
GRÖNLAND
Kristian Olsen aaju
Oqaatsit Nunaat - Ordenes Land
Diktsamling, Atuagkat 2003
DET SAMISKA
SPRÅKOMRÅDET
Inger Mari Aikio-Arianaick
Máilmmis dása (Fra verden og hit)
Diktsamling, DAT 2001
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í ár eru 30 ár síðani Frank
Antoniussen kom í starv
sum
verkfrøðingur
hjá
Vágs Kommunu.
Frank er ættaður úr
Oyndafirði, foreldrini vóru
Esbern og Ragnhild An-
toniussen.
Pápin var ættaður úr
Oyndafirði og Mamman úr
Húsavík.
Systkini eru 6 í tali.
Antinis býr í Kollafirði.
Klæmint býr í Íslandi,
Hildibjartur býr í Havn,
Kai býr í Havn, Sunniva
býr í Danmark og Frank
býr í Vági.
Frank er giftur við Karini
(fødd Hove). Tey eiga tvey
børn. Katrin býr í Danmark
og Tommy býr í Vági.
Aftan á fólkaskúlan fór
Frank til skips við Juni á
saltfiskaveiðu undir Ís-
landi. Eisini var hann við
Poppy á sildaveiðu og við
Esther á ísfiskaveiðu undir
Føroyum.
Í 1964 fór hann at læra til
bygningssnikkara hjá Jen-
sen & Bungaard í Keyp-
mannahavn, og síðani tók
hann prógv sum bygn-
ingsverkfrøðingur
frá
Københavns Teknikum.
Í Keypmannahavn kom
Frank at kenna Karina frá
Brønshøj, og giftust tey á
Ráðhúsinum í Keypmanna-
havn í 1977.
Øllum tykkum, sum gleddu meg við at støkka
inn á gólvið, við telefonheilsanum, blómum
og gávum í sambandi við 80 ára føðingar-
dagshaldið 25. oktober 2003,
takki eg hjartaliga.
Magnus Pauli Johannesen
Vestmanna
Jóannes Nielsen innstillaður til virðisløn
30 ára starvsdagur
Dagurin
4.
desember.
Barbara,
deyð umleið ár 300.
Halgisøgan sigur, at tann vakra gentan varð vorðin
kristin, og heidni faðir hennara stongdi hana inni í
einum torni. Hon vildi ikki ganga frá trúnni, og at enda
læt faðirin sjálvur hana hálshøgga.
Navnið er grikst og merkir fremmand.
Spæl V4 ókeypis
við talutíðarkorti
C
M
Y
K
13
12