leygardagur 23. mai 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
SRA
Nr. 95 — 23. MAI 1998
Anfinn Kallsberg, lógmaður:
Løgmaður til Danmarkar at
hitta forsætisráðharran
— Hetta verður bert ein kunnandi fundur um, hvussu vit skulu leggja samráð-
ingarnar til rættis, sigur lógmaður. Fyribils hevur nýggja Landsstýrið úr at
gera vid at seta seg inn á bankamálið 0.0. mál, sum skulu viðgerast í samráð-
ingunum
DAGNY JOENSEN
Hóast embætismenn hava
gjørt uppleggið til samráð-
ingarnar við donsku stjórn-
ina, og hetta hevur ligið klár
í nógvar mánaðir, so hevur
uppleggið ongantíð fingið
politiska viðgerð í Tinga-
nesi
Tað er henda viðgerð,
sum nýggja Landsstýrið nú,
sum nakað av tí fyrsta, skal
fara undir
Í tekstávísini hjá Jylland-
posten stóðfyrradagin at
samráðingarnar um bank-
amálið og føroysku uttan-
landsskuldina byrja 1, juni
Tað hevur løgmaður eis-
ini frætt, men hann veit ikki
meir um hetta, enn at hann-
hevur sagt Nyrup Rasmus-
sen, at hann er til reiðar um-
leið 1, juni
— Málið skal fyrireikast
Nógvir landsstýrismenn eru
nýggir, og teir kenna ikki
samrådingarmålini. Tí er
neyðugt hjá teimum at seta
seg inn í t.d. frágreðingina
um bankamálið, sum er
fleiri hundrað síður til
støddar, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Kunning um
bankamålid
Landsstyrisfundur var allan
mikudagin um bankamålid,
har legfréðiligi ser-
fróðingarbólkurin í banka-
málinum kunnaði nýggja
landsstýrið.
— Verður tað uppleggið
hjá gamla landsstýrinu,
sum tit fara til Danmarkar
at samráðast um?
— Tað uppleggið sum fyri-
liggur, hava embætismenn
í Tinganesi gjørt, men tað
fekk ongantíð politiska við-
gerð í gamla landsstýrinum.
— Áðrenn vit hava vid-
gjørt tad politiskt, kann eg
ikki siga stórvegis, men tað
er greitt, at eg í løtuni ikki
veit, hvørja undirtøku tað
fær í Landsstýrinum, sigur
løgmaður.
Anfinn Kallsbeg, løgmadur, fer um einar 14 dagar til Dan-
markar at tosa við Nyrup Rasmussen, forsætisráðharr,
men áðrenn hetta skal hann hitta Lykketoft í vikuskiftinum
Jóannes Eidesgaard, formaður i uttanlandsnevndini:
— Tað er skeivt av løgmanni at taka ímóti Lykketoft. Nú
mugu danir bíða til føroyingar eru til reiðar at fara undir |
samráðingar við donsku stjórnina, tí vit eiga fyrsta út-
spælið, sigur Jóannes Eidesgaard
= Skeivt at taka
imoti Lykketoft
Uttanlandsnevndin var Kristi himmalferðardag kunnað um at Lykketoft, figgj-
armálaráðharri, kom at vitja Landsstýrið í gjár. Formaðurin í uttanlands-
nevndini heldur tað vera sera óheppið
DAGNY JOENSEN
Sambært stýrisskipanarlóg-
ini, skal Landsstýrið kunna
uttanlandsneyndina um mál
av størri tydningni
I hesum sambandi var utt-
anlandsnevndin å fundi vid
Landsstyrid Kristi himmal-
ferdardag.
