mikudagur 20. mai 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
áa VÁ
á
Nr. 93 — 20. MAI 1998
tíðindablaðið ST
23
ECT HA
Anfinn Kallsberg!
Tillukku vid løgmansstarvinum! Eg ynski tær bestu ynskir fram-
yvir
Anfinn Kallsberg!
Tygum og serliga pers6n-
urin Anfinn Kallsberg kann
gjøgnumføra i verki, tad
sum higartil hevur ligid i
túninum og meira ella
minni svansa til av donsk-
um lógarkompleksum, sum
onki hava við Føroyar og
føroyska umsiting at gera.
Vit hava hesi seinastu
nógvu árini fingið nógvar
bókamenn og bókakvinnur
til Føroyar, flest øll sprottin
år donskum lærustovnum.
Hetta eru ung og óroynd
fólk og kenna ikki annað
enn donsku læru-bókina.
Flestu eru borin til vælferð
og lættkeypta útbúgving.
Hesi hava ongantíð følt á
kroppin kargu árini í (1920-
1950) 60-70unum og eg
skal verða seinastur at fok-
usera hesi ár. Hesi ár vórðu
eitt serligt tíðarskeið í sjálv-
stýris strembanini at gerast
meira frælsur.
Føddur og uppvaksin í
Sandavági - kend fyri at
verða sjálvstýrisbygd -
merkist andin av stremban-
ini eftir at klára seg sjálvan.
10 ára gamal gjørdi tú línu
og setti húkar á, lurtaði eftir
Tórshavnar Radio og stóð
klárur tá bátarnir komu inn.
Nú er broytt!
Unga fólkið, borið í heim í
60 og 70 árinum, upplivdi
ikki ónærisliga fiskium-
hvørvid við svikaligum inn-
tókum og ofta kørgum fiski-
veðri. Vaktir og arbeiðsdag-
ur upp til 80-100 tímar um
vikuna tosaði ongin um.
Hetta vórðu kvinnur og
menn, sum løgdu lunnar
undir liviligu korðunum í
60unum. Mammur og små-
gentur vaskaðu fisk og tóku
til alt fyrivallandi fiskaarb-
eiði.
Børn okkara hava aðra
uppfatan av, at verða føddur
í Føroyum. Unga fólkið
hevur annað og fyri okkum
eina nýggj ahugmynd um
framtíðina. At arbeiða á
Snarfrost, Bacalao, Nykur
v.m. er ikki »in«. Tað er kalt
og vátt. Lagaligari er at seta
seg á danskan skúlabonk.
At mynstra umborð á
fiskiskipi er ikki populert
ella verður millum ungdóm
mett sum eitt annaklassa
jobb.
Danska umsitingin!
Vit eru fegin um, at nøkur
av teimum, sum vit sendu
til Danmarkar at lesa koma
aftur, men vit ørkymlast av,
at danskar fyrisitingar-regl-
ur ókritiskt verða settar í
verk í Føroyum eftir donsk-
um leisti. Hesi okkara ung-
fólk tykist mær hava íkki
fatað uppgávuna at umseta
sína bókligu útbúgving til í
verki at virka i Føroyum,
sum ikki er eitt landbrúks-
land og ikki limur í ES, men
ein einfald og gomul fiski-
vinnutjóð.
Tað vórðu ikki og verða
aldri tey serligu (tey út-
valdu), sum ikki vístu sær
annað enn at ganga á donsk-
um universitetum í besta
aldri, sum koma at bera ætl-
aðu loysingina. Tað verða
vit løgmaður, tú og eg, sum
hava livað og baksast á
Lesarabrøv
oyggjunum bæði í mót-
gongd og viðgongd seinastu
40 árini og pápar og mamm-
ur okkara undan okkum,
sum slóðaðu veg í torførum
tíðum.
Vit hava fingið ein
fremmandan almennan
danskan bygnað, sum onki
ella lítið hevur við eina
fiskivinnutjóð at gera.
40% av teimum sum
koyra í flottastu bilunum og
sita fremst í flogfarinum fáa
sína løn frå landskassanum
og hava onki við fiskivinn-
una ella annað prduktivt
virki at gera í samfelagnum.
Stórur partur av hesum fólk-
um gongur vip pappíri og
mappum frá einum skrivi-
borði til annað. Tey sum
ikki eru at hitta eru uttan-
landa ella til kursus ella av-
spasera. Skalt tú hava fatur
í onkrum, so eru tey til kaffi
elia sita á fundi. Alla virðing
fyri einum góðum kaffi-
munni. Men?? Men mánað-
arlønin hon er har til tíðina.
Føroyska umsiting!
Harra løgmaður! 43.000
menniskju. 1800 kvadrat
kilometrar. 3000 túsund al-
ment løntir persónar, sum
fáa sína løn frá inngoldnum
skatti frå vanliga fiski/ar-
beidsmanninum.
3000 túsund føroyingar á
almenna lønarlistanum til at
eftirkanna og halda skil å
43.000 føroyingum.
