leygardagur 23. mai 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 95 — 23. MAI 1998
tíðindablaðið
k ure
SKVEMGIRUUU
Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn:
300 nýggj barna-
garðspláss í eygsjón
Verða allar ætlanirnar framdar í verki, sum Elin Lindenskov, býráðslimur, fer
at leggja fyri Tórshavnar býráð, fáa 300 bórn stovnspláss í hesum valskeið-
num, harav 87 longu í hesum árinum
TURIÐ KJøLBRO
Stórt rumbul hevur verið í
Tórshavnar byråd i seinast-
uni um trupulleikarnar á
barnaansingarøkinum. Týs-
dagin hendi so tað, at sosi-
ala nevnd í býráðnum varð
umskipað, og formaður í
nevndini er nú Heðin
Mortensen. Í sambandi við
formansskiftið segði Heðin
í blaðnum ígjár, at hann ikki
fer at helma í fyrr enn
trupulleikarnir á barnaans-
ingarøkinum eru loystir.
— Heðin hevur ongan á-
huga víst málinum fyrr enn
hann fann uppá barnagarðin
í Sjónleikarhúsinum — altso
ein hjálp til ein stovn, har
hann sjálvur er formaður.
Alt gott um, at hann brád-
liga er vorðin >hyper<-ak-
tivur, men vit eru nøkur
heilt fá, sum leingi hava ar-
beitt hart fyri at skapa áhuga
fyri barnaansing í kommun-
uni, sigur Elin Lindenskov,
sum var formaður í sosialu
nevnd áðrenn umskiftið.
— Heðin hevur beinleiðis
arbeitt ímóti útbyggingum
av býlingshúsum, sum hó-
ast alt er ogn hjá býráðnum
Hann vildi heldur gjalda
1.250.000 krónur til Sjón-
leikarhúsið umframt leigu-
kostnaðin í framtíðini. Hes-
in peningur kundi verðið
brúktur væl betri aðra staðni
og í bygningar, sum komm-
unan eigur, so leigukostn-
aður ikki skal rindast í fram-
tíðini, sigur Elin Linden-
skov
— Hetta kemur hann til,
eftir at hann ongan åhuga
hevur vist barnaansingini
Hann hevur forsømt fleiri
fundir millum annad i fe-
bruar, tå ið barnaansing var
einasta mål å skrånni. Tå
mátti fundurin útsetast, tí
hvørki hann, Ingi Mohr ella
Kaj Leo Johannesen møttu.
Og nú skal hann vera frels-
arin á barnagardsøkinum?,
sigur Elin Lindenskov.
— Hyggja vit at hvussu
Heðin Mortensen arbeiddi,
tá ið Térsvøllurin var fyri,
fekk hann býráðið at játta 4
mill. kr. í trý ár. Treytin var
at øll fígging skuldi vera í
lagi áðrenn, sáttmáli varð
gjørdur og Landsstýrið hev-
ur síðani játtað pengar.
Hann sigur seg arbeiða
skjótt og væl, men nú tvey
ár seinni er einki hent og
tað sigur eitt sindur um
mannin, sígur Elin Linden-
skov.
— Mín treyt tå var, at
skuldi eg taka undir vid at
játta pengar til Tørsvøll,
skuldu tey taka undir vid
loysnunum å barnaansing-
arøkinum. Men tf lyftinum
Håast Elin Lindenskov ikki longur er formadur i søsialu
nevnd, gevur hon ikki skarvin yvir og ætlar at leggja upp-
skot fyri býráðið, sum tryggja 300 børnum stovnsplåss í
verandi valskeiði
er Heðin gingin burtur frá,
sigur Elin Lindenskov.
Skraddaraseymað
Sum formaður í sosialu
nevnd kemur Heðin
Mortensen nú til ein skradd
araseymaðan politikk á
barnagaråsøkinum, sigur
Ein Lindenskov. Ein ætlan
er gjørd fyri restina av val-
skeiðnum, sum Elin hevði
lagt fram, um tað ikki var,
at sosiala nevnd varð um-
skipað.