— Vit fingu at vita, at
Mogens Lykketoft kom
hendavegin i vikuskiftinum,
at vitja Landsstýrið, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Sagt varð at hetta var 6-
formligur fundur, har Lykk-
etoft skuldi kunna Lands-
stýrið um hvat danska stjór-
nin hevdi uppá hjarta um
bankamálið og uttanlands-
skuldina, Tað tóku vit til eft-
irtektar, sigur Jóannes Eid-
esgaard
Hetta tykist at líkjast ferð-
ini, tá forsætisráðharrin sen-
di Bjørn Westh, ráðharra, til
Føroya at sannføra føroy-
ingar um, at ein bankakann-
ing var eins góð og dóm-
arakanningin,sum eitt samt
Løgting vildi hava.
— Hvat heldur tú at Lykke-
toft hevur i skjåttuni?
— Tað hava vit ikki fingið
nakað at vita um, og eg
kann einki siga umhetta, av
tí at vit ikki kenna upplegg-
ið hjá Landsstýrinum, sigur
Jóannes Eidesgaard og
leggur aftrat, at hann per-
sónliga ikki er so fegin um
hetta útspælið frá donsku
stjórnin.
Føroyingar
eiga útspælið
— Var eg í stað løgmans, so
hevdi eg sagt dønum, at
hetta er eitt mål millum Før
oyar og Danmark, har før-
oyingar eru lumpaðir.
— Tí var tað ikki annað
enn rímiligt at føroyingar
hava fyrsta útspælið.
— Eg hevði ikki tikid í-
móti Lykketoft, men sagt
dønum, at vit ikki eru til
reiðar enn, og at vit komu
við okkara uppleggið,tá vit
vóru til reiðar - og ikki sum
nú, at danir aftur leggja seg
út í málið, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, vitjar í vikuskiftinum:
Ørindini eru at tosa við
nýggja landsstýrið
— Endamálið við ferð míni í Fóroyum er at heilsa uppá
Landsstýrið, og fyri saman við teimum at gera eina dags-
skrá fyri komandi samráðingarnar, sigur Lykketoft
DAGNY JOENSEN
Danska stjórnin er vorðin
ótolin av at bíða eftir at fáa
føroyingar til samráðingar-
borðið. Danski fíggjarmála-
ráðharrin sigur við Sosialin,
at Nyrup Rasmussen og An-
finn Kallsberg hava tosað
saman, og at teir komu á-
samt um, at Lykketoft skul-
di fara til Føroyar at tosa
við Landsstýrið um kom-
andi samráðingarnar við
donsku stjórnina
A ferðini, sum varir til
sunnadagin á middegi, fara
Landsstýrið og danski fíggj-
armálaráðharrin at kunna
um ætlaninar hjá pørtunum
Spurdur um fíggjarmála-
ráðharrin hevur fingið somu
uppgávu frá Nyrup Ras-
mussen, sum Bjørn Westh
á sinni, vil hann ikki svara.
Nýtt á dagsskránni
Spurdur um hann hevur
nøkur góð tilboð í skjåttuni,
nú danska Fólkatingið skal
undir búskaparlig inntriv,
sigur Mogens Lykketoft, at
hann møguliga hevur okk-
urt at bjóða, men at fundurin
við Landsstýrið er um dags-
skránna fyri samráðingarnar
Mogens Lykketoft, fíggjar-
málaráðharri: — Eg fari á
ferðini í Føroyum at tosa
við nýggja landsstýrið og
fyrireika dagsskránna fyri
komandi samráðingarnar
um bankamålid og uttan-
landsskuldina, og at hann
møguliga eisini hevur okk-
urt nýtt evni at seta á dags-
skránna fyri samráðingarnar
komandi. Tað fer hann at
tosa við Landsstýrið um.
Annað evni á fundinum í
vikuskiftinum, verður at fáa
blokstuðulin endaliga upp á
pláss. Fyri tveimum døgum
síðan var Jonathan Motz-
feldt í Keypmannahavn á
fundi um grønlendska blok-
stuðulin, og nú vantar bert
at áseta føroyska blokkin,
sigur Mogens Lykketoft.
— Endamálið við ferð
mini í Føroyum er sostatt
at gera tað lættari og skjót-
ari at avgreiða samráðing-
arnar, sigur Mogens Lykke-
toft.