Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 22. MAI 1998 havi góðar stundir. Klokkan er júst farin um middag og mitt flogfar fer ikki fyrr enn um fýratíðina seinnapart. Eg skal fyrst flúgva til Amsterdam í einum minni flogfarið og síðan í einum risa, einum Boeing 747- 400, beinleiðis til Singa- pore. Meðan eg stytti mær stundir, síggi eg, at flogfarið hjá Atlantsflog er í Keyp- mannahavn. Av forvitni og longsli eftir at síggja lands- menn, so gangi eg móti básinum, har ferðafólkið hjá Atlantsflog heldur til. E kendi fleiri beinanvegin. 5 lufthavnini hitti eg eisini Borgny, konuna hjå okkara mætasta núlivandi langfara, Trénda Paturssyni. Sjålv- andi spurdi eg eftir Trénda og frætti at hann nú aftur lá fyri at fara á ferð á leiðini kring Sulawesi í eystara parti av Indonesia. Eg fekk at vita, at teir millum annað skuldu kanna hval. Tankarnir leitaðu aftur til Siggert niðri í taskuni. Tað er ikki so langt frá monnum millum Siggert og Trónd. Kanska hevur Tróndur nýtt Siggert sum fyrimynd. Hann hevur uttan iva hoyrt um brøgdini hjá Siggert í Sibiria. Kanska Siggert er beinleiðis neistin, íð kykn- aði í Tróndi mong ár seinni. Sær Siggert meg nú, her eg nú skrivi, meðan regnið oysir úti í slævnu tropunátt- ini, so kann eg heilsa hon- um, at Trondur hevur ikki gjørt sær fyri skommum í hansara fótasporum. Lat meg skoyta upp í her, at tá eg var komin aftur til Singapore, hitti eg skiparan á >Thor Inger.< Teir vóru júst komnir aftur frá Sula- wesi og har var gylt av smá- hvali at síggja, fortaldi hann mær, tá eg greiddi frá Tróndi Paturssyni. tíðindablaðið SOSlajurin æt (54 Ren Í 3 Á Øe DE er er p A — + Pilarnir sýna mína ferð og strikurnar ferðirnar hjá Siggert út í tað tá heilt ókenda Sibiria. A veg til Sibiriu Dagurin er nú fleiri fleiri tímar eldri, tað skímir og stóra flogfarið hjá há- lendska flogfelagnum, KLM, lættir úr Shipcol luft- havnini í Amsterdam. Leingi koyrir tað eftir breyt- ini og tað kennist sum flog- farið næstan ikki orkar at lyfta sær á. Upp koma vit í øllum góðum, júst í tí løtu, tá sólin ger seg til at kava í vestri. Skjótt er myrkt og vit síggja ljósini frá bygdum og býum í Týsklandi. Skjótt gongur eisini eystureftir. S. O. Patursson Fjarstødan millum lond f Europa minkar burtur í einki, tá tú hevur trettan tímar fyri framman í luftini. Eg siti og hyggi út eina løtu, meðan býirnir í neðra renna framvið. So leitar hondin niðurí taskuna eftir Siggerti. Eg lesi eina løtu uttan at hugsa um hvar vit eru. Kenni ikki kósina. Lesi aft- ur drúgva stund og nú kveiti eg upp á skermin undir loftinum frammanfyri meg. Her sær tú eitt kort og kósin er sett. Vit halda leiðina yvir Polen og móti Hvítarus- landi. Eg síggi Kiev fyri framman og Moskva er eis- ini longur norðuri í ein land- nyrðing. So gongur tíðin. Siggert læsir meg fæstan í bókini. Eg havi fylgt honum úr Kirkjubø til Keypmanna- havnar, til Svgríki, norður til såmarnar. Síðan hevur leiðin gingið til Sankta Pæt- ursborg, til Moskva og leið- ina eystur í Uralfjøllini til Jekarinburg. Hann helt leið- ina fram norður í Ob víkina og eg fylgi við hansara spennandi lívi sum einbúgvi á eini oydnari oyggj í hesi vík, tá flogternurnar koma órógvandi við mati. Siggert helt fleiri mánaðar til á hesi oyggj, har hann veiddi, kannaði urtir og grøs Ural og Jekarinburg Nú dagar Uralfjallaketan fram á skerminum og knappliga eisini eitt býar- navn, sum eg beri kenslu á. Jekarinburg. Tað var júst her, at veruliga ferðin hjá Siggert byrjaði í Sibiria. Eg hyggi út gjøgnum gluggan. Tað er stjórnuklárt, ikki eitt skýggj at síggja og mánin er frammi. Útsýnið er stórbært. Óteljandi stjórnur blinka til mín. Klárt er at hyggja út í rúmdina, her í 10 kilometrahædd, væl hægri enn hægsta fjall í heiminum. Heilt úti undir vaðingini niður móti jørdini gerst eitt sindur támut. Eg síggi kendar stjórnumyndir. Í neðra sæst velduga Sibiria liggja kavaklætt og spegla sær í mánalýsinum. Bókin hjá Siggert fær ein heilt annan týdning her upp. Eg byrji at fata hesar óerda- ligu víddir og hví Siggert kendi seg so drignan at hes- um at hann næstan ikki vildi koma heimaftur. Onkunstaðni har norðuri liggur Jekarinburg. Nú er longur millum ljósini enn í Europa. Eg kenni meg einsamallan her uppi mill- um skurrandi hálendingar. Eg hugsi um Siggert, um kirkjubømannin. Man hann ikki hava kent seg einsa- mallan í hesum velduga landið. Man ikki dirvið hava svikið vidhvørt? Ur Jekarinburg her helt Siggert leiðina við toki til Tjumen, og hagani við eini handilsslupp, hjá brødru- num