Og ætlanin er rættiliga
kollveltandi. Verður hon
framd í verki tryggjar hon
300 børnum barnagarðs-
pláss í hesum valskeiðnum.
Barnagarðurin Inni á Gøtu,
sum verður farið undir í
næstum og sum skal standa
liðugur 1. jan. komandi ár,
fer at hýsa 42 børnum um-
framt 20 dagrøktarbørnum.
Í útbyggingini á Flat, sum
er samtykt í býráðnum, vera
20 pláss afturat. Hini
býlingshúsini, ið ætlanin er
at byggja út eru Undir Fjalli,
á Ternuryggi og Millum
Gilja og á hvørjum stovni
vera 20 pláss tók afturat.
— Tað er lutfalsliga lætt at
fara undir at byggja verandi
stovnar út. Tekningar,
kostnaðarmetingar og
annað er klárt, men tað skal
sjálvandi samtykkjast fyrst.
Trupulleikin hevur verið, at
Heðin Mortensen hevur ikki
viljað vidgjørt málini. Hann
kom við barnagarðinum í
Sjónleikarhúsinum í februar
og tað klutraði alt málið.
Mítt uppskot var at byggja
tvey býlingshús út fyri 2,5
mill. krónur og tá høvdu 40
pláss verið beinanvegin,
sigur Elin Lindenskov.
Nýggjur stovnur
A barnagarðinum á Argjum
er ætlanin at fara undir eina
umskipan á verandi stovni
og býráðið hevur samtykt
at játta at veðhalda fyri láni
Har koma 10 pláss afturat
Ein stovnur skal byggjast á
Argjum afturat og har er
ætlanin at 40-60 børn skulu
fåa plåss
Ein stovnur må by ggjast
afturat å Argjum. Sum for-
maður í sostalu nevnd havi
eg arbeitt við málinum, men
tað er ikki politiskt samtykt.
Ti skal málið igjøgnum alla
politisku viðgerðina, sigur
Elin Lindenskov.
Utibarnagardurin Spíran,
sum heldur til í hølunum hjá
Ríðingarfelagnum, skal
hýsa fimm børnum afturat.
— Vit hava ætlanir um at
gera fleiri útibarnagarðar.
Eitt álit er gjørt um roynd-
irnar av verandi útibarna-
garðinum, og foreldur,
starvsfólk og onnur eru so
positiv fyri úrslitinum, at vit
hava hug at royna fleiri. Ein
miðdepil fyri einum úti-
barnagarði kundi verið Inni
á Gøtu í ti nýggja stovni-
num, sum verður har, sigur
Elin Lindenskov.
— Vit hava íkki slept
ætlanini um barnagarðin í
Sjónleikarhúsinum. Tað
hevur alla tíðina verið ætl-
anin at fara undir samráð-
ingar við tey uttan mun til,
hvat Heðin Mortensen sig-
ur. So er at siga, at øll krøv
skulu lúkast, áðrenn ein
barnagarður verður í Sjón-
leikarhúsinum, sigur Elin
Lindenskov.
— Limirnir í Havnar Sjón-
leikarfelag hava fingið eitt
bræv undirskrivað av
Heðini Mortensen sum for-
manni, har tað stendur at
barnagarðurin skal fíggja
útbyggingina av teatursali-
num. Tað fann eg meg ikki
í og tí fekk eg málið útsett
Eg havi einki ímóti, at bý-
ráðið stuðlar Sjónleikar-
húsinum, men tað skal ikki
vera við einum barnagarði,
sigur Elin Lindenskov.
Plássgaranti
Umframt umskipan av dag-
røktini verður eisini arbeitt
við ødrum ætlanum, sum
ikki eru komnar so langt
enn. Men itøkiligu ætlanir-
nar borga fyri 300 plåssum
i verandi valskeidi, har av
87 pláss í hesum árinum
Nær kunnu vit rokna við,
at øll børn verða tryggjað
eitt stovnsplåss?