Eg var ein av mongum
sum átti flyta av landinum
fyrst í 90unum.
Allar heimsins skúlabók-
ur kunnu ikki og gera tað
heldur ikki, umbera ein al-
mennan bygnað í eini fiski-
vinnutjóð, sum vit hava
havt í Føroyum seinastu
árini.
Tað kann ikki verða rætt,
at vit skulu hava nærum
helmingin av vaksna fólk-
inum sitandi í almennum
størvum og meira ella minni
kontrollera hvønn annan og
annars bera dokumentpapp-
ír frá einum borði til annað.
Hevur tú brúk fyri mapp-
unum, so hevur onkur mist
tær burtur ella ongin veit
hvar tær eru.
Mína fullu
uppbakking!
Eg skal við hesum orðum
inniliga heita á tygum - og
eg veit at tygum kunnu inna
hetta í verki - rætta kósina,
sum hevur verið stýrd sein-
astu 4 árini, har umsiting er
fleirfaldað. Tygum kunnu
broyta hesa skeivu gongd-
ina til meira at verða í tráð
við eina føroyska umsiting.
So kemur eisini loysingar
hugurin at verða meira stað-
festur.
Eg skal annar synskja tær
og landstýrismanningini
eina góða eydnu. Spell at
ikki = Sambandsflokkurin
tevjadi upp í sjálvstýrislotið
og broytti kós. Sjálvur havi
eg tikið stóðu. Og erliga tos-
að, so haldi eg at hetta er
spennandi at vit fáa eina
frælsari Føroyar.
Vinarliga
Jørmund Vágadal
>Umaftur, umaftur,
umaftur .........<
Hetta lesarabrævið varð
skrivað eina viku fyri valið.
Tað kann blaðstjórnin vátta,
men helst orsakað tí nógva
tilfarinum, ið valevnini
sendu blaðnum, slapp tað
ikki við tå.
Nú royni eg meg aftur, og
sjálvt um eg ikki mærvit-
andi eri í slekt við sjálvan
Nostradamus, heyði eg rætt.
Tað hevði ein og hvørt havt,
ið ikki var bæði deyvur og
blindur, bara hann vildi.
Ein av »De Hellige
Tre Konger«
Tjóðveldisfloksins!
Endiliga! Nú traðkaði ein av
kongunum í Tjóðveldis
flokkinum út av »brunni«
og lúkst útí. Ella kanska
hann skreiddi út av í tí sera
knappu stýriborðsvending í
telefonprátinum við ein
»(møguligan tjóðveldis)<-
veljara.
Hálir hava tjóðveldis-
menn flest allir tíðir verið,
men at selja seg til fólka-
floksmammon og tveita tað
sindrið av sosiala og demo-
kratiska stevnumidi av
>brúnni í bakborð< fyri
tjóðveldishugsjónini, tað
var skelkandi. Man kundi
hugsað sær orsøkina til hesa
høgravending, nevniliga, at
vit helst ikki hava råd til at
vera hvørki sosial ella
demokratisk eftir at vit hava
loyst, serliga tå ein í sjón-
varpinum hoyrdi ein annan
iv (eks? -) tjóðveldiskong
unum siga seg
kommentar< búskaparliga
at hava ul væntandi økta
talið av pensionistum í Før
oyum.
So til henda skemtiliga,
men tó so undarliga påstand
um, at blokkurin mest sum
óskerdur fer aftur í stats-
kassan. Er tað ikki fyri lænt-
an pening vit gjalda aftur
fyri? Um so er kundu peng-
arnir eins væl farið til lán í
Deutsche Bank, tí at lán eru
lán og skulu gjaldast aftur,
eisini eftir at vit hava loyst
So henda pening mugu vit
av við, leys ella ikki.
So, góðu tjóðveldisvelj
arar kring Føroya land: vilja
tit hava eina høgrasinnada,
Osostala, ódemokratiska
folkafloksloysing við donsk
um kongi ella darskari drot
veljið tit fleiri
tjóðveldiskongaur, kanska
cisinl eina drotning, sum so,
saman vid teimum mongu
ning, já, SÓ
fólkaflokskongunum kunnu
sera krúnuna á verkið.
Napolion Magnussen,
Miðvágur
P.S.: Hoyrdi tingmannin
Jørgin systkinabarnið siga,
at tað var gott, at ongin
sosialistur var endaður úti í
landsstýrinum. Ég hopi
bara, at systkinabarnið hev-
ur ein klausul í samgongu-
skjalinum, sum vit ikki hava
sæð enn, sum lovar okkum
tað fasta sambandið alt fyri
eitt, tí tað lovaði hann á val
fundunum har vesturi, ann
ars slett hann samgonguna
lað atkvøða sosialistarnir í
øllum færum fyri. um tað
ikki bara er ein
lyri al bjarg ti SAM PONnguU
afturat
grunnui
Ungdomsråo
landsstevnu
Í døgunum 20.—-24. mai skipar Føroya Ungdómsráð fyri
eini ráðstevnu, sum verður hildin á Skótadeplin-um á
Selatrað.