Wardropper, oman eft- ir Ob ánni, heilt út í Ob vík- ina, norður móti Íshavinum. Góður fråsøgumadur Hálendska KLM flogfarið snarar í ein landsynning, meðan Siggert í mínum tonkum er á veg norður eftir OB ánni. Reint landafrødi- liga, so skiljast okkara vegir nú. Síðan eg sá Jekarinburg á skerminum í flogfarinum, havi eg kent meg nógv nærri Siggerti. Eg havi leit- að aftur á síðurnar í bókini og mint meg á hendingarnar honum var fyri fyrsta partin av síni ferð í Vestursibiriu Sum rithøvundur er Sigg- ert heilt framúr. Hann nýtir ikki nógv orð. Hann er knappur í fråsøgustilinum og tað er ógvuliga sjálvdan, at hann keðir lesaran. Bókin er ikki meira enn knappar 400 síður, við rímuliga stór- um stíli. Í bókini er fleiri tekningar, sum geva eina góða mynd av hvat Siggerti var fyri. Tá eg sigi, at bókin ikki er stór, so hugsi eg um, at aftanfyri bókina liggja hendingar frá eini seks ára langari ferð. Eg trúgvi, at Siggert hevur hugsað; >Lat meg ikki keða lesaran við ov drúgvum frásagnum.< So væl liggur fyri at skriva, at hann hevði kunna skrivað eitt heilt bókaverk um hesa ferð. Vit nærkast nú Himma- laya og eg hugni mær ført við bókini. Siggert hevur góð eygleidaraevnir. Hann leggir merki til teir smáu lutirnar. Fólkalívsmyndir- nar eru knappar og neyvar, men tær siga nógv. Tað er fløvandi at kenna hitan og tokkan, hann hevur til tey ymisku fólkaslegini, hann hittir. Siggert ferðast í Si- biria bert fá ár eftir at Dar- win hevði útgivið bókina um uppruna djóranna. Sigg- ert er kristin maður og hann lýsir fólkini í Sibir við kristnum brillum. Ikki so- leiðis, at hann beinleiðis sær nakra trongd vil at veiða menn í Sibiria, men tað ein- asta sum gevur honum and- stygd á hesi longu ferð er heidna gudsdyrkanin. Hann hevur stóra virðing annars fyri mentanini hjá hesum fólkum og hann samanber eisini vestureftir. Hann vísir á, at øll menniskju kunnu læra av hverjum øðrum. Tá Siggert er komin norð- ur í Ob víkina er ógvuliga lítið sjónligt eftir av manni- num, sum ferðabúgvin fór úr Kirkjubø. Hann er latin í sum tey lokalu. Hann skilir russiskt og eisini nøkur orð av málinum hjá teimum ymisku fålkasløgunum Hann er væl um sátt við tey flestu og hann dugir at fara við fólki. Væl liggur fyri at vinna sær vinir, sum kunnu verða hollir, tørvar honum hjálp. Hann er ein mætur maður í Sibiriu, skilt á tann hátt, at hann hevur virðing millum tey sum hava nakað at siga og hann hevur eisini virðing millum tann minni menta. Siggert var góður veiðumaður og fleiri ferðir ger hann veidubrøgd, sum økja um hansara tygn mill- um mannað. Millum annað veiddi hann bjarnir. Slíkt kravdi dirvi At lesa um hvussu hann spakuliga fer at dáma matin upprunafólkinum er áhuga- verdur lesnaður. Hann dugir at síggja, at júst sum upp- runafólki tilger matin, tað er besti hátturin.. 1000 ára royndir hava lært hesi fólk, hvussu tey skulu trivast og koma undan í villu oyðuni Vit eru nú komnir suður í stóra Gangesdalin í India. Her er líggjari og eg leggi troyttur bókina aftur í task- una. Aðrenn eg sovni sveima tankarnir eina løtu afturat um Siggert. Hann vóni eg at hitta einaferð. Eg havi so nógv at spyrja hann um. Ég hugsi: >Hvussu ber tað til at eg ikki havi sæð ein stav í føroyskum skúla- bókum um Siggert. Eg var vaksin maður, áðrenn eg hoyrdi fyrstu ferð um Sigg- ert. Vit lærdu í skúlanum um øll møgulig fólk úti í heim, sum vit einki sam- band høvdu við. Hvert mansbarn í Føroyum veit um missionerin Dr. Living- stone og Stanley. Siggert gjørdi eina ferð, sum var minst líka áhugaverð, fólka- livsfrødiliga og landafrødi- liga. Kanska er forklåring- in, at hann var okkum ikki nóg fremmandur.« Tað er glediligt, at bókin um ferð Siggerts í Sibiria nú er týdd til føroyskt. Vón- andi hevur hon eisini fingið pláss í skúlunum. Hon er eins spennandi lesnaður og allar tær kendu, sum longu eru týddar til føroyskt um teir ensku slóðbrótararnar, sum leitaðu nýtt land upp í farnum tíðum. Leðurryggurin á bókini hjá Siggert sæst fram um tær óinnbundnu á reol vegginum, nú eg leggi sein astu hond á hesa grein. Hon hevur plágað meg seinastu dagarnar, ja, næstan kitlað í fingraspísjunum. Kanska sein dag standi eg í Ob víkini og njóti sama útsýnið sum Siggert fyri góðum 100 ár- um síðan og kanska tá vit hoyra upp aftur meira um landið hjá Siggert, Sibiria Nú lýsir. Heilt úti undir vaðingini standa Venus og Jupitet sum morgunstjørn- um. Tær eru stórar í morgun og tær eru tær einastu sum enn ikki víkja fyri ti rísandi sólini. Hesa sjón man Sigg ert hava sæð mangarferðir undrandi