Ikki fyrr enn vit hava
nóg mikið av plássi sjálv-
andi. Men tað sum hendi í
Danmark, tá ið plássgaranti
varð vidtikid, var at børn
vórðu pressað inn á stovn-
arnar og dygdin var hareftir
Málið kundi hinvegin verið,
at øll børn eldri enn 2 ár
verða tryggjað pláss. Verða
forskúlar settir á stovn í bý-
num, fer tað avgjørt at loysa
ein part av trupulleikanum
Men tá má frítíðarskúlin
eisini útbyggjast, sigur Elin
Lin Jenskov
Tað er eingin ivi um, at
tað verður trupult at fåa alt
igjøgnum, tí tað eru nógvir
politikarar, ið íkki vilja
fremja hesi mál. Tað eru
nøkur, sum halda, at kon-
tantgjald er loysnin hóast
foreldrini ikki ynskja tað. I
sambandi við útbyggingina
av barnagarðinum á Flat
varð eg noydd at taka undir
við kontantgjaldinum um
tann útbyggingin ikki skuldi
detta niðurfyri, sigur Elin
Lindenskov
Hóast samgongan ikki
longur hevur meirlutan i
sosialu nevnd ætlar Elin
ikki at halda uppat vid at
stridast fyri at loysa trupul-
leikarnar å barnaansingar-
økinum.
— Ein og hvør byrådslim-
ur kann krevja eitt og hvert
mál fyri býráðið. Tí er tað
eingin fording, at vit ikki
hava meirlutan, men man
kann rokna við, at viðgerð-
in av málunum verður nógv
seinkað, sigur Elin Lin-
denskov at enda.
tíðindabiaðið
Fíggjarleiðari |
til Sosialin
Í sambandi við bygnaðarbroytingar á
Sosialinum verður sekt eftir fíggjarleiðara
til fyritøkuna. Hesar broytingar hava við
sær, at tað undir ábyrgdarblaðstjóranum
verða settir tríggir deildarleiðarar: ein fyri
sølu- og marknaðardeildina, ein fyri |
fíggjardeildina og ein fyri blaðdeildina.
Fíggjarleiðarin skal standa á odda fyri
fíggjardeildini.
Uppgávur og ábyrgd |
Fíggjardeildin skal veita leiðsluni av blað- |
fyritøkuni munadygga og úrslitagóða
búskaparstýring.
Fíggjarleiðarin kemur at hava ábyrdina av,
at deildin kann loysa hesa uppgávu og skal
tí standa á odda fyri hesum uppgávum:
Rakstrar-, íløgu- og gjaldførisætlanir
Roknskaparlig skráseting.
Innanhýsis roknskapir: Hvussu útreiðslur
og inntøkur eru liðaðar út á endamál,
stað, framleiðslu og virksemi, avriks- og |
tilfeingisnýtsla, lýsingar av kostnað og |
produktiviteti av einstaka virkseminum |
Framløga av mánaðar- og ársroknskap- |
um.
Hagtøl um virksemi hjá fyritøkuni.
Innkeyps- og goymslustýring
Lønar- og starvsfólkafyrisiting |
Førleikakrøv
Arbeidsroyndir sum leidari
Vinnu- og handilsútbúgving frá hægri
lærustovni ella arbeiðsroyndir við
fíggjarstýring.
Kunna arbeiða sjålvstødugt og hava góð
samarbeiðsevni.
Kunnleika og royndir í at brúka tekst-
viðgerð og rokniark á edn
Almenna vitan og áhuga fyri samfelags-
viðurskiftum.
Starvs- og lønartreytir sambært avtalu
Umsóknarfreistin er 1. juni 1998.
Umsókn saman við viðkomandi skjølum
skal sendast til:
Sosialurin
P.O. Box 76
110 Tórshavn
Att: Jan Miller
Sostalurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss
Her starvast í dag umleið 25 fólk. { ppgavurnar eru
bæði åhugaverdar og fjølbroyttar Blaðið kemur út fimm
ferðir um vikuna. Á prentsiiðjuni, sum er partur av
fyritókuni, verða umframt Søsialin eisini prentað onnur
blød. Sosialurin umsetti í fjør fyri stivliga 8 mill. kr