Á stevnuni verða uml. 30 fólk, sum koma frá ungdóms
ráðunum í útjaðaragkjunum/londunum í norðurlondum
Alandi, Grønlandi, Íslandi, Føroyum og samar úr Noreg
Svøriki og Finlandi.
Leiðarar á rådstevnuni verða Joachim Clausen úr Dan
mark, Sambo Lappalainen úr Finlandi, Lene Kjelsen úr
Grønlandi og Kåri Olsen ur Islandi. Hesi eru øll nevndar-
limir í Nordisk Ungdomskomite, sum er nevnd undir
Nordisk Ministerrád. Nordisk Ungdomsrád fíggjar ráð
stevnuna.
Endamálið vid rådstevnuni er at tey, sum mynda skipaða
og sjálvbodna barna- og ungdómsarbeiðið í útjaðara-
økjunum í norðurlondum skulu hittast um eina skrá, sum
tekur stødi í umstødunum í hesum økjum/londum, at
upplýsa um og menna ungdómsarbeiði og at finna fram til
eina felags stevnu fyri barna- og ungdómsarbeiðinum
Rådstevnan verður hildin á Skótadeplinum á Selatrað
Har eru góðar umstødur, so luttakararnir kunnu búgva í
einkult- og dupultverilsum. Har er góður køkur, mat- og
fundarsalur, uppihaldsstova — umframt sera vekur náttúra
Skráin er fjølbroytt við fyrilestrum, bólkaarbeiði og
útferðum.
Hósdagin verður arbeitt við evninum: demokrati og
ávirkan, farið verður eina gonguferð við Rasmusi Skor-
heim til Eysturoyar-syllina, og um kveldið fer Jens-Kjeld
Jensen, fuglaútstappari, at hava fyrilestur um náttúru og
fuglar í Føroyum.
Fríggjadagin verður farið útferð undir Vestmannabjørg-
ini, hugt verður at gomlu Havnini og seinnapartin verður
vitjað í Norðurlandahúsinum, har Jóannes Dalsgaard, ment-
anarstjóri, fer at greiða frå um mentanarpolitikk í Føroy-
um. Um kveldið verður fundur við formenninar í barna-
og ungdómsfelagsskapum í Føroyum.
Leygardagin verður byrjað við fyrilestri og bólkaarbeiði
um náttúru, hav og umhvørvi, sum Finnur Winther Liitzen,
studentaskúlalærari, hevur ábyrgdina av. Seinnapartin verð-
ur arbeitt við evninum at finna eina felags stevnuskrå fyri
ungdómsráðini. Og um kveldið verður skipað fyri einum
mentanarkvøldi.
Rådstevnan endar sunnudagin, tå id gestirnir fara heim-
aftur.
Lesarabrøv
Fótbóltsferð
til Hetlands
Tað eru nú nógv ár síðani
Tvøroyrar Bóltfelag var á
Hetlandsferð. Tað var so-
leiðis, at annaðhvort ár varð
farið til Hetlands og teir
komu at vitja hjá okkum.
Hetta hevur verið ein aft-
urvendandi hending líka
síðan T.B. fyrstu ferð í
august 1956 var sína fyrstu
ferð har.
Nógv er broytt og nógv
av teimum, sum vóru við á
fyrstu ferð T.B., tey eru far-
in, og væl eisini nógvir av
okkara vinum í Hetlandi
Men lívið stendur ikki i
stað, og tey vinabond, sum
vórðu knýtt tá, eru fram
vegis har, eld men ikki slit
in
Byrjanin ti! hesa aftur
vendandi vitjan var ferð
T.B.s í 1956 og hetta sam
bandið hevur so verið hildið
við líka við, at feløgini við
sínum fótbóltsliðum vitjaðu
hvønn annan
heyði hetta
fram
ferðas:
og uttan iva
verið
broytingar
førdu
t hetta datt niður
hildið
men
nbandinur
VIð sær, i
fyr, So steogul Kom Í OSI
serå gv vandi ítróttarsam
vinnu. Men nú tykjast
henda broytingar, sum
kunnu føra við sær, at aftur
verður møguleiki at binda
saman og knýta nýggj vina-
bond.
Nú Norrøna aftur fer at
sigla upp á Hetland, verður
aftur møguleiki at binda
saman aftur tað, sum var
slitið
Um áhugi verður fyri hes
um er ætlanin at skipa f
eimari ferð ul Hetland t
heystar, soleiðis at
yr
vina
bondini aftur verða bundin
saman. Tað er ætlanin at fáa
oll tey, sum gjøgnum árini
hava verið á fótbóltsferð við
T.B. í Hetlandi, at koma á
fund og um áhugi verður
fyri hesum verður skipað
fyri einari fótbóltsferð til
Hetlands
Tad verður ein ferð fyri
verður eisini tikið við
son i rå 3 Þú » ið u 1
1 e
KÚ N
> %
skifti
Sverre Midjord