Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 — Í tíðindablaðið SSSjaluin Nr. 95 — 23. MAI 1998 Myndk Frants Jensen Ein vælnøgdur målarameistari, Uni Zachariasen, stutt áðrenn Norrøna var liðug málað leygardagin 4 tons av máling Tvær tær síðstu vikurnar hevur Norróna ligið við bryggju í Kristiansand fyri at gerast klár til summarsiglingina. Málaraarbeiðið hevur gingið stak væl og varð longu liðugt áðrenn tíðina FRANTS JENSEN ÚR KRISTIANSSAND Veðrið hevur hilnast væl, og tí hevur arbeiðið eisini gingið so skjótt, sigur mál- arameistari, Uni Zacharia- sen, ið stendur fyri málar- arbeiðinum Tað vóru bara einir tveir — tríggir dagar fyrstu vik- una, sum drillaðu okkum, men tå løgdu vit arbeiðið um, so vit fingu tikið tey stødini, har regnið ikki kom til Meðan Norrøna hevur ligid í Noregi kom eisini summarið. Sólin hevur bak- að niður og hitin hevur ligið upp ímóti 20 stigum. Tey vetrarbleiku føroysku and- litini hava fingid rættiliga lit å seg - Av ti at vedrid hevur verið so gott, hava vit eisini ar- beitt leingi hvønn dag. Vit eru farnir upp kl. 6.30 og eru ofta ikki givnir fyrr enn kl. 22 á kvøldi. Tað er ein langur arbeiðsdagur, men menninir eru innstillaðir uppá hetta, og tí hevur tað gingið sera væl. Sunnudag- ur hevur verið einasti frí- dagur Ætlanin var, at málarnir skuldu koma heim aftur til Føroya við Norrøna, tå ið hon ger sin fyrsta tår i summarsiglingini f år, frå Hanstolm til Føroya leyg- ardagin 23. mai. Men longu síðsta leygardag vóru teir lidnir at mála, og átta av teimum |! málarunum koma heim við flúgvara í dag. Hinir triggir skulu orna ymisk smáttaríðir, sum eftir eru Verkfallið forðaði í Danmark Hetta er annars fyrsta árið, at Norrøna hevur verið mål- að í Noregi. Meiningin var, at hon skuldi málast í Al- borg, men verkfallið í Dan- mark gjørdi, at ætlanin mátti broytast. - Vit máttu í skundi orna alt av núggjum, men sum heild gekk alt væl. Eitt sind- ur óheppið var kortini, at tað bara eydnaðist okkum at fáa eina lyftu í Kristiansand. Høvdu vit havt tvær, sum meiningin var, hevði tað kanska gingið enn betri, heldur Uni Zachariasen Uni hevur havt málara- arbeiðið á Norrønu næstan á hverjum ári síðani 1990 Sum oftast hevur arbeiðið verið gjørt í Danmark, men eisini okkurt ár í Túsklandi. Tað er ikki altíð líka nógv sum skal målast á hvørjum ári. Í ár hevur verið málað meir enn hini árini. Vit hava til dømis eisini málað eitt sindur innan. Tað varð kort- ini gjørt í Alborg, áðrenn Norrøna fór í Suðuroyar- sigling. 4 tons tyngri Útvendiga hevur næstan alt skipið fingið tveir umgang- ir. Frá brúnni og heilt niður í vatngangin. Tilsaman eru umleið 4 tons av máling farnir uppá Norrønu. - Tað er tíðin vit hava at gera málaraarbeiði, og hvussu nógv sum skal ger- ast, ið avgerð hvussu nógvir mans vit eru og mála. Hes- uferð hava vit verið 11. Hini árini hevur sum oftast verið nakað færri. Fýra av málarunum ar- beiða hjá Una Zachariasen, meðan hinar seks hevur Uni biðið afturat sær til hesa uppgávuna - Tað er kortini ikki allir sum eru málara. Ein er virk- isleiðari og ein er vrakari Men teir eru vanir at taka hond í, og tí hevur tað eisini gingið so væl. - Samstarvið okkara mill- um hevur verið sera gott Tað sama má eisini sigast um samstarvið við mann- ingina. Nú Norrøna er liðug mál- að, er Uni ikki arbeiðsleys- ur. Nógvar uppgávur liggja og bíða í Føroyum, men um hann verður eins heppin við veðrinum heima sum í Nor- egi er ilt at siga. Summarsigli Meðan Norróna lá við bryggju í Kristiansand óhapp við eini aðrari ferju ført við sær skaða á fólk og skip og í ringasta føri kanska oyði- lagt alla summar- siglingina hjá Norrønu 7 ; Kundi eitt FRANTS JENSEN R KRISTIANSSAND K iÓstu eroK 5, IekK tru skuldu leggja at Kristiansand 1 fjørdin kyknar av hjålpimot- Eldurin verður tc sløktur beinavegin. Nakrar av teimum eletrisku greidi- num gingu fyri, millum annað róðurgreiðirnar. Ferj- an, sum er væl stórri enn Norrøna, fekk heldur ikki tikið av fartin, og rendi við 5 knops ferð inn í pýrin, har hon skuldi leggja at. Pyrurin er tætt við, har sum Norrøna liggur bundin. Christian IV, sum ferjan eitur, heyði ti- betur snarað so mikið, áðr- enn róðurgreiðirnar gingu fyri, at teir vóru frím av Norrgnu. Men har vóru ikki so nógvir metrar at geva av. rinum Mynd: Frants Jensen Hevdi ferjan rent á Norrønu, kundi stórur skaði staðist av. Bæði fólkaskaði og matriellur skaði, og í ringasta føri kundi summ- arsiglingin hjá Norrønu 1998 verið oydiløgd. Umborð á Norrønu løgdu teir í fyrstuni ikki merki til nakað legið við ferjuni. Bara tað at hon hevði so nógv ferð og eina merkiliga kós. Ikki fyrr enn tað brast, vaknaðu teir rættiliga við og sóu, at tað kundi verið nógv ålvarsamari Við Christian IV vóru 406 ngin ferðafólk, men eingin fekk skaða, tá ið ferjan steitti, hóast fleiri duttu um koll í steitinum. Ferðafólkið hevði nevnliga fingið boð at koma upp á dekkið. Nøk- ur høvdu fingið bjargingar- beltið uppá, og teir gjørdu eisini klárt at seta onkrar av bjargingarbátunum á sjógv- in. Hetta gjørdist kortini ikki neyðugt. Men allur vandi var kort- ini ikki avhasaður. Eftir at Christian IV hevði rent gronina inn í pyrin, rak reyvin á ferjuni inn móti bryggjukantinum, og hetta var heldur ikki nógar metrar frá Norrønu. Vandin var tó stórri fyri eini dokk, sum lá ímillum, men tíbetur hendi eingin skaði har heldur. Bæði pyrurin og Christ- ian IV fingu stóran skaða. Ferjan verður ikki sett inn í sigling aftur fyrr enn eftir Hvitusunnu: Talan var eisini um at Norrgna kundi røkja siglingina millum Hirtshals og Kristiansand til Christian IV var klårar aftur, men hetta gjørdist heldur ikki til nakað. kundi verið oydiløgd 5005 "1 Teir hava arbeitt bæði tíðliga og seint, málararnir. Tann bakandi sólin hevur gjørt at teir vóru lidnir at mála áðrenn tíðina UmtesQ fýra tons tyngri er Norførtp vorðin, nú hon er málað 5 1 Frants Jensen | Norrøna er nú gjørd klár til summarsiglingina